Postverk Føroya

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -4

Bræv frá Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, til Føroya landsstýri
dagfest 6. mars 1996

Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um sosialar pensjónir

Inntøku- og frádráttarupplýsingar

Inntøku- og frádráttarupplýsingarnar eru tær inntøkur og teir frádráttir, sum eru á sjálvuppgávuni, og sum samanlagt geva ta skattskyldugu inntøkuna.

Fyribilsskrá/ sjálvuppgáva

Formliga sæð eru upplýsingarnar ikki "bindandi", fyrr enn sjálvuppgávan er latin inn.

A-Inntøkur:

Í inntøkuárinum (fyribilsskattaárinum) verða A-inntøkur ávístar gjøgnum skatttaskipanina hvønn gerandisdag í árinum alt eftir, nær arbeiðsgevarin rindar / flytur A-inntøkuna.
A-inntøkur verða defineraðar sum allar tær inntøkur, sum kunnu ávísast gjøgnum skatttaskipanina; t.v.s. í praksis allar lønarinntøkur, allar pensjónsinntøkur og allar aðrar inntøkur, sum koma ístaðin fyri lønarinntøkuna, t.d. útgjaldingar frá ALS.
Lønarinntøkur uttanlands eru ikki í øllum førum A-inntøkur, men B-inntøkur. B-inntøkur verða defineraðar sum inntøkur, sum ikki kunnu ávísast gjøgnum skattaskipanina; t.d. inntøka av egnum virki, ávísar lønir pg pensjónir uttanlands, vinningsbýti v.m.

Í praksis merkir hetta, at T&S dagliga hevur eitt dagført yvirlit yvir A-inntøkur, útgoldnar í inntøkuárinum. Yvirlitið vísir, hvat higartil er úthgoldið í árinum og av hvørjum (arbeiðsgevarin). Yvirlitið vísir ikki, um talan er um vikuløn, mánaðarløn e.tl., og merkir hetta, at tíðspunktið fyri, nær upplýsingarnar verða lisnar út, er avgerandi fyri at síggja inntøkuviðurskiftini hjá einum borgara. T.d. um upplýsingarnar verða lisnar út beint áðrenn ella beint aftaná, at mánaðarlønin er flutt gjøgnum skipanina.

B-inntøkur

B-inntøkur í fyribilsskránni eru bert álítandi í tann mun, sum skattgaldarin hevur boðað frá hesum. Tó roynir T&S at gera eina automatiska fyribilsskráseting av hesum út frá teimum tølum, sum T&S hevur, ma.a. sjálvuppgávan árið fyri.

Frádráttir

Frádráttir í fyribilsskránni eru bert álítandi í tann mun, sum skattgjaldarin hevur boðað frá hesum. Tó roynir T&S at gera eina automatiska fyribilsskráseting av hesum út frá teimum tølum, sum T&S hevur, m.a. sjálvuppgávan árið fyri.

Samanumtikið kann sigast, at upplýsingarnar  á sjálvuppgávuni eru álítandi og juridiskt bindandi og tí beinleiðis kunnu brúkast av øðrum, meðan upplýsingarnar í fyribilsskránni bert kunnu vera vegleiðandi.

Upplýsingarnar á sjálvuppgávuni eru tøkar frá umleið medio apríl árið eftir inntøkuárið. Sjálvstøðugt vinnurekandi skulu lata sjálvuppgávu inn eftir føðingardegi, í seinasta lagi innan 15. august.

Ognarupplýsingar
Frá og við sjálvuppgávuni 1995 fer T&S partvís at fylla út ognaruppgerðina fyri borgaran.

Finansiel ogn og skuld:
Upplýsingar um ultimo-saldo og ultimo-rentur á inn- og útrláni í føroyskum peningstovnum v.m. verða fluttar til T&S medio januar árið eftir. Hetta merkir, at T&S automatiskt hevur upplýsingar til tann partin á ognaruppgerðini, sum viðvíkir finansiellari ogn og skuld í føroyskum peningastovnum. Sigast skal tó, at henda skipan nýliga er komin í gildi, og kann ikki væntast, at allar upplýsingar eru nóg góðar fyrr enn um 2-4 ár, m.a. skal P-talið skrásetast á øllum konti í peningastovnunum, og tekur hetta tíð.

Upplýsingar um finansiella ogn og skuld uttanlands hevur T&S ikki, fyrr enn borgarin letur inn ognaruppgerðina (samstundis sum sjálvuppgávan skal latast inn). Tó eru ávísir møguleikar fyri at fáa upplýsingar um ogn og skuld í hinum norðurlondunum smb. dupultskattasáttmála.

Føst ogn v.m.
Upplýsingar um fasta ogn hevur T&S bert aftaná, at borgarin hevur latið inn ognaruppgerðina.

Inntøkur grein 24,1:
Talan er um inntøkur á sjálvuppgávuni, og kunnu tær uttan víðari flytast Almannastovuni. Treytin er tó, at viðkomandi hevur fingið eina skattauppgerð, t.v.s. at sjálvuppgávan er líknað og góðkend. Líkningararbeiðið fer fram í tíðini mai til oktonber árið eftir inntøkuárið.
Sum T&S hevur skilt, er talan bert um bruttoinntøkur; frádráttir á sjálvuppgávuni skulu ikki teljast við. Viðmerkjast skal, at í løtuni eru tveir frádráttir, sum eru "fastir", nevniliga frádráttur fyri inngjald til ALS og frádráttur fyri inngjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Ognarinntøkur grein 24,2:
Av teimum ognarinntøkum, sum nevndar eru í grein 24,2 í lógaruppskotinum, eru bert rentuinntøkur í føroysku peningastovnunum automatiskt tøkar hjá T&S. Hinar ognarinntøkurnar eru bert tøkar í tann mun, borgarin hevur upplýst hesar á tí innsendu ognaruppgerðini.

Inntøkur í grein 24,3:
Viðvíkjandi inntøkunum í grein 24,3, hevur T&S ikki beinleiðis tær neyðugu upplýsingarnar. Treytin er, at inntøkurnar verða markaðar, t.d. við at Almannastovan í "lønarflytingini" beinleiðis markerar, hvat slag av inntøku, talan er um. Hetta kann gerast við at ávísa tær ymisku inntøkurnar við hvørjum sínum V-tali (arbeiðsgevaratal). Viðvíkjandi samhaldsfasta, so er tað Almannastovan og Gjaldstovan, sum skulu umsita útgjaldingina, og hevur Almannatovan tí sjálv hesar upplýsingar.

Reglur smb. grein 24,5:
Reglurnar mugu ásetast sambært omanfyri standandi.

Forðingar fyri einum fríum informatiónsflowi
Helst bert forðingar, sum lóggávan setir; løgtingslóg um evnisskráir og lógir innan tey ávísu økini (skattalóg, almannalóg).

T&S hevði tann 5. mars 1996 í øðrum sambandi fund við Skrásetingareftirlitið, og varð T&S tá gjørt varug við, at eftir galdandi lóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum var einki í vegin fyri, at T&S letur upplýsingar til t.d. Almannastovuna, men Almannastovan hevur ikki heimild at nýta upplýsingarnar til samkoyring við teirra skráir við hjálp av P-talinum. Í praksis merkir hetta helst, at Almannastovan hevur ikki heimild at nýta upplýsingarnar beinleiðis við edv-flyting frá T&S við P-talinum.

Bræv frá Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, til Føroya landsstýri
dagfest 8. mars 1996

Viðvíkjandi áður sendum skrivi um viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um sosialar pensjónir

Aftaná samrøðu við Almannastovuna vil Toll- og Skattstovan gera vart við, at í nevnda skrivi, dagfest 6. mars 1996, hevur Toll- og Skattstovan skrivað positivar avmarkingar um, hvat Toll- og Skattstovan kann lata víðari til Almannastovuna, t.d. verður sagt um ognarinntøkur í grein 24,2, at Toll- og Skattstovan bert hevur upplýsingar um rentuinntøkur í føroyskum peningastovnum.

Toll- og Skattstovan hevur sostatt ikki gjørt yvirlit yvir upplýsingar, sum Toll- og Skattstovan ikki hevur. Sum dømi um upplýsing, sum Toll- og Skattstovan ikki automatiskt hevur tøka eftir galdandi lóggávu kann nevnast vinningsbýti, sum Almannastovan nevnir sum dømi um eina týðandi upplýsing.

sign. Kurt Marsen og Regin Thomsen

Bræv frá Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, til Almanna- og Heilsumálastýrið
dagfest 11. august 1997

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um sosialar pensjónir - tygara j.nr. 1015-7/91

Vísandi til skriv tygara, dagfest 4. juni 1997, verður skotið upp, at § 58 í lógaruppskotinum verður orðað soleiðis:

§ 58. Tað er Almannastovuni heimilað at heinta tær upplýsingar, sum Toll- og Skattstova Føroya hevur skrásett um inntøku- og ognarviðurskifti, til viðgerð av pensjónsmálum.
Stk. 2. Almannastovan letur Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um, hvørjir persónar hava rætt til skattafrádrátt, smb. § 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.

Viðmerkingar til stk. 1:
Við hesum uppskoti er lagt upp til, at Almannastovan til ein hvørja tíð kann heinta tær upplýsingar, sum, Almannastovan metir, skulu brúkast, til viðgerðina av pensjónsmálum, og at tað er Almannastovan, sum hevur ábyrgdina av, at víðari viðgera upplýsingarnar eftir lóg um sosialar pensjónir. Toll- og Skattstova Føroya skal ikki vera við í hesi viðgerð.

Orðingin hevur eisini við sær, at Almannastovan bert kann fáa tær upplýsingar, ið eru skrásettar hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Orðingin í uppskotinum frá 28. februar 1997 kundi tulkast soleiðis, at Toll- og Skattstovu Føroya varð álagt at fáa til vega upplýsingar, sum ikki frammanundan eru skrásettar hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og sum ikki verða brúktar av skattaumsitingini, men sum umvent hava serligan áhuga hjá pensjónsumsitingini.

Toll- og Skattstova Føroya hevur í broytingaruppskotinum lagt upp til, at kostnaðurin av pensjónslógini er Toll- og   Skattstovuni óviðkomandi. Lagt er upp til, at Almannastovan kann fáa tær upplýsingar, ið Toll- og Skattstova Føroya hevur skrásett, uttan at hetta skal tyngja fíggjarætlan stovnsins. Hetta er eisini í tráð við gongdina innan flyting av edv-upplýsingum: Í staðin fyri at Toll- og Skattstovuni verður álagt at sjóða upplýsingar saman, so verða upplýsingarnar lagdar í eitt "datavøruhús", har viðkomandi brúkari kann heinta tær upplýsingar, ið hann hevur brúk fyri.

Viðmerkinar til stk. 2:
Sum er, hevur Toll- og Skattstova Føroya bert møguleika at áseta skattafrádráttin hjá persónum, sum lúka treytirnar í § 10 í lóg um sosialar pensjónir (67 ár = fólkapensjón). Aðrar persónar, ið hava rætt til frádráttin, kann Toll- og Skattstova Føroya bert skráseta eftir fráboðan frá Almannastovuni.

Til almennu viðmerkingar landsstýrisins pkt. 4.6 ad e er at viðmerkja, at tað helst ikki er rætt at áleggja Toll- og Skattstovuni at syrgja fyri, at ymisk sløg av inntøkum verða ávíst fyri seg. Arbeiðið hesum viðvíkjandi liggur úti hjá viðkomandi lønávísara, og hevði tað verið trupult hjá Toll- og Skattstovuni - við verandi lóggávu - at kravt hetta av lønávísaranum; kanska serliga tá hugsað verður um, at hetta ikki hevði verið gjørt av skattligum orsøkum, men harafturímóti av pensjónsorsøkum.

sign. Jákup Eyðfinn Kjærbo, deildarstjóri, lógardeildin.