Svartlistaði fiskiskip

 

100-42  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø. 

Ár 1999,  2. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Marjus Dam, løgtingsmanni

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Kann landsstýrismaðurin váttað fyri løgtinginum, at føroysk skip eru "blacklistað" í Noregi. Um so er, hvørji, og fyri hvat, og er nøkur tíðaravmarkan galdandi á hesum lista?
  2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa:
    - hvussu nógv føroysk skip eru tikin av norkum myndugleikum seinastu árini
    - hvussu nógv av fiski tey eru dømd at hava ov mikið
    - hvussu nógv tey hava goldið í bótum og mistum fiskidøgum?
  3. Ætlar føroyskur myndugleiki at gera nakað við tann trupulleika, at føroysk skip ferð eftir ferð verða forfylgd av norskum myndugleikum við risabótum fyri sera smá brot á lógina ?
  4. Verða norsk skip dømd í sama mun fyri smábrot á lógina í norskum sjógvi?
  5. Er nakar føroyskur "blacklisti"?
  6. Eru føroyskir myndugleikar tilsvarandi harðir ímóti norskum skipum, ið gera smá lógarbrot í føroyskum sjógvi?
  7. Hevur føroyskur myndugleiki – møguliga saman við donskum, ætlanir um at fá skil á hesi viðurskiftir, so føroysk skip fáa frið at arbeiða?
  8. Hevur landsstýrismaðurin hugsað um møguleikan at lata vera við at byggja vaktarskip hjá hesi tjóð, ið á ósømiligan hátt leggur út fótonglar fyri okkara vinnulív?

Viðmerkingar:
Seinastu árini hevur javnan verið at hoyrt, at fleiri føroysk fiskiskip standa á einum norskum svartalista, uttan at nakað ólógligt er framt.

Eisini er komið fram fleiri ferðir, at føroysk skip eru tikin og hava fingið risabøtur fyri smáttaríir – í mongum førum, uttan at møguleiki var at verða varugur við, at nakað ólógligt var farið fram.

Á tingfundi 3. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. apríl 1999 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

ad.1.
Landsstýrismaðurin kann vátta, at einstøkum skipum undir føroyskum flaggi hava norskir myndugleikar ikki vilja givið loyvi at fiska í norskum sjógvi. Talan er um skip, sum eru keypt úr Íslandi og hava undir íslendskum flaggi fiskað í Loynikrókinum í Barentshavinum.

Skipini eru m/s Prestland og m/s Sverri Ólason. Seinna skipið varð selt aftur til Íslands aftaná, at skipið ikki kundi fáa loyvi frá norskum myndugleikum.

Føroyar kunnu ikki góðtaka, at føroysk skip verða sett á svarta lista fyri brot, sum føroyskir skipaeigarar ikki eru partar í. Víst kann verða til málið, tá hetta kom fyri fyrstu ferð við m/s Sverra Ólasyni. Fiskimálastýrið mótmælti beinleiðis til norsku fiskiveiðimyndugleikarnar og gjøgnum danska uttanríkismálaráðið.

Eisini m/s Gulldrangur, sum áður hevur verið undir føroyskum flaggi og heimahoyrandi í Fuglafirði, er á lista yvir skip, sum ikki fáa loyvi at fiska í norskum sjógvi. Hetta er eisini eitt fyrrverandi íslendskt skip, sum varð keypt til Føroya, og hevði fiskað í Loynikrókinum.

Eftir at Fiskimálastýrið seinasta heyst fekk kunnleika um, at føroysk skip vóru á einum lista yvir skip, sum ikki sluppu í norskan sjógv at fiska, vendi stýrið sær aftur til norskar myndugleikar fyri at fáa at vita grundarlagið undir hesum tíðindunum.

Í svari frá norska fiskarídirektoratinum verður eisini upplýst, at samsvarandi upplýsingum frá strandalondum, sum hava sjóverjueftirlit í Suðuríshavinum (m. a. Australia, New Zealand, Frakland og Suðurafrika) hava hesi lond ført fram, at skipini m/s Palli hjá Mariannu og m/s Túgvusteinur hava rikið ólógligan fiskiskap har. Hvørki av hesum skipunum eru nú undir føroyskum flaggi.

Norskir myndugleikar hava ikki upplýst, um noktanin er tíðaravmarkað ella ikki.

Gerast skal vart við, at norskir myndugleikar ikki hava noktað áðurnevndu skipum loyvi at fiska í fiskiveiðiøkinum við Svalbard.

ad 2.
Í 1998 er einki føroyskt skip tikið fyri ólógligan fiskiskap ella fingið nakra viðmerking frá norsku sjóverjumyndugleikunum. Higartil í ár eru tvey skip tikin fyri ávíkavist ov stóra hjáveiðu og ov stóra íblanding av undirmátsfiski. Nøgdirnar vóru heilt smár.

Í bót varð givið NOK. 160.000,- í tí fyrra førinum, meðan sektaruppskotið var NOK 260.000,- í tí seinna førinum.

ad. 3.
Fiskimálastýrið hevur havt samráðingar við norskar myndugleikar 23. mars 1999 í Keypmannhavn til tess at fáa greiði á teimum torføru umstøðunum hjá føroyskum skipum at fiska undir í norskum sjógvi. Frá føroyskari síðu var staðiliga gjørt vart við, at tað við teimum strongu hjáveiðireglunum er sera torført hjá føroyskum skipum at fiska sínar kvotur í norskum sjógvi, og at ágangurin frá norsku fiskiveiðieftirlitsmyndugleikunum serstakliga móti føroyskum skipum fyrikemur ógrundaður. Eisini var frá føroyskari síðu gjørt vart við misnøgdina um mannagongdina at fráboða nýggjar umrokningarfaktorar og fráboðanarreglurnar sum heild, tá skip mugu fara inn í norska havn.

Norska fiskiveiðieftirlitið var umboðað á fundinum, og varð her greitt frá teimum norsku sjónarmiðjunum um, hvussu teirra fiskiveiðieftirlit er hert í Barentshavinum vegna vánaligu støðuna í fiskastovnunum serstakliga trupuleikin við íblanding av ungfiski undir minsta mát. Hetta hevur elvt til nógvar skrivligar ávaringar, og at bæði norsk og útlendsk skip eru sektaði, varð ført fram av norska fiskiveiðieftirlitinum á fundinum.

Hóast føroyska sendinevndin legði áherðslu á at fáa broytt hjáveiðireglurnar eftir hýsu soleiðis, at eisini føroysk skip frameftir kundu veiða beinleiðis av hjáveiðikvotuni eins og norsk og útlendsk skip, so fekk norska sendinevndin ikki heimild at broyta nakað hesum viðvíkjandi. Noreg helt fast um at taka hetta upp aftur seinni og vildi sostatt bara ganga føroyska ynskinum á møti at finna eina loysn við hjáveiðitrupulleikanum av upsa.

Partarnir skiltust uttan at gera nakra semju. Noreg hevur síðani skrivliga svarað føroysku umsóknini formliga uttan aðra niðurstøðu enn tí somu sum á fundinum.

Nú er avtalað, at samráðingar verða á politiskum stigi. Avtalað er, at fundur verður millum undirritaða og norska fiskimálaráðharran Peter Angelsen hin 20. apríl.

ad. 4.
Sambært norsku fiskiveiðimyndugleikunum verða útlendsk skip tikin inn beinanvegin, um grundarlag er fyri hesum, meðan fyri norsk skip verður málið reist, tá skip kemur í norska havn. Munurin er sostatt, at norsk skip ikki noyðast at bróta túr av.

ad. 5.
Nei

ad. 6.
Sum heild hevur danska ákæru- og dómsvaldið í Føroyum kravt og ásett nógv linari revsing enn tær, sum føroysk skip fáa í norskum sjógvi. Sama er galdandi fyri føroysk og útlendsk skip.

ad. 7.
Víst verður til svar upp á spurning nr. 3.

ad. 8.
Spurningurin um bygging av vaktarskipi og eftirlit við føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi eru tvey ymisk mál.

Hvat viðvíkir fótonglum er hetta mál tikið upp í fiskivinnusamráðingunum millum Føroyar og Noreg. (Víst verður til pkt.3).

Føroyska vinnan er eisini við í hesum samráðingunum og fær høvi at bera fram síni sjónarmið.

Málið avgreitt.