Evran

 

100-33  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðv. viðurskiftum Føroya til evruna

Á tingfundi tann 9. februar 1999 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi

  1. Hvørjar ætlanir hevur Føroya landsstýri viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til nýggja gjaldoyra - evruna?
  2. Er nøkur politisk avgerð tikin um, hvussu farast skal fram, um Danmark tekur avgerð um at skifta krónuna um við evruna (egið føroyskt gjaldoyra ella framhald við donsku krónuni)?
  3. Hevur samband verið millum donsku stjórnina ella danska forsætisráðharran og Føroya landsstýri um omanfyrinevndu viðurskifti?
  4. Hevur Føroya landsstýri tikið avgerð um støðu føroyinga undir evt. fólkaatkvøðu í Danmark um tilknýti til evruna?
  5. Hvussu metir landsstýri, at ein evt. avgerð í Danmark um at nýta evruna kemur at ávirka ætlanir landsstýrisins um fullveldi?

Viðmerkingar:
Ein av fremstu embætismonnum okkara, stjórin í Landsbankanum, hevur í Dimmalætting farna vikuskiftið hugleiðingar um støðu Føroya á peninga- og valutaøkinum, nú evran er vorðin alment gjaldoyra. M.a. sigur embætismaðurin við blaðmannin, at hann hevur merkt eina breiða politiska undirtøku fyri evruni í Føroyum, og at skifta danir donsku krónuna út við evruna, er lítil ivi um, at vit gera tað sama í Føroyum. "Alt talar fyri, at so verður. Hesum hava okkara politikkarar fult forstáilsi fyri, og eg havi merkt breiða politiska undirtøku fyri, at vit skifta yvir, tá ið danir skifta yvir", sigur Sigurð Poulsen m.a. víðari.

Sum svar til undirritaða undir viðgerðini av uttanlandsfrágreiðing løgmans, segði løgmaður seg einki kenna til úttalilsir embætismansins. Sjálvsagt undra hesi úttalilsir mangan, serliga tá embætismaðurin tosar um breiða politiska semju.

Vit vita, at krefitr eru, sum miðvíst virka fyri, at Føroyar skulu gerast limir í ódemokratiska felagsskapinum ES. Hesar kreftir tykjast arbeiða miðvíst, tosa um tættari tilknýti, tó at flestu, ið hava minstu hóming av viðurskiftunum við ES – m.a. út frá bláa og ikki minst reyða álitinum – vita, at eitthvørt tættari tilknýti viðførir innliman, fyrr ella seinni (ein miðvísur ES-taktikkur).

Øll orsøk er tí at halda, at úttalilsi landsbankastjórans kunnu (mis)brúkast í miðvísum royndum so spakuliga at ávirka føroysku mannahugsanina ávegis ES-limaskapi. Harmiligt er, um føroyskir politikkarar ótilvitandi verða brúktir í hesum leiki, og er tað tí umráðandi at fáa veruleikan klárlagdan, serliga um (og hvørjar) ætlanir eru tiknar í landsstýrinum í hesum máli.

Frammi í kjakinum seinastu tíðina hevur verið støða føroyinga í tí fólkaatkvøðu, sum danir væntandi skjótt skulu til í støðutakanini til evruna. Danskir politikkarar eru, sum føra fram, at føroyingar sjálvsagt skulu luttaka í slíkari. Vert hevði verið at fingið at vita ætlanir landsstýrisins í hesum máli, og um fløktu peninga- og valutaviðurskiftini verða hildin at fara at ávirka arbeiði landsstýrisins við fullveldismálinum.

Á tingfundi tann 12. februar varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis


S v a r

Til 1:

Føroya landsstýri hevur ongar ítøkiligar ætlanir um okkara valutaviðurskifti. Sum tað framgongur av samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu er ætlanin eisini eftir at nýggjur sáttmáli er gjørdur ímillum Føroyar og Danmark, at hava samstarv um felags gjaldoyra. Tí er gjaldoyraspurningurin ein av teimum, sum er við í umfatandi útgreiningunum, sum landsstýrið hevur fyriskipað í samband við sjálvstýrisætlanina. Politiskt er málið tí ikki viðgjørt enn.

Til 2:

Tað er ongin politisk avgerð tikin um, hvat hendir, um Danmark fer uppí evru-samstarvið. Tá, og um Danmark tekur avgerð um, at fara yvir til evru, hava vit eina nýggja støðu, og mugu samráðingar tá fara fram, um hvussu vit skipa okkara viðurskifti.

Til 3 og 4:

Tað hava ikki verið samráðingar ímillum danskar og føroyskar myndugleikar uttan tær, at danski forsætisráðharrin, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður á ríkisfundi í Nuuk í januar í ár, vóru samdir um, at ein fólkaatkvøða um luttøku Danmarkar í evru-samstarvi ikki skuldi haldast í Føroyum og Grønlandi av tí einfaldu orsøk, at vit ikki eru við í evropeiska peningasamveldinum, ið er ein partur av ES.

Um Danmark fer uppí hetta samstarv, verður neyðugt hjá Føroyum at samráðast við donsku stjørnina um, hvat skal henda við okkara núverandi gjaldoyraskipan.

Føroyingar fara tí ikki at luttaka í einari møguligari fólkaatkvøðu um tilknýti Danmarkar til evruna.


Til 5:

Løgmaður metir ikki, at avgerð Danmarkar um teirra tilknýti til evruna kemur at hava serliga ávirkan á ætlanir landsstýrisins um fullveldið. Vit skulu í tí samanhanginum finna eina loysn á okkara framtíðar valutatilknýti, óansæð um Danmark velur eitt tilknýti til evuna ella ikki.

Sum tað framgonur av viðmerkingunum hjá spyrjaranum, verður sipað til blaðgrein hjá landsbankastjóranum. Løgmaður hevur tí biðið landsbankastjóran um at lýsa gjaldoyraviðurskifti okkara við møguleikunum

  1. at Føroyar fáa egið gjaldoyra
  2. at tær luttaka í gjaldoyrasamgongu
  3. at tær nýta eitt fremmant gjaldoyra

Hjálagt er notat frá Landsbanka Føroya dagf. 26. februar 1999.

 

Jnr. 98-32-123

123-004 evran.doc

Notat um føroyskt val av gjaldoyra

Inngangur

Stjórnarviðurskifti eru, sum tey eisini hava verið, týðandi partur av føroyskum politikki. Eitt samgongumál í løtuni er, at Føroyar skulu hava fullveldi í samgongusamstarvi við danska kongaríkið. Í hesum høpi er tað eisini ein spurningur, hvussu gjaldoyraviðurskifti Føroya skulu verða.

Viðgerðin í notatinum hevur støði í búskapinum og stýringini av honum og fevnir um møguleikarnar, 1) at Føroyar fáa egið gjaldoyra, 2) at tær luttaka í gjaldoyrasamgongu og 3) at tær brúka eitt fremmant gjaldoyra.

Viðgerðin er ikki hugsað sum partur av politiskum samráðingaruppleggi, ella sum partur av øðrum størri politiskum ætlanum.

 

Egið gjaldoyra

Tað, sum heilt alment talar mest fyri at eitt land skal hava egið gjaldoyra, er, at pengapolitikkur (tvs rentu- og gjaldoyrapolitikkur) í størri mun kann brúkast tá afturat øðrum búskaparpolitikki til at skapa javnvág við í búskapinum.

Gransking hjá m.a. IMF hevur víst, at lond, sum hava óheftar og sterkar tjóðbankar, hava betri úrslit at vísa á í búskapargongdini, enn lond, har tjóðbankin er undirlagdur stjórnina. Hetta talar fyri einum tvíbýti av ábyrgdini fyri búskaparpolitikkinum, har tjóðbankin og lóggávutingið hava ábyrgdina fyri pengapolitikkinum, meðan stjórnin og lóggávutingið hava ábyrgdina fyri restini av búskaparpolitikkinum, tí at betri dissiplin fæst í politikkin.

Fyri at kunna føra ein sjálvstøðugan gjaldoyra- og rentupolitikk er tað, umframt at føra ein dissiplineraðan búskaparpolitikk, eisini neyðugt at hava eitt gjaldoyra, sum hevur nakra tyngd í altjóða samhandli og fíggjaríløgum. Smá lond við egnum gjaldoyra koma ofta undir trýst, tá ófriður er á fíggjarmarknaðum, soleiðis at gjaldoyravirðið verður skiftandi sammett við størri gjaldoyru.

Danmark hevur t.d. vunnið sær trúvirði tey seinastu 15-20 árini við fastkurspolitikki, t.v.s. at tjóðbankin hevur verið sinnaður at brúka rentuna sum amboð fyri at halda einum støðugum virði á krónuni mótvegis týska markinum, eins og stjórnin hevur ført ein búskaparpolitik annars, sum samsvarar við pengapolitikkin hjá tjóðbankanum. Hóast hetta er danska rentustigið nakað hægri enn í Týsklandi. Noreg og Svøríki t.d. hava ikki ført ein so miðvísan fastkurspolitik, sum hevur ført til meira skiftandi virði á gjaldoyranum og hægri rentu enn í Danmark. Ísland hevur í fleiri ár ført ein eftirfarandi politikk, tá tað snýr seg um virðið á gjaldoyranum. Hóast hetta er íslendska rentustigið eini 3 prosentstig hægri enn tað danska. Ein eftirfarandi fastkurspolitikkur tryggjar vinnulívinum ein lægri kostnað til fígging og at tryggja virðið á inntøkum, útreiðslum eins og ogn og skuld í altjóða samskifti.

Útlitini hjá Føroyum eru tí ikki góð fyri at føra ein eftirfarandi fastkurspolitikk við egnum gjaldoyra, sum kann tryggja vinnulívinum kappingarførar umstøður at virka undir.

 

Luttøka í gjaldoyrasamgongu

Tann stóri og vaksandi samhandilin, sum er ímillum lond, ger, at samhandilslond eru nógv bundin av gongdini hjá hvørjum øðrum. Tí verður tað eisini viðurkent, at tað er tørvur á samskipan av búskaparpolitikkinum hjá hesum londum. M.a. fyri at styrkja um hesa samskipan eru meirilutin av londunum í ES gingin saman í Evropeiska Pengasamveldið við felags gjaldoyranum evruni. Tey hava skipað ein sterkan sentralbanka ECB, sum stýrir einum felags gjaldføris-, rentu- og gjaldoyrapolitikki fyri øll hesi lond.

Danmark, Svøríki og Bretland luttaka ikki í pengasamveldinum, men kunnu koma uppí seinni. Grikkaland luttekur ikki, tí tað ikki uppfyllur krøvini fyri luttøku. Danmark umhugsar at fara uppí og hevur í samráðingunum um treytir fingið viðurkent eitt fyrivarni fyri Føroyar, um tað fer uppí.

Føroyar eru, sum er, í pengasamgongu við Danmark við eini "currency board"-skipan, sum hevur sín uppruna, tá Føroyar vóru hersettar av bretum í 2. heimsbardaga. Ein donsk lóg frá 1949 ásetur virðið á einari føroyskari krónu til at vera ein donsk króna. Virðið er í lógini tryggjað á tann hátt, at fyri virðið á føroyskum pengaseðlum, sum danski tjóðbankin hevur latið út í umfar, verður ein samsvarandi upphædd í donskum krónum sett á konto í tjóðbankanum sum trygd. Fyrivarnið, sum er viðurkent í Evropeiska Pengasamveldinum, ger, at Føroyar kunnu halda fram við eini líkari skipan, um Danmark fer uppí samveldið. Á henda hátt hava Føroyar møguleika fyri at halda fram við egnum pengum innanlands við tryggjaðum virði úteftir.

Tann føroyski samhandilin við útlond hevur tey seinastu árini verið soleiðis samansettur, at umleið 80% av útflutninginum er farin til ES-lond, meðan um 70% av innflutninginum er komin úr ES-londum. Tann verandi samhandilin talar sostatt eisini fyri at velja evruna sum gjaldoyra hjá Føroyum, fyri á tann hátt at minka vinnulívinum um handilsumkostningar.

 

Brúka fremmant gjaldoyra

Tann ófriður, sum hevur verið í heimsbúskapinum 2 tey seinastu árini, hevur fingið fleiri lond at umhugsa, at fara burtur frá at føra sjálvstøðugan gjaldoyra- og pengapolitikk, tí at ófriðurin og tann førdi politikkurin fer so illa við búskapinum.

Brasilia, sum er tað størsta landið í Suðuramerika, tapti herfyri í stríðnum um pengapolitikkin, og noyddist at lata virðið á "realinum" flóta. Brasilia umhugsar at brúka tað sonevnda "currency board"-skipanina, t.v.s. at tryggja virðið á realinum við mótsvarandi virði í dollara. Hetta hevur við sær, at Brasilia ikki kann føra traditionellan pengapolitikk.

Argentina, sum er eitt annað stórt land í Suðuramerika, umhugsar at fara yvir til eina "dollarisering", t.v.s. at sleppa sínum egna gjaldoyra heilt og fara til at brúka USA dollara sum gjaldoyra í landinum. Argentina hevur síðan 1991 havt eina "currency board" líka skipan, men ikki nóg greiðar reglur til at halda seg burtur frá traditionellum pengapolitikki.

Um føroyingar gera av, at teir ikki vilja hava eitt samstarv við Evropeiska Pengasamveldið, um Danmark fer uppí hetta samveldi, so er tann møguleikin til staðar at brúka gjaldoyrað hjá onkrum øðrum sum gjaldoyra í Føroyum.

Eftir verandi samhandilsmynstri hevði tað verið mest nærliggjandi at valt evruna, men tað er ikki óhugsandi, at nøkur viðurskifti kundu talað fyri at brúkt dollara, tí at hetta gjaldoyrað verður brúkt í so nógvum altjóða samanhangum, t.d. verður olja príssett í dollara. Hinvegin er tað kanska ikki so nærliggjandi at velja gjaldoyrað í lítlum gjaldoyraøki, sum t.d. Noregi ella Íslandi, hóast tað at Føroyar og serstakliga Ísland hava somu búskaparáhugamál í krøvum sínum til eitt gjaldoyra.

 

Samantak

Tað má haldast at vera lítið freistandi fyri føroyingar og føroyskt vinnulív at velja egið gjaldoyra, um prísurin er, at rentan í Føroyum verður á høgum stigi sammett við kappingarneytarnar, samstundis sum kursurin verður skiftandi, tí at vit eru so løtt at sifta, tá ófriður er á fíggjarmarknaðum.

Tað verður helst møguligt at velja eitt annað gjaldoyra til at brúka sum gildugt gjaldoyra í Føroyum, men helst skal onkur semja gerast við tann sum "eigur" gjaldoyrað. Somuleiðis krevur tað fleiri kanningar til at meta um møguleikar og treytir fyri at byggja eina "currency board"-skipan við støði í einum øðrum gjaldoyra, t.d. evru ella dollara.

Semjast føroyingar og danir um at halda fram við einhvørjum samstarvi, skuldi tað verið møguligt at hildið fram við eini gjaldoyraskipan, sum líkist teirri, sum vit hava í dag. Av tí at evran fevnir um ein størri part av okkara samhandli, skuldi hon í veruleikanum hóska betri til føroysk búskaparáhugamál enn tann danska krónan hevur gjørt. Tí skuldi valið ikki verið so trupult, um tað verður okkum í boði, kanska eisini sjálvt um Danmark ikki fer uppí Evropeiska Pengasamveldið.

Spuningurin, um hvussu tú byggir upp ein dissiplineraðan og eftirfarandi búskaparpolitik, er sjálvandi umráðandi. Tjóðbankarnir í teimum londunum, sum fara uppí Evropeiska Pengasamveldið, halda fram sum partur av pengapolitiska myndugleikanum, meðan høvuðsvaldið fer til ECB í Frankfurt. Tey flestu av hesum londum fara búskaparpolitiskt inn í nakað, sum er ókent fyri tey, men sum skuldi verið kent fyri okkum. Hesi londini og vit kunnu ikki føra traditionellan rentu- og gjaldoyrapolitik, men hvat skal setast í staðin fyri? Tað er annar spurningur, sum verður viðgjørdur í øðrum høpi.

 

Málið avgreitt.