Almannapensjónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 3

Edv-støðan á Almannastovuni

Á Almannastovuni kunnu edv-uppgávurnar bólkast í 2 sløg.

Vanligar skrivstovuskipanir við tekstviðgerð, rokniarki, postsambandi og forritum annars, sum fáast til keyps liðug. Hesi verða avgreidd í PC-umhvørvi, har PC'arar eru samanbundnir í neti. Ambætarin er ein SCO-UNIX telda, og umframt gevur hon møguleika fyri at spyrja uppá ávísar upplýsingar inni á Elektron.

Á Almannastovuni finnast harumframt skipanir, sum eru forritaðar burturav til Almannastovuna.

Hesar uppgávur umfata:
Umsiting av pensjónum
Umsiting av forsorg
Umsiting av dagpengum
Evnisjournalumsiting
Umsiting av lønum til heimarøktina og til serstovnadeildina
Umsiting av heimahjálp
Umsiting av alimentatión
Umsiting av ansing og pleyguløn
Og aðrar smærri uppgávur

Hesar deilskipanir verða nýttar í dagliga arbeiðinum og eru sostatt funktiónsførar, men virka ikki nøktandi. Til deils eru tær ongantíð liðugt gjørdar, og viðførir hetta, at á Almannastovuni finnast ynskilistar til hvørja einastu av hesum deiluppgávum, summir fevna bert um smábroytingar, aðrir eru sera umfatandi. Og til deils er ongantíð komið so langt, at neyðugar skipanir eru gjørdar, sum á skynsaman hátt kunnu lýsa, hvørji tilknýti ein klientur hevur yvir fyri Almannastovuni, sæð í einum størri høpi. Av tí, at eingin integratión er farin fram, er mangan torført at fáa eitt rímiligt yvirlit yvir ein klient.

Hesar skipanir koyra á IMAGE databasum á HP3000 teldu. IMAGE databasin var vælumtóktur í 80'árunum, men í dag verða slíkir netverksdatabasar ikki nýttir longur, og øll nýskapan fer fram við relatiónsdatabsum, sum t.d. ORACLE, sum Føroya Gjaldstova fer at nýta í komandi fíggjar- og lønarskipan.

Á Almannastovuni eru í dag umleið 80 brúkarar. Teldan sjálv er gomul, sæð í Edv-høpi, og er ikki dimmensionerað til so nógvar brúkarar, og hetta hevur við sær, at svartíðin er ógvuliga tung, tá nbógvir brúkarar eru loggaðir inn, ella tá "tungar" uppgávur koyra. So ring, at mangan fáa fólk ikki arbeitt. Í 1996 eru teldurnar, sum hava staðið á Heimahjálparskipanini og í Sigmundargøtu (Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini) niðurlagdar, og arbeiðið, ið varð gjørt av hesum stovnum, er flutt inn á Almannastovuna. Nú serstovnadeildin og hjálpitólamiðstøðin eru lagdar inn undir Almannastovuna, samstundis sum deildir verða latnar upp í Vágunum og seinni í Sandoynni, umframt at Almannastovan hevur fyri neyðini nógv størri samskifti við Føroya Gjaldstovu, Postverk Føroya, Elektron og seinni aðrar stovnar, sum t.d. Apoteksverkið og Landsfólkayvirlitið, er upplagt, at núverandi telda ikki kann nýtast longur, men má skiftast út. Ein umlegging av øllum deilskipanum Almannastovunnar tekur 2-3 ár, og Almannastovan kann ikki bjóða arbeiðsfólki sínum at fara inn í 21. øld við eini, kann man næstan siga, so avoldaðari skipan.

Tað er tekniskt og forritanarliga møguligt at innbyggja nýggju pensjónslóggávuna í núverandi skipan til fyrsta januar 1997, men Almannastovan kann ikki liva við hesi skipan fleiri ár fram í tíðina, og tí mæla vit til, at samstundis sum nýggja pensjónsskipanin verður sett í verk, at vit forrita hesa av nýggjum við fyriliti fyri einari loysn á ORACLE databasum. Men hetta krevur, at øll pensjónsskipanin skal kravfestast av nýggjum, og síðani umprogrammerast frá botni av. Hetta er drúgt, men neyðugt abeiði, skal edvið á Almannastovuni vera til at liva við í framtíðini. Almannastovan hevur fólk, sum er ført fyri at gera hesar kravfestingar, meðan forritanararbeiðið má gerast uttan fyri húsið. Mett verður, at Almannastovan ikki kann vera klár við nýggjari skipan fyrrennn 1. januar 1998, og tá vilja summar av deilskipanum okkara sannlíkt enn verða avgreiddar á HP3000 telduni, men kunnu so leggjast yvir til nýggju skipanina í 1998/1999.

Meðan slík nýskapan fer fram, krevja núverandi skipanir at viðlíkahaldast, og tí hava vit ikki pening til at gera nýskapanir á játtan okkara.

Tí metir Almannastovan, at neyðugt verður við serligari játtan til nýgerð av edv-skipanum. Tað er ikki gjørligt uppá núverandi tíðspunkt at seta neyvan kostnað á slíka nýgerð, tí verða tølini niðanfyri "kvalifiserað giss".

Til nýprogrammering og umskúling umleið 1,5 mió.
Til keyp av relatiónsdatabasa (uml. 16.000 pr. arbeiðspláss) umleið 1,0 mió.
Keyp av høvuðsteldu til 80 brúkarar (t.d. HP9000 eins og FGJ) umleið 1,5 mió.

Tað er greitt, at tá skipanin verður sett í verk, verða ikki 80 brúkarar, men fyri at sleppa av við núverandi skipanir og núverandi HP3000 teldu, verður dentur lagdur á at umleggja allar skipanir so skjótt sum gjørligt.

Hettta eru tølini, um Almannastovan eins og í dag sjálv hevur teldurnar standandi og sjálv avgreiðir sínar koyringar.

Føroya Gjaldstova hevur sagt seg sinnaða til at samstarva við Almannastovuna um databasar og teldu, og greitt er, at loysnin tá verður nakað bíligari. Vit hava í hesum sambandi eftirlýst ein yvirornaðan politikk hjá landsstýrinum viðvíkjandi, hvørjar tankar teir gera sær viðvíkjandi framtíðar edv-loysnum í Føroyum.