Starvssetanir innan tað almenna

 

100-22 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg løgmann, viðv. setan av fólki í almenn størv 1998 og ætlan 1999

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi

F y r i s p u r n i n g u r

Hvussu nógv nýggj almenn størv vórðu sett í 1998, og hvussu nógv størv er ætlanin at seta í 1999 í:

  1. Miðfyrisitingini (hvørt stýri gjørt upp fyri seg)?
  2. Heilsuverkinum (hvørt sjúkrahús fyri seg)?
  3. Almannaverkinum (hvørt arbeiðsøki, barnaansing, eldrarøkt o.a. fyri seg)?
  4. Skúlaverkinum?
  5. Almennum mentanarstovnum?

Viðvmerkingar
Tær nógvu almennu starvslýsingarnar ørkymla fólk, sum gjalda landsskatt til almenna umsiting og tænastustovnar. Hesi fólk verða ikki spurd, men noyðast at gjalda tað, løgtingið áleggur. Tað mesta av hesum skatti verður útgoldið sum løn til almenna sektorin, uttan at nøkur nytta fæst afturfyri.

Rætt skal tó vera rætt: Búskaparliga framgongdin síðani kreppuna hevur styrkt vinnuliga sektorin. Tí hvílir almenni sektorurin nú á breiðari og tryggari vinnuligum grundarlagi enn undir kreppuni. Tá legði hitt almenna hald á nærum 2/3 av BTÚ, so at neyð var í landinum.

Framburðurin síðani 1996 byggir á betri fiskiskap, hægri fiskaprísir og lægri skattatrýst og rentustøði, men verður almenni sektorurin ov stórur aftur og etur seg inn á vinnulívið, er tað bert ein tíðarspurningur, til búskapurin hoyknar undir byrokratisku ovurvektini.

Við nýggju stýrisskipanini fingu vit nýggjan fyrisitingarligan bygnað. Nú setir landsstýrið nýggj størv uttan løgtingsins beinleiðis ávirkan. Miðfyrisitingin er bólgnað, so vanligi føroyingurin firnast kostnaðin av krakkaveldinum frameftir. Tær mongu og longu bókligu útbúgvingarnar tykjast ætlaðar til at fyrireika skúlaða ungdómin til alment virksemi, sum heldur brúkar enn skapar nýggj framleiðsluvirðir.

Men tann nýggja umsitingin, sum dúgliga lýsir eftir fólki, sýnist ikki at koma ístaðin fyri, men heldur at leggjast oman á verandi almenna virksemið.

Í almanna- og heilsusektorinum tykist heldur einki mark at vera fyri trýstinum eftir fleiri starvsfólkum. Tað sama innan útbúgving og mentan.

Bardagin um byrokratiska magt er ein náttúrlig avleiðing av hesi gongd. Royndin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja nakrar samferðslufunktiónir saman endaði sum kunnugt við arbeiðssteðgi í heila viku, tí krakkaveldið ger fanatiska mótstøðu móti so mikið sum eini kanning av møguleikum at umsita landið øðrvísi og at spara pening.

Hitt almenna kann spara pening, um viljin er til staðar. Eitt føroyskt reiðarí við t.d. fýra skipum, 30 fiskimonnum og 50 mió. kr. í landingavirði (umframt 10-tals avleidd arbeiðspláss í landi), verður vanliga umsitið av tveimum skrivstovufólkum og einum ella tveimum maskinmonnum. Ein almennur stovnur við eitt nú 120 mió. kr. í játtan krevur 10 ferðir so stórt starvsfólkatal í umsiting, sum tvey reiðarí við sama umsetningi tilsamans. Úrslitið er, at hitt almenna í Føroyum líður undir somu spillproduktión, sum ein rísvelta í Kina ella eitt kolanám í Sibiria. (Úrslitið av tí kenna vit).

Skulu Føroyar gera sær vón um at fáa ráð til fullveldi, er neyðugt at tryggja bæði lægri kostnaðarstøði í framleiðsluni við lægri skattatrýsti, og at hvør króna brúkt til fyrisiting frameftir røkkur longri enn nú.

Av tí at politisk valdsnýtsla tykist neyðug til at minka almenna sektorin, og valdsnýtslu eigur at verða sloppið undan, er frægasta loysnin, at politiski myndugleikin, um neyðugt, steðgar øllum nýggjum almennum starvssetanum.

Tá tað er sagt, er eisini rætt at nevna, at nógvar almennar starvslýsingar eru til verandi størv, sum antin skulu lýsast av nýggjum, ella setast, tí starvsfólk, ið sat frammanundan, er farið í annað lýst starv hjá tí almenna.

Men løgtingið og almenningurin eiga at kunna fylgja við, hvussu gongdin er við almennum starvssetanum. Tey kosta skattapening og darva fullveldi. Tí verður hesin fyrispurningur settur løgmanni.

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. apríl 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Spurningurin hjá Óla Breckmann er soljóðandi: Hvussu nógv nýggj almenn størv vórðu sett í 1998, og hvussu nógv størv er ætlanin at seta í 1999.

Spurningurin fevnir um fimm høvuðsøkir í fyrisitingini, sum verða svarað hvør sær og flokkað í nummarrøð sambært fyrispurninginum.

Hjálagt svarunum eru tvær talvur.

Talva I er heildaryvirlit yvir svarini 1-5. Talva II, er útgreining av spurningi 3.

1) Miðfyrisitingin (hvørt stýri gjørt upp fyri seg).

Á Løgmansskrivstovuni og í aðalstýrunum eru hesi størv sett:

Løgmansskrivstovan hevur í 1998 sett 3 størv, harav eina starvið er tíðaravmarkað. Í 1999 er ætlanin at seta 1,5 starv.

Fíggjarmálastýrið hevur sett 3 størv í 1998 og ætlar ikki at seta fleiri størv í 1999.

Fiskimálastýrið hevur sett 1 starv í 1998 og ætlar at seta 3 størv í 1999.

Vinnumálastýrið hevur sett 6 størv í 1998 og ætlar at seta 1 starv í 1999. Tó verða fleiri størv sett, um útbjóðingarumfar verður í 1999.

Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur onki starv sett í 1998 og ætlar at seta 2 størv í 1999.

Almanna- og heilsumálstýrið hevur sett 1 starv í 1998 og ætlar at seta 5,5 størv í 1999. Harav er eina starvið tíðaravmarkað til 2 ár.

2) Heilsuverkið (hvørt sjúkrahús fyri seg).

Í heilsuverkinum eru 2 kommunulæknar settir. Innan serstovnaøkið er játtað 0,5 starv til vardan verkstað í Vágum. Á Landssjúkrahúsinum er sett nýggj deild á stovn fyri senil dement har 16,5 fólk skulu starvast. Talið av nýggjum størvum í 1998 var sostatt 8, og fyri 1999 verður talan um 11 størv.

3) Almannaverkið (hvørt arbeiðsøki, barnaansing, eldrarøkt o.a. fyri seg)

Á Almannastovuni og í Heimarøktini eru ongi nýggj størv sett í 1998, og ætlanin er ikki at seta nøkur í 1999. Til tess at svara spurninginum viðvíkjandi barnaansing v.m. eru kommunurnar bidnar um at upplýsa hvørji nýggj størv eru og verða sett ávikavist í 1998 og 1999 innan nevndu økir, íroknað størv á sjálvsognarstovnum, sum eru í kommununi.

Talið fyri 1998 er íalt 36 størv, og fyri 1999 er talið 50,13 størv. Víst verður til hjálagda yvirlit, talvu II, sum útgreinar størvini fyri hvørja kommunu sær.

4) Skúlaverkið.

Fyri alt skúlaverkið eru sett 0,75 starv í 1998, og ætlanin er at seta 6,5 størv í 1999.


5) Almennir mentanarstovnar.

Almennu mentanarstovnarnir hava sett 2,75 starv í 1998 og ætlanin er at seta 8,25 starv í 1999.


Viðmerkingar til talvu I og II

Sum sæst á talvu I, er talan um íalt 61,5 nýggj størv í 1998 og um 88,88 størv í 1999 á teim økjum spurt verður um.

Verða teir fimm spurningarnir bólkaðir í størv í miðfyrisitingini og størv, sum ikki eru í miðfyrisitingini, so sæst, at samlaða talið í miðfyrisitingini er 14 størv í 1998 og 13 størv í 1999, meðan samlaða talið fyri størv á stovnum er 47,5 í 1998 og 75,88 í 1999. Vert er at leggja til merkis, at spurningurin einans fevnir um ávísar stovnar og øki í lands- og kommunalu fyrisitingini.

Verður hugt eftir talinum av nýggjum størvum í heilsuverkinum, skúlaverkinum og hjá almennum mentanarstovnum, tvs. spurningur 2, 4 og 5, sæst, at á øllum økjum er talan um ein lítlan vøkstur, meðan ein kann siga, at á almannaøkinum, (spurningur 3) er talan um ein størri vøkstur uppá 36 størv í 1998 og í 50,13 starv í 1999, tvs. ein samlaður vøkstur fyri hesi 2 árini uppá 86 størv.

Málið avgreitt.