Játtanarmannagongdir

 

100-32  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðv. játtanarmannagongum

Ár 1999, tann 5. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni:

F y r i s p u r n i n g u r

Hvørji krøv setir Fíggjarmálastýrið fyri at at heimila eini meirnýtslu á einum rakstrarstaði fyri einari lógarbundnari útreiðslu á fíggjarlógini, tá ið meirnýtslan er orsakað av eini nýggjari lóg, ella orsakað av lógarbroytingum í eini galdandi lóg innan øki, sum myndugleikarnir kenna kostnaðin av, tá málið verður framlagt?

Viðmerkingar:
Mikudagin 27. januar 1999 vóru munnligir fyrispurningar svaraðir á tingfundi. Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður, spurdi Signar á Brúnni, landsstýrismann, nær ein nýggj stuðulsskipan innan útbúgvingar verður løgd fyri tingið, og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at fíggja hesa nýggju skipanina?

Til seinna spurningin svaraði landsstýrismaðurin: "Tað verður soleiðis, at tað kemur fram sum eitt lógaruppskot, og í tí lógaruppskotinum er nágreinilig frágreiðing um, hvat kostnaðurin verður av tí. Men soleiðis sum tað hevur verið praktiserað í tinginum, so verður ikki biðið um eina eykajáttan, tí tað er ein lógarbundin útreiðsla, t.v.s. at tað er ikki neyðugt at koma við eini eykajáttan, søkja um eina eykajáttan, tí tað er lógarbundið."

Eg segði í einari viðmerking, at eingin útreiðsla má haldast uttan við heimild í eini játtan á fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Til m.a. hetta svaraði landsstýrismaðurin: "Og fyri at vera heilt vísur í, at mannagongdin var røtt í sambandi við hetta málið, so havi eg vent mær til Fíggjarmálarstýrið og spurt, hvussuleiðis man skal fyrihalda sær í einum sovorðnum máli sum hesum. Hatta svarið, sum eg havi givið, er tað, sum eg havi fingið at vita frá teimum. So ger man upp, tá ið árið er úti, og man setir tað upp og greiðir frá í sambandi við tað uppskot, sum verður gjørt fyri ár 2000. Hatta er svarið, sum eg havi fingið frá teimum serkønu. Tað er tað, sum eg havi latið farið víðari."

Grein 43, stk. 2, pkt. 1 í stýrisskipanarlógini sigur: "Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður."

Á síðu 361 í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 sigur landsstýrið, at fíggjarlógin kann seinni verða broytt við 1) eykajáttan við løgtingslóg, ella um málið hevur skund 2) fíggjarnevndin veitir eykajáttan.

Annars sigur landsstýrið víðari á síðu 365 um lógarbundnar játtanir: "Hetta merkir, at játtanin á fíggjarlógini bara heimilar útreiðslum ella inntøkum, um sjálv játtanarupphæddin ikki er bindandi ásett. Hetta kemst av, at tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, og hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða."

Fíggjarnevndarformaðurin metti meirupphæddina til stuðulsskipanina, sum tørvur fór at verða fyri í ár, til um 5 mió. kr. og fyri komandi ár um 10 mió. kr.

Høvuðsreglan er, at fíggjarlógin er grundarlagið undir virkseminum hjá landinum í einum fíggjarári.

Tá landsstýrismaðurin í skúlamálum eftir samráð við Fíggjarmálastýrið er av tí fatan, at ikki er neyðugt við serstakari játtanarlóg, so skuldi tað heldur ikki verið neyðugt, um eitt nú pensjónsupphæddirnar í einum ári verða hækkaðar, tí hesar eru eisini lógarbundnar.

Um henda mannagongd verður brúkt fyri allar lógarbundnar útreiðslur, so kann tað lætt henda, at samtykta fíggjarlógin við eykjáttanarlógum ikki vísir røttu myndina av útreiðsluvirkseminum hjá tí almenna.

Eg eri vitandi um, at hetta var ikki tann praksis, sum fíggjarnevndin brúkti eitt nú, tá ið útgjaldsskipanirnar vórðu gjørdar í samband við bruttoskattalóggávuna. Tá varð kravt, at sjálvt um útgjaldið var lógarfest, so skuldi ein eykajáttanarlóg samstundis leggjast fyri tingið.

Tá henda ógreiða nú tykist at hava tikið seg upp, meti eg, at tað er rætt at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum henda fyrispurning.

Á tingfundi tann 9. februar 1999 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mars 1999 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Í játtanarskipanini (s 428-29) stendur eitt yvirlit yvir játtanarsløgini á fíggjarlógini. Tey eru:

Játtanir á fíggjarlógini kunnu grundleggjandi skiljast sundur, um nýtslan er játtanarstýrd ella ikki. T.v.s. um játtanarupphæddin á fíggjarlógini stýrir nýtsluni, ella játtanin á fíggjarlógini bara er ein meting. At upphæddin er játtanarstýrd merkir, at løgtingið við tí upphæddini ið sett er á fíggjarlógina, hevur tikið støðu til mest loyvdu nýtslu.

Sum dømi kann verða nevnt játtanin til stovnin Almannastovuna (rakstrarjáttan) og játtanin til fólkapensión (lógarbundin játtan). Játtanin til stovnin Almannastovan er til rakstur, tvs. í høvuðsheitum lønir og húsaleiga. Óansæð hvørjar broytingar verða í uppgávunum hjá starvsfólkunum, má stovnurin ikki nýta meiri til rakstur enn ásett á fíggjarlógini. Ein av uppgávunum hjá Almannastovuni er at umsita fólkapensjónir. Tað er ásett ein upphædd á fíggjarlógini til fólkapensjónir.

Um nú løgtingið ger av at broyta pensjónslógina, so fólkapensjónin hækkar, røkkur upphæddin á fíggjarlógini ikki til nýtsluna fyri alt árið, og tá komið er til november, er øll játtanin nýtt. Hóast hetta, so fáa pensionistar eisini pensjón í desember, tí teirra rættur til pensjón er ikki reguleraður á fíggjarlógini, men í aðrari lóg. So óansæð hvat ásett er á fíggjarlógini, hava teir krav uppá ta upphædd, sum pensjónslógin ásetir. Hetta slag av játtan verður nevnt lógarbundin játtan, t.e. játtan, har játtanarnýtslan ikki er stýrd av fíggjarlógini, men aðrari lóggávu.

Lógarbundin játtan er tí í veruleikanum bert ein meting, og ikki nakað tal fyri mest loyvdu nýtsluni. Vil ein minka ella økja um nýtlsuna, er tað ikki talið á fíggjarlógini, ein skal broyta, men tann lóggáva, sum regulerar økið.

At tær lógarbundnu útreiðslurnar yvirhøvur eru við á fíggjarlógini, er av tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta er ásett í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri hesum í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið hevur gildi, tá ávíst verður. Harumframt gevur tað lítla meining at gera eina fíggjarlóg, sum bara inniheldur tær játtanarstýrdu útreiðslurnar, tí tá fær løgtingið einki samlað yvirlit yvir landsins útreiðslur og inntøkur at taka støðu til, jb. § 43, stk. 1, sum ásetir, at tað skal verða gjørd ein árlig fíggjarlóg.

Eyðkennið við lógarbundnari játtan er sum nevnt, at tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin er. Er tað ásett í lóg, hevur landskassin skyldu til at rinda, líka mikið hvussu stór játtanarupphædd er ásett í fíggjarlógini.

Er talan um eina nýggja lóg, sum heimilar útgjaldi, so skal ein nýggj høvuðskonto upprættast á fíggjarlógini til hetta endamál. Hetta verður gjørt við eykajáttanarløgtingslóg, sum t.d. varð gjørt, tá ið útgjaldsskipanirnar vórðu gjørdar í sambandi við bruttoskattalóggávuna. Er harafturímóti talan um eina broytan í verandi lóggávu, sum longu hevur eina høvuðskonto á fíggjarlógini, er ikki neyðugt við eykajáttan.

Víst verður til Tingskipan Føroya Løgtings § 37, stk. 3, at tá ið lógaruppskot verða løgd fram, skal m.a. upplýsast: "hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum". Løgtingið fær her upplýst, hvør kostnaðurin er fyri lógaruppskotið ella lógarbroytingina.

Tá ið løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum ásetir, at persónur kann fáa pening útgoldnan, og hvussu stóra upphædd, fær persónurin samstundis eitt rættsligt krav til útgjaldið. Tí hevði tað verið eitt sindur løgið, um løgtingið síðani noktaði, tá ein møgulig eykajáttanarløgtingslóg kom fyri tingið.

Annars er at siga um tær lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini, at landsstýrið í fíggjarlógararbeiðinum roynir at meta um hesar so neyvt sum gjørligt, soleiðis at fíggjarlógin gevur eina so realistiska meting av útreiðslunum, sum møguleiki er fyri.

Málið avgreitt.