Rķkisvišurskiftir

 

100-47  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, lųgmann, višvķkjandi broyting av rķkisvišurskiftum Fųroyar/Danmark

Įr 1999, 16. mars, bošaši formašurin frį soljóšandi fyrispurningi frį Hešin Mortensen, lųgtingsmanni
 

F y r i s p u r n i n g u r 

  1. Krevur ein mųgulig loysing ikki minst somu višgerš sum broyting av stżriskipanarlógini - samtykt av tveimum lųgtingum?

Višmerkingar
Ętlan landstżrissins um at loysa Fųroyar frį rķkisfelagskapinum viš Danmark mį metast sum eitt sera įlvarsligt stjórnarskipanarligt stig.

Ķ stżrsikipanarlógini stendur ķ grein 57, stykki 1:

"Um so er, at lųgtingiš samtykkir uppskot til broytingar av hesi lųgtingslóg, kann samtykta lųgtingslógaruppskotiš ikki beinanvegin verša stašfest av lųgmanni. Hitt soleišis samtykta lųgtingslógaruppskotiš skal eftir nęsta val verša samtykt óbroytt ķ fyrstu setu nżvalda tingsins, og kann sķšan verša stašfest į vanligan hįtt av lųgmanni."

Taš tykist ikki bert lųgiš, men eisini demokratiskt og stjórnarskipanarliga skeivt, at taš skal bera til at enda rķkisfelagskap okkara viš Danmark, uttan at hetta skal fyri tvey lųgting į raš, tį sjįlvt ikki įsetingin um ólavsųkuskrśšgonguna kann broytast, uttan at gingiš veršur eftir hesi framferš.

Minnast skal į, at eftir donsku grundlógini skal ein grundlógarbroyting samtykkjast fyrst av einum fólkatingi, sķšani aftur av einum nżvaldum fólkatingi, og at enda į fólkaatkvųšu. Hetta er įsett ķ grein 88:

"Vedtager folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til folketinget. Vedtages forslaget i uęndret skikkelse af det efter valget fųlgende folketing, bliver det inden et halvt år efter den endelige vedtagelse at forelęgge folketingsvęlgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nęrmere regler for denne afstemning fastsęttes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for folketingets beslutning, og stadfęstes denne af kongen, er den grundlov."

Til ber ikki at fara fram ķ strķš viš hesa įseting, sum mį metast at vera partur av ręttarskipan fųroyinga.

Kann lųgmašur tķ taka undir viš męr ķ, at ein so grundleggjandi broyting ķ rķkisręttarligu višurskiftunum krevur samtykt į tveimum lųgtingum į raš, įšrenn taš sķšani sjįlvsagt veršur lagt fyri Fųroya fólk til fólkaatkvųšu.

Į tingfundi 17. mars 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 21. aprķl 1999 svaraši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, fyrispurninginum soleišis

S v a r

Sum kunnugt arbeišir landsstżriš ķ lųtuni viš at śtgreina ųll višurskifti, iš hava tżdning ķ sambandi viš at skipa Fųroyar sum fullveldi.

Ķ hesum sambandi hevur landsstżriš millum annaš sett eina sįttmįlanevnd at greina śt stųšiš undir einum tvķlandasįttmįla Danmarkar og Fųroya millum, iš skipar Fųroyar sum land viš fullveldi ķ samstarvi viš Danmark.

Nevndin skal millum annaš greina rķkisręttarligar og altjóšaręttarligar fyritreytir fyri, at Fųroyar verša skipašar sum eitt fullveldi og lżsa, hvussu ein sįttmįli kann gerast millum Danmark og Fųroyar umframt mannagongdirnar ķ londunum bįšum fyri stašfesting av sįttmįlanum.

Arbeišiš hjį nevndini veršur ikki latiš landsstżrinum fyrrenn 10. juni ķ įr. Tęr lżsingar, iš sįttmįlanevndin skal gera, eru tķ ikki tiknar viš ķ hesum svari.

Višmerkjast kann, at spurningurin um, hvussu fram skal farast, tį iš Fųroyar skulu skipast sum fullveldi, varš višgjųrdur av nevndini, iš gjųrdi įlitiš til nżggja stżrisskipanarlóg.

Her segši nevdin į blašsķšu 202 ķ įlitinum:
"Um so er, at ynskt veršur, at Fųroyar fįa stųšu sum sjįlvstųšugt land, er ikki neyšugt, at danska grundlógin veršur broytt. Tį veršur – eins og viš Ķslandi ķ 1918 - gjųrdur ein sįttmįli millum stjórnina ķ Fųroyum og stjórnina ķ Danmark um, at Fųroyar skulu gerast sjįlvstųšugt land.

Danska grundlógin sigur ķ § 19, at hetta er eitt av teimum mįlum, sum stjórnin av sķnum eintingum ikki kann gera av, men skal taš leggjast fyri fólkatingiš til višgeršar.

Av ųvugtdųmi av hesi grein skilst, at heimilaš er eftir hesi mannagongd at skilja ein part av rķkinum frį uttan grundlógarbroyting. 

Ķ fólkatinginum veršur eitt slķkt uppskot višgjųrt sum uppskot til samtyktar, sum skal verša lagt fram og fįa tvęr višgeršir. Sķšan skal uppskotiš hįveldisstašfestast; men so er taš galdandi fyri danska rķkiš, og hesin sįttmįli hevur gildi fram um donsku grundlógina. Tį er so einki at ivast ķ, at danska grundlógin ikki er galdandi fyri Fųroyar, tķ hon sigur ķ § 1, at hon er galdandi fyri alt Danmarkar rķki. Taš, sum ikki er ķ danska rķkinum, er grundlógin ikki galdandi fyri, og tķ verša hinar įsetingarnar ķ grundlógini um Fųroyar eisini ógildar".

Ein avleišing av, at Fųroyar verša skipašar sum fullveldi, er, at heimastżrislógin veršur sett śr gildi.

Sambęrt § 57, stk 2 ķ stżrisskipanarlógini kunnu uppskot um broytingar av stżrisskipanarlógini verša višgjųrd eftir teimum vanligu reglunum, t.v.s sum vanlig lógaruppskot, um so er, at orsųkin til uppskotini eru broytingar ķ heimastżrislógini.

Eftir hesum er ikki neyšugt at leggja spurningin um fullveldi fyri tvey lųgting į raš, įšrenn taš veršur lagt fyri Fųroya fólk til fólkaatkvųšu.

Samgongan er samd um, at taš er av alstórum tżdningi, at tęr broytingar, iš verša gjųrdar ķ rķkisręttarligu višurskiftunum, verša višgjųrdar so demokratiskt sum tilber.

Tķ hevur samgongan longu ķ samgonguskjalinum avtalaš, at ongar broytingar verša gjųrdar ķ rķkisręttarligu stųšuni, uttan at fólkiš veršur spurt fyrst.

Ętlan landsstżrisins er, at įlitiš hjį nevndunum, iš arbeiša viš at śtgreina ųll višurskifti ķ sambandi viš at skipa Fųroyar sum fullveldi, veršur lagt fyri lųgtingiš til ašaloršaskiftis, og at śrslitiš av samrįšingunum viš donsku rķkisstjórnina um fullveldi veršur lagt fyri Fųroya fólk til stųšutakan.

Somuleišis veršur uppskotiš til eina fųroyska grundlóg lagt til Fųroya fólk til stųšutakan.

Mįliš avgreitt.