100-16 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann,
viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands
F y r i s p u r n i n g u r
Hvørja mannagongd nýtir landsstýrið, tá mett verður um kostnaðin og um dygdina
av sjúklingaviðgerð í ymsum londum. Og hvør mannagongd verður nýtt, tá metast skal
um tørvin á hjálpar- og røktarstarvsfólki uttan fyri viðgerðarstaðið, tá talan
er um ambulanta sjúklingaviðgerð?
Viðmerkingar
Tað, sum fær meg at seta henda fyrispurning, er tann mótsigandi, ógreiði og
ørkymlandi boðskapurin, ið landsstýrið seinasta hálva árið er komið við, tá
talan er um sjúklingaviðgerð uttanlands. Í hesum máli er trupult at síggja ta
fráboðaðu "skipaðu ætlanina" hjá samgonguni um, hvussu fullveldið
Føroyar skal skipast.
Sagt hevur verið, at aftaná at øll viðurskifti eru kannað væl og virðiliga, at alt er útgreinað her heima hjá okkum sjálvum, og greiðar ætlanir eru gjørdar, tá fyrstani verður farið út um landoddarnar at samráðast
Niðanfyri kann vísast á nøkur dømi um ørkymlandi boðskap landsstýrisins.
Vit hava hoyrt landsstýrismannin í heilsumálum greitt frá, at føroyingar fáa betri viðgerð fyri ávísar krabbameinssjúkur í Danmark, enn danir fáa sjálvir. Seinni vísti tað seg tó, at landsstýrismaðurin hevði mistikið seg.
Í heyst var landsstýrismaðurin í heilsumálum í Degi og Viku og greiddi føroyingum frá um samráðingar, hon hevði havt við danska heilsumálaráðharran Carsten Koch. Samráðingarnar snúðu seg sambært landsstýrismanninum um at tryggja støðið á sjúklingaviðgerð av føroyingum í Føroyum og Danmark undir fullveldinum.
Eisini greiddi landsstýrismaðurin frá samráðingum við Søren Pind, borgarstjóra í íbúðarmálum í Keypmannahavnar Kommunu. Samráðingarnar snúðu seg um at fáa eina hædd afturat í bygninginum, har sjúklingahotellið Hotel Tórshavn heldur til fyri at gera tað meiri rúmsátt hjá sjúklingum og avvarðandi.
Seinni hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at talan ikki er um at leiga eina nýggja hædd, men bert at fáa góðkent eina av verandi hæddunum á Hotel Tórshavn, sum í dag ikki er góðkend til at hýsa sjúklingum. Eisini varð greitt frá ætlanini hjá landsstýrinum at finna nýggj høli til sjúklingahotel í Keypmannahavn.
Beint fyri jól frættist í fjølmiðlunum frá landsstýrismanninum í heilsumálum, at landsstýrið arbeiðir við ætlanum at senda føroyskar sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum enn Danmark, tí viðgerðin kann fáast betri og bíligari aðrastaðni.
Ísland varð nevnt sum eitt stað við betri viðgerðarmøguleikum, enn vit kunnu fáa í Danmark. Sjómannsheimið Ørkin í Reykjavík var sambært landsstýrismanninum væl egnað sum sjúklingahotel, sjálvt um einki heilsustarvsfólk er knýtt at Ørkini.
Sum eina av grundgevingunum fyri møguliga at flyta viðgerðina til onnur lond enn til Danmarkar hevur landsstýrismaðurin tikið tjóðveldisretorikkin til sín. At vit sjálvi rinda fyri viðgerðina, og tí skulu senda sjúklingar har, ið vit fáa mest fyri peningin. Í hesi royndini at sannføra fólk um, at føroyingar sjálvir rinda fyri sjúklingaviðgerð uttanlands, gloymir landsstýrið at greiða frá, at kostnaðurin av sjúklingaviðgerð uttanlands upprunaliga varð lagdur í heildarveitingina úr Danmark. Henda verður javnað uppeftir á hvørjum ári, eisini í avtaluni, ið núverandi samgonga hevur gjørt við donsku stjórnina.
Hesar mótstríðandi og ógreiðu ætlanir landsstýrisins hava longu ført til stúran og ótryggleika millum fólk, men vónandi kann svarið uppá henda fyrispurning geva okkum eina greiðari mynd av pørtum av heilsupolitikki samgongunnar.
Á tingfundi seinni sama dag varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.
Á tingfundi 12. februar 1999 svaraði Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki gjørt nakra serstaka kanning av kostnaðinum og dygdini av sjúklingaviðgerð í ymsum londum.
Um hetta mynstrið verður broytt, so kann møguleikin ikki útihýsast, um so er, at sjómansheimið skal brúkast til sjúklingahotel, at tað noyðist at verða útbygt við neyðugum røktar- og hjálparstarvsfólki. Hetta velst tó um, hvat slag av sjúklingum talan er um, og hvussu vánaligir hesir sjúklingar eru.
Arbeiðið við at finna eitt nýtt Hotel Tórshavn er farið í gongd.
Málið avgreitt.