Havumhvørvisvernd

 

96  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet" við broytingum landsstýrisins.

Almennar viðmerkingar
a) Galdandi lóggáva
Galdandi lóg um vernd av havumhvørvinum er ríkislóg nr. 130 frá 9. apríl 1980 (om beskyttelse af havmiljøet), sum er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan nr. 318 frá 26. juni 1985.

Eftir verandi kgl. fyriskipan er eftirlitið av havumhvørvislógini innan føroyska fiskimarkið og í føroyskum havnum lagt til Føroya landsstýri. Fráboðanir um havdálking skulu fráboðast til landsstýrið, og landsstýrið hevur ábyrgdina av at basa dálking á føroyskum havøki innan fiskimarkið. Landsstýrið hevur lagt hesa uppgávuna til Vaktar- og Bjargingartænastuna. Nakrar heimildir eru í danska umhvørvismálaráðnum, serliga veitan av loyvum til dumping (t.d. søkking av skipum) og loyvum til útleiðing í hav frá borivirksemi, frálandavinnu o.t.

Í kunngerð nr. 20 frá 8. apríl 1987 er álagt kommununum at hava móttøkuskipanir fyri oljurestir og -blandingar, kloakk og burturkast í føroysku havnunum. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur eftirlitið við, at kommunurnar halda sínar skyldur eftir kunngerðini.

Við undantaki av omanfyri nevndu kunngerð um móttøkuskipanir í føroyskum havnum eru ongar av teimum kunngerðum, sum eru settar í gildi í Danmark við heimild í lógini, lýstar at galda í Føroyum. Í Danmark er komin nýggj havumhvørvislóg, nr. 476 frá 30. juni 1993, við seinni broytingum.

Endamálið við havumhvørvislógini frá 1980 var at lúka reglurnar í ymsum altjóða sáttmálum um havdálking frá skipum, m.a. MARPOL-konventiónina. Altjóða havumhvørvissamstarvið gjørdi tað neyðugt við eini dagførdari lóg um vernd av havumhvørvinum, tí neyðugt er, at reglurnar um dálking av havumhvørvinum frá skipum og øðrum virksemi eru so eins sum gjørligt í teimum ymsu londunum.

Í Føroyum eru lýstar at galda fylgjandi altjóða sáttmálar um verju av havumhvørvinum:
Konventión nr. 96 frá 8/10 1984 um fyribyrging av dálking frá skipum.
Konventión nr. 35 frá 3/4 1974 (Oslo) um havdálking og útblaking frá skipum og flogførum.
Konventión nr. 15 frá 6/2 1976 (London) um havdálking og dumping.
Konventión nr. 3 frá 11/1 1980 (Paris) um havdálking frá landi av.
Konventión frá 16. september 1971 millum Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki (Københavner-aftalen) um fyribyrging av olju- og kemikaliudálking av havinum. Sáttmálin er góðkendur av løgtinginum í løgtingsmáli 42/1991, men sáttmálin er ikki lýstur enn.

Tann 23. oktober samtykti Føroya løgting at seta Millumlandasáttmálan um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (OSPAR) í gildi fyri Føroyar. Sáttmálin hevur til endamáls at fremja allar fyriskipanir, sum eru møguligar til tess at fyribyrgja og vinna á dálking av havinum. Fyri at varðveita heilsu hjá fólki og vistskipanirnar í havinum, hevur sáttmálin harafturat til endamáls at fremja neyðugar fyriskipanir til tess at verja havøkið móti skaðaárinum, sum kunnu standast av mannaávum.

Í sambandi við løgtingsmál nr. 5/1993 um lóg um leiting eftir olju og gassi á føroyskum øki varð álagt, at arbeiðssetningurin hjá oljuráðleggingarnevndini eisini skuldi vera at gera uppskot til lóg og kunngerðir viðvíkjandi oljudálking av havumhvørvinum.

Oljuráðleggingarnevndin boðaði í skrivi til Føroya landsstýri tann 11. mars 1996 frá, at hon metti, at havdálking frá boripallum og umsiting av umhvørvisreglum fyri útleiðing frá boripallum átti ikki at verða viðgjørt í oljuhøpi einans, tí slík mál eru tvørgangandi og hoyra av røttum heima í umhvørvislóggávuni og hjá umhvørvismyndugleikunum.

Landsstýrið tók undir við hesum sjónarmiði og gjørdi av at seta ein arbeiðsbólk.
Manningin í arbeiðsbólkinum var henda:
Jacob Pauli Joensen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Eilif Gaard frá Fiskirannsóknarstovuni,
Djóni Weihe / Jóan Karl Høgnesen frá Vaktar- og Bjargingartænastuni,
Arne Nørrevang frá Oljuráðleggingarnevndini,
Herálvur Joensen frá Oljufyrisitingini,
Jalgrim Hilduberg og Tine Wilsøe hava verið skrivarar hjá arbeiðsbólkinum.

Undanfarni landsstýrismaður í umhvørvismálum, Eilif Samuelsen, hevur verið í samband við ríkisumboðsmannin viðvíkjandi spurninginum um at fáa donsku havumhvørvislógina, nr. 476 frá 30. juni 1993 við seinni broytingum, setta í gildi fyri Føroyar, og tók arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum tí støði í hesi lóg. Bólkurin hevur lagað til danska uppskotið til nýggja kgl. fyriskipan innan havumhvørvið soleiðis, at landsstýrið í størst møguligan mun hevur ábyrgdina fyri havumhvørvinum innan føroyska fiskimarkið. Harumframt hevur bólkurin gjørt viðmerkingar til broytingarnar, sum eru framdar í mun til ta donsku lógina. Í aðrar mátar verður víst til donsku viðmerkingarnar, ið eru hjálagdar sum skjal 3.

Arbeiðsbólkurin gjørdi uppskot um, hvørjar kunngerðir eiga at koma í gildi fyri føroyska økið, og kom við uppskoti um fyrisitingar- og eftirlitsskipan, sí álitið frá arbeiðsbólkinum (skjal 2).

Álit varð latið fyrrverandi landsstýrismanninum tann 26. september 1997. Orsakað av at løgtingsval varð útskrivað, varð uppskotið ikki lagt fram. Vinnumálastýrið hevur síðani - orsakað av at so long tíð var gingin frá ti, at arbeiðsbólkurin var liðugur við uppskot sítt – havt samband við donsku umhvørvismyndugleikarnar, og teirra seinastu viðmerkingar komu í ár (1999).

b) Samandráttur av nýskapanini við uppskotinum
Í mun til galdandi kgl. fyriskipan um havumhvørvið frá 1985 er uppskotið ein endurskoðan samsvarandi donsku havumhvørvislógini frá 1993 við seinni broytingum.

Sambært uppskotinum eru allar heimildir innan fyri føroyska fiskimarkið lagdar til Føroya landsstýri at fyrisita.

Eftir galdandi fyriskipan er fyrisitingin av útleiðingarloyvum frá borivirksemi o.t. hjá danska umhvørvismálaráðnum, meðan eftirlitið er hjá Føroya landsstýri.

Í nýggja uppskotinum er ásetanin av treytum fyri útleiðing, tað sum kann samanberast við umhvørvisgóðkenningar, eisini lagt til føroyskar myndugleikar at umsita, hóast danskir myndugleikar skulu hoyrast, áðrenn kunngerð um útleiðing verður sett í gildi.

Sama er við veitan av loyvum til dumping. Tó er dumping avmarkað til træskip og fram til ár 2004, sum er í tráð við reglurnar í OSPAR-konventiónini

Burtursæð frá ávísum tillagingum orsakað av, at landsstýrið hevur myndugleikan innan fyri føroyska fiskimarkið, er kgl. fyriskipanin lík teirri donsku havumhvørvislógini. Uppskotið er formað soleiðis, at innan fyri føroyska fiskimarkið er tað landsstýrið ella stovnar, sum landsstýrið hevur heimilað til tess, sum hava fyrisitingina av góðkenningum, eftirliti v.m.

Tá nýggja kgl. fyriskipanin, saman við kunngerðum, er sett í gildi fyri Føroyar, er føroyska lóggávan innan havumhvørvið samsvarandi tí donsku. Føroyar kunnu tá lúka treytirnar í konventiónum, sum Danmark hevur ratifiserað, t.d. OSPAR.

c) Fíggjarligur kostnaður av uppskotinum
Landskassin hevur ikki havt serligar útreiðslur av verandi fyriskipan um vernd av havumhvørvinum, tí stórvegis fyrisiting hevur ikki verið av hesum málsøkið.

Broytingarnar í nýggju fyriskipanini føra ikki í sær sjálvum til øktar útreiðslur; men tær neyðugu kunngerðir, ið verða settar í gildi við heimild í hesi lóg, og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman, m.a. komandi oljuleitingar á føroyskum havøki, krevja økta orku til umhvørvisfyrisiting og – eftirlit.

Arbeiðsbólkurin bað Vaktar- og Bjargingartænastuna og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um eina meting av kostnaðinum, sí skjal 2 síðu 5 – 8. Hesar metingar bygdu á ta fortreyt, at kunngerðirnar, sum skulu útfylla karmarnar í lógini, vórðu settar í gildi samstundis sum kongliga fyriskipanin. Landsstýrismaðurin hevur tó gjørt av, at hesar ikki verða settar í gildi, fyrr enn ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet" er sett í gildi. 

Fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna verður í fyrstu atløgu neyðugt at fáa eina upphædd upp á umleið 1,2 mió.kr. árliga, ella svarandi til umleið 3 fólk. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri, at stovnurin skal átaka sær hetta arbeiðsøkið. Harafturat vísti stovnurin á, at tað skjótt kann gerast neyðugt við størri orku, tá ið oljuleiting kemur at fara fram.

Hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni er neyðugt at betra um móttøkuna av fráboðanum, betra um eftirlitið við føroyska havøkinum, betra um útgerðina til tilbúgving og upptøku av oljudálkingum, betra um upplæringina av manningum og at fáa játtan til keyp av meiri útgerð. Sostatt verður í fyrstu atløgu talan um ein tørv upp á nakrar milliónir.

Roknast má sostatt við, at umsiting av nýggju lógini um vernd av havumhvørvinum og umhvørvisfyrisiting sum heild fer at krevja økta orku komandi árini.

d. Hoyringssvar
Uppskotið hevur verið til hoyringar, og hevur Vinnumálastýrið fingið viðmerkingar frá Fiskivinnustýrinum, Føroya Reiðarafelag, Sjóvinnufyrisitingini, Føroya Kommunufelag og Kommunubólkinum.

Her verður gjørd ein stutt lýsing og viðgerð av nøkrum av viðmerkingunum. Viðmerkingarnar frá teim nevndu eru í Vinnumálastýrisins journal 2710-1/94.

Fiskimálastýrið sigur í sínum viðmerkingum, at MARPOL-reglurnar eru galdandi fyri føroysk skip, og at Vaktar- og Bjargingartænastan fremur landsstýrisins skyldu um eftirlit og verndartiltøk.

Vísandi til partin um fyrisitingar- og eftirlitsbygnað, verður sagt, at tað ikki er landsstýrið, men landsstýrismaðurin við tí avvarandi málsøkinum, sum hevur ábyrgdina av fyrisiting, eftirliti, fráboðanarmóttøku, vernd og basing av dálking av føroyskum havøki, og tí má hesin parturin rættast til sambært stýrisskipanarlógini.

Fyrisitingin sambært kongligu fyriskipanini má leggjast til avvarandi landsstýrismann ella stýri hansara, og kann landsstýrismaðurin síðani gera avtalur við aðrar um at loysa hesar uppgávur. Í hesum mugu tær fíggjarligu avleiðingarnar havast í huga beinanvegin.

Fiskimálastýrið sigur seg ikki kunna góðtaka, at eftirlitið við at basa havdálking og móttaka fráboðanir við lóg verður løgd til Vaktar- og Bjargingartænastuna, sum er ein partur av fiskimálastýrinum. Fiskimálastýrið kann hava ábyrgdina og myndugleikan, um hetta verður ásett í lógini. Fíggjarliga byrðan má ikki leggjast til Fiskimálastýrið uttan so, at Vinnumálastýrið og avvarandi landsstýrismaður gera avtalu um neyðuga játtan.
Viðm.: Hetta skal fáast í lag við samstarvsavtalu millum Vinnumálastýrið og Fiskimálastýrið.

Spurningur verður settur við § 7, um hvørjar altjóða avtalur talan kann verða um.
Viðm.: Vísast skal til viðmerkingarnar í donsku lógini til § 7, sum vísir, at eingin broyting er her í mun til galdandi lóg.

Viðvíkjandi § 21 verður sagt, at havumhvørvislógin ikki má mótvirka lógini um vinnuligan fiskiskap, har øll útblaking er bannað.
Viðm.: Vísast skal til viðmerkingarnar í donsku lógini í § 21, sum svarar til § 23 í galdandi lóg, sum vísir, at her er samsvar við lógina um vinnuligan fiskiskap.

Føroya Reiðarafelag spyr í sínum viðmerkingum um fyrisiting og eftirlitsbygnað, hví landsstýrið ikki skal hava ábyrgd av VVM-viðgerðini (t.e. Vurderinger af og Virkninger på Miljøet).
Viðm.: Vísast skal til, at hetta má vera ein misskiljing. Slík heimild liggur í oljulóggávuni.

Gjørt verður galdandi, at landsstýrið skal luttaka á altjóða regluskapandi samstarvinum og ikki Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum arbeiðsbólkurin hevur skotið upp. Hetta tí, at hetta kann vera óheppið, tá kærumyndugleiki og eftirlit verða mannað av somu persónum.

Spurt verður, hví § 2 í lógini ikki umfatar útlendskar plattformar og flogfør.
Viðm.: Hetta er ikki so, og sæst hetta í viðmerkingunum til § 2.

Viðvíkjandi § 8 verður tikið til eftirtektar, at tað skal standa "færøske organisationer og statslige myndigheder".

Í § 10 verður spurt, hví danir skulu gera reglur um "oljejournalens førelse og indretning".
Viðm.: Talan er um eina danska lóg, og har danskar mannagongdir eru ásettar.

Spurt verður, hví § 56 ikki er strikað, og her skal viðmerkjast, at tað er tí, at talan er um møgulig krøv í MARPOL regi.

Víst verður á, at tá ið loyvir verða broytt ella tikin aftur sambært § 57, skal vinnan hava endurgjald í slíkum førum.
Viðm.: Loyvir verða broytt ella tikin aftur, tá "hensynet til havmiljøet gør det fornødent. Í viðmerkingunum til § 57 er hetta útgreinað, og verður m.a. sagt: "det følger af almindelige forvaltningsregler, at tilbagekaldelse skal varsles og kan finde sted uden erstatning".

Sjóvinnufyrisitingin vísti á, at tvær kunngerðir vantaðu í yvirlitinum. Hesar eru tiknar við.

Kommunubólkurin "Føroya Býarfelag" boðaði í skrivi frá, at teir ynsktu ein fund við Vinnumálastýrið, tí at sakkønu fólk teirra mettu, hetta vera neyðugt. Á fundinum komu hesar viðmerkingar:

Tilbúgvingarætlaninin, sum er ein avgjørd fortreyt fyri, at trupulleikar viðvíkjandi dálking o.ø. kunnu loysast, tá teir henda, má taka støðu til og greiða trupulleikarnar.

Kommunubólkurin metir, at fortreytin fyri, at uppgávurnar, sum skulu loysast sambært lógini, er, at tilbúgvingarætlanin fyriliggur. T.v.s. at greitt má vera, hvat kommunurnar skulu gera, hvussu fráboðan og samskipan skal fara fram, og hvør stýrir.
Viðm.: Vinnumálastýrið hevur sent viðmerkingarnar viðvíkjandi tilbúgvingarætlanini til bólkin, sum arbeiðir við hesi uppgávu.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar
Viðmerkingar eru gjørdar til tær lógargreinarnar, har broytingar eru gjørdar orsakað av serligum føroyskum viðurskiftum. Annars verður víst til donsku lógarviðmerkingarnar.

Ad. § 2. Í hesi grein er innsett eitt nýtt stk. 4, har ásett er, at heimildirnar eftir stk. 3 um stuttleikafør eru lagdar til landsstýrið innan fyri føroyskt fiskimark. Líknandi broytingar eru gjørdar í fleiri øðrum greinum.

Ad. § 8. Í stk. 3 verður ásett, at har landsstýrismaðurin ásetir reglur, skal landsstýrið reika fyri neyðugum hoyringum av felagsskapum og myndugleikum.

Ad. § 11. Ásett verður, at á føroyskum sjóøki er ikki loyvt at útleiða olju. Sjóøkið gongur út á 3 fjórðingar úr landi.

Ad. § 13. Her verður danskt sjóøki broytt til føroyskt sjóøki.

Ad. § 20. Her verður gjørd sama broyting sum í §13.

Ad. § 21. Í hesi grein verður sett nýtt stk. 3 um, at landsstýrið innan fyri føroyska fiskimarkið hevur heimildina eftir stk. 2 at áseta reglur um útblaking av slógvi og feskum fiski.

Ad. § 22. Í nýggjum stk. 4 verður ásett, at landsstýrið fær heimild at áseta reglur um útblaking av matvørum frá boripallum og skipum við boripallar á føroyskum fiskiveiðiøki.

Ad. § 24. Reglan í stk. 1 um, at landsstýrið kann áseta reglur um móttøkuskipanir í føroyskum havnum, finst eisini í galdandi skipan, samb. kunngerð nr. 20 frá 08.04.1987.

Ad. § 26. Skotið verður upp at taka av § 26, stk. 5, sum óneyðuga at galda fyri føroyskt sjóøki, og í staðin verður sett nýtt stk. 5, har ásett verður, at loyvi krevst frá einum av landsstýrinum heimilaðum stovni til at dumpa havbotnstilfar á føroyskum havøki.

Ad. § 28. Her verður eins og í broytingini av § 26 ásett, at landsstýrið hevur eftirlitið og heimildina at áseta reglur viðvíkjandi upptøku og søkking av havbotnstilfari innan føroyska fiskimarkið.

Ad. § 30. Frá danskari síðu kom uppskot um nýggja orðing av § 30, sum samsvarar nøkulunda við verandi orðing. Henda innniber, at danska Umhvørvismálastýrið skal hoyrast um mál um útleiðing av evnum í havi.
Sett er nýtt stk. 3, har ásett verður, at heimildin at áseta reglur í sambandi við úttøming og burturkast í sambandi við útvinning av ráevnum herundir olju úr føroyska havbotninum er hjá landsstýrinum.

Ad. § 31. Eftir § 31 kemur landsstýrið at áseta reglurnar um brenning av ruski á boripallum.

Ad. § 32. Landsstýrið kann eftir stk. 2 áseta reglur um krøv til brennievni til nýtslu á boripallum.

Ad. § 33. Reglurnar í stk. 2 og 3 í lógini um skjóttgangandi ferjur verða eisini galdandi fyri sigling til føroyskar havnir, og eftir stk.. 3 kann landsstýrið áseta neyðugar reglur.

Ad. § 34. Í hesa grein verður sett nýtt stk. 2 um, at innan fyri føroyska fiskimarkið hevur landsstýrið ábyrgdina av basing av olju- og aðrari dálking. Hesa ábyrgd hevur landsstýrið eisini eftir galdandi fyriskipan.

Ad. § 35. Í greinina er innsett nýtt stk. 7 um, at kommunurnar hava ábyrgdina av upprudding av tí dálking, sum rekur inn á land.

Ad. § 38. Ásett verður í nýggjum stk. 5, at fráboðanir um dálking innan fyri føroyska fiskimarkið skulu fráboðast til Føroya landsstýri, ella til tann, sum landsstýrið heimilar at taka ímóti fráboðanum. Ætlanin er, at Vaktar- og Bjargingartænastan skal taka ímóti fráboðanunum.

Ad. § 41. Innsett er nýtt stk. 2 um, at heimildin at áseta reglur viðvíkjandi føroyskum havnum er hjá landsstýrinum.

Ad. § 42. Á føroyskum sjó- og fiskiveiðiøki hevur landsstýrið, ella tann, sum landsstýrið heimilar til tess, eftirlitið við ólógligari dálking frá skipum og boripallum.

Ad. § 43. Eftir stk. 6 fær landsstýrið, ella tann, sum landsstýrið heimilar til tess, heimild at fremja neyðug tiltøk at fyribyrgja dálking.

Ad. § 43a. Heimildin at seta skipum, sum ikki halda lógarreglurnar, forboð at koma í føroyskar havnir verður løgd til landsstýrið, samb. stk. 6.

Ad. § 44. Heimildin at krevja trygd frá eigarum av skipum og boripallum fyri dálking og at halda aftur skip og boripallar, til trygd er sett fyri dálking, verður løgd til landsstýrið.

Ad. § 45. Eftirlitið við, at lóg og kunngerðir við heimild í lógini verða hildnar á føroyskum sjó- og veiðiøki, verður lagt til landsstýrið, ella til ein stovn, sum landsstýrið heimilar til tess. Hesa eftirlitsskyldu hevur landsstýrið eisini eftir galdandi skipan.

Ad. § 48. Ásett verður í stk. 3, at umsitingin í Føroyum av havumhvørvislógini við tilhoyrandi kunngerðum verður løgd undir landsstýrið ella stovnar, sum landsstýrið heimilar til tess.

Ad. § 49. Í hesa grein verður ásett, hvør skal hava boð um avgerðir, sum landsstýrið ella heimilaðir stovnar taka avgerð í.

Ad. § 51 og § 52. Ásett verður í hesum greinum reglur um kærumyndugleika, og hvør kann kæra avgerðir, ið landsstýrið ella tess stovnar hava avgreitt."Tilbageholdelsesnævnet " er nevnd, sum er sett við heimild í lóg um skipatrygd.

Ad. § 53a. Landsstýrið umsitur reglurnar í grein 33 um skjóttgangandi ferjur og kann eftir hesi grein eisini gera av, um kærur skula virka tálmandi.

Ad. § 54. Til vísindaligar kanningar á føroyskum sjó- ella fiskiveiðiøki krevst loyvi frá landsstýrinum ella tí stovni, sum landsstýrið hevur heimilað til tess.

Ad. § 55. Tá føroyskir myndugleikar koma at umsita havumhvørvislógina á føroyskum sjó- og fiskiveiðiøki, fær landsstýrið heimild at áseta reglur um gjøld fyri útreiðslur av umsitingini.

Ad. § 62. Sett er inn í lógargreinina, at landið eisini kann koma undir revsiábyrgd. Ávísingin til § 60 verður strokin, tí eingin líknandi grein finst í føroysku kommunulógini.

Ad. § 64. Eftir nýggju lógini verður søkking í havið (dumping ) ikki loyvd. Í stk. 3 verður skotið upp at hava eina skiftisreglu, sum loyvir undantaksloyvi at søkkja træskip til ár 2004.

Skjøl:

  1. Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet.
  2. Álit frá arbeiðsbólkinum.
  3. Viðmerkingar til donsku havumhvørvislógina.(Burturúrlagdar sí folketingstidende 1992 - 93 A sp. 7277)

1. viðgerð 10. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og  eftir 1. viðgerð 10. mars 1999 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 12., 13. og 15. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Eyðun Elttør, landsstýrismann.

Ein samd nevnd mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins, tí at tað er bæði sjálvsagt og neyðugt, at lóggáva finst, sum í tráð við altjóða krøv verjir havumhvørvi okkara.

2. viðgerð 20. apríl 1999. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.

J.nr. 691-6/99