100-39 Fyrispurningur um fiskivinnuskúla - skjal
Skitsuuppskot um nýggjan Fiskivinnuskúla:
Endamál:
- skipa fyri styttri og longri skeiðum
- ymisk støði
- ymiskir málbólkar
- styrkja "brain power" og harvið kappingarførið
- vørumenning
- marknaðarmenning í samstarvi við t.d. útflutningsráðið
- góðskumenning
- menning innan framleiðslutøkni
- leiðslumenning
- skapast skal eitt granskingarumhvørvi á skúlanum
- fíggjast gjøgnum prosjektlønt stipendiatir uttanífrá
Fortreytir
Skúlar í grannalondunum
Líknandi skúlar eru ein sjálvsagdur partur av útbúgvingarkervinum í okkara grannalondum, so sum í Scalloway í Hetlandi, í Manitsok í Grønlandi, í Vardø í Noregi, á Hafnafjørðinum í Íslandi og í Esbjerg í Danmark. Fiskivinnuskúlin hevur samstarv við hesar skúlar. Sjálvt um tað hevur verið tosað og skrivað í mong ár um alternativar vinnur, so er tað framvegis ein sannroynd, at næstan alt okkara inntøkugrundarlag er tengt at fiski, nógv meira enn hjá nøkrum av grannatjóðunum. Tí skuldi henda útbúgvingin sjálvsagt havt 1. prioritet, tá tað ræður um raðfesting av framtíðarútbúgvingum í Føroyum.
Ganga á odda
Skúlin skal ganga á odda innan vitan og menning av fiskaídnaðinum og alivinnuni vera frammanfyri vísa á nýggjar møguleikar og gongdar leiðir. Innovatión og kreativitetur, hugflog og víðskygni eiga at spyrjast burturúr og verða sereyðkenni fyri skúla og undirvísing. Hetta kemur við tíðini at geva meira inntøkur til samfelagið. Treytin er, at vit fáa bøtt munandi um umstøðurnar hjá Fiskivinnuskúlanum at arbeiða undir, nevniliga gera hann til ein menningardepil fyri fiskaídnaðin og havbúnaðin í Føroyum.
Høli
Neyðugt verður at taka støðu til, hvussu hølisviðurskiftini skulu fáast í
rættlag. Tríggir møguleikar eru her nevndir, sum kunnu gera omanfyrinevndu tankar til
veruleika:
Bert alternativ 2 verður viðgjørt í hesum umfarinum. Kostnaðurin fyri nýggj
undirvísingarhøli við serstovum, royndar smolt- og alistøð og royndarfiskavirki er
mettur til 18,5 mió. kr. (sí hjáløgdu útgreining).
Undirvísingarhøli
Talið á skúlastovum til vanliga floksundirvísing og støddin á hesum skal nøkta framtíðar-tørvin og skal vera hóskandi til ta undirvísing, ætlanin er at hava á skúlanum. Nútímans starvsstovur skulu gerast við tí útgerð, sum mett verður er neyðug og hóskilig til slíkt virksemi. Teldurúm við nútímans telduútgerð er ein sjálvsagdur partur av skúlanum og undirvísiningini.
Av øðrum rúmum kunnu t.d. nevnast: Felagsrúm, har bæði roykjarar og ikki-roykjarar skulu kunna vera. Skrivstovur til lærarar og onnur í føstum starvi og skrivstova til tímalærarar. Vaskirúm við nútímans hentleikum skal sjálvsagt eisini gerast. Brúk verður somuleiðis fyri verkstaði við tólum og amboðum, sum krevjast til umsiting og viðlíkahald.
Royndarfiskavirki
Krøvini til royndarvirki eru m.a., at hølini skulu vera stór. Uttanumøkið skal vera stórt, so gott pláss er at koma til og frá við stórum maskinum og aðrari útgerð. Bygningurin skal løggildast til matvøruframleiðslu. Innrættingin skal vera soleiðis háttað, at øll heilsufrøðilig krøv vera lokin. Til royndarhølini krevst m.a.:
Útgerðin skal, umframt at rigga til royndarframleiðslu, eisini vera egnað til undirvísing.
Royndar smolt- og alistøð
Inni í skúlabygninginum skal ein lítil smoltstøð byggjast. Her skulu møguleikar vera at skipa fyri undirvísing og at gera royndir heilt frá kleking til fiskurin er sjóbúgvin. Royndir skulu t.d. gerast við vatni, súrevni, hita, fóðring, ljósstýring o.m.a. Neyðugt verður at brúka resirku-lering fyri at minka um nýtsluna av vatni.
Skúlin skal somuleiðis hava aliloyvi til eina lítla alistøð á sjónum. Hóskandi er við 2-3 smáum ringum á 40 m í ummál ella fleiri smærri. Her skal somuleiðis vera møguleiki fyri at hava undirvísing við næmingum og at gera royndir við alifiski, sum t.d. við ymsum fóðri, ljósstýring, hungring, tøku, køling o.m.a. Blóðging og kryvjing verður at fara fram inni á royndarvirkinum.
Fiskur verður keyptur inn í teimum tíðarskeiðum royndirnar eru, og verður síðan seldur aftur. T.v.s. at skúlin ikki nýtist at hava umsjón við alifiski hvønn dag í árinum. Hetta verður bert neyðugt í teimum tíðarskeiðum, tá royndir eru.
Skeiðsvirksemi
Fiskivinnuskúlin/menningardepilin kemur við hesum at økja munandi um møguleikarnar fyri skeiðssvirksemi. Skeið skulu skipast fyri fólki, sum arbeiða innan fiskaídnaðin og alivinnuna, bæði leiðarum og vanligum arbeiðsfólki. Skeið í leiðslumenning og góðskustýring /-menning skulu fyriskipast av Fiskivinnuskúlanum. Vit uppliva javnan, at krøvini frá myndugleikunum, bæði her heima og í okkara keyparalondum, verða herd. Tí er tað ein sjálvfylgja, at leiðslurnar kunna seg um hesi krøv, og enn meira sjálvsagt er tað, at hetta verður gjørt á Fiskivinnu-skúlanum. Fiskimenn skulu fáa skeiðstilboð í m.a. hagreiðing av fiski. Fyri at menna fakliga og handaliga førleikan hjá arbeiðsfólkum, skulu tey fáa møguleika at fara á styttri skeið, sum skúlan skipar fyri. Harvið fæst eitt ávíst status og fólk hava betri møguleikar fyri at verða sett í starv. Tey skulu hava prógv (fakbræv) og kunnu eftir lokið skeið rópa seg serfrøðingar innan fiskaarbeiði. Skúlin kann eisini senda fólk út á pláss í Føroyum at halda skeið, eins og AMU ger í Danmark. Skeiðtænastan skal geva skúlanum inntøkur.
Framleiðslumenning
Tørvur er framhaldandi á at finna upp á nýtt og menna tól og maskinur í
fiskaídnaðinum og alivinnuni. Tað skal tí vera uppgáva skúlans at vera við í hesum
arbeiði við m.a. at
Hugsanin er, at ymisk útgerð og maskinur skulu roynast á skúlanum. Talan verður bæði um broytingar av verandi framleiðslutólum og royndir við spildurnýggjum tólum. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við fiskaídnaðin/alivinnuna í Føroyum og framleiðarar av útgerð bæði í Føroyum og í øðrum londum. Skúlin skal bara hava hægst neyðugt av fastari útgerð á royndarvirkinum. Restin skal antin leigast/leasast ella útvegast á annan hátt, t.d. tá nýggj tól skulu royndarkoyrast.
Royndir skulu gerast við automatisering av tí, sum í dag verður gjørt við hond. Neyðugt er at halda seg "ajour", kunnast um og royna framtíðartøkni. Skúlin skal gera bestillingsarbeiði fyri virkir, og tey skulu kunnu koma inn á skúlan at fáa ymiskar royndir gjørdar. Hetta skulu tey sjálvsagt gjalda fyri. Tað er betri og bíligari at gera kanningar og royndir á einum stað, í hesum føri á Fiskivinnuskúlanum, enn at fleiri virkir hvør í sínum lagi keypa dýra útgerð, áðrenn hon er rættiliga royndarkoyrd.
Vørumenning
Í eini og hvørjari vinnugrein er tørvur á vørumenning. Menningin, sum fer fram í
Føroyum í dag, er lítil og eingin, og tað sindrið sum er, tykist at vera rættuliga
tilvildarlig. Tí er tað upp á sítt pláss, at Fiskivinnuskúlin fer undir skipaða
vørumenning við m.a. at
Á skúlanum skulu vera serfrøðingar innan vørumenning. Hesir skulu fylgja væl við í tí, sum hendir á m.a. fiska- og matvøruøkinum í okkara keyparalondum. Fylgjast skal væl við hvat okkara kappingarneytar gera. Vørumenningardeildin á skúlanum skal arbeiða tætt saman við framleiðslu- og søluliðunum í føroysku vinnuni. Hetta er neyðugt, tí nýggir kundar og nýggj ættarlið seta alsamt onnur og størri krøv til tær vørur, sum framleiddar verða. Umráðandi er at
standa klárur við nýggjum vørum, tá tær gomlu "detta" út. Stór øking er væntandi í søluni av meirviðgjørdum alifiski, so her krevst, at vit standa til reiðar at taka ímóti teimum avbjóðing-um sum koma. Lidnu vørurnar, sum verða gjørdar á skúlanum, skulu seljast, so eitt sindur av inntøkum fæst burtur úr teimum. Virki/fyritøkur kunna gera royndir á skúlanum, og tey gjalda fyri hesar.
Gransking
Skapast skal eitt granskingarumhvørvi á skúlanum. Søkjast kann um fígging til ítøkiligar granskingarætlanir. Tað er munandi lættari at fáa tilsøgn um granskingarstuðul, tá man frammanundan hevur eitt væl skipa granskingarumhvørvið. Í byrjanini eru upphæddirnar heldur avmarkaðar, men sum frálíður og umhvørvið er etablerað, kann roknast við munandi størri inntøkum í granskingarstuðli.
Granskingin kann vera í føroyskum, norðurlendskum ella altjóða høpi. Granskingin á Fiskivinnuskúlanum skal ikki kappast við aðra gransking í Føroyum, men harafturímóti samstarva. Innan alingina má samstarvast við t.d. Fiskaaling. Á tí fiskaídnaðarliga økinum er als ongin gransking í løtuni, hvørki tá tað snýr seg um traditionelt virksemi, t.v.s. fiskaframleiðslu, ella tá talan er um meirviðgerð av alifiski. Tað vísir seg at vera tørvur á tílíkari gransking í Føroyum bæði frá almennari síðu og frá privatum virkjum.
Serkunnleiki
Fólk við serkunnleika innan ymisku økini skulu setast í fast starv á skúlanum/deplinum.
Tal av fólki:
*) Hesi skulu granska og savna inn vitan um hvat rørist innan gransking/menning á ymsu økjunum í Føroyum og uttanlanda. Harafturat skulu tey eisini undirvísa
Næmingaheim
Bústaðartrupulleikarnir hjá næmingunum mugu loysast! Verandi skúlabygningur kann, sum ein fyribilsloysn, brúkast til næmingaheim. Pláss verður fyri 10-12 fólkum. Skúlin eigur at halda fram at leiga hini bæði húsini, sum í løtuni verða brúkt til undirvísing, til íbúðir hjá næmingum. Eini 10-12 fólk tilsaman kunnu somuleiðis húsast í teimum. Málið er at byggja nýtt næmingaheim sum skjótast.
Vegna verkætlanarbólkin
Hans Pauli Strøm
Eyðun Leo
Kostnaðarmeting: | (Uttan MVG) | ||||
Viðm. |
|||||
(1) |
Byggibúgvið grundøki | kr - |
|||
(2) |
Bygningur | kr 7.500.000 |
|||
(3) |
Royndarútgerð | kr 6.700.000 |
|||
(4) |
Undirvísingarútgerð | kr 800.000 |
|||
(5) |
Smoltstøð og alistøð á sjónum | kr 2.000.000 |
|||
Prosjektering, eftirlit o.a. | kr 1.500.000 |
||||
Íløga tilsaman: | kr 18.500.000 |
||||
(1) |
Vestmanna kommuna hevur lovað at lata Fiskivinnuskúlanum byggibúgvið grundøki | ||||
(2) |
Mettur kostnaður fyri bygning og innrætting av bygninginum | ||||
(3) |
Mettur kostnaður fyri royndarútgerð, maskinur v.m. (útgreinað í talvu 1) | ||||
(4) |
Mettur kostnaður fyri keyp av nýggjari undirvísingarútgerð | ||||
(5) |
Mettur kostnaður fyri smoltstøð og aliringar á sjónum (útgreinað í talva 2) | ||||
Talva 1 | |||||
Maskinskerilinja | kr 800.000 |
||||
Hondskerilinja | kr 200.000 |
||||
Reinskerilinja (flow) | kr 750.000 |
||||
Kryvjilinja til alifisk | kr 350.000 |
||||
Borð, vøsk, reingerðisútgerð o.m.a. | kr 100.000 |
||||
Trukkar | kr 350.000 |
||||
Flutningsbond | kr 200.000 |
||||
Vektir | kr 200.000 |
||||
Roykiovnar o.a. útgerð til royking | kr 400.000 |
||||
Lakasproyt | kr 300.000 |
||||
Kutarar | kr 700.000 |
||||
Flokkarar til ráfisk og lidnar vørur | kr 400.000 |
||||
Kassar og kør | kr 10.000 |
||||
Frystiútgerð | kr 490.000 |
||||
Køliútgerð | kr 300.000 |
||||
Kompressarar og installatión v.m. | kr 850.000 |
||||
Annað | kr 300.000 |
||||
Tilsaman | kr 6.700.000 |
Talva 2 | ||||
Kør til yngul, fóðringsútgerð o.a. | kr 350.000 |
|||
Pumpur, rør oa. | kr 250.000 |
|||
Resirkulering av vatni | kr 600.000 |
|||
Aliringar | kr 200.000 |
|||
Fortoyningar | kr 150.000 |
|||
Fóðurútgerð | kr 150.000 |
|||
Annað | kr 300.000 |
|||
Tilsaman | kr 2.000.000 |
|||
Íløguætlan: | ||||
2000 |
2001 |
2002 |
2003 |
|
6,5 mió |
4 mió |
4 mió |
4 mió |
|
Byggjast skal í stigum, soleiðis at aftaná tvey ár skal verða klárt at | ||||
flyta inn, meðan arbeiðið við 3. og 4. byggistigi heldur fram. | ||||
Rakstrarætlan | (Við MVG) | |||
Útreiðslur: | ||||
Verandi rakstur | kr 2.670.000 |
|||
Árligt viðlíkahald og endurnýggjan | kr 800.000 |
|||
Øktar útr. í smb. við el, hita, reingerð o.a. | kr 400.000 |
|||
Starvsfólk afturat: | Tal |
Árslønir tils. |
||
Framleiðslu- og vørumenning | 3 |
kr 900.000 |
||
Aling | 2 |
kr 520.000 |
||
Teknisk umsiting | 1 |
kr 220.000 |
||
Umsiting/kontór | 1 |
kr 180.000 |
||
Samlaðar rakstrarútreiðslur | kr 5.690.000 |
|||
Inntøkur: | ||||
Søla av tænastum o.ø.: | kr 450.000 |
|||
Granskingarstuðul: | kr 350.000 |
|||
Netto rakstrarútreiðslur pr. ár | kr 4.890.000 |