Forsorgarlógin - aktivering

 

100-27  Fyrispurningur til Helenu Dam į Neystabų, landsstżrismann, višv. aktivering av forsorgarlógini

Įr 1999, 29. januar, bošaši formašurin frį omanfyrinevnda fyrispurningi frį Finni Helmsdal, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

F y r i s p u r n i n g u r

Spurningar mķnir til landsstżrismannin eru hesir:

  1. Er taš rętt, sum ein fręttir, at aktiveringsętlanirnar verša av ongum 1999, tķ Almanna- og heilsumįlastżriš hevur gloymt at umkontera jįttanir, og fęr slķk gloymska nakrar avleišingar. Ella er orsųkin onkur onnur?
  2. Hevur landsstżriš og Almanna- og heilsumįlastżriš nakrar hugsanir um taš neyšuga ella óneyšuga ķ at aktivera forsorgarlógina? Valdar tann hugsanin ķ Tinganesi, at taš er óneyšugt at hugsa um aktivering, tķ meira peningur aftur er millum fólk. Veršur ikki hugsaš um at arbeiša fyribyrgjandi og fįa royndir į ųkinum?
  3. Hevur landsstżrismašurin ķtųkiligar ętlanir um at gera nakaš fyri, at aktiveringin kann fara ķgongd sum skjótast?
  4. Hvat skal fólkiš, sum Almannastovan setti sum aktiveringsleišara, nś gera. Skal taš bara verša skrįsett sum arbeišsleyst?

Višmerkingar:
Ķ 1992 vóršu fyrstu stigini tikin til at skipa fyri tiltųkum, iš skuldu aktivera arbeišsleysar ungdómar kring landiš. Sķšan 1993 hevur veriš skipaš fyri arbeišsfremjandi tiltųkum kring landiš, og hava kommunurnar umsitiš hesi tiltųk og tann pening, lųgtingiš hevur jįttaš til endamįliš. Alt undir felagsheitinum: Ung ķ Arbeiši. Virksemiš hevur veriš stųrst ķ teimum stųrstu kommununum, og hava tęr eisini boriš ręttiliga fitt av śtreišslum sjįlvar ķ sambandi viš nevndu tiltųk.

Skipanin: Ung ķ Arbeišiš bleiv tó endurskošaš ķ 1995 av tįverandi landsstżrismanni ķ almannamįlum. Hetta tķ landsstżriš įsannaši, at skipanin ikki tęnti upprunaliga endamįlinum ķ verki, og metti, at įvķsar broytingar vóru neyšugar. Landsstżriš metti skipanina óhepna, m.a. tķ:

Hóast allar kommunur ikki vóru eins fegnar um taš, so gjųrdi landsstżriš av, at kommunurnar nś skuldu sųkja um pening til lżstar verkętlanir, hvųrs endamįl skuldi vera at śtvega arbeišsleysum ungum arbeiši. Hetta fyri at hava betri eftirlit viš, hvat peningurin bleiv nżttur til. Umframt setti landsstżriš ein arbeišsbólk at koma viš uppskoti um aktivering av forsorgarlógini. Arbeišssetningur bólksins var:

Bólkurin fór til verka 1. september 1995, og śrslitiš av arbeiši hansara kunnu įhugaš lesa um ķ įlitinum, sum varš handaš landsstżrismanninum 13. februar 1996.

Ķ trįš viš meginreglurnar ķ nevnda įliti fór Almannastovan undir at seta ķ verk aktivering av gr. 10 ķ forsorgarlógini eftir įvķsari skipan. Aktiveringsleišari varš settur 1. februar 1998. Og skuldi hesin nżta restina av įrinum til at fyrireika aktiveringina, sum skuldi byrja av įlvara 1. januar 1999 sum ein avloysari fyri Ung ķ Arbeiši ella Tiltųk fyri Ung, sum skipanin veršur rópt ķ dag. Mįliš var ķ fyrstu syftu at aktivera 600 fólk. Avtalaš varš gjųrd viš hśsaeigara ķ hųvušsstašnum um leigumįl og innrętting. Og aktiveringsleišarin skuldi fįa tvey fólk afturat sęr til hesa krevjandi uppgįvu

Men nś lųgtingiš hevur atkvųtt fyri fķggjarlógini 1999 kemur fyri ein dag, at Almanna- og heilsumįlastżriš "hevur gloymt" at gera fyrireikandi arbeiši til aktiveringina, og at taš tķskil ikki eru pengar tųkir til at seta hesa ķ verk. Skipanin Tiltųk fyri Ung heldur tķ fram, mešan aktiveringsętlanirnar eru lagdar til viks, hśsaeigarin sleptur upp į fjall, aktiveringsleišarin er arbeišsleysur. Og alt fyrireikandi arbeiši tykist vera gjųrt til fįnżtis.

Į tingfundi 2. februar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Į tingfundi 3. mars 1999 svaraši Helena Dam į Neystabų, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis 

S v a r

  1. Taš er rętt, at ein aktiveringsleišari varš settur 1. februar 1998, og at hesin skuldi arbeiša restina av įrinum viš at fyrireika eina aktivering, sum skuldi byrja av įlvara 1. januar 1999.
  2. Upplżsast kann, at yvir 1000 fólk fįa forsorgarhjįlp viš teirri grundgeving, at tey eru arbeišsleys.

    Tį iš spyrjarin sigur seg hava frętt, at orsųkin til, at ętlaša aktiveringsętlanin ikki bleiv av nųkrum, er, at Almanna- og heilsumįlastżriš hevur gloymt at umkontera, so skal upplżsast, at hesi leysatķšindi, sum eru komin spyrjaranum fyri oyra, ikki eru eftirfarandi. Orsųkin er ein onnur, og hetta įtti spyrjarin, sum inntil fyri stuttum hevši tętt tilknżti til Almannastovuna, at havt betri mųguleikar at innheinta sęr nęrri upplżsingar um, enn bert at bera fram leysatķšindi.

    Tį iš fyrsta fķggjarlógaruppskotiš varš latiš Fķggjarmįlastżrinum frį Almanna- og heilsumįlastżrinum ultimo august 1998, var aktiveringsętlanin ikki endaliga lišug, og tķskil vóršu avsettar 5 mill. kr. til "Tiltųk fyri ung", iš plįss var til innan tęr rammur, sum avsettar vóru.

    Um mišjan september var aktiveringsętlanin lišug. Eitt broytingaruppskot til fķggjarlógina varš gjųrt um mišjan november, har vóršu m.a. 2 mill. kr. fluttar frį "Tiltųk fyri ung" til umsitingina hjį Almannastovuni, tķ mett varš, at aktiveringsętlanin samlaš kom at kosta hetta.

    Grundgevingin, iš nżtt var fyri at flyta av jįttanini "Tiltųk fyri ung", er jśst tann sama, sum spyrjarin nevnir ķ sķnum višmerkingum. Verandi skipan stušlar ķ stóran mun teimum mest initiativrķku og ikki teimum, sum hava stųrsta tųrvin fyri neyšini. Taš var tķ ętlanin at fįa eina serliga skipan, har byggjast skuldi upp neyvt samstarv millum almannaverkiš og arbeišsgevaran fyri at hjįlpa teimum ungu, sum ringast eru fyri. Annars skal verša mint į, at skipanin viš "Tiltųk fyri ung" varš stovnaš ķ eini tķš, har stųšan į arbeišsmarknašinum var munandi ųšrvķsi, enn stųšan er ķ dag.

    Hóast ętlanin var at nżta ein part av peninginum, sum var avsettur til "Tiltųk fyri ung", til at seta aktiveringsętlanina ķ verk, hevši skipanin "Ung ķ arbeiši" ikki dottiš burtur. Peningurin hevši framvegis veriš tųkur til hesa skipan, og kundu teir til dųmis viš fyrimuni veriš nżttir til tey ungu undir 18 įr, sum ikki hava mųguleika fyri at fįa eitt arbeišs- ella aktiveringstilboš gjųgnum forsorgarlógina. Og skipanin "Ung ķ arbeiši" hevši framvegis veriš įbyrgdarųkiš hjį aktiveringsleišaranum, sum er settur av Almannastovuni.

    Uppskotinum frį Almanna- og heilsumįlastżrinum višvķkjandi aktiveringsętlanini hevur fķggjarnevndin ikki tikiš undir viš. Fķggjarnevndin hevur ikki grundgiviš fyri landsstżrismanninum, hvķ hon hevur tikiš hesa stųšu.

    Um mišjan desember varš gjųrd ein nżggj roynd, men taš eydnašist ikki landsstżrismanninum ķ almanna- og heilsumįlum at fįa neyšuga undirtųku ķ fķggjarnevndini til at gera nżtt broytingaruppskot, tķ fall henda royndin burtur eisini.

  3. Aktiveringsętlanin, sum arbeitt hevur veriš viš į Almannastovuni, hevur fulla undirtųku frį Almanna- og heilsumįlastżrinum. Ętlanin var, at 4 sosialrįšgevarar tilsamans skuldu brśkast ķ hesi aktiveringsętlan, og ętlanin var, at hesir skuldu lųnast av verandi śtreišslum, iš brśktar vóru til aktivering.
  4. Ķ tķ sambandinum hevur Almanna- og heilsumįlastżriš gjųrt sęr greitt, at um so er, at nųkur vón skal vera fyri at fįa teir yvir 1000 forsorgarklientarnar vegna arbeišsloysi at minka, so er neyšugt at seta pening av til at umsita hetta ųkiš.

  5. Tį iš tingiš ikki ynskir at seta neyšugan pening av til at gera aktivering, so ber illa til hjį landssstżrismanninum at gera nakaš. Taš, iš sett er av į rakstrarkontoini hjį Almannastovuni, rųkkur neyvan til at įleggja Almannastovuni nżggjar uppgįvur. Men fer landsstżrismašurin framhaldandi at royna at śtvega neyšugar mųguleikar.
  6. Fólkiš, sum Almannastovan setti sum aktiveringsleišara, veršur lųnt undir kontoini "Tiltųk fyri ung". Hesin persónur skal framhaldandi umsita hesa konto.

Mįliš avgreitt.