Fiskivinnuskúlin

 

100-39  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um arbeiðið við nýggjum fiskivinnuskúla

Ár 1999, 25. februar, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá tingmonnunum Hans Paula Strøm og Jógvan Durhuus

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvør er arbeiðssetningurin hjá teirri nevnd, sum er sett at arbeiða við ætlanum um nýggjan Fiskivinnuskúla?
  2. Hvørja freist hevur nevndin fingið til arbeiðið?
  3. Hvussu er nevndin mannað, og út frá hvørjum fyritreytum eru limirnir valdir?
  4. Verða arbeiðið hjá verkætlanarbólkinum, sum hevur gjørt eitt uppskot til nýggjan fiskivinnuskúla, og ummælini frá vinnuni, privatum og almennum stovnum tikin við í nevndararbeiðið hjá landsstýrismanninum?
  5. Er ætlanin at seta løgtingslóg um yrkisskúlar, sum fyri stuttum varð samtykt í tinginum, í gildi fyri Fiskivinnuskúlan, so vinnan fær størri ávirkan á og ábyrgd av virksemi skúlans?

Viðmerkingar
Viðv. spurningum 1-4: Ein verkætlanarbólkur mannaður av núverandi og fyrrverandi lærarum á Fiskivinnuskúlanum hevur í vetur arbeitt við eini ætlan um ein Nýggjan Fiskivinnuskúla - Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havbúnað (sí fylgiskjal). Skitsuuppskot frá bólkinum um nýggjan skúla hevur verið til ummælis hjá umboðum frá vinnuni, almennum stovnum o.ø.

Frá vinnuni og frá privatum og almennum stovnum hevur verkætlanarbólkurin fingið skrivligar viðmerkingar til skitsuuppskotið, og ætlanin var at hava ein avklárandi fund við hesi. Tá ábøtur vóru gjørdar í skitsuuppskotinum, ætlaði verkætlanarbólkurin at lata liðugt uppskot til nýggjan Fiskivinnuskúla til politiska viðgerð.

Arbeiðið hjá bólkinum er fyribils steðgað upp, tí landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at hann hevur ætlanir um at seta eina nevnd at viðgera spurningin um ein framtíðar Fiskivinnuskúla. Tí er vandi fyri, at fyrireikingararbeiðið hjá verkætlanarbólkinum hevur verið til fánýtis, og at ummælini av skitsuuppskotinum hjá bólkinum ikki verða hoyrd.

Viðv. spurningi 5: Fiskivinnuskúlin er í dag skipaður sum landsstovnur, meðan hinir yrkisskúlarnir eru sjálvsognarstovnar. Undir fyrireikingini av nýggju løgtingslógini um yrkisskúlar vóru skúlaleiðsla og lærararáð spurd, um tað var ynskiligt at skipa Fiskivinnuskúlan sum sjálvsognarstovn undir hesi lóg. Svarið var avgjørt játtandi. Men tá lógin varð løgd fyri tingið, hevði landsstýrismaðurin broytt støðu, tí nú skuldi Fiskivinnuskúlin (hvørs fulla navn er "Føroya Yrkisskúli fyri Fiskaídnað og Havbúnað") sum einasti yrkisskúlin ikki undir yrkisskúlalógina. Hetta verður av leiðslu og lærararáði skúlans hildið at vera sera óheppið, tí júst ein yrkisskúli sum Fiskivinnuskúlin hevur stóran tørv á so tøttum samstarvi við vinnuna, sum eitt stýri, umboðandi vinnuna, kann tryggja. Hetta er uppaftur meira neyðugt, ja møguliga ein neyðug fyritreyt, í ætlanunum hjá verkætlanarbólkinum at menna Fiskivinnuskúlan til ein Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havbúnað.

Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.

Skjal:
Skitsuuppskot til Nýggjan Fiskivinnuskúla, Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havnbúnað.

Á tingfundi 26. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Ad. 1-3. Síðani løgtingslóg um fiskivinnu- og havbúnað varð sett í gildi í 1987, og Fiskivinnuskúlin fór at virka í 1989, er stór menning farin fram innan fiskivinnuna bæði á landi og á sjógvi.

Tað er neyðugt javnan at endurskoða útbúgvingarlógir fyri at tryggja, at útbúgvingarverkið skal vera ført fyri at menna teir førleikar, sum tørvur er á í vinnuni. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur tí sett ein arbeiðsbólk at greiða frá útbúgvingartørvinum í fiskivinnuni og er ætlanin, at arbeiðið hjá hesum bólki skal vera grundarlagið hjá eini nevnd, sum síðan verður sett at gera uppskot til eina nýggja lóg um fiskivinnuútbúgvingar.

Arbeiðiðsbólkurin sum nú er settur, við breiðum grundarlagi við umboðum knýtt at fiskivinnuni, skal fyrst og fremst gera ítøkiligar niðurstøður um:

Limirnir í bólkinum eru valdir út frá útbúgving og fakligum royndum í fiskivinnuni. Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt arbeiðið miðjan apríl í ár.

Arbeiðsbólkurin skal ikki taka støðu til ein framtíðar fiskivinnuskúla. Hetta málið kann ikki viðgerðast fyrr enn arbeiðið hjá aðrari nevnd, ið verður sett at gera uppskot til nýggja lóg um fiskivinnuútbúgvingar, er liðugt.

Hildið verður, at hesin arbeiðsháttur vil gera útbúgvingarverkið ført fyri at menna teir førleikar, sum tørvur er á í vinnuni, og sostatt tryggja at breið undirtøka verður fyri framtíðar fiskivinnuútbúgvingum.

Ad. 4. Skitsuuppskotið hjá verkætlanarbólkinum um nýggjan fiskivinnuskúla tykist áhugavert, men mett verður, at tað er neyðugt fyrst at skapa lógarkarmar fyri framtíðar fiskivinnuútbúgvingunum soleiðis, at tær fáa góðar og tíðarhóskandi karmar at virka undir.

Tað óvanliga er hent í hesum máli, at skúlamyndugleikarnir hava hvørki verið við í verætlanarbólkinum, havt haft ávirkan á skitsuuppskotið ella fingið tað til ummælis.

Tá støða skal takast til, hvussu fiskivinnuútbúgvingarnar skulu skipast, eigur arbeiðið hjá verkætlanarbólkinum, sum longu er gjørt at takast við, í tann mun tað er viðkomandi. Hetta er somuleiðis galdandi fyri ummælini frá vinnuni.


Ad. 5.
Spurningurin um, um Fiskivinnuskúlin skal vera landsstovnur ella sjálvsognarstovnur eigur vera viðgjørdur tá støða skal takast til, hvussu fiskivinnuútbúgvingarnar skulu skipast. Tað er ikki ein treyt fyri at fáa ein vælvirkandi útbúgvingarstovn við tøttum samstarvi við vinnuna, at hann verður skipaður sum ein sjálvsognarstovnur. Nevnast kann, at vit hava landsstovnar, sum t.d. Føroya Sjómannsskúla og Maskinmeistaraskúlan, við útbúgvingum beinleiðis rættaðar at vinnulívinum, ið virkar væl.

 

Málið avgreitt.