Fyrispurningur um sethúsamiss

100-2 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum

 

Ár 1998, týsdagin 18. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum heilt ella lutvíst orsakað av niðurskriving av sethúsavirðunum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita eftir við skuld, uttan at ogn er afturfyri?

Viðmerkingar:
Øllum kunnugt komu nógvir føroyingar illa fyri orsakað av fíggjarkreppuni, ikki minst teir fyrrverandi sethúsaeigarar, sum við stórari sethúsaskuld saman við arbeiðsloysi ikki høvdu møguleika at verða verandi í egnum húsum. Hesir hava sera lítlar møguleikar at fóta sær aftur og harvið gerast førir fyri aftur at seta føtur undir egið borð. Nógvir teirra sita við skuld uppá fleiri hundrað túsund krónur og gjalda eins nógv fyri hesa skuld, sum onnur gjalda fyri at sita í egnum húsum. Hetta hevur sera óhepnar avleiðingar fyri familjulívið, har fysiski karmurin ikki er í lagi, og mong kunnu sigast at vera heimleys, tí eingin veruligur leigupolitikkur finst í Føroyum.

Vanligi skattaborgarin hevur bjargað bankunum við milliardainnskoti yvir skattapeningin. Tíverri hava bankarnir ikki eftirgivið skuld hjá sethúsaeigarunum í tann mun, sum flestu høvdu væntað og vónað, og kann hetta als ikki góðtakast. Viðurskiftini hjá hesum fyrrverandi sethúsaeigarum mugu avgjørt takast til viðgerðar, nú gjørt er upp í bankamálinum, og bankin, hvørs fíggjarligu viðurskifti sigast blóma, aftur hevur skrivað upp sethúsavirðini. Eitt fólk, sum skal byggja land undir slíkum umstøðum, hevur ikki tær neyðugu fortreytirnar, og er ikki nóg motiverað at leggja alla orku í.

Á løgtingsfundi 28. august 1998 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 6 . oktober 1998 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur sett mær fyrispurning um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum heilt ella lutvíst orsakað av niðurskriving av sethúsavirðinum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita við skuld, uttan at ogn er aftanfyri.

Tað eru ikki nógvir føroyingar, ið ikki á ein ella annan hátt, hava merkt sviðan av kreppuni – tað verði seg búskaparliga og ikki minst menniskjaliga.

Spurningurin hjá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, leggur upp til, hvørjar ætlaninr landsstýrið hevur at hjálpa einum ávísum parti av teimum, ið komu illa fyri av kreppuárunum. Hetta er tí ein sera trupul spurningur, og verður tað ringt hjá landsstýrinum at grípa inn. Um landsstýrið grípur inn, verður tað við generellum reglum, og verður tað ringt í hesum førum.

Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til, at tað eru stór lán í húsunum og tí eisini nógvar ymiskar orsøkir til, at fólk eru komin í hesa truplu støðu.

Vanliga sethúsamynstrið hjá okkum er, at fólk byggja sær egin hús á rímiliga ungum aldri. Tað er tí rættiliga vanligt, at lánini í húsunum eru stór. Gerast hesi fólk arbeiðsleys ella fara tey munandi niður í løn, ber illa til at halda gjaldsskyldurnar. Um húsaprísirnir samstundis eru falnir, er heldur ikki møguleiki fyri at sleppa undan skuldini við at selja húsini.

Tað eru onnur, ið hava meir ella minni vinnulig lán í húsunum, og svíkur vinnan, eru tey í somu støðu.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað ikki bara vóru tey, ið fóru á tvang, ið komu í eina trupla støðu. Tey, sum valdu at verða verandi í húsunum, hava sanniliga eisini merkt kreppuna í aðrar mátar, og hóast tað stríðst víðari undir sera truplum umstøðum. Fyri mong teirra kemur niðurfrysta skuldin aftur fyri ein dag, og nýggjar gjaldsavtalur skulu gerast. Tíbetur eru mong av teimum við at koma fyri seg aftur fíggjarliga.

Eg kann tó upplýsa Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um, at nakað er longu gjørt á hesum økinum.

Sonevnda "Sethúsaavtalan", sum var ein avtala millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin við m.a. rentunullstillingum og avdráttarskáa saman við løgtingslógini um at hækka rentufrádráttin úr 40% upp til 48% var ein roynd at skipa so fyri, at meginparturin av sethúsaeigarunum kundu verða verandi í húsunum. Sethúsaavtalan tók tað fyrsta nosið hjá mongum og broddin av tvingsilssølunum.

Tey, ið hava mist húsini og framvegis standa í stórari skuld, hava í dag tveir møguleikar at fáa endaliga loysn á skuldarspurningunum. Ein møguleiki er skuldarsanering eftir konkurslógini, og hin møguleikin er avtala við lánistovn.

Við skuldarsanering verður avtala gjørd millum lángevara og lántakara, har funnið verður fram til, hvussu stóran part av skuldini, tað er realistiskt fyri lántakaran at gjalda innan fyri eitt ávíst áramál. Endamálið við lógini er at hjálpa fólki, ið eru komin út í vónleysa skuld. Skuldarsaneringar eftir konkurslógini hava ikki verið nógvar.

Húsalánsgrunnurin hevur í kunngerð nr. 55 frá 28. apríl 1998, fingið heimild til at gera endaliga upp við skuldarar, eftir at eingin trygd ella ogn er at fáa fulnað í.

Eg havi í hesum sambandi vent mær til fíggjarstovnarnar og fingið upplýst, at teir hava gjørt nógvar avtalur um sethúsaskuld. Fíggjarstovnarnir hava eisini upplýst mær, at teir framvegis fara at gera gjaldsavtalur við fólk, sum mistu hús síni av kreppuni. Hesi fólk skulu bert venda sær til fíggjarstovnin við ynski um at fáa greiði á sínum skuldarviðurskiftum.

Í hesum sambandi skal nevnast, at rentufrádrátturin er galdandi fyri hesi lán, sjálvt um húsini eru mist.

Tað ber ikki til hjá landsstýrinum at gera individuellar avtalur um sethúsaskuld, tað mugu lánistovnarnir gera.

Tá Jenis av Rana, løgtingsmaður, so altráur fyrst hevur spurt Anfinn Kallsberg og nú meg, so man hann hava gjørt sær sínar egnu tankar um, hvat eigur at verða gjørt, og hann er vælkomin við uppskotum

Málið avgreitt.