Fólka- og farmaflutningur

 

92  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan og tingmenninar Jógvan á Lakjuni, Dan R. Petersen, Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Edmund Joensen fram soljóðandi

U p p s k o t
til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

 § 1.

§ 2 í løgtingslóg nr. 51 frá 01.06.1977 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 13.06.1995, verður soljóðandi:
"§ 2. Landsstýrið skipar fyri sjóvegis sambandi á hesum leiðum:
Vágur – Tórshavn, Tvøroyri – Tórshavn, Skúvoy – Sand, Skopun – Gamlarætt, Nólsoy – Tórshavn, Tórshavn – Skálafjørður,  Vestmanna – Oyragjógv, Sørvágur – Mykines, Leirvík – Klaksvík, Klaksvík – Kalsoy, Hvannasund – Fugloy,  Hvannasund - Svínoy."

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. august 1999. 

Viðmerkingar:
Løgtingslógin um fólka- og farmaflutning er frá 1977. Hon er broytt tvær ferðir. Í 1993 var § 2 tikin av, og í 1995 var § 6 tikin av.

Uppskotsstillararnir halda, at við núverandi stýrisskipanarlóg fyri eyga var tað rætt at gera tær broytingar, sum framdar vóru í 1993 og 1995.

Broytingin í 1993 førdi við sær, at løgtingið segði frá sær rættin til beinleiðis at vera við í tilrættalegging av samferðsluni í Føroyum. Seinna broytingin førdi við sær, at landsstýrið ikki longur skuldi spyrja løgtingið eftir, um so var, at tað setti nýggjar rutur á stovn.

Uppskotsstillararnir halda, at hóast løgtingið hevur sagt frá sær rættin til at vera við í beinleiðis tilrættalegging av samferðsluni, so eigur løgtingið tó at verða eftirspurt, tá talan er um niðurlegging av sjóvegis sambandi.

Hetta tí, at broytingin í sjóvegis sambandi meir enn broytingar á øðrum samferðsluøkjum hevur stórar avleiðingar við sær, alt eftir hvat øki verður rakt.

Uppskotsstillararnir halda, at hetta uppskot kundi verið viðkomandi fyrr, men tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum í fjør tók avgerð um at steðga Skálafjarðarsiglingini, vísti tað seg týðiliga, hvussu lítla ávirkan løgtingið hevði á slíkt álvarsmál.

Verður hetta uppskot samtykt, so hevur løgtingið lagt fast, hvar sjóvegis farleiðir eiga at vera, og skuldi tá verðið friður á økinum frameftir. Alt prát um at leggja farleiðina til Suðuroynna um Sandoynna er tá liðugt, og sigling upp á Vág er tá staðfest í lóg.

Við hesum viðmerkingum sum grundarlagi leggja uppskotsstillararnir tí fram fylgjandi broytingaruppskot.

1. viðgerð 9. mars 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. apríl legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram tann 5. mars 1999 og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 13. apríl 1999.

Meirilutin í nevndini (Jógvan á Lakjuni, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

Í § 1 verða orðini "Skopun – Hest, Hest – Gamlarætt", sett inn aftaná orðini "Skopun - Gamlarætt".  

Heini O. Heinesen, Jákup Suni Joensen og Henrik Old taka støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 15. apríl 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini til § 1 samtykt 17-7-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-3-11. At málið sleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 19. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-2-13. Málið avgreitt.

L.l. nr. 38/1999 frá 23.04.1999