Fyrispurningur um innflutning av matvørum

100-21 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, um innflutning av matvørum

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni

Fyrispurningur
 

  1. Hvørjar kanningar verða gjørdar av innfluttum matvørum, so sum seyða-, svína- og neytakjøti, flogfenaði, eggum, eplum, grønmeti o.ø.?
  2. Hvørji eru úrslitini frá slíkum kanningum farnu t.d. 5 árini viðvíkjandi

Viðmerkingar
Eingin ivi man vera um, at vit innflyta fleiri matvørur, enn neyðugt skuldi verið, um vit bert miðvíst røktu tað ogn, sum Skaparin hevur givið okkum. Epli eru eitt av dømunum um hetta, men eisini veruleikin um neytakjøt, flogfenað, egg o.a. sigur somu søgu.

Sambært tølum frá Hagstovu Føroya var innflutningurin 1997 av niðanfyrinevndu vørum:

epli

2.830 tons

grønmeti

1.400 tons

egg

6,5 mió. stk.

neytakjøt

620 tons

seyðakjøt

510 tons

svínakjøt

430 tons

høsnarungar o.a. flogfenaður

380 tons

Herfyri var nógv frammi í fjølmiðlunum um kanningarúrslit, ið av almennum stovnum vórðu nýtt sum ráðgevingargrundarlag viðvíkjandi tí at eta grind. Rátt varð til størsta varsemi, og summum varð beinleiðis rátt frá undir serstøkum umstøðum at eta hesa gávuna, okkum verður send.

Tó at vit øll vita, at eingin hevur grind sum høvuðsføðslukeldu, man spurningurin hava verið frammalaga hjá mongum, hvat rætt er at eta, ístaðin fyri fráráddu grindina. Hvørji ráð munnu nevndu myndugleikar hava til fólk, nú grindin skal skamtast? Fara fólk ístaðin at keypa og eta bíligu útlendsku vørurnar, sum streyma inn yvir okkum, kanska við uppruna í útlendskum yvirskotslagrum? Um so er, er spurningurin um góðskuna av hesum innflutta sera viðkomandi, serliga sæð sammett við tær góðskukanningar, sum føroyska grindin hevur verið fyri.

Loksins kann nevnast, at um somu tíð, sum omanfyrinevndu kanningarúrslit vórðu almannakunngjørd, hoyrdist um tiltøk móti fríari sølu av gullaksafarsi frá fyritøku, sum vanliga plagdi koma til høvuðsstaðin, har bæði grinda- og fiskamatur er mongum forkunnugur.

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. februar svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Svarið er býtt soleiðis upp:

A. Alment / B. Influttningseftirlit av matvørum / C. Merking av vørum / Kyksilvur og PCB í grind / E. Ítøkiligt svar uppá fyrispurning frá Jenins av Rana, løgtingsmanni, viðv. innflutningi av matvørum.

A. Alment

Løgtingslóg um matvørur varð samtykt á Føroya løgtingi 21. juni 1985. Við samtyktini í løgtinginum fekk landsstýrið heimild at gera av, nær lógin skuldi fáa gildi í síni heild ella í pørtum.

Til at umsita lógina vegna Føroya landsstýri er myndugleikin og uppgávurnar í.s.v. lógina løgd til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Innanhýsis á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er umsitingin av lógini skipað í tvær deildir:

Fiskivinnudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

Arbeiðsøkið hjá fiskivinnudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er góðkenning og eftirlit við skipum yvir 20 brt., fiskavirkjum, verksmiðjuskipum, umframt innaneftirlit á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum. Haraftrat kemur eftirlit við goymslum, skipum undir 20 brt. og flutningstólum. ES hevur identifiserað Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sum tann kompetenta myndugleikan innan fiskavirking. Á deildini starvast ein deildarleiðari og 5 eftirlitsfólk.

Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

Arbeiðsøkið hjá matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er góðkenning av matvøruvirkjum, handlum, matstovum, mjólkarúmum, vatnverkum v.m. Talan er um umleið 550 støð í Føroyum. Matvørudeildin er enn ikki komin kring allar Føroyar í góðkenningararbeiði sínum.

Aftrat góðkenningararbeiðnum kemur innflutningseftirlitið.

Ein sera týðandi táttur í innflutningseftirlitinum er luttøkan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í norðurlendskum netverki, kallað Nordisk kontaktnet, har allir myndugleikar í norðanlondum, sum hava við matvørur at gera, luttaka. Skipanin er tann, at um t.d. danskir myndugleikar staðfesta t.d. Salmonellu í eini matvøru, so boða teir hinum norðanlondunum frá, herundir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Um fráboðan skal fara víðari til innflytararnar/heilsølurnar í Føroyum, verður mett um í hvørjum einstøkum føri. Um fráboðanin fer víðari frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til heilsølur og størri handlar í Føroyum, so fáa hesi boð um at taka vøruna av hillunum og koyra hana í burturkastskipanina og at fráboða kundunum, sum hava keypt vøruna.

Tilsvarandi er galdandi, at um t.d. Heilsufrøðiliga Starvsstovan finnur Salmonellu í.s.v. innflutningseftirlit, so boða vit teimum norðurlendsku matvørumyndugleikunum frá.

Vegna vantandi játtan er eingin deildarleiðari á deildini. Á deildini starvast 2 eftirlitsfólk.

Í stuttum kann sigast, at fiskivinnudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tekur sær av øllum mati, sum Føroyar útflyta, meðan matvørudeildin á stovninum tekur sær av øllum mati, sum Føroyar innflyta og framleiða til egið brúk í Føroyum.

Allur okkara matvøruútflutningur er tryggjaður við góðkenning/løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hetta skal skiljast soleiðis, at útlendskir myndugleikar hava álit á føroyskum matvørum (fiskavørum), tá maturin er tilvirkaður á góðkendum fyritøkum í Føroyum og undir eftirliti av føroyskum myndugleika, í hesum føri fiskivinnudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tilsvarandi er galdandi fyri okkara innflutta mat. Allur matur, sum verður innfluttur til Føroyar, er tilvirkaður á góðkendum fyritøkum í útlandinum og undir eftirliti av útlendskum myndugleikum. Tey útlendsku virkini eru løggildað (autoriserað) av tí útlendska myndugleikanum.

Á sama hátt, sum útlendskir myndugleikar hava álit á myndugleikanum á matvøruøkinum í Føroyum, hevur føroyski myndugleikin sum heild álit á góðkenning frá tí útlendska myndugleikanum.

B. Innflutningseftirlit av matvørum

Í ávísum førum kunnu myndugleikarnir seta serlig tiltøk í verk, tá umstøðurnar tala fyri tí.

Dømi um slíkar umstøður er dálking av matvørum við Salmonellu ella øðrum sjúkuelvandi bakterium. Hetta var serliga nógv frammi fyrst í 90-árunum, og man hava eyðkent nógvan tíðindaflutning upp gjøgnum 90-árini og eisini dagin í dag.

Fyri at fáa eina fyribils mynd av Salmonellustøðuni í føroyska umhvørvinum, varð serliga í 1992 gjørd ein kanning av fugli og djóraskarni. Úrslitini av hesi kanning eru víst í hjáløgdu talvu I:

Talva I Samonella í føroyska umhvørvinum

Kelda

Ár

Tal av sýnum

Tal av sýnum har Salmonella er ávíst

Skarn av neytum

1992

521

0

Skarn av hønum

1992

25

0

Likkum

1992

173

1

Dunnum

1995/1996

14

0

Gæs

1995/1996

12

0

Talva I gevur eina ábending um, at umhvørvið í Føroyum ikki er dálkað av Salmonellu. Hesa støðuna leggur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sera stóran dent á at varðveita, og tí var náttúrligt at hyggja nærri eftir okkara innflutningi, sum kundi verða ein kelda til dálking av umhvørvi okkara, t.d. við Salmonellu. Eisini høvdu vit í huga teir trupulleikar, sum serliga Danmark hevði av Salmonellu í teirra matvørum. Onnur grannalond sum Noregi og Svøríki gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at fyribyrgja Salmonellu dálking í mati og umhvørvi.

Í 1993 helt matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starsstovuni eina sending av donskum høsnar-ungum aftur og kannaði hesar fyri Salmonellu. Úrslitið vísti, at 40% av høsnarungunum vóru fongdir við Salmonellu. Øll sendingin bleiv send av landinum aftur. Annars vístu tær heilsuváttanir, sum fylgdu við vøruni, at alt var í lagi!

Grundað á hesa kanning og tann nógva innflutningin av matvørum til Føroya, serliga úr Danmark, sum tá hevði stórar trupulleikar við Salmonellu, gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan av at fara í gongd við eina innflutningsverkætlan.

Verkætlanin vardi í 3 mánaðir (½ januar - ½ mars 1994) og hevði til endamáls at kanna allar feskar kjøtvørur fyri Salmonellu, eins og fryst og kølt oksa-, kálva-, svína-, og lambskjøt og flogfenað. Úrslitið av kanningini er víst í talvu II.

Talva II: Salmonelluúrslit í tíðarskeiðinum ½ januar - ½ mars 1994, innflutningsverkætlanin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Slag av sýni

Tal av partíum

Tal av sýnum

Tal av sýnum har Salmonella varð ávíst

Slag av Salmonellu

Lambskjøt
(fryst)

38

360

2

S.saintpaul
S. typhimurium

Kálvakjøt
(kølt)

1

15

1

S. dublin

Oksa/kálvakjøt (kølt)

4

67

0

 

Oksakjøt
(kølt)

31

306

1

S. typhimurium

Oksakjøt
(fryst)

29

353

1

S. typhimurium

Reinsdjórakjøt (fryst)

1

6

2

S. infantis

Svína-/oksakjøt (fryst)

1

4

0

 

Svínakjøt
(kølt)

30

184

7

S. infantis (4)
S. typhimurium (3)

Svínakjøt
(fryst)

42

456

15

S.typhimurium (9)
S. ru,-navn (5)
S. panama (1)

Flogfenaður (fryst)

16

199

63

S. Derby (3)
S. enterididis (5)
S. infantis (16)
S. saintpaul (2)
S.typhimurium (20)
S. 4.12 (1)
S. Annað (16)

Íalt

193

1951

92

 

Vart verður gjørt við, at innflytararnir í Føroyum vórðu kunnaðir um verkætlanina, og tískil komu ikki tær vanligu nøgdirnar av matvørum til Føroyar í hesum tíðarskeiði. Sum heild bleiv ógvuliga lítið av flogfenaði innflutt, meðan Salmonella-verkætlanin koyrdi.

Serliga fyri flogfenaðin vóru úrslitini als ikki nøktandi fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og tí bleiv gjørt uppskot til innflutningskunngerð, har serligur dentur verður lagdur á at kanna flogfenað og feskar kjøtvørur fyri Salmonellu. Kunngerðin gevur eisini heimild til, at aðrir parametrar kunnu kannast, um illgruni er um eitt hvørt skaðiligt, sí kunngerð nr. 47 frá 1. mai 1995: "Kunngerð um innflutningseftirlit av eggum, flogfenaði og kjøtvørum".

Innflutningseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hesi síðstu árini í hesum sambandi og við heimild í kunngerðini um innflutningseftirlit er víst í talvu III.

Talva III Innflutningseftirlit, við heimild í kunngerð nr. 47 frá 1. mai 1995

Vøruslag

Uppruna-land

Sýnistøku-dagur

Tal av sýnum

Salmo-

nella pos.

Viðmerkingar

Gæs

Danmark

22.11.1994

3

0

Dunnur

Ongland

22.11.1994

10

5

Dunnur

Danmark

22.11.1994

28

10

Høsnarungar

Danmark

25.09.1995

15

6

45 stk. poola til 15

Kalkunveingir

Danmark

26.09.1995

24

20

Dunnur

Danmark

30.10.1995

87

77

Høsnarungar

Danmark

31.10.1995

46

0

Kalkunschnitzel

Svøríki

06.11.1995

3

0

Dunnur

Týskland

27.11.1995

7

7

30 stk. poola til 7

Kalkunkjøt

Danmark

28.11.1995

35

0

Dunnur

Svøríki

01.12.1995

40

0

Kalkun

Svøríki

05.12.1995

44

0

Høsnarungar

Ungarn

18.12.1995

9

9

45 stk. poola til 9

Dunnur

Ongland

18.12.1995

6

2

28 stk. poola til 6

Høsnarungar

Danmark

20.12.1995

30

0

Høsnarungar

Danmark

26.03.1996

45

0

Høsnarungar

Danmark

30.05.1996

8

8

37 stk. poola til 8

Høsnarungar

Danmark

24.06.1996

45

0

Dunnur

Ongland

06.09.1996

9

6

45 stk. poola til 9

Seyðakjøt

Ísland

20.06.1997

36

0

Høsnarungar

Danmark

01.09.1997

36

0

Svínakjøt

Danmark

30.01.1998

25

0

Høsnarungar

Danmark

30.01.1998

54

0

Svínakjøt

Danmark

19.02.1998

36

0

Roykt svínasneið

Danmark

24.02.1998

53

0

salm. spora

Dunnur

Ongland

28.09.1998

15

0

til slagtarí

Í alt

749

150

Lambskjøt

New Zeeland

15.02.1996

10

2

Staf. Aureus
partí var annars afturvíst úr Svøríki

Verður hugt eftir, hvussu úrslitini av innflutningseftirlitinum, víst í talvu III, eru býtt yvir áramál, sæst, at tað í 1994 var eitt stórt tal av sýnum, har Salmonella varð ávíst (heili 36%). Talið av positivum sýnum er síðani minkandi, og leggja vit tann týdning í tað, at m.a. innflytarin er meira varin við, hvørjum leverendørum teir keypa frá. Sí talvu IV.

Talva IV Úrslitið av innflutningseftirlitinum, yvir áramál.

Ár

% salmonella
í innfluttu vøruni

1994 (seinna hálvár )

36

1995

33

1996

13

1997

0

1998

0

Um metast skal um, hvørt tiltøkini, ið sett eru í verk í Føroyum og ikki minst í teimum londum, vit keypa frá, fyri at basa vandanum fyri Salmonellu í matvørum, kann verða hugt eftir skrásettum sjúkratilburðum, har Salmonella hevur verið orsøkin til sjúkuna.

Talva V Skrásettir sjúkratilburðir orsakað av Salmonellu

í Føroyum hesi síðstu árini.

Ár

Skrásettir tilburðir

1989

2

1990

3

1991

0

1992

0

1993

5

1994

7

1995

15

1996

7

1997

4

1998

4

Kelda: Statens seruminstitut.

C. Merking av matvørum

Kapittul 4 í matvørulógini ásetir heimildirnar fyri at krevja merking av matvørum. M.a. er ásett í § 22, at: "Forboð er fyri sølu av matvørum undir umstøðum, har brúkararnir kunnu verða villleiddir viðvíkjandi matvørunnar uppruna, tilvirkingarmundi, líki, slagi, nøgd, samanseting, viðgerð, eginleikum og ávirkan."

Fyri at útgreina ásetingarnar í matvørulógini nærri, bleiv kunngerð lýst í mars 1996 at seta í gildi frá 1. apríl 1997, sí kunngerð nr. 25 frá 26. mars 1996: "Kunngerð um at merkja liðugt pakkaðar matvørur."

Í kunngerðini verða serliga hesi viðurskifti ásett:

Í merkingakunngerðini er einki krav um merking av tilsetingarevnum. Tó er tað í matvørulógini heimild fyri at seta danska positivlistan í gildi í Føroyum, sí matvørulógina, §18, 3. stk.

Várið 1998 boðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan øllum heilsølum og bakarum frá, at ásetingarnar í merkingakunngerðini fóru at verða settar í verk, áðrenn 1998 var farið afturum. Eisini varð boðað frá, at um krøvini í merkingakunngerðini ikki vórðu gingin á møti innan eina ávísa freist, vórðu góðkenningarviðurskiftini hjá viðkomandi virki viðgjørd, og í ringasta føri vildi góðkenningin verða tikin aftur og virkið harvið latið aftur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Eftirlitsarbeiðið í.s.v. merkingakunngerðina er um at verða liðugt, og sum heild kann sigast, at krøvini í merkingakunngerðini nú (veturin/várið 1999) eru gingin á møti.

D. Kyksilvur (Hg) og PCB í grind

Í august 1998 kunngjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landslæknin og Deildin fyri arbeiðs- og almennaheilsu eitt kosttilmæli um grind.

Sjálvt kosttilmælið er hetta:

Spik.

Eitt høgt innihald av PCB í spiki fær okkum at mæla til, at vaksin fólk í mesta lagi eta grind og spik til døgurða 1-2 ferðir um mánaðin.

Besti háttur at verja fostrið móti teimum skaðiligu árinunum frá PCB, sum illgruni er um, er, at gentur og kvinnur halda seg heilt frá at eta spik, til tær hava átt børnini.

Grindatvøst.

Kyksilvurinnihaldið í tvøsti er høgt, og grindatvøst er okkara størsta einstaka kyksilvurkelda. Vit mæla tí til, at vaksin fólk ikki eta meira enn 1-2 døgurðar um mánaðin.

Kvinnur, ið ætla at gerast við barn innan 3 mánaðir, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti, eiga helst einki grindatvøst at eta.

Innvølir.

Grindalivur og grindanýru eiga als ikki at verða etin.

_____________________________

Hetta tilmæli er tað, sum í løtuni verður mett ráðiligast. Koma upplýsingar fram, ið broyta verandi vitan, so verður støða tikin til, í hvønn mun nevnda kosttilmæli skal broytast.

Í mun til kosttilmælið frá 1989, so setir hetta kosttilmælið serliga fleiri avmarkingar fyri kvinnur í barnførum aldri.

Orsøkin til, at man kannar grind fyri kyksilvur og PCB, er, at grindahvalur stendur so ovarlaga í føðiketuni. Bæði kyksilvur og PCB hópast upp, og jú ovarlagari veran stendur í føðiketuni, tess hægri er innihaldið av hesum evnum í ávikavist tvøsti og spiki.

Tað verður sagt, at grindatvøst og spik er gott fyri fólk, og seinastu árini hevur nógv verið talað um, at havfitin, sum er í spiki, er gagnlig ímóti hjartaæðrasjúkum. Kosttilmælið um grind viðger ikki hesi viðurskifti, men vísir bert á, at í grindatvøsti og spiki eru evni, ið sambært altjóða myndugleikum á hesum øki kunnu elva til heilsuskaða.

Um ynski er um at fáa kosttilmæli um grind í síni heild, kann hetta fáast við at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

E. Ítøkilig svar til fyrispurningarnar frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni

Spurningur 1: Hvørjar kanningar verða gjørdar av innfluttum matvørum, so sum seyða-, svína- og neytakjøti, flogfenaði,
                        eggum, eplum, grønmeti o.ø.

Víst verður til pkt. B, og serliga talvurnar I-V í hesum punkti. Í hesum talvum sæst, at tað verður serliga kannað fyri Salmonellu.

Innflutt egg, eplir og grønmeti eru ikki kannað av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Spurningur 2: Hvørji eru úrslitini frá slíkum kanningum farnu t.d. 5 árini viðvíkjandi:

1)

upprunalandi

Í.s.v. innflutningseftirlit verður ikki hugt eftir upprunalandi. Tað er heldur ikki krav at upplýsa upprunaland í merkingini av tí liðugt pakkaðu matvøruni, uttan so at tað er villleiðandi fyri brúkaran. Sí krøv í merkingakunngerðini, pkt. C. Upprunaliga ynskti Heilsufrøðiliga Starvsstovan at hava hetta sum krav í merkingakunngerðini, men hetta vann ikki frama, tí hetta er heldur ikki krav í teimum londum, vit vanliga innflyta mat frá.

Verður kjøt o.a. vørur innfluttar úr øðrum londum enn Norðanlondum, Stórabretlandi og Írlandi, so skal heilsu- og upprunaváttan fylgja við vøruni, sí kunngerð nr. 55 frá 26.05.1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum.

Sí annars frágreiðing undir pkt. A.

2)

framleiðslu-umstøðum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannar ikki framleiðsluumstøðurnar í útlondunum.

Allur matur, sum verður innfluttur til Føroyar, eigur at verða tilvirkaður á góðkendum fyritøkum í útlandinum (autoriseraðar fyritøkur) og undir eftirliti av útlendskum myndugleikum.

Sí annars frágreiðing undir pkt. A.

3) aldri á innfluttari vøru Hetta skal fylgja merkingakunngerðini. Í.s.v. at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur havt eitt átak fyri at fáa merkingakunngerðina at virka í praksis, hava vit hugt eftir, um formligu krøvini til datomerking eru nøktandi, sí pkt. C.

Vit hava ikki kannað enn, um tann ásetta haldgóðskutíðin er eftirfarandi, og hvørjar kanningar virkið hevur gjørt fyri at áseta haldgóðskuna.

Fyri nøkrum árum síðani kannaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan haldgóðskuna á føroyskum, skivaskornum viðskera frá í hvussu so er trimum framleiðarum í Føroyum. Samstundis vórðu tiknar royndir av donskum skivaskornum viðskera til haldgóðskukanningar fyri at hava eitt grundarlag at gera samanberingar á.

Úrslitið vísti, at sum heild vóru tær donsku vørurnar í lagi á síðsta søludegi, meðan allur tann føroyski skivaskorni viðskerin ikki var í lagi á síðsta søludegi.

Annars kannar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki aldurin, ella hvussu leingi matvøran hevur ligið á goymslu í útlandinum, tá matvøran verður innflutt til Føroyar.

4) góðsku á innfluttari vøru Gjørt verður innflutningseftirlit, sí pkt. B og serliga talvurnar í hesum punkti.

Eftir at innflutta vøran er komin í handilin og verður bjóðað út í almenna sølu, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan higartil næstan ongar kanningar gjørt av góðskuni av vøruni.

5) bakteriunøgdum Verður ikki kannað.

Vanliga verður bert kannað fyri Salmonellu.

6)

innihaldi av hald-evnum, litevnum o.ø.

Verður ikki kannað.

Tað er ikki eitt krav, at hetta skal merkjast á ta liðugt pakkaðu matvøruna, sí frágreiðingina pkt. C.

Ein av orsøkunum til, at hetta ikki er eitt krav í verandi merkingakunngerð, er, at kunngerðin er fyrsta merkingakunngerð av sínum slagi. Kunngerðin hevur annars serliga haft týdning fyri føroyskan mat, sum verður bjóðaður út í almennari sølu í Føroyum.

Á útlendskt pakkaðum mati eru hesi viðurskifti vanliga upplýst í merkingini.

Haraftrat svarar verandi merkingakunngerð til ta orku, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur til at fremja eftirlit/kanningar.

7)

nøgd av kyksilvuri

Verður ikki kannað á innfluttum mati.

Orsøkin til, at man hevur kannað grindatvøst fyri kyksilvur, er lýst í pkt. D.

8)

nøgd av PCB

Verður ikki kannað á innfluttum mati.

Orsøkin til, at man hevur kannað spik fyri PCB, er lýst í pkt. D.

9)

nøgd av tungmetallum annars

Verður ikki kannað á innfluttum mati.

Viðmerkingar:

Orkan í.s.v. eftirlit av matvørum í Føroyum (bæði innfluttari matvøru og matvøru framleiddari í Føroyum til heimamarknaðin) verður serliga brúkt til at góðkenna og at hava eftirlit við matvøruvirkjum eftir § 32 í matvørulógini. Greinin ásetir, at tað er forboðið at fara undir sølu av matvørum, fyrrenn góðkenning er fingin til vega frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Í.s.v. góðkenning og eftirliti av matvøruhandlum, matstovum og -virkjum verður serliga hugt eftir teimum fysisku umstøðunum, so sum:

Eru tey fysisku viðurskiftini í.s.v. løggildingina/góðkenningina nøktandi, er vandi fyri bakteriudálking/fysiskari dálking minimeraður.

Málið avgreitt.