Fyrispurningur um pensjónsreform

 

 

100-9  Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landssstýrismann viðvíkjandi pensjónsreformi

Ár 1998,  13. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Brekmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu gongst hjá nevndini, sum landssstýrismaðurin í almannamálum setti í seinastu tingsetu til at kanna pensjónsøkið?
  2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at farast kann undir tann stóra pensjónsreformin, sum samgongan setti út í samgonguskjalið?

Viðmerkingar:

Endamálið við hesum fyrispurningi er ein roynd at skunda undir ein pensjónsreform við føstum persónligum inngjaldi burtur av tí skatti, ið øll gjalda, og sum yvir eitt áramál við rentutilskriving hevði klárað at hækkað allar pensjónir við fleiri túsund krónum um mánaðin.

Í samgonguskjalinum stendur m.a. hetta: "Pensjónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerðar. Endamálið er, at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Nevndin, sum er sett at kanna pensjónsøkið, ger arbeiði sítt liðugt, og úrslitið verður viðgjørt í samgonguni, og neyðug stig framd."

Nú er væl fráliðið, síðan nevndin varð sett, og hon átti at havt latið kanningarúrslit og málsetning við einum pensjónsreformi úr hondum.

Tingið arbeiðir í løtuni við javning av pensjónum. Lógin kostar 20 mió. kr. at seta í verk. Tað er stór einstøk játtan, men virkningurin fyri hin einstaka pensjónistin er ikki nøktandi, bert nakrar fáar 100 kr. í part. Enn eitt prógv fyri, at verandi pensjónsskipan ikki er nøktandi.

Her skulu størri stig takast, og pensjónsmálið hevur skund. Tíðin er yvirbúgvin til, at allir føroyingar, sum enn ikki hava eina eftirlønarskipan út yvir fólkapensjónina, skjótast fáa eina persónliga pensjónstrygging, sum verður fíggjað við uppsparing yvir goldna skattin og yvir arbeiðsmarknaðin.

Tann "fólkatrygging", sum Fólkaflokkurin hevur talað fyri í áravís, hevði virkað soleiðis, at um 6-7% av útgoldnari miðal løn vórðu tikin burtur av skattinum, sum hvør løntakari, sum er, rindar, hevði henda samansparing á eina persónliga pensjónstrygging hjá tí einstaka løntakaranum eftir fáum árum ført til, at mánaðarliga pensjónsupphæddin hevði hækkað fleriri túsund krónur.

Eisini hevði ein slík fólkatrygging styrkt orkuna hjá landskassanum til at goldið teimum, sum ikki kunnu luttaka á arbeiðsmarknaðinum, eina væl hægri pensjón, enn tey nú fáa við verandi beinleiðis veitingarskipan, sum upprunaliga var ætlað øllum borgarum, og sum tískil ger ongan nøgdan.

Á tingfundi 17. november 1998 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. mars 1999 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

  1. Tað er rætt, at fyrrverandi landsstýrismaðurin Óli Jacobsen fyrreikaði at seta eina nevnd, men at henda nevndin skuldi gera kanningar, er ein misskjiling. Tað varð ætlanin, at henda nevndin skuldi "koma við hugskotum til loysnir, og annars meta um tey uppskot, sum Almanna- og heilsumálastýrið letur evna til". Tað skal viðmerkjast, at nevndin formliga ongantíð varð sett, tí val varð útskrivað áðrenn.

Arbeiðið við einum nýggjum pensjónsreformi er skipað á tann hátt, at ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til eina skipan, sum áleggur øllum borgarum, sum hava inntøku, at rinda til sína egnu pensjónsskipan. Arbeiðsbólkurin er settur saman við umboðum úr Føroya Lívstrygging, peningastovnunum, Fíggjarmálastýrinum og Almanna- og heilsumálastýrinum. So skjótt sum eitt tilmæli og eitt uppskot fyriliggja, verða tey send til hoyringar m.a. hjá teimum pørtum, sum ætlandi skuldu vera umboðað í nevndini hjá undanfarna landsstýrismanni, sum spyrjarin sipar til.

Tað verða lutfalsvís alt fleiri eldri, og ynski landsstýrisins er, at fólkapensjónin verður hækkað. Tað almenna fær sostatt alsamt vaksandi øktar útreiðslur, verða ikki onnur tiltøk eisini sett í verk.

Avgerð er tí tikin um at skifta frá, at samfelagið fíggjar alla pensjónir, til at tey, sum hava inntøku, fíggja sína egnu pensjón; t.v.s. ein umlegging frá skattafíggjaðari pensjón til egna pensjónsuppsparing. Samfelagið eigur framhaldandi at áteka sær at veita pensjón til tey, sum ongan uppsparingsmøguleika hava haft. Tað merkir, at tann samhaldsfasta fólkapensjónin verður varðveitt, samstundis sum farið verður undir eginfíggjaða pensjón.

Skal samfelagið áleggja fólki eginfígging, má hetta verða ein individuell fígging. Ein samhaldsføst broytir einki frá verandi skipan, tí tað aftur verður ein skattur, sum tann einkulti ikki hevur vissu fyri, at hann fær aftur.

Tað kann nevnast, at eitt alsamt vaksandi tal av landsins borgarum í dag fáa sær eginpensjónsuppsparing.

Í dag góðkennir skattavaldið pensjónskassar, tvs., at vit hava í dag eina góðkenningarskipan, hetta tó bert í tann mun, at pensjónsinngjaldið er skattafrít.

Skipanin, sum verður lagt upp til, eigur at verða gjørd undir fylgjandi fortreytum:

Útgangsstøðið kann sostatt vera ein minimumslóg, tvs. at tað almenna áleggur hvørjum borgara at gjalda minimum eitt ávíst prosent av inntøkuni inn til eina pensjónsuppsparing.

Tað fyrsta árið má hetta prosentið vera lágt, t.d. 2%, og spakuliga vaksandi, hægst við 1% um árið, til tað er umleið 10-15%.

Samstundis sum arbeitt verður við at seta eina tvungna eftirlønarskipan í verk, verður nýggj lóg um almennar pensjónir løgd fyri tingið nú. Henda lógin ber í sær, at allir fólkapensjónistar hava rætt til eina grundarupphædd og eina pensjónsviðbót. Grundarupphæddin verður ikki ávirkað av teirri inntøku, sum pensiónisturin hevur umframt pensjónina.

Landsstýrismaðurin hevur eins og Fíggjarmálastýrið ásannað, at skattligu viðurskiftini hjá pensiónistum tykjast rættiliga fløkjaslig. Arbeitt verður tí eisini við spurninginum um at einfaldgera skattingina av pensiónistum og við spurninginum um, hvørt skattafrádráttur skal veitast í sambandi við persónligu eftirlønaruppsparingina.

Í triðja lagi er tað ætlan landsstýrisins at hækka pensjónsviðbótina munandi. Heldur enn bert at javna tær almennu pensjónirnar, sambært prístalinum, í ár 2000, metir landsstýrið, at tað er rættast eisini at hækka pensjónsviðbótina til fólkapensiónistar munandi. Men tess skjótari skjøtil verður settur á at spara upp til persónliga eftirlønartrygging, og tess skjótari vit megna at fáa inngjaldið upp á eitt nøktandi prosent, tess minni verður sjálvandi tørvur á framhaldandi at hækka samlaðu játtanina til pensjónsøkið.

Upphæddirnar, sum skulu gjaldast út sambært lógini um almennar pensjónir, verða ásettar í serstakari ásetingarlóggávu. Eisini henda lógin verður løgd fyri tingið so skjótt sum tilber.

Samanumtikið kann til spurning 2 verða svarað, at allar tær omanfyri nevndu lógirnar verða lagdar fyri tingið sum skjótast – og væntandi her í vár við tí endamáli, at allar lógirnar fáa gildi ísenn pr. 1. januar ár 2000.

Lógin um almennar pensjónir er løgd fyri tingið. Ásetingarlógin verður framløgd innan 14 dagar og lóggávan um pensjónsuppsparingina verður væntandi framløgd í seinasta lagi á Ólavsøku.

Ætlan landsstýrismansins var, at allar hesar lógir skuldu vera klárar at leggja fyri tingið áðrenn seinasta framløgudag her í mars, men tað eydnaðist tíverri ikki. Men landsstýrismaðurin fer at royna at fáa undirtøku fyri at leggja uppskotini fyri tingið, so hvørt sum tey eru liðug, til tess at geva øllum pørtum høvi til at viðgera málini væl og virðiliga.

Málið avgreitt.