Almannaveitingar

 

84  Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, tann  23.  februar, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fram soljóðandi 
 

U p p s k o t
t i l
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 § 1.

Í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verður gjørd henda broyting:

Orðini "Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.664,00" og "Pensjónsviðbót - støk + hjún annað 7.728,00" verða strikað og á sama pláss sett:

Pensjónsviðbót hjún hvør (fólkapensjón) *

10.932,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað) (fólkapensjón) *

15.528,00

Pensjónsviðbót hjún hvør

5.832,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað)

7.728,00

* Víst verður til fólkapensjónslógina § 11.

 § 2.

Í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verður gjørd henda broyting:

Orðini "Pensjónsviðbót - hjún bæði 11.664,00" og "Pensjónsviðbót - støk + hjún annað 7.728,00" verða strikað og á sama pláss sett:

Pensjónsviðbót hjún hvør (fólkapensjón) *

16.032,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað) (fólkapensjón) *

23.328,00

Pensjónsviðbót hjún hvør

5.832,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað)

7.728,00

* Víst verður til fólkapensjónslógina § 11.

§ 3

§ 1 kemur í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar 2000. § 2 fær gildi 1. januar 2000.

Viðmerkingar:
Tann 22.12.1998 samtykti løgtingið uppskot landsstýrisins til javning av almannaveitingum (løgtingsmál nr. 22/1998) við nøkrum smávegis broytingum. M.a. varð lógarheitið broytt til "Løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum", tí í lógini er eisini talva, íð ásetir sjálvar upphæddirnar fyri tær ymisku almannaveitingarnar.

Beint frammanundan, at hetta lógaruppskotið varð samtykt, feldi ein meiriluti í løgtinginum eitt broytingaruppskot um hækkingar av pensjónsviðbótum til fólkapensjón. Høvuðsgrundgevingin hjá umboðum meirilutans fyri ikki at taka undir við hesum uppskoti um hækkingar av fólkapensjónsviðbótunum var, at man vildi bíða eftir tí uppskoti frá landsstýrismanninum í almannamálum til ein pensjónsreform, sum landsstýrismaðurin segði var ávegis.

Meirilutin segði eisini tá í áliti sínum: "Meirilutin ásannar, at verandi pensjónir ikki eru tíðarhóskandi og treingja til munagóðan bata, og heitir meirilutin í trivnaðarnevndini staðiliga á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um í næstu framtíð at koma við ítøkiligum ætlanum til broyting og betran av verandi pensjónsviðurskiftum. Hetta serliga við atliti til teir av okkara pensjonistum, ið verst eru fyri í føroyska samfelagnum."

Enn er tó einki uppskot til pensjónsreform komið frá landsstýrismanninum, og tykist heldur einki at røkjast fyri tí, áðrenn freistin fyri at seta fram lógaruppskot í hesum skeiði verður úti um fáar dagar. Ein reformur, sum hevði grundað pensjónina á eina uppsparing gjøgnum eitt langt arbeiðslív, hevði heldur ikki nøktað tann bráneyðuga tørvin fyri eini hækking av fólkapensjónunum.

Vit halda ikki, at tingið kann koma sær at lata hesa fyrstu tingsetu í hesum nýggja valskeiði fara, uttan at tingið fær høvi til at viðgera og samtykkja eina hækking av fólkapensjónini, sum tingmenn annars tykjast at vera samdir um, er átroðkandi neyðug. Pensjonistar kunnu jú ikki sjálvir áseta sína inntøku, hvørki sum t.d. løntakarar í samráðingum við arbeiðsgevarar, ella t.d. sum tingmenn við lóg.

Allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensjónin seinastu mongu árini er afturúrsigld. Einasti batin hesi árini er arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ið byrjaði útgjald sítt í apríl í 1997. Tann partvísa javningin av almannaveitingum, herundir fólkapensjónini, sum varð sett í verk fyri jól, er bert eitt lítið endurgjald fyri ta stóru virðisminking, sum fólkapensjónin hevur verið fyri seinastu árini, síðan javningin av pensjónunum varð tikin av í 1993.

Hóast vit viðurkenna, at allir fólkapensjonistar hava verið fyri stórum reallønarmissi, meta vit tað vera mest neyðugt fyrst og fremst at bøta um fíggjarligu korini hjá teimum pensjonistum, ið bert hava almennu fólkapensjónina at liva av, og hjá teimum, ið ikki hava stórvegis av aðrari inntøku.

Tí skjóta vit upp at hækka pensjónsviðbótina til stakar fólkapensjonistar við kr. 1300,00 mánaðarliga og pensjónsviðbótina til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 850,00 mánaðarliga.

Henda hækking skal henda í tveimum stigum, soleiðis at fyrra helvtin av hækkingini kemur í gildi 1. apr. 1999 og seinna helvtin 1. jan. 2000. T.v.s. at 1. apr. 1999 hækkar pensjónsviðbótin til stakar fólkapensjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjónsviðbótin til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga. 1. jan. 2000 hækkar pensjónsviðbótin aftur, til stakar fólkapensjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjónsviðbótin til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga.

Av tí at hækkingin verður framd í tveimum stigum, og fyri 1999 bert verður galdandi fyri 9 mánaðir, verður bruttokostnaðurin fyri landskassan av pensjónshækkingunum sambært hesum uppskoti mettur til 16 mió.kr. fyri 1999. Harav endurrinda kommunurnar landskassanum 1 mió.kr., ið er 6,75%. Pensjónsviðbótin er skattskyldug, og kemur uml. 1 mió.kr. inn aftur í øktum skatti í landskassan og uml. 1,5 mió. kr. í kommunukassarnar. Í dag fáa nógvir pensjonistar ískoyti til pensjónina, orsakað av at pensjónin er so lág. Uppskotið fer at hava við sær, at hesi ískoyti í summum førum lækka ella fella burtur, og harvið vil hetta eisini hava við sær eina sparing fyri landskassan. Orsakað av at pensjónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 1 mió. kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi 15 mió. kr. fyri 1999.

Fyri ár 2000, tá ið øll hækkingin er sett í verk, verður bruttokostnaðurin fyri landskassan av pensjónshækkingunum sambært hesum uppskoti mettur til 42 mió.kr. Harav endurrinda kommunurnar landskassanum 2,8 mió. kr., ið er 6,75%. Pensjónsviðbótin er skattskyldug, og koma uml. 2 mió.kr. inn aftur í øktum skatti í landskassan og uml. 4 mió. kr. í kommunukassarnar. Ískoyti til pensjónina fara í summum førum at lækka ella fella burtur og fara harvið eisini at hava við sær eina sparing fyri landskassan. Orsakað av at pensjónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 2 mió.kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi 40 mió. kr. fyri ár 2000. 

1. viðgerð 3. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Hans Pauli Strøm, Marjus Dam og Jenis av Rana, løgtingsmenn hava vegna Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin lagt málið fram tann 23. februar 1999, og eftir 1. viðgerð 3. mars 1999 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 29. mars 1999 og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) heldur, at komandi lóggáva, sum landsstýrið í næstum fer at leggja fyri tingið sum avleiðing av løgtingslógini um almannapensjónir (løgtingsmál nr. 91/1998), fer at viðgera júst somu viðurskifti. Uppskot landsstýrisins fer at taka fyrilit fyri broyttu lóggávuni. Henda lóggáva kemur at bøta um viðurskiftini hjá teim ringast staddu pensjónistunum og fær gildi frá 1. januar 2000.

Meirilutin kann tí ikki taka undir við høvuðsinnihaldinum í uppskotinum. Bara einum parti kann nevndin taka undir við, nevniliga ásetingini um, at pensjónsviðbótin fyri hjún hvør verður ásett til kr. 5.832. Hesin partur av uppskotinum er rætting av mistaki, sum komið er í galdandi talvuna viðvíkjandi pensjónsviðbót til hjún, har tað er komið at standa talið fyri bæði fyri stakan.

Út frá hesum mælir meirilutin til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) Í § 1 verða strikað:
"Orðini "Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.664,00" og "Pensjónsviðbót - støk + hjún annað 7.728,00" verða strikað og á sama pláss sett:

Pensjónsviðbót hjún hvør (fólkapensjón) *

10.932,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað) (fólkapensjón) *

15.528,00

Pensjónsviðbót hjún hvør

5.832,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað)

7.728,00

Inn verður sett á sama stað: "Orðini "Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.664,00" verða broytt til "Pensjónsviðbót hjún hvør - 5.832,00""

2) § 2 verður orðað soleiðis: "Løgtingslógin fær gildi dagin eftir at hon er kunngjørd."

3) § 3 verður strikað.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm, Marjus Dam og Kristian Magnussen) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin harmast um, at meiriluti ikki fæst í nevndini fyri uppskotinum, hóast allir politiskir flokkar viðurkenna, at ein munandi hækking av fólkapensjónini hjá teimum, sum eru ringast fyri, er bráðneyðug – so sum uppskotið leggur upp til.

Minnilutin vísir á, at samgongan ikki higartil hevur ítøkiliga víst á, hvussu hon ætlar at fremja líknandi hækking av fólkapensjónini.

Minnilutin kennir seg heldur ikki tryggan við teim ymisku fráboðanunum frá samgonguflokkunum, hvørjar veruligu ætlanirnar hjá samgonguni á pensjónsøkinum eru, bæði her og nú og uppá longri sikt.

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1, 2 og 3 samtykt 14-4-11. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-2-2. At málið soleiðis amtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

L.l. nr. 35/1999 frá 23.04.1999