Skuldasanering - privat

 

100-49  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann um sanering av allari privatari skuld

Ár 1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni
 

Fyrispurningur

  1. Kann landstýrismaðurin tryggja tinginum, at ætlaða skuldareftirgevingin hjá Jarðargrunninum fer fram undir teirri treyt, at garðarnir annaðhvørt verða latnir øðrum í festi ella seldir?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið uppskot um at eftirgeva skuld til jarðargrunnin, tá skuldari ikki er førur fyri, og eingi útlit eru fyri, at skuldarin kann uppfylla sínar gjaldsskyldur. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at bøndurnir hava trupuleikar av teirri avoldaðu festiskipanini, millum annað kunnu teir ikki keypa og selja jørð, og eisini skattliga hava teir trupuleikar av skipanini.

Sjálvsagt eiga møguleikar at vera at sleppa einstaklingum undan eini óbótaligari skuld. Hetta er longu møguligt ígjøgnum rættarskipanina um skuldarsanering í konkurslógini. Men møguliga er tørvur á eini smidligari skipan fyri Jarðargrunnin.

Tað er tó neyvan ætlan landsstýrismansins, at skuldararnir bæði skulu fáa skuldini eftirgivna og síðani bert halda fram við rakstrinum av almennari jørð.

Sjálvstøðug vinnurekandi um landið, eitt nú bilmekanikarar ella bilseljarar, mugu sjálvi keypa sær síni vinnugøgn, mugu gjalda marknaðarrentu fyri lán síni og missa vanliga virki sítt, um lánsgjøldini ikki verða goldin.

Tað kann ikki vera ætlan landsstýrisins, at bøndurnir, sum fáa síni virkisgøgn upp í hendurnar frá landinum, fáa studning til raksturin, fáa óvanliga lagaliga rentu, nú eisini skulu fáa skuldina eftirgivna, um hetta ikki samstundis hendir undir teirri treyt, at garðarnir annaðhvørt verða latnir øðrum í festi ella seldir.

Landsstýrismaðurin eigur tí at at tryggja tinginum, at skuldareftirgevingin hjá Jarðargrunninum fer fram eftir vanligum treytum fyri eftirgeving av vinnuligari skuld.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Sum skilst av omanfyristandandi fyrispurningi, so ynskir løgtingsmaðurin at fáa vissu fyri, at eftirgeving av skuld skal hava við sær avleiðingar, so at viðkomandi, sum møguliga fær skuld ella part av skuld til Føroya Jarðargrunn eftirgivna, ikki uttan víðari skal sleppa at halda áfram við rakstrinum av almennu jørðini.

Í § 1, stk. 2 í lógaruppskotinum (løgtingsmál nr. 109/1998), sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið, verður heimilað landsstýrismanninum við kunngerð at áseta nærri reglur um eftirgevan av skuld ella part av skuld til Føroya Jarðargrunn.

Tá tað við lóg verður heimilað landsstýrismanninum at gera nærri reglur um "…eftirgevan av skuld ella part av skuld", skulu fleiri atlit havast í huga. So vítt gjørligt eigur tað óivað í hesum reglum, sum ikki eru ásettar enn, at verða miðjað ímóti, at viðgerð av umsókn um eftirgeving ella partvísa eftirgeving av skuld skal fara fram eftir vanligum treytum. Sum nevnt í viðmerkingunum í lógaruppskotinum, so eru festibøndur í eini aðrari støðu enn vanlig vinnurekandi. Hetta, tí at festibøndur eiga ikki jørðina og bygningarnar, tað vil siga framleiðslutólini. Festibøndur hava ikki somu møguleikar viðvíkjandi skattligum avskrivingum o.ø. sum vanlig vinnurekandi. Tað er ikki gjørligt at heinta inn eftirstøður av lánum hjá Jarðargrunninum soleiðis, sum lánistovnar vanliga gera mótvegis vinnurekandi, ið sjálvir eiga framleiðslutólini. Undir vanligum umstøðum, har fyritøka er á privatum hondum, vildi lánveitari kravt ognina á tvingsilssølu og latið fyritøkuna farið til tann keypara, ið rindar mest fyri hana. Henda møguleika hevur Jarðargrunnurin ikki, tí tað almenna eigur jørðina.

Teir flestu bøndurnir hava ikki størri lán, enn teir eru mentir at renta og gjalda aftur við vanligum rakstri. Tó eru umleið 15 festi í eini tílíkari støðu, at tað tykist ógjørligt at gjalda aftur tey lán, sum eru í festinum. Tað fyrireikandi arbeiðið í sambandi við staðfesting av, í hvønn mun skuldari hevur roynt at klára sínar skyldur, ella hvørt skuldarbyrðan hjá viðkomandi møguliga einans er "sjálvskapt" ella íkomin av teirri orsøk, at tá viðkomandi tók við festinum, so tók viðkomandi eisini við gamlari skuld, sum fylgdi við festinum, er ikki at enda komið enn.

Av tí at reglurnar fyri eftirgeving av skuld til Jarðargrunnin ikki eru endaliga ásettar, kann landsstýrismaðurin ikki tryggja tinginum, at ætlaða skuldareftirgevingin skal fara fram undir teirri treyt, at garðarnir annaðhvørt verða latnir øðrum í festi ella seldir. Givið er tó, at lógaruppskotið (løgtingsmál nr. 109/1998) snýr seg um at heimila Jarðarráðnum at eftirgeva skuld ella part av skuld til Føroya Jarðargrunn, men hinvegin er ikki í verandi lóggávu gjørligt at selja eitt festi til hægstbjóðandi eins og aðra privata ogn.

Málið avgreitt.