Eystureuropeiskar skjalagoymslur

 

100-31  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðv. skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum

Ár 1999, tann 2. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi: 

F y r i s p u r n i n g u r

Fer løgmaður at mæla landsstýrinum til:

  1. At víðka kanningina í amerikonsku skjalagoymslunum eisini at fevna um skjøl í eystureuropeisku skjalagoymslunum um sovjetsku ávirkanina í Føroyuum undir kalda krígnum?
  2. Fyri at tryggja javnvág í søgufatan føroyinga at gera kanningar í eystureuropeisku skjalagoymslunum um
    a) sovjetsku ætlanirnar við føroyskum land- og sjóøki og
    b) møguliga hugsjónarliga ávirkan í Føroyum undir kalda krígnum?
  3. At mæla løgtinginum til at játta pening til kanningararbeiðið?

Viðmerkingar:
Kalda kríggið millum stórveldini merkti í stóran mun politisku hugsjónirnar í londunum kring allan heim.

Hóast fjøldin av føroyingum tá eins og nú styðjaði ta demokratisku hugsjónina, sum varð vard av vesturlendska verjufelagsskapinum, var sjónligt, at eisini her á landi vóru tað tey, sum lótu seg tøla av politisku skipanini handan jarntjaldið.

Tey vóru eisini mong, sum tóku lut í tiltøkunum, sum vóru eyðmerkt av áhaldandi útspilling av vesturlendsku samfelagsvirðunum, verjuskipanini og serstaktliga USA. Hesi sjónarmið vóru serliga sjónsk, tá herskip úr NATO-londum vitju havnir okkara.

Tá amerikanska herskipið Mc Cloy vitjaði Tórshavn í 1987 kappaðust tásitandi landsstýri, umboð úr poltiskum flokkum og friðarrørslan at leggja forðingar fyri, at hetta vesturlendska verjuskip slapp at bryggju. Hetta átak var sjáldsamari andsøgn við tað várkunnsemi, sum somu flokkar og friðarrørslan sýndu sovjetska leiklutinum á okkara leiðum.

Nú røkist fyri, at kanningin í amerikansku skjalagoymslunum um støðu Føroya undir kalda krígnum, er um at vera liðug.

Tá løgtingið avráddi at fáa innlit í amerikonsk skjøl um Føroyar undir kalda krígnum, so eiga vit sjálvsagt at fáa lýst heildina í stórpolitisku viðurskiftunum, sum sermerkti skilnaðin millum hugsjónarliga hugburðin millum manna, og fáa kannað, hvørjar ætlanir eystureuropeiska hernaðarsamgongan hevði við okkara land- og sjóøki, og um samgongan royndi at ávirka føroyingar og føroyskar felagsskapir at virka samsvarandi teimum ætlanum og hugsjónum, henda hernaðarsamgonga hevði á okkara leiðum.

Síðan jarntjaldið fall, hava søgufrøðingar havt atgongd til fyrrverandi loynilig hernaðarskjøl eystanfyri. Hesir hava avdúkað mangt áhugavert um leiklutin hjá Warzawasamgonguni í vesturheiminum í ártíggju. Hetta eru viðurskifti, sum aðrastaðni hava stóran almennan áhuga.

Tað er tí sjálvsagt, við atliti at heimiligu viðurskiftunum og søgufatanini, at troyta henda kanningarmøguleika og gera skjalakanningar í eystureuropeisku skjalagoymslunum, sum í minsta lagi eru ájavnt við tær kanningar, sum gjørdar eru í amerikonsku skjalagoymslunum.

Undirritaði setti samsvarandi fyrispurning til táverandi løgmann í 1997. Í svarinum staðfestir løgmaður, at embætismannenvndin, sum gjørdi arbeiðssetingin til skjalakanningina í USA, heldur, "at ein slík kanning hevði verið áhugaverd, men mælir frá at gera kanningina samstundis við kanningini í amerikonsku skjalagoymslunum. Nevndin heldur, tað vera best at gera sær nakrar royndir av kanningini í amerikonskum skjalagoymslum, áðrenn farið verður undir aðrar kanningar av tílíkum slagi."

Nú nevnda kanning er um at vera liðug, verður løgmaður biðin um at greiða frá, um arbeiðið fer at halda fram – í skjalagoymslunum eystanfyri.

Á tingfundi 5. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 10. mars 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Fyrst er at siga, at hernaðarligu kanningarnar, ið vórðu settar í verk fyri 2 árum síðani, eru ikki lidnar enn. Í sambandi við hesar kanningar hevur ein søgufrøðingur verið í USA tvær ferðir og gjørt skjalarannsóknir í viðkomandi skjalasøvnum. Harafturat eru rannsóknir gjørdar í søvnunum hjá ríkisumboðnum, í landsstýrinum, á Føroya landsskjalasavni og í viðkomandi skjalasøvnum á danska ríkisskjalasavninum. Savnað er eitt umfevnandi skjalatilfar, ið m.a. lýsir hernaðarliga áhugan hjá vestanveldinum í Føroyum, meðan leikluturin hjá eystureuropeisku londunum ikki er fevndur av kanningini.

Eg haldi tí, at fyrispurningurin frá Bjarna Djurholm er sera viðkomandi. Tað hevði eftir mínum tykki verið sera áhugavert at sett aðrar kanningar í verk til tess at útvega okkum søguligan kunnleika um eystureuopeisku skjalagoymslurnar og um sovjetisku ávirkanina í Føroyum undir kalda krígnum.

Hinvegin haldi eg, tað vera rættast at bíða við hesum kanningum, til frágreiðingin um verandi kanningar er liðug. Sambært arbeiðsbólkinum, ið stendur fyri nevndu kanningum, verður hetta í ár. Eftir míni meting, er tað tí hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøkinum, verður settur á fíggjarlógina fyri ár 2000.

Málið avgreitt.