Fólkapensjón

 

93  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999,  5. mars, legði , Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi
 

U p p s k o t
t i l
løgtingslóg um broyting í lóg um fólkapensjón

 § 1.

Í lóg um fólkapensjón, sbr. lovbekendtgørelse nr. 103 af 02.03.1988 om folkepension, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16.04.1997, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 3, stk. 2, verður "70" broytt til "67"

2) Í § 4, stk. 1, verða orðini "for personer under 67 år og efter reglerne i § 6 for personer i alderen 67-70 år, ikke repræsenterer en værdi, der overstiger 16.100 kr." strikað og í staðin sett orðini "ikki umboðar eitt virði, sum fer upp um frádráttarfríu inntøkuupphæddina soleiðis, sum hon er ásett við løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum "

3) Í § 4, stk. 2, verður aftaná "grundbeløb" sett "og bíðiviðbót".

4) § 6 verður strikað

5) Í § 17, stk. 2 verður "70" broytt til "67"

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 1999.

Viðmerkingar:
Sum ein liður í sparingunum bleiv fólkapensjónslógin broytt við gildi frá 1. januar 1993. Broytingin hevði við sær, at grundupphæddin í fólkapensjónini fyri persónar 67 –70 ár ikki longur var óheft av fíggjarligu viðurskiftunum hjá viðkomandi, men bleiv tengd at arbeiðsinntøkuni. Broytingin bleiv tó ikki galdandi fyri aðra inntøku, so sum rentuinntøku, aðra kapitalinntøku, eftirløn, pensjón o.l.

Ætlanin við broytingini var at fáa tey 67 – 70 ára gomlu, ið enn vóru á arbeiðsmarknaðinum at gevast at arbeiða, soleiðis at yngri fólk kundu sleppa framat.

Broytingin var ikki heppin og hevði álvarsliga sosiala slagsíðu, tí hon bert gekk út yvir tey, ið royndu at tjena nøkur oyru sum ískoyti til pensjónina, meðan tey, ið t.d. høvdu góða pensjón, ella sum í aðrar mátar høvdu ráð til ikki at arbeiða, enn fingu grundupphæddina, frá tí at tey fyltu 67 ár.

Í nýggju pensjónslógini, ið hevur verið løgd fyri løgtingið 3 ferðir, seinast síðsta vár, var ætlanin, at tey 67 –70 ára gomlu skuldu hava grundupphæddina uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini annars. Lógin er tó ikki komin í gildi orsakað av tíðarneyð og løgtingsvali í úrtíð, og enn er uppskotið um nýggja pensiónslóg ikki komið aftur í løgtingið.

Hesin órættur móti teimum 67 –70 ára gomlu, hevur nú staðið við í 5 ár, og má tíðin tí vera komin at fáa broytt lógina aftur.

Ætlanin er, at broytingin skal hava gildið frá 1. januar 1999. Kostnaðurin av broytingini verður mettur til 2,7 mió.kr. um árið.

1. viðgerð 19. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur vegna Javnaðarflokkin lagt málið fram tann 5. mars 1999, og eftir 1. viðgerð 12. mars 1999 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 29. mars 1999.

Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 9. apríl 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 19-8-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 13. apríl 1999 løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen fram soljóðandi  

B r o y t i n g a r u p p s k o t

 Í § 2 verður "1. januar 1999" broytt til "1. august 1999"

3. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen og Jóanis Nielsen til § 2 samtykt 17-1-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

L.l.nr. 36/1999 frá 23.04.1999