Samskatting av hjśnum

 

100-35  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstżrismann, višv. samskatting av hjśnum og dupulta botnfrįdrįttinum

Į tingfundi tann 12. februar 1999 bošaši formašurin frį fyrispurningi frį Bjarna Djurholm, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:
 

Fyrispurningur

  1. Nęr ętlar landsstżrismašurin at leggja lógaruppskot fyri tingiš, sum skattliga javnstillar hjśn soleišis, at hjśn viš einari inntųku fįa dupultan botnfrįdrįtt įjavnt viš hjśn, har bęši hava inntųku?
  2. Ętlar landsstżrismašurin at laga skattalógina soleišis, at hjśn verša skattaš viš helvtarbżti av bįšum skattskyldugu inntųkunum sum grundarlagi?
  3. Ętlar landsstżrismašurin undir komandi lųnarsamrįšingum at virka fyri, at partķšarstųrv verša vanlig į almenna arbeišsmarknašinum?

Višmerkingar:

Familjan er kjarnin ķ samfelagnum. Vit atliti at hesum veruleika mį eitt nś skattalógin verša tillagaš samsvarandi.

Undanfarna landsstżriš broytti skattaskipanina til bruttolķknandi skattaskipan, og hevur henda samgongan sett sęr sum mįl at halda fram viš hesum slóšbrótandi arbeiši. M.a. er semja um at hękka skattafrķu grundupphęddina og at lękka skattatrżstiš.

Eisini er samgongan samd um at virkaš veršur fyri, at partķšarstarv veršur vanligari į arbeišs-marknašinum. Her er talan um ein sįttmįlaspurning, har landsstżriš kann įvirka undir lųnarsam-rįšingunum.

Viš atliti at stóra tekniska framburšinum į mest sum ųllum samfelagsųkjum, er taš sjįlvsagt, at arbeišsumstųšurnar broytast samsvarandi. Hesum eigur politiski myndugleikin at vera varugur viš og alsamt laga lóggįvuverkiš soleišis, at taš ikki veršur ein foršan fyri einum lišiligari arbeišs-marknaši.

Stųrsta beinleišis įvirkanin frį myndugleikunum til borgarar landsins er gjųgnum skattalógina. Tķ eru eisini her bestu mųguleikarnir at gera broytingar, sum hava positiv įrin į trivnašin millum manna. Broytingar, sum geva borgarunum fleiri valmųguleikar.

Fyri at vķška um valmųguleikarnar eigur landsstżriš m.a. at broyta skattalógina soleišis, at skatting av hjśnum veršur viš helvtarbżti av bįšum skattskyldugu inntųkunum sum grundarlagi, t.v.s. sam-skatting av hjśnum.

Ein slķk broyting hevši javnstillaš konu og mann mótvegis skattamyndugleikunum, samstundis sum broytingin hevši giviš familjuni stųrri valfręlsi į arbeišsmarknašinum.

Ķ fyrstu syftu hevši tillagingin giviš landskassanum fęrri beinleišis inntųkur, men sum frįlķšur vil ein slķk broyting óivaš breiška inntųkugrundarlagiš og harviš eisini skattagrundarlag landskassans.

Harumframt eiga hjśn viš einari inntųku at fįa dupultan botnfrįdrįtt įjavnt viš familjur viš tveimum inntųkum. Samgonguskjališ įsetir eisini, "At hjśn, har annaš hevur alla inntųkuna, verša at javnstilla viš hjśn, har bęši hava inntųku".

Viš ųktum valfręlsi verša fķggjarligu višurskiftini hjį familjunum rśmsįttari. Familjan fęr fleiri valmųguleikar – ķ spurninginum um barnaansing, um luttųku į arbeišsmarknašinum og annars ķ ųllum teimum mongu spurningunum ķ gerandisdegnum, har verandi skattaskipan ofta er ein foršan fyri stųrri valfręlsi og harviš trivnaši ķ familjuni.

Į tingfundi 16. februar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 20. aprķl 1998 svaraši Karsten Hansen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

S v a r

Ad fyryispurningi 1 og 2:
Bjarni Djurholm, lųgtingsmašur, nevnir at byrja viš ķ višmerkingunum til fyrispurning sķn, at familjan er kjarnin ķ samfelagnum. Eg skilji tķ spyrjaran soleišis, at hann ynskir at veita familjuni trygg og góš kor. Hesum taki eg undir viš. Eg eri somuleišis samdur ķ, at skattalógin skal lagast, so at hon gevur borgaranum fleiri mųguleikar til gagns fyri borgaran sjįlvan, fyri arbeišsmarknašin og fyri samfelagiš sum heild.

Hinvegin eigur skattalógin ikki at verša nżtt til at loysa ašrar mįlsetningar enn skattapolitiskar, serliga um so er, at ein viš ašrari lóggįvu lęttari og betri kann rųkka teim mįlsetningunum, ein hevur sett sęr.

Skattalógin hevur įšur veriš nżtt til at reka td. fiskivinnupolitikk (telefonfrįdrįtturin), ķbśšarpolitikk (rentufrįdrįtturin), almannapolitikk (barnafrįdrįtturin). Um skattalógin veršur nżtt til at loysa ymisk onnur endamįl enn skattapolitisk, veršur lógin skjótt so torskild, at hon ikki veršur at skilja fyri skattaborgaran og munandi tyngri at umsita fyri skattamyndugleikarnar. Hetta veršur til vansa bęši fyri borgaran og fyirisitingina.

Landsstżriš hevur tķ arbeitt fyri at einfaldgera skattalógina seinastu įrini. Nęrum allir frįdrįttir eru avtiknir, tó vóru nakrir frįdrįttir gjųrdir um til śtgjaldsskipanir, t.d. Rentustudningur ķ stašin fyri rentufrįdrįtt, Feršastudningur ķ stašin fyri feršafrįdrįtt, Telefonstudningur ķ stašin fyri telefonfrįdrįtt.

Frįdrįtturin fyri inngjųld til pensiónsskipanir og barnafrįdrįtturin eru einastu av vanligu frįdrįttunum, sum eru eftir.

Henda umskipan gjųrdi taš óneyšugt hjį 70 prosentum av skattaborgarunum at senda inn sjįlvuppgįvu.

Umskipanin fųrdi til umsitingarligar sparingar og fųrdi somuleišis til, at skattafyrisitingin hevur kunnaš rųkt verandi uppgįvur munandi betri.

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum heldur taš ikki verša rętt nś aftur at byrja nś at nżta skattalógina til onnur endamįl enn at krevja skatt inn.

Ein partur av einfaldgeringini av skattaumsitingini kemst av, at allir skattaborgarar nś verša skattašir hvųr sęr. Mešan taš fyrr var soleišis, at hśskiš var skattasubjekt (mašur og kona vóru skattaš saman), so er fųroyska skattalóggįvan og skattaskipanin nś tillagaš tķ meginreglu, at einstaki borgarin er skattasubjekt.

Um skattalóggįvan veršur broytt soleišis, at inntųkan hjį hjśnarfelųgum veršur lųgd saman og sķšan bżtt ķ tvey, įšrenn hon veršur skattaš, so er hetta eitt stórt stig į vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, har hśskiš var skattasubjekt (hśskisinntųkan var skattaš).

Ķ fyrsta lagi hevši ein tķlķk broyting fųrt til stóra ógreišu um hugtakiš skattskyldug inntųka. Ógreitt hevši veriš, hvussu stór skattskylduga inntųkan var hjį einstaka borgaranum. Skattskylduga inntųkan veršur nżtt ķ ymsum samanhangum, t.d. śtrokning av almannaveitingum og arbeišsmarknašargjųldum. Sostatt er talan um eina stóra prinsipiella broyting, iš ikki eigur at verša tikin lęttliga.

Ķ ųšrum lagi hevši ein tķlķk broyting fųrt viš sęr krav um, at skattaskipanin bęši skuldi kunna skatta einstaklingar og hjśn. Hetta hevši fųrt til eina dżrari skattafyrisiting.

Ķ trišja lagi kann ein višmerkja, at um endamįl spyrjarans er bųta korini hjį barnafamiljunum, so er uppskotiš ikki serliga mišvķst. Eftir uppskoti spyrjarans fįa ųll hśski viš einari inntųku minni skatt at gjalda, uttan mun til um bųrn eru ķ hśskinum ella ikki.

Landsstżrismašurin heldur tķ, at betur hevši veriš at gjųrt uppskot, iš beinleišis stušlar barnafamiljum.

Um skattalógin veršur broytt soleišis, at inntųkan hjį hjśnarfelųgum veršur lųgd saman og sķšan bżtt ķ tvey, įšrenn hon veršur skattaš, so minka landsskatta- og kommunuskattainntųkurnar viš umleiš 30 mió. kr., um inntųkurnar ķ 1996 og skattaprosentini fyri 1998 verša nżtt sum grundarlag.

Henda upphędd hevši vęntandi vaksiš munandi tey nęstu įrini. Taš er tó sera ilt at meta um, hvussu nógv hjśn hųvdu valt at latiš annan hjśnafelagan veriš heima, og tķskil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntųkurnar hųvdu minkaš tilsamans.

Um skattalógin veršur broytt, soleišis at persónsfrįdrįtturin varš fluttur frį hjśnarfelaga viš ongari inntųku til hin hjśnarfelagan, so minka landsskatta- og kommunuskattainntųkurnar viš umleiš 3 mió. kr. Henda upphędd hevši vaksiš munandi nęstu įrini. Trupulleikin viš hesum uppskoti er, at ein bert fęr stašfest hvussu stóra inntųku tann heimaarbeišandi hjśnafelagin hevur havt, tį įriš er umlišiš. Um ein ynskir at seta eina tķlķka skipan ķ verk veršur sostatt neyšugt, at bįšir hjśnafelagarnir ķ teim hśskjum, iš ynskja at nżta hesa flyting av frįdrįtti, lata inn sjįlvuppgįvu. Uppskotiš ųkir sostatt um fyrisitingarkostnašin og strķšir ķmóti mįlsetningi landsstżrisins um at einfaldgera skattafyrisitingina.

ad fyrispurningi 3:
Onki er ķ verandi lųnarsįttmįlum, iš foršar fyri parttķšararbeiši. Ķ nógvum sįttmįlum er beinleišis stašfest at til ber at vera parttķšarsettur.

Mįliš avgreitt.