Postverk Føroya

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -7

Bræv frá Ráðnum fyri brekað til Føroya landsstýri
dagfest 4. mars 1996

 

Viðvíkjandi viðmerkingum til lógaruppskot um sosialar pensjónir
Vísandi til bræv tykkara frá  16.02.1996, j.nr. 1015-7/91 hevur Ráðið hesar viðmerkingar:

Ráðið fyri brekað gleðist yvir, at tað nú er komið so langt við arbeiðinum, at hetta uppskot hevur sæð dagsins ljós. Ráðið hevur hjá landsstýrinum eftirlýst hesum uppskoti ella intensjónunum við tí, líka síðani Ráðið varð sett á stovn. Tað hevur lætt um, a t viðmerkingar og fylgiskriv og fylgiskjøl hesaferð eru við frá landsstýrinum.

Ásannast má tó, at tíðarfreistin, vit hava at viðgera uppskotið í, er alt ov stutt, ja púra burturvið. Við tað, at Ráðið, ið er ólønt, hvørki hevur umstøður, møguleika ella orku til at geva uppskotinum neyðugu viðgerðina, fara vit at biðja um, at freistin verður longd.

Eitt samt Ráð er vónbrotið yvir hesa byrjan - skulu vit vænta somu framferð, tá fylgjandi lógir fara at koma? Verður hetta mannagongdin, eru vit skuffað.

Ráðið býtti seg í tveir bólkar. Tann eini helt, at vit ikki áttu at viðgera uppskotið undir trýsti. Hin parturin helt, at vit áttu at peika á teir veikleikar, sum vóru eyðsýndir. Úr landsstýrinum hevur verið ført fram, at arbeitt hevur verið undir stórum tíðarpressi - gamaní, men mark er fyri, hvat ein eigur at lata sær lynda, í Danmark tók tað 9 ár at smíða líknandi lóg.

Ráðið er farið undir viðgerðina og vil draga hesi viðurskifti fram. Tað fyrsta, ein bítur merki í, er, at lógin í alt ov stóran mun er ein beinleiðis umseting úr donskum, heldur enn ein uppruna føroysk lóg, laga til føroyskan hugburð og viðurskiftini í landinum annars. Tað kann staðfestast, at pensjónistar í Føroyaum eru verri fyri enn teirra líkar í grannalondunum, serliga Danmark.

Viðmerkingar til grein 2, 1. stk. Tá hetta er uppskot um føroyska løgtingslóg, meta vit, tað vera rættast, at 1. og 2. petti verða býtt um, soleiðis: at hann , ið fær veiting, hevur fastan bústað í Føroyum, ella hevur hýru við skipi, heimahoyrandi í Føroyum, verður 1. petti.

Viðmerkingar til grein 10 til og við 13
Ráðið tekur undir við hugsanini um ikki at gera børn til pensjónistar. Men gloppið frá 15 ár til 18 ár er ov langt. Hesi árini eru eitt tíðarbil, har ung fólk í stóran mun sjálvi skaffa sær inntøkur til ávis ting, sum hava teirra áhuga. Henda møguleika hava brekað ungfólk ikki. Ráðið mælir tí til, at ung millum 15 - 18 ár hava møguleika fyri at fáa eina fyribilspensjón, til tey fáa eitt veruligt endur-ella útbúgvingartilboð.

Viðmerkingar til grein 29 um barnaviðbót. Tað tykist órættvíst, at ein pensjónistur fær útgoldið barnaviðbót, meðan hon/hann er gift/ur, meðan stakir uppihaldarar eftir stk. 4 í greinini missa barnaviðbótina. Vit vita, at hesar reglur eru galdandi í Danmark, men har kunnu stakir uppihaldarar fáa mótvirði sambært reglunum í børnetilskudsloven.

Viðmerkingar til grein 30 um persónliga viðbót. Útreiðslur til egnan bústað eru ivaleyst størstu trupulleikarnir hjá pensjónistum við lítlari inntøku. Eisini her kundu vit ynskt okkum, at gjørt verður sum í Danmark, har tey hava serligar reglur viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað.

Viðmerkingar til grein 48 og 49. Greinarnar eru so langar og torskildar, at neyðugt er at fara í viðmerkingarnar fyri at skilja, hvat meint verður við. Lógargreinar eiga at vera so greiðar, at ein og hvør kann lesa seg fram til, hvat meint verður við. Ráðið metir annars, at allir pensjónistar eiga at fáa pensjónina úrgoldna. Teir gjalda síðani fyri seg eftir reglum, ið landsstýrið ásetir.

Viðmerkingar til grein 54 og 55. Rættartrygdin hjá borgarunum er í vanda, tá ein óheftur kærustovnur ikki fæst at virka. Ráðið heitir tí á landsstýrið um at fáa sett tey fólk, ið eru neyðug fyri, at ein óheft kærunevnd kann virka. Ráðið kann tí bert taka undir við grein 55 sstk. 4, tá hesi viðurskifti eru fingin í rættlag.

Viðmerkingar til grein 61, stk. 2. Í einum tílíkum ráðið skulu brúkaraumboð sita, eins og tað nú eru fólkavald í Vanlukkutryggingarráðnum.

Viðmerkingar til grein 71. Ráðið tekur undir við viðmerkingunum til grein 71 um, at tøkniútgerðin er royndarkoyrd, og at allar kunngerðir og reglugerðir, ið landsstýrið skal gera, eru gjørdar, áðrenn lógin kemur í gildi.

sign. Jens Jensen, formaður