Fyrispurningur um sjúkraflutning

100-3 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi sjúkraflutningi við tyrlu komandi vetrarhálvu

Ár 1998, fríggjadagin 28. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvørja loysn ætlar landsstýrið at seta í staðin, nú eingin tyrla hjá donsku sjóverjuni verður frá miðjum oktober til 1. apríl?
  2. Verður roynt at gera eina avtalu við donsku sjóverjuna, so teir ikki gevast kortini, ella vil landsstýrið áleggja Atlantic Airways at røkja hesa uppgávuna eisini?
  3. Um landsstýrið áleggur Atlantic Airways hesa uppgávuna, hvørja upphædd skal felagið so hava játtaða til útbúgving og setan av neyðugum tali av flogskiparum?
  4. Um Atlantic Airways skal røkja uppgávuna, verður so samstundis eisini latin eykajáttan til sjúkrahúsini, so tey kunnu gjalda fyri hesa flúgving?

Viðmerkingar:
Tað er nú greitt, at danska verjan ikki ætlar at hava sjóverjutyrluna flúgvandi við Føroyar komandi vetrarhálvu. Sagt verður, at tað er tí, at teir ikki hava neyðuga talið av flogskiparum tøkt. Frá hálvum oktober til fyrsta apríl verður eingin donsk tyrla til at røkja tær uppgávur, sum hon nú í mong ár hevur røkt. Í hesum sambandi verður serliga hugsað um sjúkraflutning frá útjaðaranum til Havnar og til Vágar, men sanniliga eisini um sjúkraflutning frá fiskiførum við Føroyar og til bjargingar og leitingaruppgávur.

Sum eitt dømi um sjúkraflutning kann nevnast, at fyri Suðuroynna so vóru í 1996 15 sjúkraflutningar, harav 8 í nevnda tíðarskeiði, meðan talið fyri 1997 var 9, harav 5 í vetrarhálvuni. Hvussu nógvar túrar talan er um aðrastaðir frá í landinum, og hvussu nógvar túrar talan er um við sjúklingum frá fiskiskipum o.ø., kenni eg ikki. Vit mugu tó rokna við, at tíðin frá tí, at tyrlan fer úr Vágum, til hon er aftur í Vágum, ikki er minni enn ein góður tími og kanska reiðiliga tað fyri hvønn túrin. Kostnaðurin fyri tyrluna hjá Atlantic Airways er 300 kr./min.

Men her er spurningurin eisini um at hava eina tilbúgving, sum veitt kann verða serliga útjaðaranum og okkara og øðrum sjómonnum.

Eisini er vert at minnast til, at danska sjóverjan altíð hevur sent egna lækna við til sjúkraflutningin, um tað hevur verið mett neyðugt.

Um Atlantic Airways skal átaka sær at røkja tað arbeiðið, sum báðar tyrlurnar seinastu árini hava røkt, hvat sjúkraflutningi viðvíkir, so mugu teir hava eina játtan til útbúgving og setan av tyrluflogskiparum. Fyri tað fyrsta til at útbúgva flogskipararnar til at kunnu flúgva myrkaflúgving, og harnæst mugu teir seta aðrar flogskiparar afturat, um teir skulu bjóða eina tilbúgving, sum er lík henni, vit eru von við.

Danska sjóverjan hevur ikki tikið gjald fyri sjúkraflutningin, meðan Atlantic Airways hevur, og tískil verður eisini neyðugt, at sjúkrahúsini fáa eina eykajáttan til endamálið.

Uttan at taka dagar ímillum, hvørja loysn landsstýrið velur, so má tað standa landsstýrinum púra greitt, at tænastustøðið á hesum øki ikki má lækkast. Hetta er ein spurningur um, hvussu tryggleikin verður á okkara sjóøki, í útjaðaranum og um alt landið sum heild, og har er einki at geva út av.

Í ásannan av, hvussu týdningarmikið hetta mál er, verður hesin fyrispurningur settur fram.

Á løgtingsfundi 31. august 1998 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 2. oktober 1998 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar

Føroyska sjúkrahúsverkið nýtir í fleiri førum tyrlu til sjúkraflutning. Vanliga verður danska sjóverjutyrlan nýtt, hetta tí at manningin á donsku tyrluni hevur serkunnleika til hetta slag av flúgving. Harumframt hevur danska sjóverjutyrlan lækna við umborð. Í summum førum, tá ið danska sjóverjutyrlan ikki er til taks, verður føroyska tyrlan nýtt. Tað skal nevnast, at fyri føroyska sjúkrahúsverkið er tað kostnaðarfrítt at nýta donsku tyrluna, meðan føroyska sjúkrahúsverkið rindar fyri nýtslu av føroysku tyrluni. Fyri nøkrum árum síðani, tá ið føroyska tyrlan var undir Strandfaraskip Landsins, og tað var Vaktar- og Bjargingartænastan, sum røkti bjargingaruppgávuna hjá føroysku tyrluni, var hetta kostnaðarfrítt fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

Í 1996 nýtti føroyska sjúkrahúsverkið tyrluflúgving í 28 førum. Í 1997 í 20 førum, herav vóru 6 við føroyskari tyrlu. Higartil í 1998 hava 17 tyrluflúgvingar verið, herav 5 við føroyskari tyrlu.

  1. Sagt skal verða frá, at hvørki Almanna- og heilsumálastýrið ella føroyska sjúkrahúsverkið hava fingið nakra fráboðan um, at eingin tyrla verður frá miðjan oktober til 1. apríl. Almanna- og heilsumálastýrið hevur tí ikki tikið nøkur neyðug stig í hesum sambandi. Hinvegin skal nevnast, at spurningurin viðvíkjandi donsku tyrlutilbúgvingini hevur verið frammi, tá ið statsministarin Poul Nyrup Rasmussen var í Føroyum og vitjaði. Hann lovaði, at hann skuldi taka málið uppaftur.

  2. Almanna- og heilsumálastýrið kann ikki áleggja Atlantic Airways at røkja tyrluflúgving.

  3. Sum áður nevnt, so hevur Almanna- og heilsumálastýrið ikki heimild at áleggja Atlantic Airways hesa uppgávu. Tað hava tí ikki verið samráðingar millum Atlantic Airways og Almanna- og heilsumálastýrið. Almanna- og heilsumálastýrið veit tí ikki, hvørja upphædd felagið skal hava til útbúgving og setan av neyðugum tali av flogskiparum, um so var, at Atlantic Airways átók sær hesa uppgávu.

  4. Um so er, at føroyska sjúkrahúsverkið fær munandi útreiðslur í samband við, at danska tyrlan møguliga gevst at flúgva í Føroyum vetrarhálvárið, so vil tann spurningurin verða tikin upp til ta tíð.

Málið avgreitt.