Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnur

 

86  Uppskot til  lųgtingslóg um endurgjald til Arbeišsmarknašareftirlųnargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 1999,  2. mars, legši Vilhelm Johannesen, lųgtingsmašur, vegna Javnašarflokkin fram soljóšandi

U p p s k o t
til
Lųgtingslóg um endurgjald til Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin

§ 1. Śr landskassanum verša kr. 30.200.000,00 endurgoldnar Arbeišsmarknašareftirlųnargrunninum fyri mista inntųku frį 1. aprķl 1993 til 31. mars 1994. Landsstżrinum veršur heimila at gjalda upphęddina ķ fķggjarįrinum 1999.

§ 2. Hendan lóg fęr gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. 

Višmerkingar:

Ķ 1992 og 1993 var stųšan ķ fųroyska samfelagnum sera vįnalig. Arbeišsloysiš ųktist viš rśkandi ferš. Hóast eitt inngjald upp į 2,75 prosent frį hvųrjum parti į arbeišsmarknašinum, megnaši Arbeišsloysisskipanin ikki at svara hvųjum sķtt, og landskassin, sum hevši sera vįnaligt gjaldfųri hesi įrini, var ikki mentur at veita ALS nakran stušul śt yvir taš, iš landskassin sum almennur arbeišsgevari rindaši inn ķ skipanina.

Fyri at tryggja Arbeišsloysisskipanini nóg mikiš av peningi, soleišis at skipanin kundi gjalda teim arbeišstųku taš ķ lógini įsetta śtgjaldiš, vóršu ymisk tiltųk sett ķ verk frį almennari sķšu. Millum annaš fekk ALS eitt lįn śr Arbeišsmarknašareftirlųnar- grunninum (Samhaldsfasta) upp į 70 milliónir krónir. Seinni er semja gjųrd millum partarnar (ALS og AMEG) um, hvussu lįniš veršur rentaš og afturgoldiš, og gongur hetta nś sķna gongd.

Eitt annaš tiltak, iš taš almenna setti ķ verk, var, at inngjaldiš til Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin viš lóg varš koyrt ķ Arbeišsloysisskipanina ķ eitt heilt įr. Hetta varš gjųrt ķ tķšarskeišnum frį 1. aprķl 1993 til 31. mars 1994. Samlaša upphęddin, iš ALS fekk burtur śr hesum, var 30,2 milliónir krónir. Samstundis misti Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnurin eina samsvarandi inntųku. Hetta er stórt spell, tį hugsaš veršur um, hvussu illa nógv av okkara gomlu eru fyri.  

Ķ dag koyrir Arbeišsloysisskipanin vęl. Inngjųldini ķ grunnin eru munandi hęgri enn śtgjųldini. Viš hesi gongdini veršur ALS vęl konsolideraš, og skipanin veršur sostatt fųr fyri at taka ķ móti eini nżggjari kreppu, um ein tķlķk skuldi komiš. Fyri at geva ALS mųguleikan fyri konsolidering, heldur Javnašarflokkurin ikki, at taš er rętt, at įlagt veršur Arbeišsloysisskipanini at endurrinda Arbeišsmarknašareftirlųnargrunninum inntųkumissin frį 1993/94.

Tķ veršur skotiš upp, at landskassin, sum ķ dag hevur eitt ófųra gott gjaldfųri, skal endurrinda Arbeišsmarknašareftirlųnar- grunninum nevndu upphędd. Eftir uppskoti frį landsstżrinum var taš lųgtingiš, sum tók hesa inntųkuna frį eftirlųnargrunninum. Sostatt er taš nįttśrligt, at lųgtingiš nś lóggevur so, at landskassin endurrindar grunninum tapiš.

Um uppskotiš veršur samtykt, eigur upphęddin (30,2 mió. kr.), at verša lųgd afturat fęnum hjį Arbeišsmarknašareftirlųnar- grunninum, og hetta merkir, at meirinntųkan, sum grunnurin fęr ķ rentuinntųkum av hesum, kemur at įvirka śtgjaldiš śr grunninum soleišis, at taš veršur 40 kr. hęgri um mįnašin.

Annars veršur vķst į višmerkingarnar ķ lųgtingsmįli nr. 87/1998: Broyting ķ lųgtingslóg um arbeišsmarknašareftirlųnargrunn.

1. višgerš 17. mars 1999. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum 7. aprķl 1999 legši fram soljóšandi

Įlit

Javnašarflokkurin legši mįliš fram 2. mars 1999, og eftir 1. višgerš 17. mars 1999 varš mįliš beint ķ fķggjarnevndina.

Fķggjarnevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi 30. og 31. mars 1999 og hevur undir višgeršini havt fund viš landsstżrismannin ķ arbeišsmarknašarmįlum Finnboga Arge.

Ein meiriluti ķ nevndini (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sįmal P. ķ Grund) vķsir į, at landsstżriš arbeišir viš eini umskipan av eftirlųnum sum heild og tekur av hesi orsųk ikki undir viš mįlinum og męlir tinginum frį at samtykkja uppskot Javnašarfloksins.

Ein minniluti ķ nevndini (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskot Javnašarfloksins.

Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fųra fram, at tį hugsaš veršur um taš smįsinni, sum landsstżrissamgongan hevur lagt fyri dagin, tį flokkar śr andstųšuni hava sett fram uppskot fyri at bųta um stųšu teirra gomlu, veršur tikiš undir viš uppskotinum.

2. višgerš 9. aprķl 1999. §§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Mįliš sostatt falli. Mįliš avgreitt.