Lesandi Danmark SU

 

100-46  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi rættindum hjá føroyskum lesandi til danskan lestrarstuðul

Ár  1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni

Fyrispurningur 

  1. Fara føroysk lesandi eftir eina møguliga loysing framhaldandi at fáa danskan lestrarstuðul?  

Viðmerkingar
Føroysk lesandi hava, sum er, rætt til danskan lestrarstuðul, tá tey fara til Danmarkar í lestrarørindum. SU styrelsen setir í málsviðgerð síni føroyskar lesandi javnt við aðrar danskar ríkisborgarar.

Neyvan er hugsandi hjá lesandi at fremja lesnað uttan fyri Føroyar uttan haldgóðan stuðul. Føroyski lestarstuðulin er fyrr settur niður, tá kreppan herjaði. Tann føroyski stuðulin er heldur ikki hækkaður síðstu árini. Eingin trygd er tí fyri, at føroysk lesandi kunnu gjøgnumføra lesnað, um atgongdin til danska lestrarstuðulin heldur uppat. Í øllum førum fer hetta ikki at bera til, uttan at ungfólk annaðhvørt seta seg í stóra skuld ella mugu leingja um útbúgvingartíð sína vegna ov nógv arbeiði afturat lesnaðinum til tess at forsyrgja sær og sínum.

Landsstýrismaðurin eigur at greina fyri tinginum, hvørja atgongd borgarar í øðrum norðanlondum hava til lestrarstuðul í Danmark, bæði tá ræður um miðnámsútbúgvingar, handaligar útbúgvingar eins og hægri lesnað.

Serliga eigur landsstýrismaðurin at greina, hvat grundarlagið er fyri møguligari atgongd hjá øðrum norðanlendingum til danskan lestrarstuðul. Er hetta bert vanlig donsk praksis, sum kann broytast. Er talan um EU reglur, sum føroyingar ikki fáa ágóðan av.

Ísland loysti í síni tíð frá danska ríkinum. Tí hevur støðan hjá íslendskum lesandi serligan áhuga.T.d. hvønn týdning hetta hevði fyri rættindi íslendinga til danskan lestrarstuðul.

Landsstýrismaðurin eigur gjølla at meta um, hvønn týdning tað fær fyri føroysk lesandi ikki at vera danskir ríkisborgarar, tá ræður um atgongd til danskan lestrarstuðul.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 20. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Málið um, hvørjar skipanir verða galdandi, eftir at føroyingar hava fingið fullveldið, verður umrøtt og viðgjørt í hesum døgum.

Arbeiðsnevndirnar, ið landsstýrið hevur sett, eru komnar væl áleiðis við sínum arbeiði, og alt bendir á, at álitið (Hvítbøkurnar) verður lagt fram í juni mánaði í ár. Landsstýrissamgongan fer síðani undir at viðgera nevnda álit, har ímillum málið um lestrarstuðul. Síðani verður upplegg gjørt, ið nýtast skal í sambandi við tingingar við danir, tá samráðst verður um fullveldisætlanirnar.

Málið hjá landsstýrismanninum í undirvísingarmálum er, at tey lesandi í øllum førum fáa eins góðar fíggjarligar umstøður, eftir at fullveldið er stovnsett, og tey hava í dag.

Málið avgreitt.