Arbeiðsumhvørvi

 

85  Uppskot til  løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi

A. Upprunauppskot
B. Skjal (Viðmerkingar)
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, 25. februar, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtinslóg um arbeiðsumhvørvi

KAPITTUL 1

Endamál og øki

§ 1. Endamálið við lógini er at:

  1. virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum, og

  2. skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa teirra trygdar- og heilsuspurningar, við vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum, og við vegleiðing og eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

§ 2. Henda lóg fevnir um arbeiði fyri arbeiðsgevara.

Stk. 2. Undantikið er:

  1. arbeiði í privata húsarhaldi arbeiðsgevarans,

  2. arbeiði, sum einans verður avrikað av limum í húsi arbeiðsgevarans, og sum hoyra til húskið, samanber tó § 48, stk. 1, 2. pkt.

  3. veiða og fiskiskapur,

Stk. 3. Niðanfyri nevndu reglur fevna eisini um arbeiði, sum ikki verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara, og tey arbeiði, sum nevnd eru í stk. 2, nr. 1-3:

  1. § 16 um fleiri arbeiðsgevarar v.m., sum eru á sama arbeiðsplássi, §§ 26-32 um útvegarafyritøkur o.a. og um arbeiðstakarar o.a. og § 33 um byggiharrar v.m.,

  2. §§ 34-35 um útinnan av arbeiði,

  3. §§ 38-39 um teknisk hjálpartól,

  4. §§ 40-41 um evni og tilfar,

  5. § 48, stk. 2 um ov ungan aldur, tá tað snýr seg um vandamikið arbeiði.

§ 3. Lógin hevur bert gildi fyri loftferðsluna, tá talan er um arbeiði á landi.
Stk. 2. Lógin hevur bert gildi fyri sjóvinnu og fiskivinnu í niðanfyri nevndu førum:

  1. Ferming og lossing av skipum, eisini fiskiskipum.

  2. Arbeiði hjá fyritøkum umborð á skipum, eisini fiskiskipum.

KAPITTUL 2

Trygdar- og heilsulig tiltøk á virkjum

Persónligt samband

§ 4. Á virkjum, har 1-9 fólk eru í arbeiði, eigur arbeiðið hjá virkinum viðvíkjandi trygd og heilsu at fara fram soleiðis, at mest møguligt persónligt samband er millum arbeiðsgevaran og møguligar arbeiðsleiðarar, smbr. § 20, og hini arbeiðsfólkini. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann tó gera reglur um bygnaðin av einari trygdarskipan, har hetta verður hildið at vera neyðugt.

Trygdarskipanin

§ 5. Á virkjum, har 10 ella fleiri fólk arbeiða, skal arbeiðið hjá virkinum viðvíkjandi trygd og heilsu samskipast.
Stk. 2. Arbeiðsleiðarin fyri einum virkisøki skal saman við einum trygdarumboði skipa ein trygdarbólk fyri tað ávísa arbeiðsøkið.
Stk. 3. Har eitt álitisfólk er valt, kann hetta samstundis vera trygdarumboð. Eru fleiri álitisfólk innan sama øki, kunna hesi sínámillum velja eitt trygdarumboð. Í øðrum førum velja starvsfólkini eitt trygdarumboð fyri hvørt arbeiðsleiðaraøki til at virka í trygdarbólkinum. Trygdarumboðið umboðar arbeiðsfólkið í spurningum, sum viðvíkja trygdar- og heilsuviðurskiftum teirra.
Stk. 4. Tey arbeiðsleiðaraøki, sum hava bara fá arbeiðsfólk, ella hava bara fá arbeiðsumhvørvislig vandamál, kunnu frá Arbeiðseftlitinum fáa undantak frá kravinum um serligar trygdarbólkar.

§ 6. Á virkjum, sum hava 20 arbeiðarar ella fleiri, skal trygdarnevnd skipast. Á virkjum, har ein ella tveir trygdarbólkar eru, skulu limirnir í hesum bólki ella bólkum, saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri hendan, ið hevur ábyrgdina av virkinum, skipa trygdarnevndina, soleiðis at nevndin á virkjum við einum trygdarbólki fær 3 limir, og á virkjum við tveimum bólkum fáa 5 limir. Á virkjum, har fleiri enn tveir trygdarbólkar eru, velja trygdarumboðini sínámillum 2 limir og arbeiðsleiðararnir sínámillum 2 limir. Hesir 4 limirnir skulu so saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri hendan, ið hevur ábyrgdina av virkinum, skipa trygdarnevndina, sum soleiðis fær 5 limir. Trygdarnevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við tí trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum.
Stk. 2. Eftirlitsmaðurin hjá Arbeiðseftirlitinum skal, tá hann vitjar virkið, hava samband við leiðsluna á virkinum, trygdarumboðini á staðnum, trygdarbólkarnar og umboð fyri trygdarnevndina. Tey ymsu trygdarumboðini skulu hava loyvi til at leggja fyri eftirlitsmannin hjá Arbeiðseftirlitinum allar teir spurningar, sum hava týdning fyri trygdina og heilsuumstøðurnar á virkinum.

§ 7. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um bygnaðin og virksemi hjá virkinum, viðvíkjandi arbeiði innan trygd og fyribyrging av heilsuvandum, t.d. reglur um:

  1. val av trygdarumboðum,

  2. rættindir og skyldur hjá trygdarumboðunum,

  3. stovnan av trygdarbólkum og trygdarnevndum, og arbeiðsøkjum teirra,

  4. útbúgving hjá limunum í trygdarskipanini,

  5. ta dagligu leiðsluna av trygdararbeiðinum.

Stk. 2. Fyri tey arbeiði, arbeiðsøki ella arbeiðspláss, har tað verður hildið at vera óneyðugt at hava trygdararbeiði sambært hesi lóg, er heimilað landsstýrinum at gera frávík frá reglunum í hesi lóg, ella at laga tær eftir teimum serligu viðurskiftunum.

§ 8. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at sett verður av, ein eftir viðurskiftunum, rímilig tíð til limirnar í trygdarbólkinum og trygdarnevndunum til at røkja skyldur sínar í trygdararbeiðnum.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at limirnir í trygdarbólkunum og trygdarnevndunum fáa høvi til at fáa neyðuga vitan og útbúgving í trygdarspurningum.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal geva trygdarbólkunum/trygdarnevndunum høvi til at luttaka í teimum ráðleggingum, sum viðvíkja trygdini/heilsuumstøðunum á arbeiðsplássinum.
Stk. 4. Á virkjum, har tað sambært § 5 eru ein ella fleiri trygdarbólkar, men ongar trygdarnevndir sambært § 6, skal arbeiðsgevarin síggja til, at tey verkevni, sum viðvíkja trygdarnevndini, verða væl og virðiliga røkt í samstarvi við trygdarbólkin/bólkarnar.

§ 9. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar, ið standast av virksemi trygdarumboðsins, og rindar hesum fyri miss av inntøku, eisini tá tað snýr seg um inntøkumiss í sambandi við neyðuga luttøku á trygdarskeiðum o.ø. Sama er galdandi fyri arbeiðsleiðarin, tá hesin luttekur á fyriskipaðum trygdarskeiðum v.m.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um, at landskassin letur tilskot til alla og/ella partvísa gjalding av teimum útreiðslum, ið stava frá útbúgving av limum í trygdarskipanini.
Stk. 3. Limirnir í trygdarskipanini eru vardir ímóti uppsøgn og aðrari skerjan av viðurskiftum teirra, á sama hátt sum álitisumboð og talsmenn teirra eru tað innan teirra fakliga arbeiðsøki. Eisini skal arbeiðsgevarin minst eina viku, áðrenn limur í trygdarskipanini verður uppsagdur, kunna Arbeiðseftirlitið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at kanna viðurskiftini í samband við uppsøgnina.
Stk. 4. Verður ósemja um tey í stk. 1. og 3. nevndu viðurskifti, t.d. spurningin um hvørjar reglur skulu nýtast, ella um brot á og tulking av reglunum, so skulu hesar gerast av á fakligan hátt ella, um hetta ikki letur seg gera, av rættinum.

§ 10. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um, at virkir skulu síggja til, at latin verður sakkøn hjálp, sum í sambandi við trygdararbeiði skal ganga til handa, tá viðurskiftini fyri trygdini ella heilsuni hjá starvsfólkunum tala fyri hesum. 

KAPITTUL 3

Vanligar reglur

Arbeiðsgevarin

§ 11. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at arbeiðsviðurskiftini viðvíkjandi trygd og heilsu eru góð. Í hesum sambandi verður serliga víst til:

  1. Kapittul 4, um útinnan av arbeiðinum.

  2. Kapittul 5, um arbeiðsplássið.

  3. Kapittul 6, um teknisk hjálpartól.

  4. Kapittul 7, um evnir og tilfar.

§ 12. Á virkjum og arbeiðsplássum, sum eru undir hesi lóg, skulu eftir Arbeiðseftirlitisins ætlan vera tørvandi ráð til handa til fyrstuhjálp í vanlukkutilburði, eins og eftirlitið kann treyta tilgerð av serstakari skaðastovu á størri virkjum, um mett verður, at tørvur er á hesum.
Stk. 2. Á arbeiðsplássum, har fleiri enn 20 fólk starvast, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at góðkendar børur eru til taks, og at minst eitt fólk hevur tikið eitt av Arbeiðseftirlitinum góðkent skeið í fyrstuhjálp.

§ 13. Arbeiðsgevarin skal við leiðbeining og gjølla eftirliti vissa seg um, at arbeiðið við atliti til skaða- og heilsuvanda verður gjørt fult forsvarliga.

§ 14. Arbeiðsgevarin skal kunna arbeiðsfólkið um teir vanlukku- og heilsuvandar, sum møguliga eru tengdir at arbeiði teirra.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal eisini syrgja fyri, at arbeiðsfólkið fær neyðuga upplæring og leiðbeining í at gera arbeiðið so vandaleyst, sum yvirhøvur gjørligt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um skyldur arbeiðsgevarans, sambært stk. 1 og 2.

§ 15. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at samstarv um trygd og heilsu verður framt, sambært ásetingum í kapitli 2, og skal hann eisini luttaka í samstarvinum.

§ 16. Hava fleiri arbeiðsgevarar arbeiðið um hendi, og fer hetta fram á sama arbeiðsplássi, skulu øll, sum starvast á slíkum arbeiðsplássi, samstarva um at skapa trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskiftir fyri øll, ið starvast her.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um framman fyri nevnda samstarv.

§ 17. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at kunna trygdarumboðini og álitisfólkini, innan viðkomandi arbeiðsøki, um tey boð, sum Arbeiðseftirlitið, ella tann í § 56 nevndi myndugleiki ella stovnur, skrivliga hevur fyrisett. Somu skyldu hevur arbeiðsgevarin fyri hinum trygdarumboðunum ella álitisfólkum, sum ynskja at fáa kunnleika til tey givnu boðini.
Stk. 2. Eru hvørki trygdarumboð ella álitisfólk á einum arbeiðsplássi, skulu tey, sum arbeiða á nevndu virkjum, vera kunnað um tey boð, sum umrødd eru í stk. 1, 1. pkt.

§ 18. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, ella um viðurskiftini annars tala fyri tí, skal arbeiðsgevarin seta í verk kanningar, royndir og ástaðareftirlit og møguliga boðsenda sakkønari hjálp fyri at tryggja sær, at arbeiðsviðurskiftini viðvíkjandi trygd og heilsu eru fullgóð.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann til hagfrøðisliga nýtslu krevja upplýsingar frá arbeiðsgevara um viðurskiftir, sum hava arbeiðsumhvørvisligan týðning. Í teimum førum, har hesi hagtøl verða almannakunngjørd, mugu nøvn ella fyritøkur ikki nevnast.

§ 19. Ásetingarnar í hesi lóg um arbeiðsgevarans skyldur eru eisini galdandi fyri tann, sum leiðir ella luttekur í leiðslu virkisins.

Arbeiðsleiðarin

§ 20. Við arbeiðsleiðara er at skilja hann/hon, hvørs arbeiði bara ella fyri størsta partin er arbeiðsgevarans vegna at leiða og hava eftirlit við arbeiðinum á virkinum ella pørtum av hesum.

§ 21. Arbeiðsleiðarin skal virka fyri, at arbeiðsviðurskiftini viðvíkjandi trygd og heilsu á øki hansara eru fult forsvarlig. Arbeiðsleiðarin skal eisini síggja til, at tey tiltøk, sum gjørd verða við tí fyri eyga, at betra um trygdar- og heilsuviðurskiftini á arbeiðsplássinum, virka eftir ætlan.
Stk. 2. Verður ein arbeiðsleiðari varugur við trot ella brek, sum kunna føra til vanlukkutilburðir ella sjúku hjá arbeiðsfólkunum, skal hann beinanvegin síggja til, at neyðug tiltøk verða framd fyri at forða fyri, at vanlukka ella sjúka stendst av hesum. Er hann ikki førur fyri beinanvegin at seta hesi tiltøk í verk, skal hann beinanvegin siga arbeiðsgevaranum frá hesum vandamáli.

§ 22. Arbeiðsleiðarin skal luttaka í samstarvinum um trygd og heilsu, sum ásett í kapittul 2, §§ 16 og 33.

Starvsfólk

§ 23. Arbeiðsfólkið skal virka fyri, at arbeiðsviðurskiftini viðvíkjandi trygd og heilsu eru fult forsvarlig innan teirra arbeiðsøki, her íroknað at tey tiltøk, sum verða gjørd fyri at fremja trygdina og heilsuna, virka sum ætlað.
Stk. 2. Verður arbeiðsfólk varug við brek ella trot, sum kann vera til vanda fyri trygdina ella heilsuna, og sum tey sjálvi ikki eru før fyri at bøta um, skulu tey beinanvegin boða trygdarbólkinum, arbeiðsleiðaranum ella arbeiðsgevaranum frá.
Stk. 3. Har tað vegna útinnan av einum arbeiði, eitt nú umvæling ella umsiting, fyribils er neyðugt at taka burtur trygdartiltøk, skal ansast eftir, at hetta ella hesi tiltøk verða sett aftur uppá pláss beinanvegin, umrødda arbeiði er liðugt, ella at eins góð verndartiltøk verða gjørd.

§ 24. Arbeiðsfólkini skulu luttaka í samstarvi um trygd og heilsu, sum hetta er ásett í kapittul 2.

§ 25. Tey, sum hava starv sítt á einum arbeiðsplássi, har fleiri arbeiðsgevarar hava tey ymisku arbeiðini um hendi, skulu geva seg undir tær reglur, sum eru galdandi fyri samstarv hjá virkjunum, samanber §§ 16 og 33, umframt tær reglur, ið fevna um tað arbeiði, tey skulu útinna.
Stk. 2. Tey, sum arbeiða á økinum hjá einum fremmandum virki, skulu geva seg undir tær reglur um trygd og heilsu, sum galdandi eru fyri nevnda virki, umframt tær reglur, ið fevna um tað arbeiði, tey skulu útinna.

Útvegarar, innleggjarar, umvælarar, ráðleggjarar o.a.

§ 26. Tann sum selur, leigar út, gevur ella sýnir fram maskinur, maskinlutir, íløt, lutvíst tilvirkaðar konstruktiónir, tól, amboð ella onnur teknisk hjálpartól, skal síggja til, at nevndu lutir, tá teir verða útflýggjaðir til nýtslu ella verða vístir fram, verða útgjørdir við neyðugum trygdarútbúnaði og kunnu nýtast til tað, teir eru ætlaðir, uttan at vera vandamiklir fyri trygdina ella heilsuna, sambært kapittul 6. Neyðugar og lætt skiljandi leiðbeiningar um nýtslu, umsiting, flutning og uppseting skulu fylgja við, tá lutirnir verða útflýggjaðir.
Stk. 2. Verða liðug teknisk hjálpartól útflýggjað, latin til sølu, útleigað ella lánt út, galda somu skyldur, sum omanfyri eru nevndar.
Stk. 3. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, ella viðurskiftini gera tað neyðugt, skal innflytarin ella framleiðarin síggja til, at kanningar, royndir og sýningar verða gjørdar av sakkønum persóni fyri at staðfesta, at tað tekniska hjálpartólið er fult forsvarligt viðvíkjandi trygd og heilsu.
Stk. 4. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, skal innflytarin ella framleiðarin upplýsa, um tær seldu nøgdirnar av einum tekniskum hjálpartóli kunnu hava við sær vandar fyri trygd og heilsu.

§ 27. Allar maskinur, sum verða útflýggjaðar ella sýndar fram í Føroyum, skulu vera merktar við navninum á framleiðaranum. Verða maskinurnar innfluttar, skal navn og bústaður innflytarans ella annað frámerki standa á maskinunum, soleiðis at eingin ivi er um, hvør er framleiðari ella innflytari.

§ 28. Tann, sum í sjálvstøðugari vinnu innleggur, umbyggir ella umvælir eitt tekniskt hjálpartól, skal ansa eftir, at trygdartreytirnar og trygdarávísingarnar, sum eru galdandi fyri hjálpartólið, eru fylgdar.
Stk. 2. Um ein umvæling bert fevnir um ein ella nakrar partar av tí tóli, sum verður umvælt, skal umvælarin ansa eftir, at trygdartreytirnar og trygdarávísingarnar fyri hendan part/partar verða fylgdar. Verður umvælarin í hesum arbeiði varugur við onnur brek og trot, sum hava trygdarligan týðning, skal hann gera eigaran, ella brúkaran kunnugan við hetta.

§ 29. Tann, sum letur frá sær eina verkætlan um eitt tekniskt hjálpartól, framleiðsluútbúnað, byggi- ella útbúnaðararbeiði, skal í ætlanum sínum taka fyrilit viðvíkjandi trygd og heilsu, tá arbeiðið verður gjørt, og viðvíkjandi rakstrinum av lidna bygninginum ella útbúnaðinum. Hetta hevur eisini gildi fyri tann ella tey, ið hava eftirlit við eini slíkari verkætlan, ella sum ráðgeva um viðurskiftir innan arbeiðsumhvørvi.

§ 30. Reglurnar í §§ 26, 27, 29 og 31, stk. 2 hava eisini gildi fyri útvegarar o.a. av evnum og tilfari við eginleikum, ið kunnu vera vandamikil fyri trygdina og heilsuna.

§ 31. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um tey í §§ 26-30 umrøddu viðurskiftir. Reglurnar í §§ 26-30 frítaka ikki brúkaran fyri skyldur eftir lógini.

§ 32. Eru serlig viðurskifti, kann landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum áseta reglur ella fremja avgerðir, sum víkja frá krøvunum í grein 26-30. Slíkar avgerðir kunnu eisini í ávísum førum, um serlig viðurskiftir tala fyri tí, takast av Arbeiðseftirlitinum.

Byggiharrar

§ 33. Í byggi- ella øðrum útbúnaðarvirksemi, har meira enn 10 persónar starvast, skal byggiharrin ella hann, ið byggiharrin setir til tess, samskipa tey tiltøk, ið kunnu fremja trygdina og heilsuviðurskiftini hjá teimum, ið starvast á byggiplássinum hjá teimum ymsu arbeiðsgevarunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.

KAPITTUL 4

Útinnan av arbeiðnum

§ 34. Arbeiðið skal skipast, leggjast til rættis og gerast soleiðis, at tað við atliti til trygd og heilsu er fult forsvarligt.
Stk. 2. Góðkendar fyrimyndir og aðalkrøv, sum hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

§ 35. Landsstýrismaðurin í arbeiðamarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um tey krøv, sum skulu vera lokin, fyri at eitt arbeiði kann metast fult út ráðiligt, tilætlað, skipað og gjørt, herundir um:

  1. tiltøk, ella møguligt bann, móti serliga vandamiklum arbeiði, arbeiðsgerðum og arbeiðshættum,

  2. persónligar verndarlutir og serlig arbeiðsklæðir,

  3. at tey arbeiði, sum hava við sær stóran vanda fyri vanlukkum ella sjúkum, herundir spreingiarbeiði v.m., bert mugu gerast av persónum, sum hava prógv fyri, at teir hava eina nærri ásetta útbúgving, ella hava staðið roynd,

  4. at har, sum umstøðurnar vegna trygd og heilsu krevja tað, skulu skipanir fyri arbeiðsgongdina, arbeiðsætlanir, og arbeiðshættir gerast, og at slíkar skipanir og broytingar av hesum, skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar, áðrenn tær verða settar í verk.

Stk. 2. Í nevndu reglum kunnu nýtast ávísingar til reglur og fyrisett mát, tá hesi eru týðiliga ásett, herundir eisini dagfesting.

KAPITTUL 5

Arbeiðsplássið

§ 36. Arbeiðsplássið skal vera soleiðis innrættað, at tað lýkur øll trygdar- og heilsulig krøv.
Stk. 2. Galdandi reglur og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast, hevur ikki landsstýrismaðurin ásett annað.

§ 37. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um innrætting av føstum, fyribils, skiftandi og uttandura arbeiðsplássum, herundir serligar fyriskipanir í sambandi við kolanáms- og bergholsarbeiði.
Stk. 2. Í nevndu reglum kunnu nýtast ávísingar til reglur og fyrisett mát, um hesi eru týðiliga ásett, herundir eisini dagfesting.
Stk. 3. Føroya Landsstýri kann eisini áseta reglur um:

  1. at byggiætlanir o.tl. í sambandi við bygging ella umbygging av virkjum skulu sendast Arbeiðseftirlitinum til ummælis, áðrenn nevndu arbeiðir verða sett í verk.

  2. at ætlanir um innrætting ella broyting av hølum, tekniskum útbúnaði o.a. skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenning, áðrenn nevndu arbeiðir verða sett í verk, og

  3. at bygningar, hølir o.tl. ikki mugu leigast út til vinnulig endamál, fyrr enn spurningurin, um hølini v.m. kunnu nýtast til tað ætlaði endamálið, hevur verið lagdur fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar.

KAPITTUL 6

Teknisk hjálpartól

§ 38. Teknisk hjálpartól skulu vera framleidd og kunna nýtast soleiðis, at tey eru fult forsvarlig viðvíkjandi trygd og heilsu. Reglurnar viðvíkjandi nýtsluni galda eisini fyri umsiting, reingerð, umvæling o.a.
Stk. 2. Góðkendar reglur og fyrisett mát, ið hava trygdar- og heilsuligan týdning, skulu fylgjast, hevur ikki landsstýrismaðurin ásett annað.

§ 39. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um teknisk hjálpartól, herundir um:

  1. at framleiðsla, innflutningur, avhending, framsýning ella nýtsla av serliga vandamiklum tekniskum hjálpartólum skal vera bannað,

  2. at ætlanir um bygging, útinnan og uppseting av tekniskum hjálpartólum skulu leggjast fyri Arbeiðseftirlitið til ummælis ella góðkenningar,

  3. at eitt tekniskt hjálpartól skal vera góðkent av Arbeiðseftirlitinum, áðrenn tað verður avhendað ella latið til brúkaran ella tikið í nýtslu.

  4. at tekniskt hjálpartól skal fráboðast til Arbeiðseftirlitið ella vera roynt, ella aðrar eftirlitskanningar verða framdar, herundir eisini tíðarávísar kanningar.

  5. at tekniskt hjálpartól skal vera týðiliga merkt, soleiðis at tað er lætt at finna fram til framleiðaran ella innflytaran, fyri at vissa kann fáast fyri teimum teknisku data, tólið hevur, slag, uppruna, góðkenning, royndir ella onnur viðurskiftir, sum hava týðning fyri arbeiðsumhvørvið.

Stk. 2. Í reglunum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, um hesi eru týðiliga ásett, herundir eisini dagfesting.

KAPITTUL 7

Evni og tilfar

§ 40. Evni og tilfar, ið eru av slíkum slagi, at tey kunnu vera vandamikil fyri, og minka um trygdina ella skaða heilsuviðurskiftini, mugu bert verða framleidd og verða nýtt í arbeiðsgerðum og arbeiðshættum, sum á tryggan hátt verja arbeiðsfólkini móti vanlukkum og sjúkum.
Stk. 2. Viðurkendar reglur og fyrisett mát, ið hava tryggleika- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast, hevur ikki landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum ásett annað.

§ 41. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um framleiðslu, innflyting, goymslu, flutning og nýtslu av evnum og tilfari, herundir um:

  1. serliga merking av evnum og tilfari, ið nýtt verða í arbeiði, ella innpakking teirra,

  2. skyldu til at seta í verk heilsufrøðiligar mátingar av luftdálking,

  3. fráboðan um evnir og tilfar við skyldu til ávísing um viðurskiftir, sum hava týdning fyri metan um, hvussu vandamikið evnið ella tilfarið er,

  4. at evni ella tilfar, ið kann verða vandamikið ella á annan hátt kann minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki má nýtast, um hetta kann skiftast um við eitt vandaleyst, minni vandamikið ella minni ørkymlandi evni ella tilfar,

  5. at evni ella tilfar, íð kann vera vandamikið ella á annan hátt kann minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki má nýtast til ávíst endamál ella innan serligt øki, áðrenn Arbeiðseftirlitisins góðkenning fyriliggur,

  6. at teknisk databløð og líkn. frá framleiðara og innflytara av evni og tilfari skulu innihalda allar upplýsingar um evni ella tilfar og somuleiðis ta ávirkan, hetta kann hava á trygdina og heilsustøðuna í arbeiðsumhvørvinum,

  7. um brúkaravegleiðing frá útvegamonnum og arbeiðsgevarum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um bann móti framleiðslu, innflyting og nýtslu av evnum og tilfari, ið kunna verða vandamikil fyri, ella minka um trygdina og heilsustøðuna.
Stk. 3. Í reglunum um evni og tilfar kunnu nýtast normar og fyrisett mát, tá hesi eru týðiliga ásett, herundir eisini dagfesting.
Stk. 4. Arbeiðseftirlitið ásetir markvirði fyri evnir og tilfar, og eisini eitt yvirlit yvir evnir og tilfar, ið vera hildin at vera vandamikil ella minka um trygdina og heilsustøðuna. 

KAPITTUL 8

Hvíldartíð og frísamdøgur

§ 42. Arbeiðstíðin skal skipast soleiðis, at tað í hvørjum samdøgri, roknað frá tí, at arbeiðið byrjar, skulu arbeiðsfólk hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar.
Stk. 2. Hvíldartíðin kann minkast til í minsta lagi 8 tímar í:

  1. arbeiði í fiskavirkjum í háveiðitíðini,

  2. árstíðarbundið arbeiði í byggi- og verkayrki,

  3. vaktarskifti á virkjum, sum hava vaktarskipan, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um tað,

  4. inn- og uppskiping og tørvandi arbeiði, sum hoyrir til, sum goymslu og pakkhúsarbeiði, og

  5. arbeiði í landbúnaði.

§ 43. Arbeiðsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur uttan so, at halgidagsarbeiðið er til samfelags frama ella er neyðugt fyri at varðveita virðir. Halgidagssamdøgur skal liggja innan fyri skifti frá kl. 22.00 kvøldið fyri til kl. 08.00 morgunin eftir halguna.
Stk. 2. Sum endurgjald fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava arbeiðsfólk rætt til aðra samfelda frítíð innan fyri eina viku, við at samsvarandi tal av arbeiðstímum dettur burtur.

§ 44. Tá nattúruviðurskifti, vanlukkur, maskinbrek ella tílíkt koma óvart á og hava við sær, at ólag kemur í raksturin á virkinum, kunnu frávik gerast frá §§ 42 og 43 í tann mun, tað er avgerandi neyðugt, til regluligur rakstur aftur er fingin í lag. Frávikið skal skrivast í eftirlitsbókina ella annað líknandi skjal sambært § 60.

§ 45. Frávik frá §§ 42-44 kunnu verða loyvd av Arbeiðseftirlitinum, tá:

  1. útinnan av arbeiðinum ella arbeiðið er av slíkum slagi, at tað kann ikki útsetast, ella

  2. at serligir arbeiðshættir gera frávik rímilig.

Stk. 2. Frávik frá einari einstakari hvíldartíð ella einum einstøkum frísamdøgri kann í hesum føri verða gjørt, uttan at ein frammanundan hevur fingið loyvi til tess, um tað hevur ikki borið til at útvega nevnda loyvið í rættari tíð. Frávikið skal skjótast møguligt skrivliga fráboðast Arbeiðseftirlitinum við avriti til trygdarumboð/álitisfólk.
Stk. 3. Frávik kunnu við avtalu millum avvarandi arbeiðsgevarafelag og arbeiðstakarafelag verða gjørd í lógarinnar ásetingum um hvíldartíð og frísamdøgur. Nevndu avtalur hava bara gildi, um tær eru góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.
Stk. 4. Fyri fakøkir ella serligar arbeiðsgreinir, har serligar umstøður gera tað neyðugt, hevur landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum heimild at gera frávik frá ásetingum lógarinnar um hvíldartíð og frísamdøgur.

§ 46. Ásetingar í §§ 42 og 43 í lógini kunnu, um tað verður hildið neyðugt, frávíkjast fyri:

  1. persónar í hægri størvum, sum bara ella fyri ein stóran part útinna leiðandi arbeiði, og ikki hava skyldu til, hvat arbeiðstíðini viðvíkir, at fylgja teimum reglum, ið galda fyri tey arbeiðsfólk, teir skulu leiða og ikki arbeiða eftir nakrari fastari skipan.

  2. persónar í leiðandi størvum, ið vegna serkunnleika ella líknandi viðurskifti hava eitt serligt sjálvstøðugt starv, og

  3. umboðssølufólk, ið hava arbeiði sítt uttan fyri tað fasta arbeiðsplássið á virkinum.

§ 47. Fyri arbeiði, sum í serligan mun kunnu verða vandamikil fyri trygd og heilsu, hevur landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðar-málum heimild til at áseta reglur um avmarkaða arbeiðstíð. 

KAPITTUL 9

Børn og ung undir 18 ár

§ 48. Børn, ið ikki eru fylt 14 ár, mugu ikki hava vinnuligt arbeiði. Undantikið er tó lættari hjálpararbeiði 2 tímar um dagin. Viðvíkjandi børnum, sum hoyra til húski arbeiðsgevarans, so eru hesar reglur bert galdandi, tá tað snýr seg um arbeiði við tekniskum útbúnaði, maskinum, hjálpar-tólum og evnum og tilfari, ið kunnu verða vandamikil fyri tey.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um hægri aldursmark enn 14 ár fyri arbeiði, sum er av slíkum slagi, ella at umstøðurnar eru soleiðis, at arbeiði kann verða vandamikið fyri trygdina, heilsuna og menningina av teimum ungu.
Stk. 3. Annars kann landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum áseta reglur um, at børn yngri enn 14 ár kunnu hava lættari vinnuligt arbeiði.

§ 49. Arbeiðstíðin fyri ungfólk, sum eru yngri enn 18 ár, má í vanligum førum ikki fara út um ta vanligu arbeiðstíðina fyri vaksin, sum arbeiða innan somu yrkisgrein.
Stk. 2. Ung mugu ikki arbeiða meira enn 10 tímar íalt um dagin. Arbeiðstíðin skal vera í einum, avbrotin av hóskandi mat- og hvíldartíðum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta serligar reglur um, í hvønn mun ung, sum eru yngri enn 18 ár, kunnu arbeiða meira enn ta vanligu arbeiðstíðina innan viðkomandi yrkisgrein.

§ 50. Ungfólk, ið ikki eru fylt 18 ár, skulu hava eina samlaða hvíldartíð, sum er í minsta lagi 12 tímar um samdøgrið.
Stk. 2. Nevnda hvíldartíð skal vanliga umfata tíðarskeiði millum kl. 22.00 á kvøldi og kl. 05.00 á morgni.
Stk. 3. Fyri serlig yrki og arbeiðsøki, har umstøðurnar gera hetta neyðugt ella ynskiligt, kann landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum áseta serligar reglur um longd av hvíldartíð, og nær í døgninum henda skal verða. 

KAPITTUL 10

Læknakanningar v.m.

§ 51. Fyri virkir, fak, faklig øki ella aðrar bólkar av starvsfólki, hvørs arbeiði kann hava við sær heilsuvanda, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um:

  1. at starvsfólk skulu kannast av lækna, áðrenn tey taka við starvi, og meðan tey eru í starvi, og eisini aftaná at tey eru givin í starvinum, møguliga við regluligum læknakanningum.

  2. at tað regluliga, ella í einstøkum føri, skulu gerast arbeiðsmedisinskar og arbeiðsheilsufrøðiligar kanningar ella aðrar kanningar av heilsuviðurskiftunum.

  3. líknandi kanningar, við atliti til um arbeiðið kann hava við sær vanda fyri trygd og heilsu.

KAPITTUL 11

Arbeiðsumhvørvisráðið

§ 52. Landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum verður heimilað at seta eitt arbeiðsumhvørvisráð við einum umboði fyri arbeiðarafeløgini, einum umboði fyri arbeiðsgevarafeløgini, einum umboði fyri handverkarafeløgini, einum umboði fyri handverksmeistarafeløgini, einum umboði fyri arbeiðstakarar innan skrivstovu- og krambúðaryrki, einum umboði fyri arbeiðsgevarar innan skrivstovu- og krambúðaryrki og stjóranum fyri Arbeiðseftirlitið, ið er formaður ráðsins.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum tilnevnir umboðini og sama tal av tiltaksumboðum fyri eitt 4 ára starvsskeið.
Stk. 3. Landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum verður heimilað at seta nærri reglur fyri virki ráðsins.
Stk. 4. Arbeiðsumhvørvisráðið skal hava allar kunngerðir, sum við heimild í hesari lóg verða settar í gildi, til ummælis. 

KAPITTUL 12

Arbeiðseftirlitið

§ 53. Stjórin á Arbeiðseftirlitinum hevur ta dagligu leiðsluna av stovninum.

§ 54. Uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru í spurningum um arbeiðsumhvørvi, at:

  1. vegleiða virkjunum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og almenningin í spurningum, ið hava arbeiðsumhvørvisligan týðning,

  2. hjálpa landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum við fyrireikingunum av reglunum, sambært lógini.

  3. áseta nærri fyriskipanir við heimild frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum,

  4. kunna seg um teknisku og sosialu menningina í samfelagnum við atliti til at betra um arbeiðið viðvíkjandi trygd og heilsu í arbeiðsumhvørvinum.

  5. viðgera ætlanir til framleiðsluhættir, arbeiðspláss, teknisk hjálpartól v.m. og evnir og tilfar og geva loyvir, sum eru í samsvari við lógina ella fyrisitingarligar reglur.

  6. Ansa eftir, at lógin og tær fyrisetingar, sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar.

§ 55. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann geva stjóranum fyri Arbeiðseftirlitinum heimildir, sum sambært lógini hoyra undir landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.

§ 56. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann gera av, at eitt nærri avmarkað arbeiðsøki hjá Arbeiðseftirlitinum verður lagt til aðrar almennar myndugleikar ella privatan stovn. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann eisini gera av, í hvønn mun Arbeiðseftirlitið skal hava eftirlit við hesum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um góðkenning av royndunum ella øðrum próvtilfari, sum vísir, at reglurnar verða fylgdar viðvíkjandi trygd og heilsu.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um gjald ella fast avgjald fyri tær kanningar og tænastur v.m., sum Arbeiðseftirlitið ger ella skipar fyri.

§ 57. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta reglur um fráboðanarskyldu av arbeiðsvanlukkum, eitringum, vinnuligum sjúkum, og øðrum viðurskiftum av arbeiðsumhvørvisligum týdningi.
Stk. 2. Tann, sum í arbeiði sínum fyri ta almenna, ella tann, ið fyri tað almenna umboðar onkran stovn og fær kunnleika um viðurskifti, sum bróta fyrisetingarnar í hesari lóg ella teimum reglum, sum við heimild í hesi lóg eru lýstar galdandi, skal uttan dvøl boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum.
Stk. 3. Verður ein lækni varugur við ella fær frænir av, at onkur í arbeiði sínum hevur verið fyri skaðiligum árinum, skal hann beinanvegin siga Arbeiðseftirlitinum frá hesum. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um hetta.

§ 58. Øll, sum sambært lógini hava álagdar skyldur, skulu eftir áheitan geva Arbeiðseftirlitinum alla upplýsingar, ið neyðugar eru fyri virkið hjá eftirlitinum.
Stk. 2. Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum hava til ein hvørja tíð myndugleika til uttan rættarúrskurð at kanna almenn og privat virkir, tó treytað av, at tey kunna prógva, hvørji tey eru. Um neyðugt, hjálpir løgreglan í hesum sambandi.
Stk. 3. Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum kunnu eisini uttan rættarúrskurð krevja atkomilig skjøl útflýggjað, taka fotomyndir og taka ávísar royndir til nærri kanningar. Arbeiðsgevarin ella umboðsmaður hansara skulu hava fráboðan um hetta.

§ 59. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at viðurskifti, ið ikki eru í samsvari við lógarinnar reglur ella avgerðir, sum tiknar eru við heimild í lógini, beinanvegin ella áðrenn eina av Arbeiðseftirlitinum ásetta freist verða fingin í rættlag.
Stk. 2. Um Arbeiðseftirlitið heldur tað vera neyðugt at byrgja fyri munandi og hóttandi vanda fyri trygdini og heilsuni hjá arbeiðsfólki ella øðrum, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at nevndi vandi beinanvegin verður beindur burtur, herundir:

  1. at arbeiðsfólkini beinanvegin rýma úr vandaøkinum,

  2. at øll nýtsla av einum tekniskum hjálpartóli, evnum ella tilfari beinanvegin verður steðgað, og

  3. at alt arbeiði á nevnda øki verður steðgað.

Stk. 3. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann krevja, at tann, ið útflýggjar ella marknaðarførir teknisk hjálpartól, persónliga verndarútgerð ella evni og tilfar, sum, hóast hetta verður nýtt sum fyriskrivað, kortini vísir seg at vera til ampa fyri trygd og heilsu, skal syrgja fyri, at neyðug tiltøk verða framd, so sleppast kann undan hesum.
Tað kann soleiðis krevjast:

  1. at útflýggingin ella marknaðarføringin verður steðgað,

  2. at viðkomandi tekniska hjálpartól, persónliga verndarútgerð ella evni og tilfar verður afturkallað frá marknaðinum.

§ 60. Arbeiðsgevarin skal, tá ið Arbeiðseftirlitið krevur tað, síggja til, at ein eftirlitsbók er til taks á hvørjum arbeiðsplássi. Eftirlitið skal her føra viðmerkingar um útint eftirlit, og skulu eftirlitsfrágreiðingar og annars øll skrivlig boð frá Arbeiðseftirlitinum goymast her. Arbeiðseftirlitið ásetir annars, hvussu eftirlitsbókin skal nýtast og goymast.

§ 61. Myndugleikar og persónar, sum eru sett til at útinna uppgávur eftir kap. 10-12, eins og hvør tann, sum hjálpir til við hesum arbeiði, hava tagnarskyldu.
Stk. 2. Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum, mugu ikki geva arbeiðsgevara ella umboðsmanni hansara upplýsingar um, at ein eftirlitsvitjan er gjørd orsakað av eini kæru.

§ 62. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta nærri reglur um samstarvið millum Arbeiðseftirlitið og aðrar almennar mynduleikar.

§ 63. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta, at fyriskipanir, ið kunna verða gjørdar sambært hesa lóg, og sum eru lýstar við heimild í donsku arbeiðsumhvørvislógini, heilt ella lutvíst skulu galda her á landi. Hetta kann ásetast, uttan at fyriskipanirnar verða kunngjørdar í síni heild, men soleiðis at bert tilskilað verður nr. og heiti á donsku kunngerðini, og soleiðis at eintøk av donsku kunngerðunum eru at fáa á Arbeiðseftirlitinum. 

KAPITTUL 13

Kærur

§ 64. Tær avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Rættstundis kæra er tálmandi, til avgerð frá kærumyndugleikanum er tikin, ella til kærumyndugleikin tekur aðra avgerð. Kæra um avgerðir tiknar eftir § 59, stk. 2, er ikki tálmandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann áseta, at avgerðir ikki kunna kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, men at avgerðirnar kunnu kærast til ein kærustovn. 

KAPITTUL 14

Revsing

§ 65. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót, hefti ella fongsul uppí eitt ár hann revsaður, ið:

  1. fremur brot á §§ 11-18, stk. 1, §§ 21-30, § 33, stk. 1, § 34, stk. 1, § 36, stk. 1, § 38, stk. 1, § 40, stk. 1, § 57, stk. 2 og 3, § 58, stk. 1., og § 60.

  2. letur arbeiði útinna, ið stríðir ímóti ásetingunum í kapitlunum 8 og 9, leiðir ella hevur eftirlit við slíkum arbeiði ella útinnir arbeiði, ið stríðir ímóti kapittul 8.

  3. ikki ger eftir boðum, givin eftir § 59 ella

  4. letur vera við at geva upplýsingar eftir § 18, stk. 2.

Stk. 2. § 23 í revsilógini um medvirkan er eisini galdandi fyri revsiábyrgdina, sum nevnd er í stk. 1.

§ 66. Fyri brot á §§ 11-13, § 34, stk. 1, § 38, stk. 1, og § 40, stk. 1, umframt viðurskiftir, sum eru fevnd av § 65, stk. 1, nr. 2 og 3, kann arbeiðsgevarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella ósketni.

§ 67. Í ásetingunum, sum eru lýstar galdandi sambært hesi lóg, kunnu ásetast reglur um bøtur fyri brot á ásetingarnar og boð ella bann, sum eru sett eftir ásetingunum. Eisini kann ásetast, at ein arbeiðsgevari kann sektast við bót fyri brot á ásetingar, boð ella bann, sum nevnt, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella av ósketni.

§ 68. Bót, sektin sambært § 66 og § 67, 2. punktum kann ikki áleggjast virkisleiðarum og øðrum smb. § 19.

§ 69. Fyri brot, sum verða framd av partafeløgum ella lutafeløgum ella líknandi, kunna sjálv feløgini verða sektað.
Stk. 2. Er brotið framt av heimastýrinum, einari kommunu ella komunufelagnum, kann heimastýrið, kommunan ella kommunufelagið verða sektað.

§ 70. Tá ung undir 18 ár verða sett í arbeiði, sum er í stríð við reglurnar í hesi lóg ella tær ásetingar, sum eru lýstar galdandi sambært hesi lóg, kann tann, sum hevur foreldramyndugleikan, verða sektað, um so er, at viðkomandi er vitandi um, at arbeiðið er farið fram. 

KAPITTUL 15

Gildi og fyribilsreglur

§ 71. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1999, og samstundis fer úr gildi:
Løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 26. mai 1982, løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987 og løgtingslóg nr. 126 frá 21. mai 1993.
Stk. 2. Fylgjandi reglur, sum eru lýstar galdandi við heimild í teimum í 1. stk. nevndu lógum, verða framvegis galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða settar úr gildi, ella til tær verða avloystar av reglum lýstar galdandi við heimild í hesi lóg:

  1. Kunngerð nr. 123 frá 23.10.1996 um trýstíløt og rørskipan undir trýsti.
  2. Kunngerð nr. 126 frá 11.11.1996 um elevatorar, dampketlar og nýtslu av asbesti v.m.
  3. Kunngerð nr. 126 frá 04.09.1995 um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum.
  4. Kunngerð nr. 127 frá 04.09.1995 um trygdarskeið.
  5. Kunngerð nr. 128 frá 04.09.1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar).
  6. Kunngerð nr. 129 frá 04.09.1995 um innrættning av tekniskum hjálpartólum.
  7. Kunngerð nr. 131 frá 04.09.1995 um persónliga verndarútgerð.
  8. Kunngerð nr. 132 frá 04.09.1995 um trygdarkrøv v.m. til persónliga verndarútgerð.
  9. Kunngerð nr. 133 frá 04.09.1995 um flytbar trýstíløt við innihaldi.
  10. Kunngerð nr. 134 frá 04.09.1995 um markvirði fyri óljóð á arbeiðsplássum.
  11. Kunngerð nr. 135 frá 04.09.1995 um reglur fyri arbeiði á skipum við tangum til olju o.a.
  12. Kunngerð nr. 136 frá 04.09.1995 um reglur fyri byggipláss og líknandi arbeiðspláss.
  13. Kunngerð nr. 102 frá 19.07.1990 um aldursmark at passa ávísar maskinur á flakavirkjum v.m.
  14. Kunngerð nr. 139 frá 02.10.1992 um skyldur hjá læknum og tannlæknum at siga Arbeiðseftirlitinum frá vinnusjúkum.
  15. Kunngerð nr. 14 frá 24.01.1990 um fráboðan av arbeiðsvanlukkum.
  16. Kunngerð nr. 59 frá 18.07.1985 um loyvisbræv til at koyra gaffiltrukk.
  17. Kunngerð nr. 106 frá 19.10.1982 um innandura trukkkoyring, sum broytt við kunngerð nr. 46 frá 17.05.1984.
  18. Kunngerð nr. 89 frá 12.11.1979 um kranføraraprógv.
  19. Kunngerð nr. 138 frá 03.12.1990 um kavaraútgerð, um tryggleika og um læknakanning hjá kavarum.
  20. Kunngerð nr. 26 frá 01.03.1994 um kavaraskeið og kavararoyndir.
  21. Kunngerð nr. 57 frá 09.05.1994 um góðkendar kavaraskúlar.
  22. Kunngerð nr. 15 frá 24.01.1990 um frysti- og kuldaútbúnaðarinnrættningi.
  23. Kunngerð nr. 82 frá 30.08.1984 um trygdartiltøk við nýtslu av geislavirknum evnum.
  24. Kunngerð nr. 11 frá 30.01.1980 um goymslur til spreingievni við seinni broytingum.
  25. Kunngerð nr. 11 frá 13.02.1997 um evni og tilfar.
  26. Kunngerð nr. 131 frá 07.10. 1990 um epoxyharpiks og isocyanater v.m.
  27. Kunngerð nr. 80 frá 21.04.1993 um handil við ethanoli.
  28. Kunngerð nr. 72 frá 23.06.1987 um reglur fyri Arbeiðsumhvørvisráðið. 

Viðmerkingar

Á vári 1996 og aftur á vári í 1998 bleiv uppskotið um lóg um arbeiðsumhvørvi lagt fyri Føroya Løgting. Í fyrra førinum bleiv uppskotið ikki liðugt viðgjørt orsakað av tíðarneyð, og í seinna førinum datt uppskotið burtur, tí nýval var útskrivað. Í vetur hevur undirritaði 2 ferðir við munnligum fyrispurningum á Føroya løgtingi spurt avvarandi landsstýrismann, Finnboga Arge, um landsstýrið ætlar at leggja uppskotið fyri tingið aftur. Hóast svarið frá honum var merkt av undanførðslum, so framgekk tó, at ætlaninin ikki var at leggja uppskotið fyri tingið aftur í verandi líki.

Um vit í Føroyum skulu hava eina tíðarhóskandi lóg um arbeiðsumhvørvi eigur at verða gjørt av í løgtinginum, og verður uppskotið tí lagt fyri tingið aftur.

Víst verður annars til viðmerkingarnar í skjalið 1 í uppskotinum

 

Skjal 1.

Viðmerkingar landsstýrisins til løgtingsmál nr. 71/1997: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi

Inngangur:

Føroya Landsstýri heitti í 1988 á Arbeiðsumhvørvisráðið um at koma við uppskoti til nýggja lóg um arbeiðsumhvørvi. Ráðið hevði fyrsta fund sín 15. februar 1988, har nevnda lógaruppskot var til viðgerðar. Síðan vóru hildnir 12 fundir, og hevur Arbeiðsumhvørvisráðið á fundi 12. desember 1990 gjørt endaliga tilmælið um nýggja arbeiðsumhvørvislóg, aftaná at uppskotið hevði verið til umrøðu hjá øllum vinnufeløgum, stovnum og kommunum.

Limirnir í Arbeiðsumhvørvisráðnum eru:

1. Jógvan Vágsheyg, Føroya Arbeiðsgevarafelag, (Arne Poulsen, varalimur)
2. Ingeborg Vinther, Føroya Arbeiðarafelag, (Karl Johansen, varalimur)
3. Óla Jákup Guttesen, Føroya Handverksmeistarafelag, (Regin Joensen, varalimur)
4. George Niclassen, Føroya Handverkarafelag, (Leivur Nygaard, varalimur)
5. Tummas Hanus Dam, Føroya Keypmannafelag, (Regin Andreasen, varalimur)
6. Birgerð Klein, Føroya Skrivstovu- & Kramb.felag (Erhard Jacobsen, varalimur)
7. Eli Davidsen.Arbeiðseftirlitið, formaður.

Henda lóg skal avloysa lóg um arbeiðaravernd, sum kom í gildi 1. januar 1975. Í 1973 setti Danmark eina arbeiðaraverndarlóg í gildi fyri Grønland. Lógin bleiv umsett til føroyskt og bleiv samtykt á Føroya løgtingi 24. mai 1974.

Síðani hava øll grannalondini fingið arbeiðsumhvørvislóg, meðan Føroyar framvegis nýtir arbeiðarverndarlógina við nøkrum broytingum.

Í 1988 álegði landsstýrismaðurin Arbeiðsumhvørvisráðnum at gera eitt fullfíggjað uppskot til eina tíðarhóskandi arbeiðsumhvørvislóg fyri Føroyar. Hetta varð gjørt, og uppskotið varð sent kommunum, stovnum og øllum vinnufeløgum (bæði hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum) til ummælis.

Sum grundarlag fyri hesum lógaruppskoti hevur ráðið havt lógina, sum galdandi er í Grønlandi um arbeiðsumhvørvi.

Orsøkin til, at hendan lóg er nýtt sum fyrimynd fyri føroyska lógaruppskotinum, er tann, at ráðið metir umstøðurnar og viðurskiftini annars í Føroyum og Grønlandi vera so lík, at stórir partar av grønlendsku lógini eisini hóska til viðurskifti okkara.

Ráðið hevur tó eisini kannað rættarstøðuna í hinum grannalondum okkara, og hevur orðaskifti verið um ymiskar reglur, sum galdandi vóru í hesum londum, og um tær áttu at verðið settar í gildi í Føroyum eisini.

Høvuðsendamálið hjá ráðnum hevur tó verið at fáa eina lóg, sum er tillagað eftir teimum serføroysku viðurskiftunum, og hevur ráðið gjørt endaliga uppskot sítt út frá hesum sjónarmiði.

Munurin millum hetta lógaruppskot og arbeiðaraverndarlógina er stórur. Arbeiðarverndarlógin hevur grundarlag í vernd móti vandamiklum maskinum. Í dag fevnir arbeiðsumhvørvi um vælferð, fyribyrging, best møguliga skipan av arbeiðið út um vernd móti vandamiklum maskinum.

Lógin um arbeiðaravernd er tó broytt soleiðis, at donsk kunngerð við heimild í donsku arbeiðsumhvørvislógini kann setast í gildi (§17, stk. 3, broytt við ll. nr. 81 frá 26.5.1982) soleiðis, at Føroyar í ein vissan mun fylgir grannalondunum. Tó er tað einans kunngerðirnar um tekniskar broytingar, sum verða settar í gildi við heimild í §17, stk. 3. Hóast hetta hevur tað ikki broytt so nógv, at tað gevur somu møguleikar, sum grannalondini hava í teirra umhvørvislógum. Ein nýggj lóggava á økinum fer at økja um møguleikarnar fyri at regulera arbeiðsumhvørvið soleiðis, sum gjørt verður í grannalondunum.

Um oljuídnaður verður í framtíðini, verður tað eisini neyðugt við einum nútímans lóggávu innan fyri arbeiðsumhvørvisøkið, eins og tað er ein fyrimunur, at lóggávurnar líkjast teimum í grannalondunum.

Endaliga hevur Norðurlendsk Arbeiðsumhvørviskonventiónin, sum kom í gildi 24. mars 1990, tað mál, at londini gera á leið eins reglur. Í artikkul 1 stendur soleiðis: "Endamálið við hesum sáttmála er at styrkja og menna norðurlanda samstarvið við atliti til at fremja eina menning fram ímóti einum støðugum betri arbeiðsumhvørvi í øllum teimum norðurlendsku londunum,…- at fremja samskipan av krøvum og reglum, sum hava við arbeiðsumhvørvið at gera,..". Í artikkul 4 stendur: "Tey norðurlendsku londini skulu framhaldandi útbyggja samstarvið við at samskipa og tilpassa arbeiðsumhvørvisreglurnar millum londini. Endamálið við samstarvinum skal vera støðugt at betra um arbeiðsumhvørvið og tillaga reglurnar á einum dygdarligum høgum støði".

Uppskotið frá ráðnum varð sent landsstýrinum í 1991. Á vári 1996 varð uppskotið lagt fyri tingið, men málið bleiv ikki liðugt viðgjørt og datt burtur. Tað er hetta uppskot við smáum broytingum, sum aftur verður lagt fyri tingið.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar:

Viðv. § 1:
Hendan grein ásetir endamál lógarinnar, og er hetta tað sama, sum galdandi er í Danmark og hinum grannalondum okkara.

Viðv. § 2:
Greinin ásetir øki lógarinnar, og er her eisini talan um sama øki, sum galdandi er í hinum norðurlondunum.

Viðv. § 3:
Hendan grein ásetir nærri fyriskipan um, í hvønn mun lógin er galdandi fyri loftferðslu, sjóvinnu og fiskivinnu.

Orsøkin til, at lógin ikki í sínari heild er galdandi fyri hesi økir, er tann, at umstøðurnar her eru so sermerktar, at ráðið eins og lógsmiðirnir í grannalondum okkara ikki meta, at arbeiðsumhvørvislóg, sum galdandi er á landi, í fullan mun er nýtilig fyri loftferðslu, sjóvinnu og fiskivinnu.

Uppskot er ikki sett fram um, at fiskivinnan, sum er høvuðsvinna okkara, verður tikin við í hesa lóg, men ráðið loyvir sær at vísa á, at ein støðugt størri partur av fiskiflota okkara hevur verksmiðjur, har arbeiðið ikki stórvegis víkir frá arbeiðsumstøðunum innan fiskivinnuna á landi, og eigur tí at verða miðað ímóti, at samstarv fæst ímillum t.d. Arbeiðseftirlitið og Skipasýnið um at samskipa arbeiðið soleiðis, at støðið, tá hugsa verður um arbeiðsumhvørvið t.d. viðvíkjandi trygd, í tann mun hetta ber til, verður tað sama fyri verksmiðjuarbeiði á sjógvi og á landi.

Viðv. § 4:
Sambært hesari grein skal trygdararbeiði í størst møguligan mun fara fram á sjálvum virkinum, og er ein grundin til hesa skipan tann, at ógjørligt er hjá Arbeiðseftirlitinum at hava dagligt eftirlit við tí, sum fyriferst innan fyri vinnuvirkir.

Sambært hesari grein verður tað eisini serliga víst á, at eisini tá talan er um minni virkir, t.e. virkir, har minni enn 10 fólk starvast, hava leiðsla og starvsfólk skyldu til at vísa ansni viðvíkjandi arbeiðsumhvørvistrupulleikum, sum kunnu stinga seg upp.

Viðv. § 5:
Talið á arbeiðsfólki er í hesum uppskoti sett til 10, og er tað sama tal, sum í t.d. Danmark og Grønlandi.

Viðvíkjandi stk. 2 í frammanfyri nevndu grein er at viðmerkja, at ætlanin við hesari skipan er í størst møguligan mun at miðspjaða trygdararbeiði, sum gjørt verður.

Trygdarbólkarnir verða skipaðir innanfyri hvørt arbeiðsøki, og er hetta liður í somu miðspjaðing.

Arbeiðsleiðarin hevur vanliga beinleiðis leiðsluna og eftirlitið við arbeiðsøkinum, og verður tað tí mett nattúrligt, at hann er annar parturin í trygdarbólkinum.

Í sambandi við stk. 3 er at viðmerkja, at tað eru starvsfólkini, sum velja trygdarumboð og skal við hesum skiljast, at tað eru øll, sum eru í starvi arbeiðsgevarans, íroknað lærlingar, starvsmenn og onnur, sum tó ikki skulu hava beinleiðis leiðslurætt.

Viðvíkjandi stk. 4, er heimild til hjá Arbeiðseftirlitinum at veita undantak frá kravinum um serligar trygdarbólkar, men hevur ráðið lagt serligan dent á, at hetta bara eigur at verða gjørt, har vissa er fyri, at hetta ikki førir við sær verri trygdarstøðu enn hana, sum fyriskipað verður samsvarandi hesari lóg.

Viðv. § 6:
Tá ið tosað verður um umboð fyri arbeiðsgevaran ið hevur ábyrgdina av virkinum, skal hetta skiljast sum persónur, sum kann taka avgerðir arbeiðsgevarans vegna viðvíkjandi teimum trygdar- og heilsuviðurskiftum, sum skulu viðgerast í trygdarnevndini.

Uppgávan hjá trygdarnevndini er m.a. at vera ráðgevi arbeiðsgevarans í sambandi við trygdar- og heilsuspurningar.

Nevndin hevur harafturímóti ikki heimild til at taka avgerðir í samband við fremjan av trygdar- og heilsutiltøkum á virkinum.

Tá arbeiðsgevarin ella umboð hansara eru limir í nevndini, vil tað vanliga tó vera soleiðis, at arbeiðsgevarin er samdur í og fylgir teimum ráðum, sum nevndin gevur.

Viðv. § 7:
Mett verður, at trygdarnevndin á teimum einstøku virkjunum eigur at tilnevna ein dagligan leiðara fyri trygdararbeiði soleiðis, at hesin kann fyriskipa dagliga arbeiði hjá nevndini.

Ein fyritreyt er sjálvsagt, at arbeiðsgevarin letur viðkomandi ta tíð, sum neyðug er, fyri at gera slíkt arbeiði.

Viðvíkjandi øðrum petti kann viðmerkjast, at ráðið er av tí áskoðan, at landsstýrismaðurin bara í serstøkum førum eigur at gera frávik frá reglunum í hesari lóg.

Eisini hevur landsstýrismaðurin sambært nevndu grein rætt til at laga reglurnar eftir teimum serligu viðurskiftunum á ávísum arbeiðsplássum, og kann ráðið her vísa sum dømi, at talan kann vera um arbeiðspláss innan byggivirksemi, handlar, hotell og matstovuvinnu, reingerðingsvinnu, flutningsvinnu umframt skrivstovu og fyrisiting.

Ráðið viðmerkir í hesum sambandi, at tað sjálvsagt í øllum førum má vera soleiðis, at trygdin ikki verður sett til viks, og at frávik bert verða gjørd, har haldgóðar metingar vísa, at trygdarviðurskiftini eru nóg væl vard, eisini við teimum broytingum, sum landsstýrismaðurin í teimum einstøku førunum fremur.

Viðv. § 8:
Tað kemur sjálvsagt at vera ymist frá virki til virki, og m.a. grundað á stødd og arbeiðsumstøðurnar, hvussu long tíð nattúrliga verður nýtt til trygdar- og heilsuarbeiði.

Fyrst og fremst er tað arbeiðsgevarin, sum ger av, hvussu nógv tíð skal setast av til slíkt arbeiði.

Verður ósemja um ta tíð, sum nýtast skal til slíkt arbeiði, kann málið leggjast fyri Arbeiðseftirlitið.

Avgerðin frá Arbeiðseftirlitinum kann sambært grein 64 kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum.

Viðvíkjandi 2. petti kann viðmerkjast, at tað eisini í hesum føri í fyrstu atløgu er arbeiðsgevarin, sum metir, um trygdarbólkarnir og trygdarnevndirnar skulu luttaka í teimum ymisku ráðleggingunum

Viðvíkjandi 4. petti vísir ráðið á, at arbeiði hjá trygdarbólkunum og trygdarnevndunum er av alstórum týdningi fyri alt trygdararbeiðið, og eigur hetta arbeiðið tí at vera væl lagt til rættis fyri at fáa sum mest burturúr.

Tað er meting ráðsins, at nattúrligt er at taka trygdarbólkin og trygdarnevndina við í sambandi við, at virkið leggur til rættis arbeiðsgongd og innrætting av arbeiðsplássi.

Tað eigur tí at vera ein fyritreyt, at bæði trygdarbólkurin og trygdarnevndin fáa høvi til at luttaka í teimum ætlanum, sum gjørdar verða, áðrenn virkið tekur endaliga støðu í slíkum málum.

Viðv. § 9:
Arbeiðsgevarin hevur eftir 1. petti skyldu til at rinda allar tær útreiðslur og tann inntøkumiss, sum trygdarumboði verður fyri í sambandi við trygdararbeiði.

Her eru eisini íroknaðar útreiðslur og inntøkumissur í sambandi við luttøku av teimum í § 8 nevndu ráðleggingum.

Viðmerkjast kann í hesum sambandi, at ein ástøðumannaavgerð í fakligum gerðarrætti 4. juli 1975 í Danmark nærri vísir, hvat próvtilfar skal til fyri mistari inntøku.

Málið snúði seg um, at virkið bert vildi gjalda trygdarumboðnum ta vanligu tímalønina, hóast trygdarumboðið hevði starvast við akkordskipan, og soleiðis hevði havt eina hægri løn.

Ástøðumaðurin kom til ta niðurstøðu, at viðkomandi starvsfólk skuldi hava endurgjald fyri tann veruliga lønarmissin, t.v.s. samsvarandi tí akkordløn, sum viðkomandi hevði fingið, um hann hevði starvast tann dag, skeiðvirksemið fór fram.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at ráðið heldur tað vera rætt, at landsstýrismaðurin fær møguleika fyri, har tørvur er á hesum, at áseta reglur um, at landskassin letur tilskot til tær frammanfyri nevndu útreiðslur.

Viðvíkjandi 3. petti er at viðmerkja, at ráðið metir, at tað er nattúrligt, at limirnir í trygdarskipanini, á sama hátt sum álitisfólkið, eru vardir móti uppsøgn.

Hetta skal forða fyri, at tey fólk, sum luttaka í trygdarskipanini, skulu kunna koma undir trýst frá arbeiðsgevaranum í samband við útinning teirra av trygdararbeiðinum.

Sjálvt um neyðugt verður hjá virkjunum at minka um arbeiðsmegina, kann arbeiðsgevarin ikki uttan víðari siga trygdarumboði úr starvi.

Viðvíkjandi 4. stk. er at viðmerkja, at danska lógin leggur heimildina til at avgera hesar trætur til Arbeiðsrættin.

Av tí, at vit ikki hava Arbeiðsrætt í Føroyum, metir ráðið, at vanligu dómstólarnir eiga at hava hesar heimildir, har fakliga gerðarrættarskipanin ikki kann nýtast. Sama skipan er galdandi í Grønlandi.

Viðv. § 10:
Ásetingarnar í hesari grein skulu síggjast í samanhangi við hinar reglurnar í kapittul 2, og er endamálið við øllum hesum ásetingum at royna at gera virkið ført fyri sjálvt at loysa teir trygdar- og heilsutrupulleikar, sum eru ella koma at vísa seg á virkinum.

Sum kunnugt, so verður í ídnaðinum tikið í nýtslu ymisk nýggj evnir og nýggjar arbeiðsgongdir, og mett verður tí, at landsstýrismaðurin skal hava heimild til áseta nærri reglur um møguliga sakkøna hjálp t.d. í slíkum førum.

Arbeiðsgevarin kann á ymiskan hátt lúka sínar skyldur samsvarandi teimum reglum, sum landsstýrismaðurin møguliga kemur at seta í verk, av tí at avgerandi í slíkum førum er, at tað í veruleikanum verður latin tann sakkøna hjálp, sum neyðug er.

Arbeiðsgevarin hevur soleiðis í fyrstu atløgu rættin til at meta um, hvussu henda sakkøna hjálp kann fáast til vega.

Í hesum føri verður eisini víst til teir kærumøguleikar, sum ásettir eru sambært seinni greinum í hesari lóg.

Kapittul 3

Hetta kapittul ásetir grundleggjandi skyldurnar hjá arbeiðsgevara, arbeiðsleiðarum, starvsfólki, útvegamonnum, innleggjarum, umvælarum, ráðleggjarum o.ø.

Í mun til galdandi lóggávu er talan um eina víðkan av tí persónsbólki og eisini av teimum skyldum, sum álagdar verður hesum bólkum.

Viðv. § 11:
Í samband við hesa grein, hevur tað alstóran týdning at áseta nærri, hvat liggur í fyribrigdinum arbeiðsgevari, av tí at tað bert er hann, sum sambært § 66 og 67 í uppskotinum hevur objektiva ábyrgd og kann dømast bót grundað á tey brot, sum nevnd eru í frammanfyri nevndu lógargrein.

Sambært rættarpraksis so er undir núgaldandi skipan í Danmark persónur, sum hevur havt ein sjálvstøðugan lut í útinnanini av arbeiðinum, dømdur sambært objektivu arbeiðsgevarareglunum, men skal tað nú bara vera sjálvur arbeiðsgevarin, sum eigur at kunna dømast sambært nevndu grein.

Undir núgaldandi skipan hevur objektiva ábyrgdin t.d. verið løgd á stjórar í partafeløgum og býarverkfrøðingar hjá kommunum.

Broytingin í lógarreglunum í Danmark grunda seg á fyrireikingararbeiðið, sum gjørt varð í nevnd, hvørs niðurstøða varð latin løgmálaráðnum 03.11.1975.

Í nevndu niðurstøðu verður sagt, at objektiva ábyrgdin bara eigur at vera áløgd virkiseigarum, soleiðis at skilja, at tað er tann persónur, sum fær fíggjarligan vinning av rakstrinum av virkinum.

Út frá hesum hevur danska arbeiðsmálaráðið allýst arbeiðsgevaran sambært arbeiðsumhvørvislógini soleiðis, at tað er tann persónur, sum er eigari av virkinum, sum partvís hevur avgerandi heimildirnar, tá hugsað verður um at leggja til rættis arbeiðsgongdina á virkinum og bygnaðin, og partvís beinleiðis hevur fyrimunin av rakstrarúrslitinum hjá virkinum. Har talan er um virkir, sum eru tilevnað sum kollektivar eindir, t.d. partafeløg, lutafeløg ella líknandi, vil objektiva ábyrgdin sum høvuðsregla verða gjørd galdandi móti kollektivu eindini sum soleiðis.

Um vit leggja hesa allýsing til grund, má talan vera um eina broyting í mun til tað, sum vit nú leggja í orðið arbeiðsgevari sambært lógini, sum viðvíkir arbeiðaravernd.

Hetta førir við sær, at vit t.d. í partafelagi mugu meta nevndina/nevndarformannin sum arbeiðsgevara, meðan stjórin, um so er, at hann ikki lúkar definitiónina, sum nevnd er frammanfyri, nú eftir øllum at døma bert má metast sum arbeiðsleiðari, tá ið vit tosa um reglurnar í lóg um arbeiðsumhvørvi.

Tá talan er um kommunur, er tað bygdaráðsformaðurin/borgarstjórin, sum við atliti til hesa lóg má metast sum arbeiðsgevari.

Spurningurin, um virkisleiðarar kunnu metast sum arbeiðsgevarar, má tó metast út frá hvørjum virki sær við einari ítøkiligari meting, og í grannalondum okkara hava teir víst á, at har leiðarin í veruleikanum hevur eina støðu, har hann hevur endaliga orðið, tá talan er um avgerðir, sum takast skulu, so eigur møguleiki at vera fyri, eisini tá talan er um brot á lóg um arbeiðsumhvørvi, at meta viðkomandi sum arbeiðsgevara.

Tann endaliga ásetingin av, hvør ið sambært lógina skal metast sum arbeiðsgevari, verður sjálvsagt ásett av rættinum.

Viðv. § 12:
Mett verður, at møguleiki skal vera fyri hjá Arbeiðseftirlitinum at áseta nærri reglur um, hvat eigur at vera av útgerð til fyrstuhjálp á virkjum.

Eisini kann tørvur vera á serstakari skaðastovu ella øðrum útbúnaði á størri virkjum, somuleiðis sum Arbeiðseftirlitið her kann krevja, at minst eitt fólk hevur tikið góðkent skeið í fyrstuhjálp.

Viðv. § 13:
Skyldan til at hava eftirlit snýr seg um tað arbeiði, sum starvsfólkið ger, og harafturat at arbeiðsgongdin annars er forsvarlig.

Tá mett verður, um arbeiðsgevarin hevur hildið leiðbeiningar og eftirlitsskyldur sínar, má havast í huga tann vandi, sum er tengdur at tí einstøku arbeiðsgongdini soleiðis, at har, arbeiðsgongdin er meira vandamikil, og har, vandin fyri vanlukku ella heilsuskaða er størri, eigur eftirlitið sjálvsagt eisini at vera strangari.

Viðv. § 14:
Í hvønn mun, arbeiðsgevarin eigur at kunna arbeiðsfólkið, er partvís tengt at fyritreytunum hjá tí einstaka starvsfólkinum, og partvís at hvørjum slagi av arbeiði, talan er um.

Størri krøv eiga at verða sett til kunningarskylduna hjá arbeiðsgevaranum, har talan er um arbeiði við serligum vanlukku- og heilsuskaðiligum vanda.

Sama er galdandi, har talan er um yngri starvsfólk og nýtt fólk, sum kemur í starv, og soleiðis ikki hevur tað innlit, sum neyðugt er, fyri á tryggan hátt at røkja starv sítt.

Viðvíkjandi 2. petti kann viðmerkjast, at starvsfólkið eigur at fáa upplæring og leiðbeining í nýtslu av verndartiltøkum, eisini persónligum verndarlutum.

Eisini hevur arbeiðsgevarin skyldu til seinni at kanna, at tær áður givnu leiðbeiningar verða fylgdar av starvsfólkinum.

Viðvíkjandi 3. petti er at siga, at hugsað verður her um økir, har serligur tørvur er á leiðbeining.

Viðv. § 15:
Hendan lógargrein vísir, hvønn dent lógaruppskotið leggur á samstarvið á hvørjum einstøkum virki.

Umframt sjálvur at luttaka, ella lata umboð sítt luttaka í samstarvinum, skal arbeiðsgevarin eisini tryggja, at samstarvið støðugt heldur áfram á ein hóskiligan hátt.

Brot á hesa grein verða revsað sambært § 65.

Viðv. § 16:
Endamálið við lógargreinini er at áseta samstarvsskyldu fyri fleiri arbeiðsgevarar á sama arbeiðsplássi til frama fyri trygdina og heilsuna, hjá øllum, sum starvast á arbeiðsplássinum.

Mett verður, at trygdin verður betri á arbeiðsplássinum, har hvør arbeiðsgevari ikki bara skal taka sær av trygdini hjá starvsfólkum sínum, men at ein samstarvsskylda eisini er galdandi millum allar arbeiðsgevararnar og øll tey starvsfólk, sum har starvast.

Orðið arbeiðsstaður gevur rúmari ræsur enn orðið virki ella arbeiðspláss.

Viðvíkjandi 2. petti kann viðmerkjast, at landsstýrismaðurin t.d. kann áseta nærri reglur um, at arbeiðsgevararnir kunnu sínámillum avtala, hvør av teimum skal hava ábyrgdina av arbeiðsviðurskiftunum á arbeiðsstaðnum.

Viðv. § 17:
Hóast nevndu grein, so hava øll sjálvsagt rætt til at venda sær til Arbeiðseftirlitið í sambandi við viðurskiftir, sum snúgva seg um trygd og heilsu á arbeiðsplássum.

Um talan er um smá arbeiðspláss, har hvørki trygdarumboð ella álitisfólk eru, skulu starvsfólkini hava kunnleika um tær avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið hevur tikið.

Er talan um stór arbeiðspláss við fleiri deildum, so hevur trygdarumboðið bert krav uppá at fáa kunnleika um avgerðir frá Arbeiðseftirlitinum, sum snúgva seg um viðkomandi deild.

Sama er galdandi við álitisfólki, soleiðis at hesi skulu hava kunnleika um avgerðir, sum snúgva seg um tann starvsbólk, sum tey umboða.

Orsøkin til, at nevnda regla bert viðger skrivligar avgerðir frá Arbeiðseftirlitinum, er, at tær munnligu fráboðanirnar oftast ikki eru so nágreiniligar sum tær skrivligu.

Viðv. § 18:
Arbeiðseftirlitið kann krevja, at kanningar verða settar í verk, bæði tá talan er um beinleiðis illgruna viðvíkjandi viðurskiftum á einum virki, og eisini sum liður í eini meira almennari kanning ella støðugum eftirliti av viðurskiftum innan eitt virkisøki.

Sjálvt um krav ikki er sett fram frá Arbeiðseftirlitinum um kanningar, hevur arbeiðsgevarin skyldu til, møguliga eftir tilmæli frá trygdarskipanunum, at fremja kanningar á økjum, har trygdar- og heilsuviðurskiftini gera tað neyðugt.

Til dømis skulu kanningar av tekniskum hjálpartólum ikki bert fremjast, áðrenn hesi verða tikin í nýtslu, men tørvur kann eisini vera á at fremja kanningar aftaná møguligar broytingar av hjálpartólunum, ella annars við jøvnum millumbilum.

Har talan er um arbeiðsvanlukku ella óvanliga nógva sjúku hjá starvsfólkunum, vil serligur tørvur ofta vera á at kanna arbeiðsviðurskiftini nærri.

Sjálvt um einki er nevnt í lógini um hetta, skal arbeiðsgevarin sjálvur rinda fyri tær kanningar, sum nevndar eru í hesari grein.

Viðv. § 19:
Orsøkin til, at sett er inn henda lógargrein, sum svarar til orðingina í donsku lógini, er, at sambært teimum dómum, sum sagdir eru á hesum øki, hevur verið ivasamt, um leiðslan fyri t.d. partafeløg kundi revsast sambært teimum greinum, sum seinni í hesari lóg áseta revsingar fyri brot á ásetingarnar í lógini.

Ætlanin við hesari lógargrein er, at teir persónar, sum standa fyri leiðsluni av t.d. partafeløgum, eisini skulu kunna revsast fyri brot, teir hava framt á ásetingarnar í lógini.

Viðv. § 20:
Definitiónin av arbeiðsleiðara svarar til definitiónina í starvsmannalógini.

Tað er soleiðis ein ítøkilig avgerð í hvørjum einstøkum føri, hvør kann metast sum arbeiðsleiðari, og kann talan t.d. vera um virkisleiðarar, verkførarar, arbeiðsformenn og aðrar.

Tá talað verður um arbeiði á virkinum ella pørtum av hesum, so kann eisini talan vera um arbeiði, sum verður gjørt uttandura.

Viðv. § 21:
Arbeiðsleiðarin skal sambært orðingini síggja til, at materiellu reglurnar í lógini verða fylgdar.

Sambært § 65 er ábyrgdin hjá arbeiðsleiðaranum ikki objektiv.

Arbeiðsleiðarin skal sambært orðingini taka tær neyðugu avgerðirnar innan fyri sítt heimildarøki, men harafturat eigur hann at geva tilmæli um tiltøk, sum hann ikki sjálvur hevur heimild til at seta í verk, ella í hvussu er at geva arbeiðsgevaranum fráboðan um tørvin á slíkum tiltøkum.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at sambært orðingini, so hevur arbeiðsleiðarin bæði rætt og skyldu til at fremja tey neyðugu tiltøkini, tá talan er um trot ella brek.

Viðv. § 22:
Brot á hesa grein verða revsað sambært § 65.

Viðv. § 23:
Sambært § 65 so kunnu arbeiðsfólkini eisini revsast, um tey ikki fylgja reglunum í hesi lóg.

Sum arbeiðsfólk er at skilja hvør tann, sum verður settur í tænastu hjá arbeiðsgevara, og sum ikki hevur leiðsluheimildir.

Arbeiðsfólkið hevur ábyrgd av, at tey eisini halda tær materiellu reglurnar í lógini, umframt í møguligum kunngerðum.
Tá 1. petti sigur, at tiltøkini skulu virka sum ætlað, so ber hetta í sær, at t.d. verndartiltøk á maskinum og útsúgvingarskipanir eins og ásett persónlig verndartiltøk skulu nýtast.

Viðv. § 24:
Sí viðmerkingarnar til § 22.

Viðv. § 25:
Viðvíkjandi 1. petti verður serliga hugsað um byggiarbeiði.

Viðvíkjandi 2. petti kann talan t.d. vera um installatións - ella umvælingararbeiði.

Viðv. § 26:
Lógarreglan fevnir um ein hvørja veiting, t.v.s. eisini har talan er um ikki vinnuliga veiting av brúktum tekniskum tólum ella amboðum, t.d. tá ið hetta verður latið uttan kostnað.

Ábyrgdin áliggur í flest øllum førum á framleiðaranum ella innflytaranum, tá teir við atliti til sjálvar forhandlararnar mugu metast sum teir sakkønu.

Millumhandlarar hava vanliga bert ábyrgd, tá ið serligar umstøður gera seg galdandi.

Sambært dómum í grannalondum okkara so verður ábyrgdin heldur ikki løgd á starvsfólki hjá t.d. innflytaranum.

Sambært § 65 er revsiábyrgdin ikki objektiv.

Við teknisk hjálpartól er at skilja, t.d. maskinur, íløt, tól, stigar, byggipallar, bingjur og tílíkt.

Leiðbeiningarnar eiga at vera orðaðar á føroyskum og skulu bert í undantaksføri orðast á øðrum máli, sum øll í Føroyum skilja.

Viðvíkjandi 3. petti skal viðmerkjast, at innflytari ella framleiðari, ikki bert tá ið Arbeiðseftirlitið krevur tað, men eisini tá ið viðurskiftini annars gera tað neyðugt, hevur skyldu til at fremja tær nevndu kanningar og royndir.

Viðv. § 27:
Henda lógargrein viðvíkir bert maskinum, meðan § 26 eftir orðingini hevur eitt meira alment gildi.

Sambært § 30, so fevnir § 27 tó eisini um útvegamenn og aðrar, sum fáa til vega evnir og tilfar.

Viðv. § 28:
Hendan regla er eisini galdandi, um tað er framleiðari ella sølumaður, sum fremur innleggingararbeiði, og sama er galdandi, um ein útleigari ella ein, sum lænir út, sjálvur fremur innleggingina hjá leigaranum ella tí sum lænir.

Viðv. § 29:
Hendan áseting er orðað sambært "ILO codes of Practice, Safety and Health in building and civil engineering work" frá 1972.

Hetta er dømi um tann dent, sum longu frá byrjan av eigur at vera lagdur á arbeiðsumhvørvisspurningin, tá ætlanir verða gjørdar.

Ætlanin er tó ikki, at teir, sum gera projektini, skulu leggja seg út í t.d. arbeiðsháttin hjá byggimeistarum og tey hjálpartól, sum teir nýta, eins og lógarreglan heldur ikki tekur ábyrgdina frá byggimeistarum í sambandi við arbeiði teirra.

Viðvíkjandi seinasta punktið í lógargreinini skal viðmerkjast, at her er talan um ráðgeving, sum kann hava týdning fyri trygd og heilsu.

Reglan ber m.a. í sær, at ráðgevandi verkfrøðingafeløg, sum fremja útrokningar í sambandi við teknisk hjálpartól, skulu síggja til, at hesi hjálpartól lúka krøvini í arbeiðsumhvørvislógini.

Viðv. § 30:
Nærri fyriskipanir hjá innflytaranum eru ásettar í § 39 og 40.

Viðv. § 31:
Í samband við 2. petti kann viðmerkjast, at t.d. tá teknisk hjálpartól ikki lúka krøvini í arbeiðsumhvørvislógini, hevur, umframt innflytarin og arbeiðsgevarin, eisini brúkarin ábyrgd.

Viðv. § 32:
Av tí at serligar umstøður kunnu vera, sum gera tað ráðiligt at víkja frá alment galdandi reglunum, hevur ráðið mett, at rætt er at taka við í lógina hendan møguleikan fyri at gera frávik í reglunum.

Viðv. § 33:
Við byggiharra er vanliga at skilja tann, fyri hvørs rokning byggiútbúnaðar- ella umvælingararbeiði verður framt.
Neyðugt er ikki, at byggiharrin er arbeiðsgevari, og kann í hesum sambandi vísast til § 2, stk. 3, nr. 1.

Byggiharrin skal, áðrenn byggiarbeiði verður byrjað, taka støðu til, um hann sjálvur skal átaka sær samskipanina, ella um hann heldur letur ein annan samskipara fremja hetta arbeiði.

Um samskipanin ikki virkar, sum hon skal, so kann byggiharrin ella samskipari hansara revsast við bót sambært § 65.

Lógin tekur ikki støðu til, um byggiharrin ella samskiparin koma undir endurgjaldsskyldu í teimum førum, har samskipanarskyldan ikki verður lokin.

Endamálið við greinini er at fáa samskipað tey felags trygdartiltøkini fyri tey ymisku virkisøkini á sama byggiplássi.

Byggiharrin og samskipari hansara hava bert skyldu til at samskipa trygdararbeiðið á plássinum, meðan tað fult út eru teir einstaku arbeiðsgevararnir, sum hava ábyrgdina fyri, at lógarinnar reglur verða hildnar viðvíkjandi teimum fólkum, sum teir sjálvir hava í starvi.

Kapittul 4

Hetta kapittul ásetir grundleggjandi reglurnar, sum hava tilknýti til útinnanina av arbeiðinum.

Í sambandi við metingina av arbeiðsstøðuni, skulu reglurnar serliga samanberast við ásetingarnar í kapittul 5, 6 og 7.

Tað er ynskiligt, at spurningarnir um arbeiðsumhvørvi ikki bert verða tiknir til viðgerðar í sambandi við útinnanina av arbeiðinum, men longu tá ið tær fyrstu fyrireikingarnar verða framdar í sambandi við ætlað arbeiði.

Viðv. § 34:
Lagt eigur at vera til merkis, at hendan áseting sambært § 2, stk. 3, nr. 2, eisini fevnir um arbeiði, sum ikki verður gjørt fyri arbeiðsgevara, umframt arbeiði, sum nevnt er í § 2, stk. 2.

Viðv. § 35:
Viðvíkjandi 1. petti, punkt 1 kann viðmerkjast, at bannið kann avmarkast til ávísar bólkar av starvsfólki, t.d. kvinnur við barn, eldri ella brekað.

Viðvíkjandi 2. punkti kann viðmerkjast, at á serligum arbeiðsplássum kann tørvur vera á ymiskum verndarlutum og serligum arbeiðsklæðum.

Kapittul 5 (Arbeiðsplássið)

Viðv. § 36:
Sum nevnt frammanfyri, so er tað av avgerandi týdningi, at atlit verður havt til arbeiðsumhvørvi og teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp í hesum sambandi, longu tá sjálvt arbeiðsplássið verður innrættað.

Krøvini til innrættingina verða sjálvsagt tengd at, hvat slag av arbeiði talan er um, og hvørji hjálpartól, evnir og tilfar verða nýtt í arbeiðsgongdini.

Viðv. § 37:
Av tí at arbeiðsumhvørvislógin er ein rammulóg, eru ongar nágreiniligar reglur ásettar í lógini um, hvussu arbeiðsplássið skal innrættast.

Ætlanin er, at reglurnar skulu ásetast frá umsitingini út frá teimum almennu stevnumiðunum, at arbeiðið skal vera innrættað soleiðis, at tað lýkur øll trygdar- og heilsulig krøv.

Serligur dentur skal leggjast á, at arbeiðsumhvørvi skal vera í tráð við ta teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.

Tær reglurnar, sum nærri verða ásettar frá umsitingini, kunnu t.d. snúgva seg um byggiháttin.

Teknisk hjálpartól eru eisini fevnd av hesari lógarheimild í tann mun, nýtslan av hesum hevur týdning fyri innrættingina av arbeiðsplássinum. Tað kann t.d. vera maskinur, sum halda nógvan gang.

Kapittul 6 (Teknisk hjálpartól)

Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri øll, sum hava við teknisk hjálpartól at gera, bæði tann, sum letur hjálpartólarætlanina, og hann, sum nýtir tólini, sjálvt um arbeiðið ikki beinleiðis verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara.

Her verður víst til § 2, stk. 3, nr. 3 í lógini.

Viðv. § 38:
Reglan í § 38 fevnir um øll sløg av skipanum, maskinum og hjálpartólum.

Talan kann vera um maskinur, amboð, elevatorar, kranar, stillasir, bingjur og annað.

Bæði hann, sum letur nevndu hjálpartól, og hann, sum nýtir tey, hava fulla ábyrgd fyri, at hesi tól eru framleidd og sett upp á forsvarligan hátt.

Skyldan í sambandi við nýtsluna áleggur tó bert brúkaranum, t.v.s. arbeiðsgevaranum, arbeiðsleiðaranum og starvsfólki, sum brúkar hesi tól.

Viðv. § 39:
Hendan lógaráseting gevur landsstýrismaninum í arbeiðsmarknaðarmálum heimild til at áseta reglur um tey ymisku sløgini av hjálpartólum.

Her kann t.d. vera talan um ásetingar av markvirðum fyri óljóði, ristingum o.a., og er tað tí ikki nøkur beinleiðis treyt, at talan er um beinleiðis vandaumstøður, men kann landsstýrismaðurin við atliti til trygd og heilsu áseta slíkar reglur.

Viðvíkjandi stk. 1, 2. punkti, kann viðmerkjast, at sambært § 55 so er ætlanin, at Arbeiðseftirlitið eftir áseting frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum fær heimild til at geva ummæli ella góðkenning, t.d. fyri ymiskar bólkar av tólum.

Um sokallað slaggóðkenning (typegodkendelse) verður givin, so hevur hetta við sær, at maskinslagið til ein hvørja tíð kann seljast, so leingi sum maskinurnar halda tær ásetingar, sum liggja til grund fyri góðkenningini.

Tá tosað verður um ummæli, er hetta at skilja soleiðis, at ein meting fer fram av einstøkum viðurskiftum, sum hava munandi trygdar- ella heilsuligan týdning, og har sakkunnleikin hjá Arbeiðseftirlitinum ger slíka meting møguliga.

Tá tosað verður um góðkenning, er hetta at skilja á tann hátt, at ein nágreinilig gjøgnumgongd verður gjørd av ætlanini, har eftirlitið partvís metir tey einstøku viðurskiftini og ger eina heildarmeting alt út frá, hvat verður mett forsvarligt við atliti til trygdina og heilsuviðurskiftini.

Talan kann t.d. vera um góðkenningar av ætlanum í sambandi við innrætting av arbeiðsstaði og viðvíkjandi tekniskum hjálpartólum.

Viðvíkjandi 1. petti, nr. 3, kann viðmerkjast, at her kann m.a. vera talan um, at landsstýrismaðurin ásetir reglur, sum geva Arbeiðseftirlitinum møguleika at krevja sýn av t.d. tekniskum hjálpartólum, áðrenn tey vera tikin í nýtslu.

Kapittul 7 (Evni og tilfar)

Reglurnar um evni og tilfar hava ikki áður verið lógarfestar í stórvegis mun, og er tað eisini fyri kortum, at grannalond okkara hava ásett nærri lógarreglur á hesum øki. Sum kunnugt verða framleidd nógv nýggj kemisk evnir, har ein partur hevur víst seg at vera heilsuskaðiligur.

Kanningar í grannalondum okkara hava víst, at kunnleiki er um meira enn 200.000 evnir, sum eru eitrandi, og hvørt ár økist hetta tal við uml. 5 - 6.000.

Mett verður tí, at tað er sera umráðandi, at fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk á øllum økjum.

Miðað eigur at vera ímóti, at einki evni ella tilfar verður nýtt í framleiðsluni, áðrenn full greiða er fingin á, hvat árin hetta kann hava á menniskjalikamið.

Víst verður á, at reglurnar í hesum kapitli eisini eru galdandi fyri arbeiði, sum ikki verður framt fyri arbeiðsgevara, umframt tað arbeiði, sum nevnt er í § 2, stk. 2, samanborið við grein 2, stk. 3, nr. 4 í lógini.

Í Danmark hevur Arbeiðseftirlitið í samráð við Umhvørvismálaráðið frá 1977, skrásett evnir og tilfar, sum nýtt verður í arbeiðsumhvørvinum.

Viðv. § 40:
Lógargreinin fevnir um bæði framleiðara og brúkara, uttan aðrar avmarkingar enn tær, sum eru ásettar í § 3.

Evni og tilfar kann vera í føstum skapi, flótandi ella í luftskapi.

Evni fevnir um rávøru og partvís og liðugt framleiddan úrdrátt.

Sambært lógarregluni so skal framleiðarin tryggja sær, at evnini og tilfarið, bæði í samband við framleiðsluna og í samband við nýtsluna, eru í einum slíkum skapi, støðu, innbjálving v.m. soleiðis, at arbeiðið kann fara fram fult forsvarliga við atliti til trygd og heilsuvanda.

Lógarreglan førir eisini við sær, at brúkarin (privatur, arbeiðsgevari, arbeiðsleiðari og starvsfólk) skal tryggja sær, at tær arbeiðsgongdir, sum nýttar verða í arbeiðinum, greitt tryggja arbeiðararnar móti vanlukkum og sjúku.

Brúkarin skal tí kanna, um tað evni og tilfar, sum brúkt verður, hevur vandamiklar eginleikar.

Í hesum sambandi kann hann fáa vegleiðing hjá Arbeiðseftirlitinum.

Viðv. § 41:
Tað, sum nevnt verður í petti 1, 2, 3 og 4, eru bert dømi um tað, sum landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, og kann sjálvsagt hugsast onnur økir, har tørvur eisini er á nærri fyriskipanum.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at hendan lógarregla kann nýtast sum grundarlag fyri einum sonevndum negativ-lista, sum antin verður galdandi alment, ella innan fyri ávís økir ella arbeiðir.

Kapittul 8 (Hvíldartíð og frísamdøgur)

Hetta kapittul ásetir nærri reglur um hvíldartíð umframt undantaksreglur og serligar reglur innan ávís økir.

Reglurnar eru eisini galdandi fyri ung undir 18 ár, har ásetingarnar í kapittul 9 ikki hava givið hesum aldursbólki størri vernd.

Skyldu til at ansa eftir, at starvsfólkið fær ásettu hvíldartíð og frísamdøgur, áliggur sambært revsiásetingini í § 65 arbeiðsgevaranum, arbeiðsleiðaranum og arbeiðsfólkinum.

Tann starvssetti kann ikki frásiga sær rættin til hvíldartíð ella frísamdøgur uttan so, at heimild til tess beinleiðis er ásett í lógini ella kunngerðum, sum skrivaðar eru út við heimild í lógini.

Skyldurnar eru bert galdandi í tí einstøku starvssetanini og forðar tí ikki fyri, at starvsfólkið tekur annað starv hjá øðrum arbeiðsgevara, og samlaða starvstíðin sostatt fer út um lógarinnar mark.

Viðv. § 42:
Tá nevnt verður, at roknað verður frá tí, at arbeiðið byrjar, so er við hesum at skilja, tann tíð, sum avtalað er millum arbeiðsgevaran og arbeiðsfólkið um, nær starvstíðin byrjar, ella at henda starvstíð er ásett í høvuðssáttmála.

Um so er, at tað fyri tað einstaka arbeiðsfólki ikki er galdandi ein vanlig arbeiðstíð t.d. orsakað av, at arbeiðið byrjar hvønn dag til ymiska tíð, má samdøgrið byrja frá tí, at arbeiðið veruliga byrjar.

Viðvíkjandi spurninginum, um flutningur til og frá arbeiði skal roknast við í arbeiðstíðina, er hetta ein meting, sum má gerast í hvørjum einstøkum føri.

Har, sum starvsfólk sambært sáttmála fær løn undir flutningi til og frá arbeiði, og vanlukkutryggingarskipanin er galdandi við flutning, eigur hendan flutningstíð at verða roknað við í arbeiðstíðina.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at reglan fult út ásetir, undir hvørjum viðurskiftum hvíldartíðin kann minkast niður í 8 tímar.

Sostatt er ikki møguleiki at minka hvíldartíðina á øðrum økjum, sjálvt um hesi økir kanska í ávísan mun líkjast teimum, sum nevnd eru í 2. petti.

Viðv. § 43:
Ráðið metir, tað hava avgerandi týdning, at hendan lógargrein framvegis verður galdandi í Føroyum, hóast grannalond okkara tykjast at leggja minni dent á hesar ásetingar.

Tá nevnt verður, at halgidagsarbeiði skal vera til samfelagsins frama ella er neyðugt fyri at varðveita virðir, so eigur hetta at vera tikið eftir orðunum, soleiðis at misnýtsla ikki fer fram av hesum undantaksmøguleika.

Viðv. § 44:
Eisini her eigur talan at vera um frávik, sum bert verður gjørt í undantaksføri, og bert tá tað er avgerandi neyðugt.

Tá frávikið verður skrivað í eftirlitsbókina ella annað líknandi skjal, eigur møguleiki eisini at vera fyri at kanna eftir, um misnýtsla er farin fram í tí einstaka førinum.

Viðv. § 45:
Í teimum grannalondum, sum hava líknandi lógarreglu, er tað soleiðis, at Arbeiðseftirlitið, áðrenn frávik verður gjørt, letur álitisfólkið á arbeiðsplássinum gera sínar viðmerkingar, og í flestu førum, har frávik verður gjørt, eru álitisfólkið og Arbeiðseftirlitið samd.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at her er bert talan um einstaka hvíldartíð ella einstakt frísamdøgur, av tí at tá talan er um fleiri hvíldartíðir ella frísamdøgur, ber til, um ikki annað so munnliga, at fáa loyvi í røttu tíð.

Viðvíkjandi 3. petti er at viðmerkja, at hesi frávik kundu hugsast at verið gjørd innan fyri fakøkir, har bæði arbeiðsgevari og arbeiðsfólk, umframt feløg teirra, eru samd um, at tørvur kann vera á frávikum.

Viðvíkjandi 4. petti er at viðmerkja, at landsstýrismaðurin t.d. kann áseta, at høvuðssáttmáli kann gera frávik frá lógarinnar reglum, og t.d. undir hvørjum treytum hesi frávik kunnu verða gjørd.

Hugsanin við hesari reglu er, at hon kann nýtast í einstøkum føri, har ikki verður mett, at neyðugt er at fáa Arbeiðseftirlitið við í avgerðina.

Viðv. § 46:
Hesi frávik skulu, sum orðingin sigur, bert fara fram, har hetta verður hildið at vera neyðugt.

Tá nærri verður kannað eftir, hvørjir persónar skulu vera fevndir av lógarorðingini, má hendan meting gerast út frá teimum umstøðum, sum eru, m.a. um viðkomandi t.d. hevur ábyrgd av útinnanini av arbeiði við beinleiðis sambandi til hægstu leiðsluna, um viðkomandi hevur starvssetanar og uppsagnarheimildir, um viðkomandi við avtalum beinleiðis kann binda arbeiðsgevara sín, og um viðkomandi í størri mun kann leggja tilrættis arbeiðstíð sína, uttan at neyðugt er við góðkenning frá hægstu leiðslu arbeiðsgevarans.

Viðv. § 47:
Í samband við tær ásetingar, sum verða framdar við heimild í hesari lógargrein, kann atlit verða tikið til bæði trygd og heilsu hjá starvsfólki og øðrum.

Í samband við ásetingar um avmarkaða arbeiðstíð kann eisini verða nærri ásett, at steðgur skal vera í arbeiðstíðini.

Náttúrligt er, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka upp spurningin viðvíkjandi løn fyri tey arbeiðsfólk, sum koma undir nærri reglurnar, sum ásettar verða.

Týdningurin av § 46 eigur at verða samanborðin við § 35, og tá tørvurin á ásetingum sambært § 46 verður mettur, kemur tað m.a. at valdast um, hvussu nágreiniligar reglur verða ásettar sambært § 35.

Tann avmarkaða arbeiðstíðin vil vanliga bert fevna um tað serliga arbeiðið, sum kann vera vandamikið fyri trygd og heilsu.

Kapittul 9 (Børn og ung undir 18 ár)

Viðv. § 48:
Í grannalondum okkara, t.d. Danmark og Grønlandi, er aldursmarkið 15 ár, men mett verður serliga við atliti til fiskivinnuna, at møguleiki eigur at vera fyri ung niður í 14 ára aldursmark at taka lut í t.d. fiskaarbeiði soleiðis, sum tað í stóran mun verður gjørt í løtuni.

Ansa eigur tó at verða eftir, at hesin aldursbólkur ikki verður settur til tað tunga og vandamikla arbeiði.

Tá tosað verður um vanligt arbeiði, so er talan um arbeiði í tænastu hjá arbeiðsgevara, t.v.s. t.d. starvspraktikkur verður ikki mettur sum vinnuligt arbeiði.

Við 2 petti er at viðmerkja, at landsstýrismaðurin t.d. kann áseta annað aldursmark fyri ávís arbeiði, eins og serreglur kunnu ásetast.

Viðvíkjandi 3 petti er at viðmerkja, at í Danmark hevur arbeiðsmálaráðið við heimild í líknandi lógarreglum ásett, at børn undir 10 ár ikki skulu taka lut í slíkum lættari vinnuligum arbeiði.

Viðv. § 49:
Tá talað verður um "í vanligum førum", so eigur hetta at skiljast soleiðis, at møguleiki er fyri, at ung fólk, sum eru yngri enn 18 ár, kunnu luttaka í yvirtíðararbeiði.

Tað er ein fyritreyt, at hesin møguleiki bert verður nýttur undir serligum viðurskiftum og ikki støðugt og upp í saman.

Tó er tað ikki bert, tá talan er um heilt serstakar umstøður, at hesin aldursbólkur kann luttaka í yvirtíðararbeiði, men kann talan vera um t.d. yvirtíðararbeiði í sambandi við høgtíðir ella tílíkt.

Annað petti í lógargreinini ásetir størsta tímatalið og avmarkar harvið eisini yvirtímatalið hjá aldursbólkinum.

Hóskandi mat- og hvíldartíðir verða vanliga roknaðar frá ½ til 2 tímar.

Viðv. § 50:
Tá annað petti nevnir orðið "vanliga", so skal hetta skiljast á tann hátt, at frávik bert eiga at verða gjørd í undantaksføri.

Tá samlaða hvíldartíðin skal verða 12 tímar um samdøgri, hevur viðkomandi rætt til at møta seinni enn vanligt til arbeiðis, har hann dagin fyri t.d. hevur arbeitt út á kvøldið.

Í Danmark er hvíldartíðin ásett at vera millum kl. 20.00 og kl. 06.00.

Kapittul 10 (Læknakanningar v.m.)

Viðv. § 51:
Mett verður, at ein fyritreyt fyri hesari lógargrein er, at Arbeiðseftirlitið og arbeiðsmedisinarin í stóran mun fáa høvi at gera tilmæli í sambandi við møguligar ásetingar, sum landsstýrismaðurin við heimild í hesari lógargrein ásetir.

Náttúrligt hevði eisini verðið, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, fakfeløgini innan fyri tey ymisku arbeiðsøkini, fáa høvi at koma við sínum viðmerkingum, áðrenn endaligu reglurnar verða ásettar.

Sum orðingin sigur, so er tað ein treyt, at talan er um arbeiðsøki, har heilsuvandi kann vera.

Læknakanningar kunnu sjálvsagt eisini fremjast av starvsfólki, har viðurskiftir áður kunnu hava ført við sær heilsuvanda, men har hesi viðurskifti seinni eru broytt.

Sum dømi hava teir í Danmark nevnt arbeiði við evninum asbest.

Slíkar læknakanningar kunnu m.a. hava týdning í samband við metingina um, hvat arbeiði viðkomandi skal hava frameftir, um so er, at viðkomandi hevur verið úti fyri heilsuskaðiligum árini.

Við arbeiðsmedisinskar og arbeiðsheilsufrøðisligar kanningar er at skilja kanningar av tí árini, sum arbeiðsumhvørvið hevur á starvsfólki.

Kapittul 11 (Arbeiðsumhvørvisráð)

Viðv. § 52:
Mælt verður til, at landsstýrismaðurin, har tørvur er á hesum, letur Arbeiðseftirlitið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gera konsekvensútrokningar í sambandi við, at nýggjar kunngerðir verða settar í gildi við heimild í hesari lóg.

Viðmerkist skal tó, at hesar útrokningar ikki skulu nýtast til at seinka ella forða fyri, at ásetingarnar í lógini verða fylgdar við frammanfyri nevndu kunngerðum.

Sum orðingin vísir, so hevur landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur fyri virkið ráðsins, m.a. hvørjar heimildir ráðið skal hava.

Tað er við hesum ráði, at t.d. partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa møguleika fyri, alt eftir teimum heimildum, sum landsstýrismaðurin gevur ráðnum, at gera sína ávirkan galdandi í spurningum um arbeiðsumhvørvi.

Kapittul 12 (Arbeiðseftirlitið)

Viðv. § 53:
Landsstýrismaðurin er hægsti myndugleiki í sambandi við avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, ímeðan stjórin á Arbeiðseftirlitinum hevur dagligu leiðsluna av stovninum.

Sambært § 55 kann landsstýrismaðurin geva stjóranum fyri Arbeiðseftirlitinum tær heimildir, sum sambært lógini liggja hjá landsstýrismaninum í arbeiðsmarknaðarmálum.

Viðv. § 54:
Hendan lógargrein vísir, at virkisøkið hjá Arbeiðseftirlitinum er sera vítt, og er hetta eisini samsvarandi lógarreglunum í grannalondum okkara.

Viðvíkjandi 2. pkt. er at viðmerkja, at fyrireikingin av reglum sambært lógini eftir øllum at døma verður ein týðandi táttur í arbeiðinum hjá eftirlitinum.

Viðv. § 55:
Landsstýrismaðurin kann geva stjóranum fyri Arbeiðseftirlitinum tær heimildir, sum sambært lógini liggja hjá landsstýrismaninum í arbeiðsmarknaðarmálum.

Viðv. § 56:
Mett verður, at hægsti umsitingarligi myndugleiki eigur at hava møguleika fyri, um tørvur er á hesum, at leggja ávís arbeiðsøki til aðrar stovnar enn Arbeiðseftirlitið.
Hendan regla er eisini galdandi í m.a. Danmark.

Viðvíkjandi 3. petti kann viðmerkjast, at í Danmark er við heimild í líknandi lógargrein gjørd kunngerð um gjald í sambandi við kanning av dampketlum, trýstroyndir av trýstbeholdarum, kanningar av lyftum v.m.

Viðv. § 57:
Hendan reglan snýr seg bert um fráboðanarskyldu í samband við hagfrøðisligar kanningar.

Viðv. § 58:
Hesar heimildir eru náttúrligar og eisini neyðugar, um Arbeiðseftirlitið á fullgóðan hátt skal røkja skyldur sínar.

Viðv. § 59:
Hendan reglan skal skiljast á tann hátt, at Arbeiðseftirlitið eftir umstøðunum kann banna t.d. arbeiði, sum ikki lúkar lógarinnar krøv.

Í hesum sambandi verður eisini víst til teir kærumøguleikar og revsifyriskipanir, sum ásett í lógini.

Viðv. § 60:
Ein týðandi táttur í skráseting av tí eftirlitsarbeiði, sum gjørt verður, er eftirlitsbókin, sum umrødd verður í hesari grein.

Viðv. § 61:
Náttúrligt er, at starvsfólkið, sum starvast innan fyri lógarinnar øki, eins og aðrir almennir myndugleikar og persónar hava tagnarskyldu.

Viðvíkjandi 2. petti er at viðmerkja, at reglan er neyðug fyri, at starvsfólkið ikki skal halda seg aftur við at senda inn kæru, tá grundarlag er fyri tí.

Viðv. § 63:
Í hesi grein eru møguleikar fyri, at landsstýrismaðurin kann seta danskar kunngerðir ella partar av teimum í gildi fyri Føroyar. Tað er við tí grundgeving, at kunngerðir ofta innihalda eitt størri tilfar, sum tekur nógva tíð, um tað skal umsetast til føroyskt.

Kapittul 13 (Kærur)

Viðv. § 64:
Kærufreistin er í Danmark er sett til 4 vikur, meðan hon í Grønlandi er 8 vikur.

Landsstýrismaðurin kann lata heimildina til at gera av kæru til annan myndugleika. Tað kundi t.d. verið, um ein felags kærunevnd/kærustovnur varð sett í Føroyum.

Kapittul 14 (kriminalrættsligar fyriskipanir)

Endamálið við revsifyriskipanum er, sum við flest øllum revsitiltøkum, tann, at tey fólk, sum á ein hvønn hátt hava við arbeiðsumhvørvisspurningar at gera, tað verið seg sum arbeiðsgevari ella starvsfólk, skulu síggja tann álvara, sum lóggávuvaldið hevur lagt í hesar reglur, og at tær verða fylgdar.

Eisini skulu hesar revsireglur hjálpa til at halda t.d. arbeiðsgevara frá at royna at spara uppá rakstrarútreiðslur sínar við at slaka við teimum krøvum, sum lógin ásetir.

Viðv. § 65:
Ábyrgdin er subjektiv, skilt á tann hátt, at brotini skulu verða framd antin við vilja ella við óansni.

Í Danmark er møguleiki fyri heftirevsing umframt bót.

Viðv. § 66:
Eftir orðingini er her talan um objektiva ábyrgd t.v.s., at ikki er neyðugt, at talan er um viljað brot ella brot, sum er framt við óansni.

Viðvíkjandi allýsing av "arbeiðsgevara", verður víst til viðmerkingarnar til § 11.

Viðv. § 67:
Í ásetingunum kunnu setast reglur um bæði objektiva og subjektiva ábyrgd.

Viðv. § 69:
Tá lógarreglan vísir á, at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, skal vera vitandi um, at arbeiði er farið fram, so liggur í hesum eitt krav um, at talan skal verða um viljað brot.

Tað er tó eingin treyt, at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, beinleiðis hevur fingið persónin undir 18 ár at fremja slíkt arbeiði.

Kapittul 15 (Gildi og fyribilsreglur)

Viðv. § 71:
Lógin kemur í gildi 1. juli 1999.

Í sambandi við at lógin verður sett í gildi, verða tær kunngerðir, sum galdandi eru í løtuni, framvegis í gildi, til nýggjar kunngerðir verða gjørdar.

1. viðgerð 4. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 25. februar 1999 og eftir 1. viðgerð 4. mars 1999 beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 6., 13., 12. og 15. apríl 1999, og hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann, og Eli Davidsen, stjóra á arbeiðseftirlitinum.

Meirilutin (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) tekur ikki undir við uppskotinum men metir, at fyriliggjandi uppskot og fyrireikandi arbeiði, sum liggur aftan fyri uppskotið, kann brúkast sum vegleiðing fyri komandi lóggávu innan arbeiðsumhvørvi.

Meirilutin vísir á, at Føroyar er einasta norðanland, sum ikki hevur eina dagførda lóg um arbeiðsumhvørvi, og at slík er neyðug, nú vit standa á gáttini til eina oljuvinnu.

Meirilutin heitir á avvarðandi landsstýrismann um í komandi tingsetu at leggja fram løgtingslógaruppskot um arbeiðsumhvørvi.

Minnilutin (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, so at Føroyar kunnu fáa eina tíðarhóskandi lóg um arbeiðsumhvørvi at seta í staðin fyri ta galdandi men fullkomiliga avoldaðu og ónøktandi lógina um arbeiðaravernd.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjørdu uppskotið: Eftir at hava arbeitt við málinum í knappliga 3 ár eftir áheitan frá Føroya landsstýri, legði Arbeiðsumhvørvisráðið í des.1990 sítt tilmæli fram um nýggja arbeiðsumhvørvislóg. Í Arbeiðsumhvørvisráðnum vóru umboð fyri Fø. Arbeiðsgevarafelag, Fø. Arbeiðarafelag, Fø. Handverksmeistarafelag, Fø. Handverkarafelag, Fø. Keypmannafelag, Fø. Skrivstovu- & Krambúðarfólkafelag og Arbeiðseftirlitið. Endaliga lógaruppskotið varð gjørt eftir at hava verið til ummælis hjá øllum vinnufeløgum, stovnum og kommunum.

Hóast Arbeiðsumhvørvisráðið hevði norðurlendska lóggávu sum fyrimynd, var høvuðsendamálið hjá ráðnum at fáa eina lóg út frá teim serligu viðurskiftunum,sum eru galdandi í Føroyum, og gjørdi ráðið sítt endaliga uppskot út frá hesum sjónarmiði.

Uppskotið frá ráðnum varð sent landsstýrinum í 1991. Men ikki fyrr enn á vári 1996 varð uppskotið lagt fyri tingið, tó uttan at verða liðugt viðgjørt, fyri so at detta burtur. Sama hendi, tá uppskotið fyri aðru ferð varð lagt fram á vári 1998, men datt burtur, tí nýval varð útskrivað. Áðrenn uppskotið varð lagt fram, var tað aftur til ummælis hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er sama uppskot, sum nú við smáum tekniskum broytingum er til viðgerðar í tinginum fyri triðju ferð.

Trivnaðarnevndin hevur undir viðgerðini fingið viðmerkingar frá Arbeiðseftirlitinum til lógaruppskotið. Hesar viðmerkingar heldur minnilutin vera so beinraknar og geva so góðar próvgrundir fyri at seta uppskotið í verk, at tingmenn eiga at kunnast um hesar sum grundarlag fyri teirra støðutakan. Tí eru viðmerkingarnar niðanfyri í stóran mun endurgeving av tí, sum Arbeiðseftirlitið greiddi frá:

Avoldað lóg um arbeiðaravernd: Tann galdandi arbeiðaraverndarlóg frá 1974 er ein beinleiðis umseting av tí táverandi grønlendsku arbeiðaraverndarlógini, sum fekk gildi fyri Grønland í 1973. Hendan lógin var eitt samankók av trimum donskum arbeiðaraverndarlógum frá 1954. Einasti munur millum grønlendsku og føroysku lógina var, at har tað stóð Grønlandsministeriið, kom Føroya landsstýri at standa.

Í 1986 – fyri heili 13 árum síðan - fekk Grønland sína arbeiðsumhvørvislóg í staðin fyri arbeiðaraverndarlógina. Og teir hava ikki havt trupulleikar av hesi lóg, tvørturímóti.

Við Grønlandi sum tað seinasta hava øll lond kring okkum fyri langari tíð síðan fingið teirra arbeiðsumhvørvislóg. Øll uttan Føroyar. Føroyar eru sostatt einasta landið, har bert avoldað lóggáva um arbeiðaravernd er galdandi, og ikki tíðarhóskandi og nøktandi lóg um arbeiðsumhvørvi sum heild. Arbeiðaraverndarlógin stavar frá eini farnari tíð, og avmarkar seg til vernd móti vandamiklum maskinum. Arbeiðsumhvørvi í dag eigur at fevna nógv víðari.

Ikki samsvar millum konventiónskrøv og føroyska lóggávu: Føroya Løgting hevur fyri langari tíð síðan samtykt, at bæði ILO-konventiónir og Norðurlendska Arbeiðsumhvørviskonventiónin skulu verða galdandi fyri Føroyar.

Samsvar er sostatt ikki millum konventiónskrøv og føroysku lóggávuni á hesum øki, so hetta er eitt álvarsmál í sjálvum sær. Ikki minst tá vit sjálvi tosa um týdningin av at liva upp til altjóða standardir m.a. fyri trygd og trivnað í arbeiðsumhvørvinum.

Atfinningar at lógaruppskotinum: Undir fyrstu viðgerð vóru ymiskar atfinningar av lógaruppskotinum:

Uppskotið verður sagt at leggja upp til, at børn og ung skulu ikki longur hava loyvi at arbeiða, og verður hetta mett at vera púra burturvið og sera óføroyskt, sum tikið hevur verið til.

Hetta er púra burturvið og hevur einki við veruleikan at gera. Innihaldið í §§ 48-50 í uppskotinum er júst tað sama, sum í §§ 28-29 í galdandi arbeiðaraverndarlóg, so her verður einki annarleiðis, enn tað er í dag.

Arbeiðseftirlitið hevur ikki og fer ei heldur at blanda seg ikki uppí, um børn arbeiða lættari arbeiði s.s.lættari fiskaarbeiði, egningararbeiði v.m. Ein sjálvfylgja er tó, at børn ikki verða sett til tungt likamligt arbeiði og skulu tey ei heldur setast til at passa vandamiklar maskinur og arbeiða við vandamiklum evnum og tilfari.

Somu ásetingar eru at finna í øllum arbeiðsumhvørvislógum í norðanlondum, eisini tí íslendsku, og sum kunnugt arbeiða tey íslendsku børnini meira enn flest onnur børn her um leiðir.

Orsøkin til, at hesar ásetingar eru settar í slíkar lógir, er, at ILO-konventiónin krevur tað. Føroyar hava saman við øðrum londum sett hesa konventión í gildi. Ásetingarnar eru eisini meira ætlaðar børnum í menningarlondum, har børn verða grovt misnýtt í ídnaðarvirkjum v.m.

Sagt varð, at landsstýrismaðurin fær alt ov stórt vald við hesi lóg, tí fleiri greinar í lógini enda við, at landsstýrismaðurin fær heimild til at fyriseta nærri reglur um ymisk viðurskiftir við kunngerðum.

Hertil er at siga, at í eini so fjøltáttaðari lóg, ið inniheldur so nógvar tøkniligar staklutir, sum her er talan um, og sum fevnir um so nógv ymisk økir, er tað torført í sjálvari lógini at fyriseta loysnir fyri allar arbeiðsumhvørvisligar trupulleikar á øllum virkjum og samstundis varðveita eitt gott yvirlit.

Við tí menning, sum fer fram í okkara samfelag og kring okkum, vildi ein slík lóg eisini verið avoldað um stutta tíð.

Tað er tí vanligt lógarsmíð eisini í øllum okkara grannalondum, at slíkar lógir verða tilevnaðar sum rammulógir, ið so geva fyrisitingarvaldinum, í hesum føri landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, heimild til at útgreina tær ymsu greinarnar í lógini við kunngerðum, sum verða tilevnaðar í tráð við menningina í samfelagnum og í samstarvi við Arbeiðsumhvørvisráðið, ið umboðar arbeiðsmarknaðin.

Verandi arbeiðaraverndarlóg er eisini tilevnað sum ein rammulóg, og hevur landsstýrismaðurin í dag eins stórt vald, sum hann hevði fingið, um nýggja lógin varð sett í gildi. Her verða ongar broytingar í so máta.

Sagt er, at stjórin fyri Arbeiðseftirlitið fær ov stórt vald við hesi lóg, tí landsstýrismaðurin sambært § 55 kann geva stjóranum fyri Arbeiðseftirlitinum heimildir, sum sambært lógina hoyra undir landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum.

Orðingarnar eru tó júst tær somu sum § 73 í donsku og § 56 í grønlendsku arbeiðsumhvørvislógunum, har tað verður sagt: Arbejdsministeren kan bemyndige direktøren for Arbejdstilsynet til at udøve beføjelser, der ved loven er tillagt arbejdsministeren.

Í viðmerkingunum til hesa grein stendur:Bemyndigelsen tænkes anvendt på den måde, at der for hvert område, hvor der skal fastsættes administrative regler, udfærdiges mere almindelige retningslinier af arbejdsministeren efter forhandling med direktøren for arbejdstilsynet og arbejdsmiljørådet. Heri fastlægges, på hvilket område og inden for hvilke rammer, direktøren for arbejdstilsynet skal kunne udstede mere detaljerede, ofte tekniske prægede forskrifter, udstede påbud og forbud og give tilladelser.

Tað er júst soleiðis, at ætlanin er at brúka hesa heimild, har Arbeiðseftirlitið saman við Arbeiðsumhvørvisráðnum (§ 52 í uppskotinum), sum er samansett við javnbjóðis umboðum frá arbeiðsgevarafeløgum og løntakarafeløgum, standa fyri hesum arbeiði eftir nærri fyriskipan av landsstýrismanninum i arbeiðsmarknaðarmálum.

Í galdandi arbeiðaraverndarlóg § 17, stk. 2, stendur: Landsstýrið kann innan nærri tilskilað økir heimilað maskin- og arbeiðseftirlitinum at fyriseta tær í stk. 1 tilskilaðu forskriftir, treytir v.m.

Hesa heimild hevur Arbeiðseftirlitið longu í dag. Landsstýrið hevur í skrivi, dagfest 12.11.1993, givið Arbeiðseftirlitinum heimild til at fyriseta nærri tilskilaðar reglugerðir, umfarsskriv og vegleiðingar v.m. innan maskinur og tól eftir ásetingunum í § 17, stk. l, í somu lóg.

Heldur ikki á hesum øki verða nakrar broytingar, um nýggja lógin verður sett í gildi.

Eisini hevur verið ført fram, at sambært uppskotinum kunnu limir í trygdarskipanini ikki sigast upp eitt nú, tá niðurskurður er á einum virki.

Hetta er ikki rætt. Sjálvandi kunna hesi fólk sigast upp, tá talan er um niðurskurð á einum virki. Orðingin í § 9, stk 3, í uppskotinum er akkurát tann sama, sum stendur í § 13, stk. 5, í galdandi kunngerð um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum.

Endamálið við hesi áseting er, at ein arbeiðsgevari ikki skal kunna siga eitt lógliga valt trygdarfólk úr starvi, um uppsøgnin skyldast, at viðkomandi hevur gjørt sína skyldu og røkt sítt starv sum trygdarfólk við at vísa á skeivleikar og brek innan sítt arbeiðsøki.

So hetta vil heldur ikki føra til nakrar broytingar, um nýggja lógin verður sett í gildi.

At enda verður sagt, at verður uppskotið um arbeiðsumhvørvi sett í verk, fer tað at tyngja og leggja óneyðugar byrðar á privata vinnulívið, kanska einamest tey smáu arbeiðsplássini í útjaðarinum.

Tað er ikki hald í hesi atfinningini. Krøvini til privata arbeiðsmarknaðin vilja stórt sæð verða tey somu, um nýggja lógin verður sett í gildi, av tí at flest allar høvuðskunngerðir, sum lýstar eru eftir donsku arbeiðsumhvørvislógini, longu nú eru settar í gildi fyri Føroyar, sambært § 17, stk 3, í arbeiðaraverndarlógini.

Haraftrat er tað so, at júst við núgaldandi arbeiðaraverndarlóg er tað bert tann privati arbeiðsgevarin, sum kann ábyrgdast og sektast. Hetta meta vit ikki vera rætt. Størsta broytingin við at seta arbeiðsumhvørvislógina í gildi verður, at lógin eisini kemur at fevna um almenna arbeiðsmarknaðin, kommunur, partafeløg, lutafeløg o.líkn. Tað vil siga, at við nýggju lógini kunna teir sokallaðu "juridisku" persónarnir verða sektaðir, um hesir ikki halda galdandi lóg og reglur – soleiðis er ikki í dag og er hetta rættiliga ørkymlandi.

Samandráttur: Alneyðugt er, at lógaruppskotið verður samtykt skjótast gjørligt, soleiðis at samsvar kann verða millum konventiónskrøv og lóggávu.

Nýggja lógin kemur ikki at økja um umsitingarligu útreiðslurnar - tað er jú altíð ein politiskur spurningur, hvussu játtanin til Arbeiðseftirlitið skal síggja út.

Núgaldandi arbeiðaraverndarlóg fevnir bert um tann sjálvstøðuga privata arbeiðsgevaran. Tað kann einans verða rætt at bøta um henda ójavnan við at gera lógarkrøvini til arbeiðsumhvørvið eisini galdandi fyri tann almenna arbeiðsmarknaðin og tær stóru fyritøkurnar.

Tá talan er um eina komandi oljuvinnu, er tað eisini av avgerandi týdningi, at lóggávan um arbeiðsumhvørvið er á sama støði sum í teimum londum, vit koma at samstarva við. Sum nú er, lúka vit á ongan hátt tey altjóða krøvini á hesum øki.

Sambært hagtøl bæði frá Noreg og Danmark kosta arbeiðsvanlukkur og fylgjurnar av slíkum hesum samfeløgum millum 20 og 30 milliardir um árið. Tá vit vita, at arbeiðsviðurskiftini í Føroyum ikki eru betri enn í nevndu londum, svarar hetta, umroknað til føroysk viðurskiftir, í minsta lagi til 200 – 300 milliónir kr. um árið, umframt ta menniskjaligu líðing, sum arbeiðsvanlukkur hava við sær og sum ikki kunnu gerast upp í peningi.

Tað hevur tí avgerandi týdning bæði fyri samfelagsbúskapin og fyri trivnað og vælferð fólksins á arbeiðsplássunum, at betra um umstøðurnar til tess at fyribyrgja so mongum arbeiðsvanlukkum og arbeiðsskaðum sum møguligt, og skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at allir politiskir flokkar tóku undir við hesum.

Í síni hugsjón um ein nýggjan føroyskan vinnupolitikk sigur landsstýrið, at "trivnaður og umhvørvið skal raðfestast ovarliga". Tað verður sagt enn meira beinleiðis, at "Vinnumálastýrið má tryggja, at okkara regluverk ikki liggur aftanfyri, tá tað snýr seg um at verja umhvørvi, náttúru og heilsu- og arbeiðstrygd í øllum fyritakssemi; ikki bara tí at altjóða marknaðurin og samvinnan krevur tað, men tí at tað er neyðugt fyri trivnaðin í Føroyum."

Hesi orð landsstýrisins geva onga meining, um samgongutingmenn samstundis atkvøða fyri at fella uppskotið til hesa harðliga tiltrongdu lógina um arbeiðsumhvørvi.

Minnilutin mælir sostatt til at samtykkja uppskotið við nøkrum smávegis, einamest málsligum rættingum, og setir tí fram fylgjandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskotið

  1. Í § 5, stk. 3, verður orðið "starvsfólkini" broytt til "arbeiðsfólkini"
  2. Í § 10 verður "starvsfólkunum" broytt til "arbeiðsfólkunum".
  3. Í § 23 verður "starvsfólk" broytt til "arbeiðsfólk" (í yvirskriftini).
  4. Í § 29 verður "útbúnaðararbeiði" broytt til "anleggsarbeiði"
  5. Í § 33, stk. 1, verður "útbúnaðarvirksemi" broytt til "anleggsvirksemi".
  6. Í § 40, stk. 2, verður "tryggleika-" broytt til "trygdar-"
  7. Í § 45, stk 3, verður "arbeiðstakarafelag" broytt til "løntakarafelag"
  8. Í § 51, stk. 1, verður "starvsfólki" broytt til "arbeiðsfólki".
  9. Í § 52 verður "arbeiðstakarar" broytt til "løntakarar"
  10. Í § 63 verða hesi orðini strikað: "Hetta kann ásetast, uttan at fyriskipanirnar verða kunngjørdar í síni heild, men soleiðis at bert tilskilað verður nr. og heiti á donsku kunngerðini, og soleiðis at eintøk av donsku kunngerðunum eru at fáa á Arbeiðseftirlitinum."
  11. Í § 71, nr. 5, verður sett afturat "sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 16. apríl 1997"

2. viðgerð 20. apríl 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 5, 10, 23, 29, 33, 40, 45, 51, 52, 63 og 71 fall 13-0-16. Upprunauppskotið fall 13-0-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.