Innflutningsloyvi til norskan lķnubįt

 

100-24  Fyrispurningur til Jųrgen Niclasen, landsstżrismann, višv. innflutningsloyvinum til norskan lķnubįt

Įr 1999, 22. januar, bošaši formašurin frį omanfyrinevnda fyrispurningi frį tingmonnunum Jįkup Sverra Kass (framsųgumanni) og Vilhelm Johannesen, sum var soljóšandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvussu kann landsstżriš geva innflutningloyvi til eitt fiskfar śr Noregi, sum er stųrri enn ųll tey verandi stįllķnuskipini ķ fųroyska flotanum, og koyra hetta far ķ bólk 4b saman viš śtróšrabįtum, uttan at hetta nervar tey verandi lķnuskipini ķ fųroyska flotanum og śtróšrabįtarnar ķ nevnda bólki?
  2. Kann landsstżrismašurin greiša meira nįgreinliga frį, hvųr bįturin er, hvussu stórur hann er, hvussu hann er śtgjųrdur, og hvussu stóra veiširoku hann hevur ķ mun til tey fųrini, sum eru farin śr flotanum?
  3. Kann landsstżrismašurin greiša tinginum frį, hvat stendur ķ teimum avtalum, sum eru gjųrdar ķ millum norsku og fųroysku eigararnar ķ felagnum, sum skal innflyta norska bįtin FRŲYANES? T. d. hevur taš įhuga at vita, hvar bįturin skal landa veišuna."
  4. At enda vilja vit spyrja landsstżrismannin, um vit kunnu rokna viš, at fleiri innflutningsloyvir av hesum slagnum verša givin, ella um landsstżrismašurin ętlar at taka givna innflutningsloyviš aftur og koma viš uppskoti um at broyta lóggįvuna soleišis, at slķkt ikki kann henda?" 

Višmerkingar:
Ķ nógv įr hevur mannagongdin veriš, at skal loyvi gevast til nżbygging ella innflutning av fiskiskipi, skal annaš fiskiskip viš samsvarandi veišiorku burtur śr fiskiskapinum.

Seinastu tķšina hevur ligiš į ljóši, og nś er vįttaš, at eitt fųroyskt felag hevur fingiš innflutningloyvi til ein umleiš 10 įra gamlan norskan lķnubįt, og at trż fųroysk fiskiskip, sum seinastu nógvu įrini hava veriš lķtiš ella einki ķ vinnu, skulu burtur śr fiskiskapinum ķstašin.

Vit eru vitandi um, at tey skipini, talan er um at leggja fyri at fįa norska lķnubįtin inn, ikki hava veriš ķ vinnu sum lķnuskip. Talan er um ein śtróšrarbįt og tvey fiskifųr, ķš eru nakaš stųrri, men sum bert ķ lķtlan mun hava roynt viš snellu įvikavist undir Fųroyum og undir Ķslandi.

Eftir tķ vit vita, hevur tann norski lķnubįturin nógv stųrri veišiorku enn hesir bįšir tilsamans og eisini eina stųrri veišiorku enn tey verandi fųroysku lķnuskipini. Sambęrt tķšindum ķ fųroysku fjųlmišlunum er talan um ein bįt, sum er bygdur ķ 1989, ķš hevur frystilast, og sum er vęl stųrri enn teir vanliga fųroysku lķnubįtarnir.

Sambęrt galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap er samlaša fiskidagatališ hjį bólki 3: Lķnuskip yvir 110 tons 2.660. Hetta fiskidagatal veršur bżtt ķmillum tey verandi skipini ķ nevnda bólki. Talan er um 17 skip viš fullum lķnuloyvi og tvey skip viš partvķsum loyvi. Skipini viš fullum loyvi hava 133 dagar ķ part og įvķsa kvotu ķ ķslendskum sjógvi.

Sambęrt tķšindum, sum ganga, hevur norski lķnubįturin fingiš tillutašar 156 dagar, umframt tvey loyvir ķ ķslendskum sjógvi. Taš sigst, at FRŲYANES hevur fingiš kalvaloyviš hjį MAI, og at snelluloyvi hjį MIŠVINGI veršur latiš sum lķnuloyvi ķ ķslendskum sjógvi. Hetta kemur sjįlvsagt at skerja kvoturnar hjį hinum fųroysku bįtunum undir Ķslandi.

Um innflutningsloyviš til FRŲYANES ikki veršur tikiš aftur, kunnu vit rokna viš, at fleiri ašrar umsóknir um innflutningsloyvi av sama slag eru į veg. Verša hesi givin, sķggja vit fyri okkum, at stųšan bęši hjį śtróšrarflotanum og teim nśverandi stįllķnuskipunum veršur įlvarsliga hótt, bęši tį talan er um fiskidagur undir Fųroyum og kvotur ķ ķslendskum sjógvi.

Śt frį hesum višmerkingum loyva vit okkum at seta landsstżrismanninum ķ fiskivinnumįlum hesar spurningar.

Į tingfundi tann 26. januar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

A tingfundi  23. februar svaraši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Ad. 1 og 2.
Avgeršin um at veita tilsųgn um loyvi at innflyta norska frystilķnuskipiš m/s Frųyanes var tikin viš heimild ķ § 8, stk. 3, ķ lųgtingslóg nr. 28. frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap viš seinni broytingum. Tilsųgnin um at flyta veiširętttindini frį m/s Mišvingi og m/s Mai til m/s Frųyanes er grundaš į, at tališ av fiskidųgum, tillutaš įvikavist m/s Mišvingi og m/s Mai, veršur minkaš nišur ķ 45%.

Frųyanes er bygdur ķ Noregi ķ 1989, umbygdur og longdur ķ 1995, longd 37,7 m, breidd 8,5 m, dżpd 6,5 m. Tonsatal 565 brutto/169 netto.

Višvķkjandi veišiorkuni er umrokningin av fiskidųgunum gjųrd viš stųši ķ veišievnunum hjį įvikavist stįllķnuskipum og śtróšrarbįtum yvir 60 tons samsvarandi roknimodellinum ķ uppskotinum, sum varš latiš landsstżrinum ķ sambandi viš nevndarįlitiš frį Skipanarnevndini 8. februar 1996. Eisini er tikiš viš, at 70% av fiskidųgunum hjį m/b Óšin ķ bólki 4 A (śtróšrarbįtar 15-40 tons) verša latin m/s Mai. Verša hesir fiskidagarnir seinni latnir til m/s Frųyanes viš 45% sum umrokningarfaktori, svarar taš til 31,5% av upprunaligu fiskidųgunum hjį m/b Óšin.

Annars kann verša lagt afturat, at ķ bólki 4 B, śtróšrarbįtar yvir 40 tons, eru 4 skip yvir 110 tons.

Fiskidagarnir, sum innflutta skipiš hevur fingiš tilsųgn um at fįa, koma sostatt śr sama skipabólki, sum hesi skip - į jųvnum fųti viš onnur fiskifųr ķ bólkinum samsvarandi § 29 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap - framman undan hava fingiš tillutaš fiskidagar burturśr. Tó veršur dagatališ minkaš samsvarandi ymisku veišievnunum millum fiskifųrini.

Ad. 3.
Fiskimįlastżriš hevur bišiš um og fingiš ųll skjųl og avtalur ķ nevnda mįli og er komiš til ta nišurstųšu, at treytirnar um ognar- og avgeršarrętt eru loknar.

Samsvarandi kunngerš nr. 148 frį 14. november 1997 um avreišing av fiski til innvigingar ķ Fųroyum skal ųll veiša į fųroysku landleišunum og/ella ķ ķslendskum sjógvi, undantikin įvķs fiskaslųg, annašhvųrt seljast beinleišis til fiskavirki ķ Fųroyum til virkingar ella seljast į uppbošssųlu ķ Fųroyum. Fiskaslųg, sum eru undantikin hesi reglu, eru lodna, sild, makrelur, rossamakrelur, gullaksur, laksur, kalvi og hįvaslųg.

Nevnda kunngerš heimilar tó fiskifųrum at avreiša beinleišis uttanlands, svarandi til 25% av nųgdini, uppgjųrt 4. hvųnn mįnaš, uttan at hetta įvirkar nżtta fiskidagatališ. Er meira enn 25% av nųgdini, uppgjųrt 4. hvųnn mįnaš, avreitt beinleišis uttanlands, veršur nżtta fiskidagatališ fyri hvųnn tśr, avreitt hevur veriš uttanlands ķ 4 mįnaša tķšarskeišnum, hękkaš viš 30%.

Sostatt kemur eisini m/s Frųyanes eins og onnur fųroysk skip undir somu reglur, tį fiskaš hevur veriš į fųroysku landleišunum og/ella ķ ķslendskum sjógvi.

Ad. 4.
Fiskimįlastżriš hevur višgjųrt hetta mįliš ķ samsvari viš galdandi lóggįvu. Tó kann verša lagt afturat, at hetta er fyrsta mįl, sum veršur avgreitt samsvarandi nżggju heimildunum ķ § 8, stk. 3, ķ lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eftirsum bindandi tilsųgn var givin um innflutningsloyvi, og bindandi keypssįttmįli var gjųrdur, įšrenn tilsųgnin var śti, er mįliš avgreitt samsvarandi lógini. Landsstżrismašurin fer nś at stešga į viš višgeršini av slķkum mįlum og įseta greišari reglur samsvarandi § 8, stk. 7, ķ lógini um vinnuligan fiskiskap.

Mįliš avgreitt.