Landskassaskuld til kommunurnar

 

100-41  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstżrismann, višv. landskassans skuld til fųroysku kommunurnar

Įr 1999, 25. februar, bošaši formašurin frį soljóšandi fyrispurningi frį Jógvan viš Keldu, lųgtingsmanni
 

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Nęr ętlar landskassin at rinda tęr 70 milliónir krónurnar, sum er beinleišis skuld til fųroysku kommunurnar?
  2. Nęr ętlar landsstżriš at taka upp fķggjarligu višurskiftini millum land og kommunur ķ tķšarskeišnum 1993-1999 og gjalda taš, kommunur hava gjųrt ķlųgur ķ hesa tķšina ķ havnir, skślar og heilsumišstųšir, har partur er landskassaskuld til kommunurnar?
  3. Ętlar landsstżriš at greiša hesi skilaleysu višurskifti, įšrenn umrųšuna į tingi um nżggjan kommunubygnaš – "įlitiš frį kommununevndini"?

Višmerkingar:
Undan kreppuni seinast ķ įttatiįrunum og fyrst ķ nķtiįrunum, sum elvdi til avtalu millum donsku stjórnina og Fųroya landsstżri ķ 1992, var sišvenja, at landskassin rindaši partar av śtbyggingum til eitt nś vegir ķgjųgnum bygdir og bżir, sum hoyrdu til landsvegakerviš, til havnir, skślaśtbyggingar, heilsumišstųšir o.a. – Hetta var landskassans partur.

Eftir avtalu viš donsku stjórnina helt henda partsfķgging uppat.

Ķ fyrstu atlųgu elvdi taš til, at fųroysku kommunurnar įttu tilgóšar hjį landskassanum einar 70 mió.kr., sum kommunurnar skuldu rinda og fįa endurgoldiš – uttan rentur – śr landskassanum. T.v.s., at hetta er peningur, sum ķ roynd og veru beinleišis er tikin frį fųroysku kommununum og nżttur til landskassans gjaldfųri, sum landskassin hevur spart ķ lįntųku.

Ķ ašru syftu hevur Fųroya landsstżri og lųgting ongantķš tikiš mįliš upp višvķkjandi, hvussu verša skuldi viš bżtinum millum land og kommunur ķ teimum arbeišum, sum kommunur vóru noyddar at seta ķ verk frį 1993 til ķ dag. T.v.s, at eingin skiftistķš hevur veriš, men landskassin hevur tikiš sęr henda serrętt at brśka pening, sum kommunur įttu, ella ķ ųšrum lagi at broytt bżtiš millum land og kommunur til landskassans fyrimun.

Onkrar seravtalur višvķkjandi havnabygging eru gjųrdar viš t.d. Skopunar Havn, Fuglafjaršar Havn, dżping ķ Leivķk v.m.

Hesi višurskifti hava havt viš sęr, at fųroysku kommunurnar hava mist trķsiffraša milliónaupphędd, peningur sum er endašur ķ landskassanum.

Ķ einum framkomnum samfelagi, sum Fųroyar eru taš, ber ikki bara til – uttan nakra avtalu viš hin partin – at taka pening burtur śr landskassafķggingini til kommunur og sķšani lata sum um, at hetta er ogn landskassans.

Av hesi orsųk rósa summir landspolitikarar sęr av dyggum gjaldfųri, mešan ašrir geva fólki varšhugan av, at nś ber til at geva skattalętta ķ landsskattinum. T.v.s., at landskassin gevur skattalętta viš pengum, sum fųroysku kommunurnar heilt einfalt eiga.

Kanska kann skoytast uppķ, at fleiri kommunur hava so mikiš stórar višlķkahalds- og umbyggingarśtreišslur į skślaųkinum, at hesar kunnu sammetast viš nżbygging.

Į tingfundi 26. februar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 20. aprķl 1999 svaraši Karsten Hansen, landsstżrismašur fyrispurningum soleišis

S v a r

  1. Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum kennir einki til nakra uppgerš, sum vķsir, at landskassin skyldar fųroysku kommununum 70 mió. kr. Ķ landskassaroknskapinum fyri 1997 er heldur einki, sum tżšir į, at landiš skyldar kommununum hesar pengar.
  2. Avtalan ķ 1993 viš donsku stjórnina ķ sambandi viš bankabjargingina hevši viš sęr, at landskassin bant seg til ikki longur at veita stušul til kommunalar ķlųgur. Hesum hava kommunurnar eisini vitaš av, tķ tęr hava fingiš noktandi svar uppį umsókn um stušul, og tķskil hava tęr gjųrt hesar ķlųgur vęlvitandi um, at eingin stušul fekst frį landskassanum. Eftir avtaluna viš donsku stjórnina į sumri 1998 er eingin binding longur fyri landskassan višvķkjandi stušli til kommunalar ķlųgur. Taš, sum įvķsir kommunalpolitikarar ynskja, er, at landskassin nś afturvirkandi skal veita stušul til kommunalar ķlųgur framdar ķ tķšarskeišnum 1993-1999.
  3. Landsstżrismašurin metir, at gamla stušulsskipanin, har kommunur kundu seta stórar ķlųgur ķ gongd, sum landskassin rindaši meginpartin av, virkaši sera illa. Skipanin fųrdi til vantandi kostnašaransni og ov stórar og óneyšugar ķlųgur. Landsstżrismašurin heldur, at ķstašin fyri at venda aftur til gomlu stušulsskipaninar og veita kommunum stušul fyri gjųrdar ķlųgur, so er fręgari at śtgreina, hvussu hesi višurskifti skulu verša frameftir. Taš, sum samgongan hevur sett sęr fyri, er, at uttan mun til, hvussu kommunubygnašurin veršur frameftir ķ Fųroyum, so er neyšugt at fįa eitt so greitt uppgįvu- og įbyrgdarbżti millum land og kommunur sum gjųrligt. Hetta er eisini hųvušsbošskapurin ķ įlitinum hjį kommununevndini.

  4. Til henda partin av fyrispurninginum veršur vķst til svarini omanfyri.

Mįliš avgreitt.