Skattalætti

 

100-38  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðv. skattalætta

Ár 1999,  23. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni
 

F y r i s p u r n i n g u r

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin við skattalættum o.ø. broytingum í skattalógini í ár, í ár 2000, í 2001 og í 2002 at liva upp til setningin í samgonguskjalinum, sum sigur, at miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið"?

Viðmerkingar:
Landsstýrisflokkarnir hava avtalað í samgonguskjalinum, at tann linking av beinleiðis skattatrýstinum skuldi halda fram, sum árini ’96-’98 áttu sín stóra lut í, at samfelagið kom so skjótt fyri seg aftur eftir kreppuna.

Í dag er kappingarførið hjá vinnulívinum 20-25% betri mótvegis okkara kappingarneytum enn fyri fýra árum síðani.

Livistøðið er hækkað, ikki tí bruttolønin er uppfarin, men tí skatturin er linari, og tann útgoldna lønin er hægri eftir skatt.

Í fjør vóru landskassans inntøkur frá skatti og avgjøldum eins og kommunuskatti fleiri hundrað millónir krónur størri enn í 1995, tá samlaða skattatrýstið var eini 5-10% harðar, enn tað nú er. Almenna inntøkan vaks, so hvørt sum skattatrýstið linkaði. Búskapurin mentis somuleiðis, eftir sum tað loysti seg betur at arbeiða.

Kring um í Vesturheimi hava vit bert dømi um búskaparvøkstur og størri almenna skattainntøku, tá skattatrýstið linkar.

Landsstýrissamgongan ætlar Føroyum fullveldi. Tað krevur tillagingar í øllum búskapinum, so tað fer at standa á hvørjum nagla. Krøvini til kappingarførið hjá vinnulívinum harðna, og vit klára okkum bert í altjóða kappingini, um tað verður betri at búgva, arbeiða og vinna pening í Føroyum enn aðrastaðni.

Ein støðug linking í skattatrýstinum er tí ein lívsneyðug fyritreyt fyri, at okkara viðbrekni búskapur skal fjøltáttast við nýggjum vinnum, soleiðis at hann gerst nóg sjálvbjargin til at fíggja tað politiska sjálvstýrið.

Landsstýrismaðurin er helst varugur við, at fíggjarmálastýrið í fjør roknaði út, at verður landsskattastigin lækkaður 1-2% fyri allar inntøkur upp til kr. 140.000, hevði tað merkt 40 mió.kr. í meiria útgoldnum lønum eftir skatt, sum svarar til 80 mió.kr. í samlaðari lønarhækking.

Á tingfundi 25. februar 1999 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 varð skrivligt svar frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, lagt fram. Orðaskifti var ikki, tí landsstýrismaðurin var sjúkur:

S v a r

At økja og minka um almennar inntøkur og útreiðslur frá politiskari síðu verður vanliga nýtt sum eitt fíggjarpolitiskt amboð. Í hesum føri verður fíggjarpolitiska amboðið nýtt til at ávirka konjunkturarnar í samfelagnum. Verður mett, at búskaparligi vøksturin í samfelagnum er ov lágur, kann búskaparliga amboðið vera at lækka almennu inntøkurnar og/ella at økja um almennu útreiðslurnar. Verður hinvegin mett, at búskaparligi vøksturin er ov høgur, kunnu búskaparligu amboðini vera, at hækka almennu inntøkurnar og/ella minka um almennu útreiðslurnar. Búskaparpolitiska amboðið á inntøkusíðuni eru skattir og avgjøld og á útreiðslusíðuni t.d. lønir, pensjónir, íløgur og so framvegis.

Óli Breckmann, løgtingsmaður, er eisini inni á hesum í viðmerkingum sínum til spurningin. Hann sigur m.a., at linkingin av beinleiðis skattatrýstinum árini 1996-98 áttu sín stóra lut í, at samfelagið kom so skjótt fyri seg aftur eftir kreppuna.

At minka um skattatrýstið í árunum 1996-98 var nýtt sum eitt fíggjarpolitiskt amboð fyri at fáa gongd aftur á føroyska búskapin. Hetta saman við góðum fiskiskapi og góðum fiskaprísum hevur fingið rættiliga gongd aftur á føroyska búskapin. Um pláss er fyri at minka um skattatrýstið, verður hetta eisini nýtt sum fíggjarpolitiskt amboð í øðrum londum í vesturheiminum, um mett verður, at landið er í einum lágkonjunkturi, ella um búskaparligi vøksturin er ov lágur.

Endamálið við fíggjarpolitikkinum er at tryggja ein javnan búskaparvøkstur í øllum samfelagnum við yvirskoti á almennu kassunum og á gjaldsjavnanum. Er búskaparligi vøksturin ov lágur í privata sektorinum, kann tað almenna stimbra vøksturin við búskaparligum tiltøkum. Hetta kann t.d. gerast við at minka um skattatrýstið, soleiðis at keypiorkan og sostatt nýtslan í samfelagnum gerst størri. Tað er tó ein avgerandi treyt, at tað almenna konsoliderar seg í góðum tíðum, soleiðis at tað er pláss fyri at seta ferð á búskaparliga vøksturin í ringum tíðum.

Vit hava eitt gott dømi úr danska búskapinum. Tá altjóða konjunkturarnir rættiliga tóku dik á seg miðskeiðis í 1980´unum tendraðu ávaringalampurnar fyri tá sitandi borgarligu stjórnini í Danmark. Danmark hevði undirskot á gjaldsjavnanum og vóru ikki búskaparlig tiltøk sett í verk, var vandi fyri, at danski búskapurin fór at kollsigla. Borgarliga stjórnin fekk við teprum meiriluta samtykt sokallaða kartoffelkuren. Hetta vóru sera strong búskaparlig tiltøk, ið minkaðu nýtslumøguleikarnar hjá privata húsarhaldinum sera nógv. Búskaparligu tiltøkini eydnaðust væl. Tá Svøríki fekk búskaparligar trupuleikar í fyrru helvt av 1990´unum, var danski búskapurin mettur sum ein hin sterkasti í ES.

Saldoin á gjaldsjavnanum fyri útlandinum hevur her sera stóran týdning, serstakliga fyri ein lítlan viðbreknan búskap sum tann føroyska. Vit hava í løtuni stórt yvirskot á gjaldsjavnanum, men hetta yvirskot kann koma í vanda, um ov nógv ferð kemur á búskapin. Vit innflyta jú næstan allar húsarhaldsvørur, og hinvegin eru útflutningsinntøkurnar sera viðbreknar. Um vit ikki konsolidera landskassan í góðum tíðum, verður ikki pláss fyri at seta ferð á búskapin, tá lægri fiskaprísir og vánaligur fiskiskapur kunnu gera tað neyðugt.

Nógv ferð er í løtuni á føroyska búskapinum, og tað er einki, sum í løtuni týður á, at tað er skilagott við skattalættum. Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin høgur, uttanlandsskuldin er enn alt ov høg, bæði fyri kommunur og landið, og inntøkuskattirnir eru nú niðri á sama støðið sum í 1987/88.

Inflatiónin er nú tætt við 3%. At seta ferð á búskapin í løtuni vil hava enn hægri inflatiónstrýst við sær. Hetta er beinleiðis skaðiligt fyri smáspararan, tey, ið ætla sær at seta búgv, og tey, ið hava pensjónsuppsparingar. Innlánsrentan liggur í dag um 3-4%, t.v.s. at smáspararin fer at fáa eina negativa realrentu um inflatiónin hækkar. Einki týður uppá, at rentustøðið fer at hækka í nærmastu framtíð. Tað vil sostatt hava sera óhepnar fylgjur fyri smáspararan, um vit seta meira ferð á búskapin nú. Sama er galdandi fyri tey, ið hava pensjónsuppsparingar. Høg inflatión útholar pensjónsuppsparingarnar.

Húsaprísirnir øktust nógv frá 1995 til 1997, og tað sær út til, at prísirnir hava stabiliserað seg aftur í 1998. Eitt inflatiónstrýst nú vil trýsta húsaprísirnar longri upp, og hevur hetta óhepnar fylgjur fyri tey, ið ætla at seta sær búgv í nærmastu framtíð.

Tað skal eisini nevnast, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í 1998 tók initiativ til at hækka barnafrádráttin. Barnafrádrátturin er nú 4.000 kr., í mun til 2.900 kr. í fjør. Eisini verður arbeitt við at leggja pensjónsuppsparingarnar út í privata sektorin. Hetta kann geva pláss fyri skattalættum í framtíðini.

Vit hava nú fulla ábyrgd á fíggjarpolitiska økinum, og tí verður farið varliga fram. Skattalættar verða tí framdir, so hvørt hetta er ráðiligt í ár 2000, í 2001 og í 2002. Verða skattalættar framdir, skulu teir vera væl grundaðir, og hugt verður fyrst og fremst eftir generellu búskaparligu støðuni í samfelagnum. Tað verða sostatt ikki bert givnir skattalættar fyri at geva skattalættar. Tað skal hinvegin vera eitt endamál, í hvørjum einstøkum føri, skattalættanir vera givnir. Tað eru sostatt ikki bert tey politisku slagorðini, ið eru avgerandi, men tann aktuella búskaparliga støðan í samfelagnum.

Orðaskifti var á tingfundi 12. mai 1999.

Málið avgreitt.