Fyrispurningur um sølu á uppboðssølu

100-10 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum um sølu yvir uppboðssølu

Ár 1998, 13. november, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni

Fyrispurningur

  1. Hvussu stórur partur av tí botnfiski, ið landaður er í Føroyum higartil í ár, er seldur yvir uppboðssølu?
  2. Hvussu stórur er hesin partur í mun til tað, ið selt varð yvir uppboðssølu í 1997 og 1996?

Viðmerkingar:

Í mars mánaði í ár fall lógin um íløgustuðul endaliga burtur og sostatt eisini kravið um, at 30% av veiðuni skuldi landast yvir eina uppboðssølu.

Ásannandi, at fleiri av smærru fiskavirkjunum, sum serliga sóðu dagsins ljós undir og eftir kreppuna, eru nógv bundin at tí fiski, tey kunnu keypa á uppboðssølu, er áhugavert at fáa fram, um møguleikin hjá hesum virkjum at fáa hendur á fiski er broyttur, eftir at kravið um, at ein partur av fiskinum skal seljast á uppboðssølu, er burtur.

Tí verður settur fram hesin fyrispurningur

Á tingfundi 17. november 1998 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 16. december 1998 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Svar til spurning 1.

Nøgdin, sum her er nevnd undir "Uppboðssøla", er samlaða nøgdin, sum er seld yvir telefon- og gólvuppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya og telefonsøluna hjá lønjavningargrunninum, meðan "Onnur søla" er selt beinleiðis frá skipi til virkir og fiskakeyparar í Føroyum.

1998 (ikki talt við landingar av sild, makreli og ídnaðarfiski)
Frá 01.01.98 til 30.09.98 Nøgd í tonsum % partur av samlað
Uppboðssøla

31.322

37,7

Onnur søla

51.848

62,3

Íalt

83.170

100

Svar til spurning 2.

Nøgdin, sum her er nevnd undir "Uppboðssøla", er samlaða nøgdin, sum er seld yvir telefon- og gólvuppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya og telefonsøluna hjá lønjavningargrunninum, meðan "Onnur søla" er selt beinleiðis frá skipi til virkir og fiskakeyparar í Føroyum.

1997 (ikki talt við landingar av sild, makreli og ídnaðarfiski)
Frá 01.01.97 til 01.12.97 Nøgd í tonsum % partur av samlað
Uppboðssøla

40.581

40,8

Onnur søla

58.977

59,2

Íalt

99.558

100,0

 

1996 (ikki talt við landingar av sild, makreli og ídnaðarfiski)
Frá 01.01.96 til 01.12.96 Nøgd í tonsum % partur av samlað
Uppboðssøla

33.866

38,3

Onnur søla

54.471

61,7

Íalt

88.337

100,0

Viðmerkingar

Nøgdin av fiski, sum verður seld á uppboðssølu, er ikki broytt munandi, eftir at lógin um at 30% av veiðuni skuldi landast yvir eina uppboðssølu, er endaliga burtur.

Hinvegin kann nøgdin, sum fer á uppboðssølu frá teimum ymisku økjunum í Føroyum verða ymisk nú, í mun til tá hvørt einkult skip seldi 30% á uppboðssølu.

Málið avgreitt.