Innflutnings- og fiskiloyvi Frøyanes

 

100-23  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðv. innflutnings- og fiskiloyvinum til Frøyanes

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Er tað í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap, at nýmótans línuskip ogna sær fiskiloyvi í bólki 4 B?
  2. Hevur skipanarnevndin viðmælt, at føroyingar eru slopnir at flyta inn Frøyanes, og at báturin fær fiskiloyvi í bólki 4 B?
  3. Fær Frøyanes loyvi at royna á grunnum vatni, har onnur fiskiskip í somu stødd ikki sleppa at royna?
  4. Víkir landsstýrið í hesum máli frá meginreglunum um vinnuligan fiskiskap í spurninginum um atgongd til føroysk veiðiloyvi og kvotur?
  5. Hvussu tryggjar landsstýrið sær, at reglurnar um ognarviðurskiftini í fiskiflotanum verða hildnar sambært § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap?

Viðmerkingar:
Fyri stuttum kom undan kavi, at eitt føroyskt felag hevur keypt 2/3 av norska frystilínubátinum Frøyanes, og at norðmenn framhaldandi eiga seinasta triðingin. Sambært landsstýrinum er hesin línubátur skrásettur í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum yvir 40 tons. Fyri at náa hesi skráseting, hava føroysku eigararnir keypt trý skip úr flotanum, og eftir umrokningum fær nýggi línubáturin 156 fiskidagar umframt íslandsloyvi.

Henda mannagongd hevur vakt ans. M.a. er Frøyanes skrásettur í bólkinum fyri útróðrarbátar yvir 40 tons og ikki fyri línuskip yvir 110 tons. Harafturat skilst, at landsstýrið hevur játtað at leggja veiðiloyvir saman millum bólkarnar, og fylgja fiskidagarnir tí við.

Hóast norðmenn bert eiga triðingin í línubátinum, er spurningurin, um landsstýrið nú opnar fyri møguleikanum, at útlendingar, sum frá líður, kunnu ogna sær føroysk fiskiloyvi og kvotur.

Vit kunnu longu staðfesta, at stórur útlendskur áhugi er í nótaflota okkara, og at alivinnan lutvíst eisini er undir útlendskari leiðslu og ognarrætti. Hetta kann verða ein óheppin gongd, tí sum frá líður kann høvuðsvinnan gerast útlendsk og fer tí ikki at virka við føroyskum áhugamálum fyri eyga.

Politiski boðsetningur landstýrisins hevur verið, at veiðitrýstið ikki skal økjast. M.a. varð dagatalið hjá línuskipunum lækkað í fjør.

Ein týðandi táttur í fiskivinnupolitikkinum hevur eisini verið, at skip og bátar eru bólkaði eftir stødd og reiðskapi. Fiskiskapurin undir Føroyum er sera fjølbroyttur, og hóast sjálvsagt ynski um størri umsetiligheit í skipanini, so hevur tað týdning, at býtið millum stór og smærri skip/bátar verður soleiðis, at trolarar og størri før ikki fiska við síðuna av úróðrarbátum o.s.fr. Hetta er ein partur av sjálvari stovnsrøktini.

Sum skilst hevur Frøyanes fingið fiskiloyvi millum smáu skipabólkarnar, og gitingar eru tí um, at hann fer at royna við allari veiðiorku síni á grunnum vatni, har størru føroysku skipini ikki sleppa framat. Um so er, er hetta nýggj mannagongd í býtinum millum skipabólkarnar, og eigur lands-stýrismaðurin tí at greiða tinginum frá samanhanginum í mannagongdini í málinum higartil.

Nýggi línubáturin fer at frysta fiskin umborð, og tað er nógv, ið bendir á, at ætlanin er at avreiða í Noregi. Um veiðan ikki verður avreidd og virðisøkt í Føroyum, er tað ein spurningur, um tað er í samsvari við førda fiskivinnupolitikkin.

Tað er sera umráðandi, at føroyingar sjálvir hava fulla stýring á fiskivinnuni, og at vit ikki fráskriva okkum ognarættin til tilfeingi okkara. Tað kann gerast ein vandaleið, enda føroysk fiskiloyvi/kvotur sum veðhald hjá eitt nú norskum kreditorum.

Samanumtikið hava fleri spurningar og gitingar stungið seg upp í málinum um Frøyanes. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

A tingfundi 23.  februar 1999 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Ad. 1.
Við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 varð lógin um vinnuligan fiskiskap broytt, so tað nú er møguligt at leggja veiðiloyvi saman. Henda heimild er í § 8, stk. 2 og stk. 3.

Samsvarandi hesi heimild kann landsstýrismaðurin eftir umsókn loyva, at fiskirættindini hjá einum skipi kunnu leggjast afturat fiskirættindunum hjá einum øðrum skipi, sum er í flotanum frammanundan, og fiskirættindini hjá tveimum ella fleiri fiskiførum kunnu leggjast saman og flytast yvir á eitt skip við ongum veiðiloyvi ella innflutt fiskifar. Hetta kann gerast við teirri treyt, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskifarinum frammanundan og fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt frá.

Í bólki 4 B, útróðrarbátar yvir 40 tons, eru 4 skip størri enn 110 tons.
Skipamálið, sum sipað verður til í hesum fyrispurningi, er viðgjørt samsvarandi heimildunum í § 8, stk. 2 og 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, og eru samstundis trý skip farin úr bólki 4.

Ad 2.
Skipanarnevndin skal ikki viðgera einstøk mál. Hennara uppgáva er sambært § 22, stk. 4 at ….."lata landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið, her undir møguligar broytingar í fiskidagatalinum fyri hvønn høvuðsbólk. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m. a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Skipanarnevndin skal meta, um galdandi fyriskipanir fyri fiskiveiði í føroyskum sjógvi yvirhøvur tryggja, at endamálini við hesi lóg verða rokkin."
Samsvarandi hesum er Skipanarnevndin ikki biðin um at viðgera hetta ávísa málið.

Ad. 3.
Høvuðsreglan er, at friðingar og avmarkingar á fiskiøkjum verða gjørdar út frá skipastødd og veiðihátti og ikki út frá teimum bólkum, sum í lógini um vinnuligan fiskiskap á fiskidagatalið. Kunngerðin um, at línuskip ikki kunnu fiska innanfyri 6 fjórðingar, er galdandi fyri øll línuskip oman fyri 90 tons. Somuleiðis er í kunngerðini um friðing av gýtingarleiðum friðað eftir skipastødd og veiðihátti, men í tveimum kassum verður víst til línuskip í bólki 3.

Sambært teimum tilsøgnum, sum eru givnar, fær m/s Frøyanes síni veiðirættindi í bólki 4 B, útróðrarbátar størri enn 40 tons. Hetta merkir, at um eingin broyting verður gjørd í hesi kunngerð, kann m/s Frøyanes fiska í hesum báðum kassum.

Fiskimálastýrið arbeiðir við at gera broytingar í hesi kunngerð, tí friðingar skulu ikki vísa til skipabólk, men til skipastødd og veiðuhátt. Haraftrat umhugsar landsstýrismaðurin at leggja fyri løgtingið uppskot um at flyta størri fiskifør úr bólki 4 upp í bólk 3, men hetta krevur lógarbroytingar.

Ad. 4.
Fiskimálastýrið hevur viðgjørt hetta málið í samsvari við galdandi lóggávu. Tó kann verða lagt afturat, at hetta er fyrsta mál, sum verður avgreitt samsvarandi nýggju heimildunum í § 8, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eftirsum bindandi tilsøgn var givin um innflutningsloyvi, og bindandi keypssáttmáli var gjørdur, áðrenn tilsøgnin var úti, er málið avgreitt samsvarandi lógini. Landsstýrismaðurin fer nú at steðga á við viðgerðini av slíkum málum og áseta greiðari reglur samsvarandi § 8, stk. 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Ad. 5.
Tá tilsøgn um innflutningsloyvi hevur verið givin, verður víst til treytirnar í § 7, og hevur fastur táttur verið at vísa á, at tilsøgnin er treytað av, at nevndu treytir eru loknar. Hetta fevnir eisini um innflutt skip, sum er komið undir føroyskt flagg og hevur fingið føroysk fiskirættindi, og skulu hesar treytir altíð vera loknar. Fiskimálastýrið hevur biðið um og fingið øll skjøl og avtalur í nevnda máli og er komið til ta niðurstøðu, at treytirnar um ognarætt og avgerðarætt eru loknar.

Samsvarandi § 7, stk. 3, punkt 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap skal Føroya landsstýri hava upplýsingar, tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av ognarpeninginum og atkvøðurættinum og skal góðkenna slíkar broytingar, og tað áliggur eigararunum framhaldandi at boða landsstýrinum frá broytingum í lutfallinum millum føroyska partin og útlendska partin í ognarpeninginum og atkvøðurættinum.

Málið avgreitt.