Kirkjulógir - ummæli av kunngerðum

 

100-28  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðv. ummæli heimastýrisins av kunngerðum útskrivaðar við heimild í kirkjulógunum

Ár 1999, 29. januar boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

1. Ætlar landsstýrið í hesi tingsetu at leggja fyri løgtingið uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av
ríkslógartilmælum, dagfestum 28. januar 1998 um:

2. Um svarið er nei til hin fyrra spurningin,
a) hví sendir landsstýrið ikki ríkismyndugleikunum ummæli av hesum uppskotum til kunngerðir:

og nær kann ummæli væntast avgreitt ?

b) hvussu gongst við arbeiðnum at gera hesar landsstýriskunngerðir :

og nær kann væntast at arbeiðið er liðugt ?

Viðmerkingar:
Sum kunnugt samtykti løgtingið, og løgmaður staðfesti og fráboðaði 28. januar 1998 ríkismyndugleikunum tey nevndu ríkislógartilmæli, og ríkisumboðið sendi 12. februar 1998 kirkjumálaráðnum tilmælini, men enn eru hesi tilmæli ikki útint við kunngjørdum kgl. fyriskipanum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Viðvíkjandi fyrra spurninginum er at viðmerkja, at eftir stýrisskipanarlógini § 47 er tað so, at áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi ríkislógávu í Føroyum bara kann fara fram við ríkislógartilmæli, sum sbr. § 48 er samtykt tilmæli á tingi, sum staðfest verður av løgmanni og fráboðað ríkismyndugleikunum.

Hetta merkir, sbr løgfrøðingum, at skal farast fram lógliga, so hevur landsstýrið skyldu til at útinna eitt samtykt og staðfest ríkislógartilmæli, ella alt fyri eitt at taka neyðug stig til, at tey verða tikin av við einum nýggjum ríkislógartilmæli, sum tekur av hitt fyrra.

Spurningurin verður tí settur fyri at fáa greiði á, hvørja kós landsstýrið ætlar at halda hesum viðvíkjandi.

Viðvíkjandi seinna spurninginum er at siga, at kirkjumálaráðið í skrivi, dagfestum 16.12.1998, til ríkisumboðið sigur frá, at

"Disse syv kgl. anordninger vil kunne sættes i kraft, så snart man fra færøsk side måtte ønske det. I denne forbindelse kan jeg oplyse, at disse kgl. anordningers ikrafttræden ikke behøver afvente Det færøske Hjemmestyres behandling af forslag til kgl. anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om menighedsråd. De syv kgl. anordninger kan godt stå alene. Derimod er det en forudsætning for ikraftsættelse af de syv kgl. anordninger, at de tilhørende bekendtgørelser – danske og færøske – er udarbejdet."

Sbr. stýrisskipanarlógini § 49, 2. stk., ummælir landsstýrið heimastýrisins vegna tær nevndu kunngerðirnar.

Málið um at útinna ríkislógartilmælini bíðar tí eftir, at landsstýrið ummælir tær nevndu donsku kunngerðirnar, og tí verður spurt, hvørjar grundir eru fyri at drála við hesum, tá tað sum nevnt ikki er loyvt at drála við slíkum ummæli fyri at hindra, at lógliga samtykt og staðfest ríkislógartilmæli verða útint. Eisini bíðar málið eftir neyðugum landsstýriskunngerðum, og tí verður eisini spurt, hvussu gongst við arbeiðnum at gera neyðugu landsstýriskunngerðirnar á økinum.

Á tingfundi 2. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 25. februar 1999 boðaði formaðurin frá brævi frá spyrjaranum, har hann tekur fyrispurningin aftur, við tað at landsstýrismaðurin hevur lagt fram løgtingsmál nr. 82/1998: Ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir. Málið avgreitt.