Almannapensjónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -3

Bræv frá Tórshavnar Býráð til Føroya landsstýri
dagfest 7. mars 1996

 

 Landsstýrið hevur sent kommununi uppskot til løgtingslóg um sosialar pennsjónir og biðið um viðmerkingar kommununar.

Uppskotið hevur ikki fingið politiska viðgerð og eru viðmerkingarnar tí frá umsitingini.

Umsitingin metir lógaruppskotið sum ein stóran bata bæði fyri brúkaran og umsitingina, men hevur tó nakrar viðmerkingar og uppskot til broytingar.

§ 3 og § 4: Í viðmerkingunum verður sagt, at reglurnar um upptjening o.a. komu í gildi pr. 1. januar 1995 sum tillaging til "Nordisk konvention om sosial sikring", sum Føroyar hava samtykt at taka undir við. Men tað eru eisini føroyingar, sum eru búsitandi partar av lívinum í øðrum londum, sum Føroyar ikki hava avtalu við. Hesir kunnu koma illa fyri, um teir bert hava verið búsitandi í Føroyum t. d. seinastu 20 árini áðrenn pensjónsaldur. Tí eigur á ein ella annan hátt at verða viðmerkt, at ásetningarnar í § 3 og 4 bert eru galdandi, um viðkomandi samstundis hevur rætt til pensjón frá øðrum landi, sum avtala er gjørd við. Møguliga eigur eisini at verða álagt umsitingini at hjálpa viðkomandi persóni at fáa útgoldið ta pensjón, hann hevur rætt til frá øðrum landi.

§ 23, stk. 3: Tað framgongur ikki nóg greitt av lógartekstinum, at pensjónsviðbótin verður lækkað við grundarlagi í inntøkuni hjá báðum samlivandi hjúnafeløgum. Eisini um bert annar hevur rætt til pensjón.

§ 24, stk. 1: Sambært galdandi lóg kunnu frá inntøkuni dragast rakstrarútreiðslur, sum eru nýttar til at vinna, tryggja og viðlíkahalda inntøkuna. Henda regla er strikað í uppskotinum við tí grundgeving, at hesin frádráttur er tann sami sum í skattalógini og er tí innbygdur í inntøkugrundarlagið, sum eftir uppskotinum verður skattskylduga inntøkan.

Sambært uppskotinum verður tað skattskylduga inntøkan uttan skattligar frádráttir, sum verður nýtt sum grundarlag fyri ásetan av pensjónsupphæddini.

Ferðafrádráttur og frádráttur fyri dupult húsarhald. Kunnu hesir frádráttir sammetast við rakstrarútreiðslur, sum eru nýttir til at vinna, tryggja og viðlíkahalda inntøkuna? Um so er, hvussu verður tá møguligt at skilja hesar frá øðrum skattligum frádráttum?

§ 25: Tá reglurnar fyri inntøkujavning nú verða gjørdar einfaldari, hví so halda fram við at gera mun á inntøkum. Kann tað ikki vera líkamikið, hvat slag av eykainntøkum ein pensjónistur hevur. Mælt verður til, at ein eins stórur frádráttur verður galdandi uttan mun til, hvat slag av inntøku talan er um.

§ 29, stk. 3: Sambært galdandi lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. er normalgjaldið ikki eins fyri móður sum fyri faðir. Tí eigur lógin at verða orðað soleiðis, at barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd sum normalgjaldið fyri ein faðir.

§ 30, stk. 5: Eigur at broytast til: Landstýrið ásetir nærri reglur......

§ 32 sb. § 69: Óhugsandi er, at nakar persónur fær útgoldið avlamisískoyti, sum varð avloyst av avlamisviðbót, tá pensjónslógirnar vóru broyttar í 1967. Inntøkujavning skuldi undir øllum umstøðum verið óneyðug.

§ 34, stk. 4: Læknaváttanin eigur í øllum førum at verða goldin sum pensjónsútreiðsla. Annars kann vera vandi fyri, at læknin aftrar seg við at skriva váttan, um hann ivast í, hvat úrslitið verður. Eisini kann hugsast, at læknanir verða meira objektivir í sínum metingum, um teir vita, at teir altíð fáa gjald fyri váttanina.

§ 40, stk. 1: Sambært uppskotinum skal pensjónin nú gjaldast afturút eina ferð um mánaðin. Í viðmerkingunum verður sagt, at hetta er samsvarandi ásetingunum í núgaldandi fólka- og avlamispensjónslógum. Hetta man vera ein skrivivilla, tí í § 65, stk. 3. verður ásett, at veitingar eftir teimum lógum, ið verða settar úr gildi við hesari lóg, verða framhaldandi at viðgera sum forút útgoldnar veitingar.

§ 53, stk. 3: Sambært uppskotinum skal í ásetan av pensjónini ein giftur persónur javnsetast við ein einsamallan, um samlívið er slitið við sundurlesing (separatión).

Galdandi siðvenja hevur verið, at tá tað er sannlíkt, at hjún veruliga liva hvør sær, tó uttan at vera sundurlisin, so hava hesir persónar verið javnsettir við stakar persónar.

Í samband við ein møguligan kommunureform eigur møguleiki at vera fyri at flyta heimildirnar hjá Almannastovuni ella partar av hesum til kommunur at umsita. § 56 eigur tí at fáa eitt stk. 2

§ 56, stk. 2: Landsstýrið kann í samráð við avvarandi kommunu avgera, at heimildirnar hjá Almannastovuni ella partar av teimum kunnu flytast til kommunur at umsita.

§ 59, stk. 11: Ráðið eigur í teimum førum, har ein kommuna hevur eina sosiala umsiting, eisini at boða hesari kommunu frá.

Annars tekur umsitingin fult undir við, at lógin ikki eigur at verða sett í gildi, fyrr enn tøkniútgerðin er fult út tillagað og royndarkoyrd, og allar kunngerðir og leiðbeiningar, sum landsstýrið skal gera, eru gjørdar. Hetta er ein avgjørd fyritreyt fyri, at lógin skal virka eftir ætlan.

sign. Jens M. Poulsen
        byráðsskrivari og

/Eyðun Jensen, deildarleiðari