Nżtt Sušuroyarskip

 

100-26  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, višv. nżggjum Sušuroyarskipi

Įr 1999, 22. januar, bošaši formašurin frį omanfyrinevnda fyrispurningi frį Hergeir Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Landsstżrismašurin veršur spurdur um, hvųrjar hugsanir hann hevur gjųrt sęr um gongdina ķ teirri politisku višgeršini av komandi Sušuroyarskipinum?
  2. Veršur mįliš lagt til tingsins višgerš?
  3. Verša lokal įhugamįl, ferša- og farmavinna, ķtróttar-, frķtķšar- og mentanarįhugamįl og onnur lokal įhugamįl tikin upp į rįš?
  4. Veršur vinnulķviš, fiski-, ķšnašar- o.o. vinnuįhugamįl tikin upp į rįš?
  5. Veršur ein komandi oljuvinna, havnavišurskifti, herundir ferjulega, tikin viš ķ metingunum?
  6. Veršur Meginfelag teirra brekašu og heilsutęnastan annars tikin upp į rįš?
  7. Kann landsstżrismašurin tryggja lųgtinginum, at taš ikki veršur fariš undir fyrireikingar til projektering og śtbjóšing, fyrr enn frammanfyri nevndu politisku-, lokalu-, mentanarligu- og heilsuįhugamįlini eru tikin upp į rįš?

Višmerkingar:
Samgongan hevur avtalaš at dagfųra sambandiš um Sušuroyarfjųrš og hevur ķ hesum sambandi m.a. sett į lųgujįttanina, 6.38.2.02 Strandfaraskip Landsins, undir śtreišslum, bygging og lųguframleišslu, 1 mió. kr. ķ jįttan fyri 1999, 60 mió.kr. ķ ętlan fyri 2000, 60 mió.kr. fyri 2001 og 70 mió.kr. fyri 2002.

Talan er um stųrstu almennu ętlan av sķnum slagi, og sjįlvsagt er ein rųš av višurskiftum, iš havast skal ķ huga, tį iš avgeršir skulu takast ķlųguni višvķkjandi.

Kravspesifikatión til skipiš frį tķ, taš er bygt, og nęstu trķati įrini, skal gerast, og er tį neyšugt at lżsa verandi flutningsvišurskifti og greina tey sundur viš atliti at fólka- og farmaflutningi.

Tęnastustųšiš skal lżsast viš atliti at oyggja-, bygda- og farmaleišum.

Smyrli višvķkjandi skulu teknisku spesifikatiónirnar, galdandi trygdarkrųv, rakstur - ķroknaš umvęlingar og višlķkahald - lżsast.

Verandi atlųgumųguleikar, bryggja og landgongd, skulu lżsast, og metast skal um nyttustigiš, skipastųdd, slag og ferš.

Einum nżggjum Sušuroyarskipi višvķkjandi skulu avgeršir takast višvķkjandi tekniskum kravfestingum, byggisniši, hųvušsinnrętting og rakstri.

Eisini skulu framtķšar trygdarkrųv, skipaeftirlit og klassi, tęnastustigiš fyri rųsk og brekaš, śtbśgvingar- og mentamįl, oyggja-, bygda- og farmaleišir havast ķ huga.

Eftir at verandi og komandi flutningskrųv eru lżst so neyvt sum til ber, kemur sjįlv verksetanarętlanin, iš fevnir um byggi- og kostnašarętlan, jįttan į fķggjarlógini, projektering og śtbjóšing.

Frammanfyri nevndu skilgreiningar eru sjįlvandi neyšugar fyri teirri politisku višgeršini.

Į tingfundi tann 26. januar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 18. februar 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Ad.1. og 2. Sum nevnt į fķggjarlógini, hava Strandfaraskipini ein lutfalsliga hųgan mišalaldur – nevniliga 31 įr - samstundis sum myndugleikarnir seta alsamt stųrri krųv til m.a. trygd. Tķ veršur neyšugt komandi įrini at seta stórar upphęddir av til śtskiftingar og umvęlingar av skipunum, til tess at kunna nųkta flutningstųrvin og framtķšarkrųv frį Skipaeftirlitinum og klassanum.

Peningur varš settur av į fķggjarlógini 1998 til projektering av sandoyarskipi, og į fķggjarlógini 1999 er peningur settur av til projektering av Sušuroyarskipi og nżggjum Mįsa, harumframt er ķ įr 2000 sett av į langtķšarętlanini upphędd til projektering av nżggjum avloysaraskipi.

Ķ sambandi viš śtbjóšingina av sjįlvum projekteringsarbeišinum av Sandoyarskipinum gjųrdi Strandfaraskip Landsins eitt grundarlag, sum projekterast skuldi śt frį - eina frįgreišing um kravspesifikatiónir o.a. Ķ hesi frįgreišing śtgreinar og lżsir Strandfaraskip Landsins ein hóp av faktorum, iš hava įvirkan į endaligu ferjuverkętlanina. Her eru verandi og komandi flutningsuppgįvur lżstar, so sum:

Harumframt er verksetanarętlanin gjųlliga lżst, herundir byggiętlan, kostnašarętlan, projektering v.m.

Landsstżrismašurin kundi hugsa sęr, at fyrireikingin til bygging av nżggjum Sušuroyarskipi fer fram į sama hįtt, sum lżst omanfyri.

Lųgtingiš hevur tikiš fyrsta stigiš viš at jįtta eina upphędd til projekteringina av nżggjum Sušuroyarskipi. Tį projekteringin er lišug, fęr Lųgtingiš hųvi til at višgera mįliš aftur ķ sambandi viš eina jįttan til sjįlva byggingina. Ętlanin er, at Lųgtingiš veršur gjųlla kunnaš um byggingina. T.d. kundi projektbólkurin havt kunnandi fundir viš įhugašar tingmenn um projektiš įšrenn fķggjarlógarvišgeršina.

Ad. 3. - 6. Sum omanfyri vķst į, hevur Strandfaraskip Landsins gjųrt eitt stórt arbeiši ķ sambandi viš Sandoyarferjuna, har allir įhugabólkar eru tiknir viš uppį rįš. Hetta er ein nżggjur leistur, sum Strandfaraskip Landsins fer at nżta ķ framtķšini, eisini tį taš snżr seg um Sušuroyarferjuna.

Ųll eru vęlkomin til at siga sķna meining um eitt komandi Sušuroyarskip, og fer Strandfaraskip Landsins eisini at taka allar teir bólkar uppį rįš, sum, mett veršur, hava įhuga ķ projektinum.

Ad.7. Endamįliš viš fastari mannagongd ķ sambandi viš projektering av nżggjum skipum er jśst fyri at tryggja lųgtinginum, at ųll atlit eru tikin viš, įšrenn bygt veršur.

Mįliš avgreitt.