Djóralæknavirksemi


78  Uppskot til  løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
3. viðgerð

Ár 1999, 18. februar legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður,vegna landsstýri  fram soljóðandi

  

Uppskot
til
Løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m.

 

Djóralæknavirksemi

§ 1. Djóralæknavirksemi er:

  1. At taka sjúkuavgerðir um dýr, ella um sýnið av dýrum, og at gera kanningar í tí sambandi.

  2. At gera skurð- og aðrar pínuvaldandi viðgerðir av dýrum.

  3. At seta í verk fulla ella staðbundna doyving av dýrum.

  4. At gera kviðkanningar, taka út sáð, egg, og embryonir, ísáða og seta upp gitin egg, gera ílegubroytingar og aðra      viðgerð í sambandi við nøring hjá dýrum.

  5. At taka dýr í viðgerð fyri sjúku, sum kemur undir galdandi lóggávu um smittandi sjúkur hjá dýrum.

  6. At taka dýr í viðgerð fyri aðra sjúku, har ið veterinert innlit er ein fortreyt.

  7. At taka dýr í viðgerð við nýtslu av forskriftaskyldigum heilivági, herundir serum og koppingarevni.

  8. At reka djóralæknastovur og djórasjúkrahús.

  9. At reka veterinerar starvsstovur.

  10. At útinna veterinert matvøru- og slátureftirlit.

  11. At geva veterinerar váttanir og ummæli um heilsustøðuna hjá dýrum og úrdráttum av dýrauppruna.

  12. At útinna annað virksemi, har ið djóralæknaútbúgving er av stórum týdningi.

 

Løggilding av djóralæknum

§ 2. Rætt til at útinna djóralæknavirksemi í Føroyum og bera heitið djóralækni hevur einans tann, ið er løggildur sum djóralækni av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Um djóralæknavirksemi verður rikið sum vinnufelag, skulu eigararnir, ábyrgdarhavandi leiðari, og onnur við sjálvstøðugum arbeiðsøki, vera løggild eftir §§ 3 ella 6.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin almannakunnger nøvn á teimum, ið verða løggild eftir §§ 3 ella 6, ella góðkend eftir § 7.

§ 3. Løggilding sum djóralækni verður veitt eftir umsókn til persónar, sum hava fingið djóralæknaprógv á fróðskaparsetursstøði í Norðurlondum.
Stk. 2. Løggilding kann somuleiðis veitast persóni, ið hevur staðið djóralæknaprógv á fróðskaparsseturstøði uttan fyri Norðurlond. Løggildingin kann tá verða treytað av, at umsøkjari hevur fingið útbúgving í ávísum lærugreinum á fróðskaparligum støði í einum av Norðurlondunum. Við løggildingini kunnu fylgja avmarkingar í rættinum hjá honum at útinna djóralæknavirksemi. Eisini kann løggildingin verða tíðaravmarkað.
Stk. 3. Tann, ið verður løggildur sum djóralækni, skal duga føroyskt ella eitt av hesum málum: danskt, íslendskt, norskt ella svenskt, og geva djóralæknalyftið, sum er orðað av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Djóralækni, sum er 70 ár, skal á hvørjum ári søkja um at fáa løggildingina longda, um hann framhaldandi ætlar at virka sum djóralækni.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann sýta einum djóralækna løggilding, um so er, at hann má haldast at vera óegnaður at útinna djóralæknavirksemi vegna varandi ella við millumbilum tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er av sinnissjúku, øðrum sálarligum veikleika, misnýtslu av alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líknandi. Slík mál skulu leggjast fyri landslæknan til ummælis. Løggildingin kann harafturat sýtast undir teimum í revsilógini § 78, stk. 2 nevndu umstøðum.

§ 5. Ein djóralækni kann ikki uttan serligt loyvi nevna seg serfrøðing. Landsstýrismaðurin kann geva eitt slíkt loyvi eftir tilmæli frá landsdjóralæknanum og norðurlendskari serfrøðinganevnd á viðkomandi fakøki, ella frá norðurlendskum djóralæknafrøðiligum fróðskaparsetrum.
Stk. 2. Akademisk heiti, sum eru fingin við altjóða viðurkend fróðskaparsetur, kunnu verða nýtt av djóralæknum, um skjalprógv fyri hesum er lagt fyri landsdjóralæknan, og hesi akademisku heiti ikki kunna mistakast fyri serfrøðingaheiti.

Avmarkað løggilding av persónum við aðrari náttúruvísindaligari útbúgving

§ 6. Eftir umsókn kann ein persónur við øðrum náttúruvísindaligum læruprógvi enn djóralæknaprógvi frá fróðskaparsetri, sum er altjóða viðurkent, verða løggildur av landsstýrismanninum at útinna avmarkað virksemi, sum annars einans kann útinnast av djóralæknum.

Stk. 2. Treytin fyri at fáa avmarkaða løggilding er, at umsøkjari hevur útbúgving á avvarðandi fakøki, sum er á minst sama støði, sum djóralæknaútbúgving.
Stk. 3. Avmarkaða løggildingin verður latin ella sýtt eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løggilding av djóralæknum.
Stk. 4. Í løggildingini verða ásettar tær neyvaru treytirnar fyri rættindunum hjá viðkomandi at útinna virksemi.
Stk. 5. Persónar við avmarkaðari løggilding kunnu ikki nýta starvsheiti, sum kunnu mistakast fyri djóralækna ella veteriner.

Góðkenning av persónum við aðrari útbúgving

§ 7. Persónar, sum við vinnuendamáli geva veitingar fyri onnur innan serrøkt, kynbótaarbeiði, sjúkufyribyrging, matvøru- og slátureftirlit, skulu góðkennast av landstýrismanninum.
Stk. 2. Persónar, sum av og á og undir ábyrgd og eftir leiðbeining djóralækna geva tær í stk. 1 nevndu veitingar, nýtast ikki at vera góðkendir.
Stk. 3. Ikki er loyvt persónum, sum ikki eru góðkendir eftir hesari lóg, at nýta starvsheiti, sum kunnu geva ta fatan, at avvarðandi eru góðkendir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari krøv til útbúgving og útinnan av virksemi hjá teimum í stk. 1 umrøddu persónum.

Skyldur djóralæknanna

§ 8. Ein djóralækni hevur skyldu at sýna nærlagni og at vera samvitskufullur við útinnan av virksemi sínum.
Stk. 2. Ein djóralækni skal røkja sín fakliga førleika og kunnleika og tryggja dygdina á sínum tænastuveitingum samsvarandi almennum fakligum og siðalagsligum reglum.

§ 9. Ein djóralækni skal grunda sína klinisku sjúkuavgerð á starvsstovukanning, tá henda kann vera av týdningi fyri røttu viðgerðina, ella kann sanna ella avsanna illgruna um smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúku hjá dýrum.
Stk. 2. Fær ein djóralækni illgruna um, at eitt dýr er rakt av sjúku, sum kemur undir lóggávuna um smittandi sjúkur hjá dýrum, skal hann alt fyri eitt boða landsdjóralæknanum frá hesum.

§ 10. Ein djóralækni skal av sínum eintingum kunna dýraeigara ella tann, sum hevur eitt dýr í hondum, um kanning, sjúkuavgerð, hóskandi viðgerðarmøguleikar, útlit ella vánir, eins og um møguligar ampar og hjáárin við ella av kanning og viðgerð av dýrinum.
Stk. 2. Stendst skaði ella óhapp í sambandi við kanning ella viðgerð av dýrinum, skal djóralæknin kunna dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrið í hondum, um hetta.

§ 11. Ein djóralækni hevur skyldu til eftir umbøn at veita bráðfeingishjálp til neyðstatt dýr, har ið bráðfeingishjálp má roknast at vera neyðug. Hevur djóralæknin lógligt forfall, er hann frítikin fyri umrøddu skyldu, og skal, um aðrir djóralæknar eru tøkir, vísa til teirra.
Stk. 2. Eitt neyðstatt dýr er:

  1. illa meitt dýr, og dýr við burðartarni,

  2. dýr við sjúku, ið krevur bráða viðgerð við atliti til tess lekidóm ella vælferð, og har viðgerðin krevur     djóralæknakunnleika,

  3. dýr, ið hevur fingið, ella er undir illgruna at hava fingið smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúkur hjá dýrum.

Stk. 3. Um ein djóralækni metir, at eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, kann flytast, uttan at tess støða gerst verri av tí grund, kann hann krevja, at dýrið verður flutt til djóralæknastovu.
Stk. 4. Um ein djóralækni, vegna veður ella truplar ferðamøguleikar, ikki kann fara til eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, hevur hann skyldu til at veita dýraeigaranum neyðuga leiðbeining og hjálp á annan hátt.
Stk. 5. Neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 3, skal altíð skjótast gjørligt vitjast av djóralæknanum í tí skipan, har dýrið ella dýrini eru.

§ 12. Djóralækni hevur skyldu til

  1. at kunna landsdjóralæknan um bústað sín,
  2. at taka á seg veterinert arbeiði innan sítt vanliga virkisøki sum liður í almennari niðurberjing av smittandi sjúkum hjá dýrum,
  3. at taka á seg øll sløg av veterinerum arbeiði, tá týdningarmiklar samfelagsligar grundir eru fyri tí,
  4. eftir kravi at lata landsdjóralæknanum frágreiðingar og fráboðanir við tí endamáli at staðfesta ella berja niður sjúkur hjá dýrum,
  5. at geva landsdjóralæknanum upplýsingar um viðurskifti í sambandi við útinnan av djóralæknavirksemi,
  6. at byggja sínar frágreiðingar, ummæli og váttanir á gjølligar kanningar og skrásetingar,
  7. at varðveita sjúkradagbøkur og onnur skjøl í sambandi við útinnan av djóralæknavirksemi í minsta lagi í 5 ár.

§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri, í hvørjum vavi og á hvønn hátt djóralæknar skulu skráseta partar av virksemi sínum við atliti til fráboðanar- og meldiskyldu teirra.
Stk. 2. Landstýrismaðurin kann krevja ella seta forboð fyri, at djóralækni ger brúk av ávísari tøkni, framferðarhátti, hjálparamboðum og heilivági til sjúkuavgerð, fyribyrgjan og viðgerð av sjúku hjá dýri, tá hetta verður gjørt við atliti til at tryggja vælferð dýranna, at fremja niðurberjing av sjúku hjá dýri, ella at forða fyri heilsuvanda í matvøru, sum er av dýrauppruna.

§ 14. Ein djóralækni hevur tagnarskyldu um privat og rakstrarlig viðurskifti, sum hann fær kunnleika um í sambandi við útinning av djóralæknavirksemi.
Stk. 2. Tagnarskyldan er tó ikki galdandi fyri brot á lóggávuna um heilivág, sjúkur og vælferð hjá dýrum, eins og matvørulóggávuna.
Stk. 3. Tagnarskyldan er heldur ikki galdandi mótvegis landsdjóralæknanum í tann mun viðurskiftini viðvíkja lógarøki, ið landsdjóralæknin fyrisitur.

§ 15. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur hjá ella hava fíggjarlig áhugamál í øðrum virki ella fyritøku, sum ger, at ivi kann vera um gegni hansara sum djóralækni í mun til dýraeigaran.
Stk. 2. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur hjá ella hava fíggjarlig áhugamál í apotekaravirki ella øðrum virki, sum framleiðir, selur ella marknaðarførir heilivág, sum er tilskilaður apoteksverkinum burturav.
Stk. 3. Ein djóralækni kann ikki taka ímóti samsýning ella øðrum gjaldi frá teimum í stk. 1 og 2 nevndu virkjum og fyritøkum, uttan so at hetta frammanundan er góðkent av landsdjóralæknanum.
Stk. 4. Landsdjóralæknin kann eftir umsókn geva undantaksloyvi frá stk. 1.

§ 16. Ein djóralækni skal tekna trygging móti møguligari endurgjaldsábyrgd í sambandi við útinning av djóralæknavirksemi.
Stk. 2. Tryggingin skal eisini fevna um ta ábyrgd, sum liggur á starvsfólki hjá djóralækna, tá ið tey arbeiða undir hansara ábyrgd.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta eina minstu tryggingarupphædd.
Stk. 4. Djóralæknar, ið eru starvssettir hjá tí almenna, koma ikki undir ásetingina í stk. 1.

§ 17. Persónar við avmarkaðari løggilding eftir § 6 ella við góðkenning eftir § 7 hava somu skyldu innan teirra løggildingar- ella góðkenningarøki, sum djóralæknar hava.

Fyriskipan og úflýggjan av heilivági til dýr

§ 18. Viðgerð av dýrum við forskriftaskyldigum heilivági, kann einans fara fram eftir fyriskipan frá djóralækna. Einans løggildir djóralæknar og apotek kunnu útflýggja heilivág til viðgerð av dýrum.
Stk. 2. Heilivágur í hesi lóg er at skilja sum heilivágur, ið er umfataður av lóg um apoteksverkið og heilivág.

§ 19. Ein djóralækni kann einans fyriskipa heilivág til viðgerð av dýri, tá ið hann sjálvur hevur tikið avgerð um viðgerðina.
Stk. 2. Avgerðin skal verða tikin av djóralæknanum

  1. eftir eina fakliga fullgóða kliniska kanning av dýri ella eftir kanning av heilsustøðuni í skipanini, sum djóralæknin sjálvur hevur gjørt, ella

  2. eftir at hava skorið upp deytt dýr, kannað tilfar frá dýri, ella fingið tilfarið kannað á einari av almennum myndugleika viðurkendari starvsstovu, ella

  3. eftir at hava kannað sjúkueyðkenni og -gongd hjá dýri, ella tørv á forskriftaskyldigum heilivági til fyribyrgjandi viðgerð av dýri, ella

  4. eftir at hava staðfest serligan tørv á forskriftaskyldigum heilivági til bráðfeingis viðgerð móti ávísari sjúku hjá dýri.

Stk. 3. Í teimum í stk. 2, nr. 1 nevndu førum, kann djóralækni fyriskipa og útflýggja neyðugan heilivág til viðgerð av dýrum ella til fyribyrging av sjúku í dýrahaldinum.
Stk. 4. Í teimum í stk. 2, nr. 2-4 nevndu førum kann djóralæknin fyriskipa neyðugan heilivág, men útflýggjanin skal vera frá apoteki ella frá apoteksins neyðgoymslu av heilivági. Tað er ein fortreyt, at djóralæknin hevur slíkan kunnleika til heilsustøðuna í skipanini og til dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrini í hondum, ella til heilsustøðuna sum heild hjá ávísum dýraslagi í ávísum øki, at tað er ráðiligt at taka avgerðina á hesum grundarlagi.

§ 20. Tá djóralækni fyriskipar ella útflýggjar heilivág, skal hann veita nágreiniliga leiðbeining um, hvussu heilivágurin skal goymast og brúkast, herímillum um afturhaldstíðarskeið aftaná nýtslu av heilivági.

§ 21. Um so er, at landsdjóralæknin heldur tað vera ynskiligt, at eftirlit verður hildið við djóralæknafyriskipan av rúsandi evnum, kann landsdjóralæknin áleggja djóralækna at gera gjølligar átekningar um hesar fyriskipanir, herundir um tíð, slag og nøgd, dýraslag, navn og bústað eigarans, eins og grundgeving fyri fyriskipanini, og at senda hesar átekningar til landsdjóralæknan eftir nærri ávísing haðani.

§ 22. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við heilsuætlanir áseta aðrar reglur fyri fyriskipan og útflýggjan av heilivági til dýr, hagapartar og líknandi eindir av dýrum.

Afturtøka av løggilding og rættindum

§ 23. Er orsøk at halda, at ein djóralækni ikki framhaldandi kann útinna sítt virksemi á fullgóðan hátt vegna varandi ella við millumbilum tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er av sinnissjúku, øðrum sálarligum veikleika, misnýtslu av alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líknandi, kann løggildingin verða tikin aftur. Somuleiðis kann løggildingin verða tikin aftur vegna sýndan grovan ódugnaskap, ella um djóralækni hevur gjørt seg sekan í viðurskiftum, sum nevnd eru í revsilógini § 78 stk. 2.
Stk. 2. Undir samsvarandi treytum, sum nevndar eru í stk. 1, kann løggilding hjá djóralækna verða skerd við afturtøku av

  1. rættinum at útinna sjálvstøðugt virksemi sum praksisdjóralækni,
  2. rættinum at útinna alment virksemi í sambandi við niðurberjing av sjúku hjá dýrum,
  3. rættinum at fyriskipa og útflýggja forskriftaskyldugan heilivág,
  4. rættinum at fyriskipa og útflýggja rúsandi evni, ella
  5. einum ella fleiri av teimum í § 1 nevndu rættindum.

Stk. 3. Afturtøka av løggilding ella rættindum eftir stk. 1 og 2 kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

§ 24. Mál um afturtøku av løggilding ella rættindum hjá djóralækna vegna tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, skal leggjast fyri landslæknan til ummælis.
Stk. 2. Avgerð um at taka aftur løggilding ella rættindi, kann leggjast fyri rættin innan eina freist upp á 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi, og skal hetta vera upplýst í avgerðini.
Stk. 3. Krevur avvarðandi djóralækni, at málið skal fyri rættin, reisir landsstýrismaðurin sakarmál móti avvarðandi djóralækna eftir borgarligu rættargangsreglunum.
Stk. 4. Krav um sakarmálsviðgerð steðgar afturtøkuni; men dómstólurin kann við úrskurði gera av, at avvarðandi djóralækni undir sakarmálsviðgerðini ikki kann gera nýtslu av umrøddu løggilding ella rættindum. Um avgerð, ið er tikin av landsstýrismanninum, fær viðhald við dóminum, kann tað í dóminum verða avgjørt, at kæra ikki setir steðg.

§ 25. Ein djóralækni kann hjá landsstýrismanninum fráskriva sær løggilding sína, ella rættin til at fyriskipa rúsandi evni. Fráskrivingin kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

§ 26. Er løggilding ella rættindi afturtikin smb. §§ 23-24 við tíðaravmarking, kunnu hesi fáast aftur eftir umsókn, tá ið ásetta tíðarskeiðið er farið. Umsóknin verður viðgjørd eftir ásetingunum í §§ 2-4.
Stk. 2. Løggilding ella rættindi, sum ein djóralækni hevur fráskrivað sær smb. § 25, verða latin viðkomandi aftur, tá ásetta tíðarskeiðið fyri fráskrivingina er runnið, og annars eftir fráboðan til landstýrismannin.

§ 27. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding eftir § 6 ella aðrari góðkenning eftir § 7 galda somu reglur fyri afturtøku, fráskriving og endurveiting av rættindum, sum fyri djóralæknar.

Sáttmálar, samsýning og gjald fyri djóralæknahjálp

§ 28. Sum samsýning fyri sína veiting kann ein djóralækni ikki taka meira, enn hóskiligt er eftir slag og vavi av veitingini. Sum gjald fyri flutning og nýtta tíð í sambandi við flutning kann ikki verða tikið meira, enn hóskiligt er.
Stk. 2. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding ella góðkenning eftir § 6 og § 7 galda somu reglur, sum fyri djóralæknar.

§ 29. Landsstýrismaðurin kann eftir samráð við djóralæknar áseta samsýning fyri djóralæknatænastu í sambandi við almenna niðurberjing av smittandi sjúku hjá dýrum, og í sambandi við aðrar almennar uppgávur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmála við djóralæknar um eina skipan fyri veitan av djóralæknahjálp kring landið og um gjald fyri slíka skipan.

Aðrar ásetingar

§ 30. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um góðkenning og um rakstur av djóralæknastovum og veterinerum starvsstovum.

§ 31. Heimildir, ið landsstýrismaðurin hevur eftir §§ 2-6, 7, 13, 16, 22, og §§ 23-30, kann hann lata til annan myndugleika.

§ 32. Landstýrismaðurin kann seta eitt djóralæknafrøðiligt ráð til at vera ráðgevi í veterinermedisinskum málum, málum í sambandi við hesa lóg og øðrum málum í sambandi við djóralæknavirksemi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virkseminum hjá ráðnum.

§ 33. Brot á § 2, stk. 1, § 5, § 8, stk. 1, § 9, stk. 2, § 10, § 11, stk. 1, § 12, nr. 2, 3, 5 og 6, § 14, stk. 1, § 15, stk. 1-3, § 16, § 18, stk. 1, § 19 og § 20 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Tann, sum letur vera við at geva upplýsingar, ið eru kravdar eftir § 12, nr. 4-5, verður revsaður við sekt. Gevur hann rangar ella villleiðandi upplýsingar, verður hann revsaður við sekt, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu. Somuleiðis verður tann revsaður, sum letur vera við at fylgja boðum eftir § 21.
Stk. 3. Í fyriskipanum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann verða ásett, at brot á fyriskipanirnar kunnu verða revsað við sekt.
Stk. 4. Verður brotið framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

§ 34. Persónar, sum hava fingið djóralæknaprógv á fróðskaparseturstøði í norðurlondum, og sum virka sum djóralæknar í Føroyum, tá ið hendan lóg verður sett í gildi, kunnu framhaldandi virka sum djóralæknar í 6 mánaðir, eftir at lógin er sett í gildi, uttan at vera løggildir. Eftir hetta tíðarskeið kunnu bert persónar, ið eru løggildir eftir §§ 3 - 5, virka sum djóralæknar.
Stk.2. Sama er galdandi fyri persónar, sum eftir lógini skulu løggildast eftir § 6 ella góðkennast eftir § 7.

§ 35. Henda lóg kemur í gildi hin 1. juni 1999. 

Almennar viðmerkingar

Í Føroyum er eingin lóggáva fyri djóralæknavirksemi ella løggilding av djóralæknum. Í januar 1997 setti landsstýrismaðurin eina nevnd at arbeiða við at gera uppskot til lóg um útinning av djóralæknavirksemi v.m. í Føroyum. Eisini skuldi nevndin arbeiða við samanlegging av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Landsdjóralæknaembætinum við tí endamáli at gera lógaruppskot um, hvussu øll veterinerviðurskifti kunnu samskipast, soleiðis at trygd kann fáast fyri, at ressursir innan nevnda øki verða gagnnýttar optimalt.

Uttan at fara í smálutir við, hvussu arbeiðið hjá nevndini hevur gingið, kann í stuttum verða greitt frá, at nevndararbeiðið, sum eftir ætlan skuldi vera liðugt í juni 1997, hevur verið drúgvari enn upprunaliga mett. Tvær nevndir hava verið settar. Tann fyrra var umboðað soleiðis: Landsdjóralæknin, 1 umboð fyri Vinnumálastýrið, 1 umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, 1 umboð fyri privat virkandi djóralæknar og 1 umboð fyri Bóndafelag Føroya. Tá tað í juni 1997 vísti seg trupult hjá hesi nevndini at koma ásamt um ítøkiliga lóggávu og samskipan av veterineru viðurskiftunum, gjørdi landsstýrismaðurin av at skifta út síðstnevndu umboð, t.e. umboðini fyri Bóndafelag Føroya og privat virkandi djóralæknar, og setti ístaðin ein løgfrøðing og eitt umboð fyri løgmansskrivstovuna í nevndina.

Umboðið fyri løgmansskrivstovuna hevur ikki verið beinleiðis knýtt at nevndararbeiðinum, men hevur einamest virkað sum ráðgevandi, tá tørvur hevur verið á at fáa lagt yvirskipaðar linjur, sum eru tengdar at bygnaðinum innan økið.

Ætlanin við lógaruppskotinum um djóralæknavirksemi í Føroyum er at seta á stovn eina lóggávu fyri privatum djóralæknavirksemi í Føroyum. Lógaruppskotið er evnað til við støði í samsvarandi reglum í øðrum Norðurlondum og við atliti til føroyskar umstøður. Lógaruppskotið er ein rein professiónslóg, sum ásetir reglur fyri tann privata partin av veterinerverkinum, sum fevnir um privatar løggildar djóralæknar og onnur løggild ella góðkend fólk, djóralæknastovur og veterinerar starvsstovur, annaðhvørt teirra virki er gjørt í privatari ella almennari tænastu. Lógaruppskotið nemur ikki við tann almenna partin av veterinerverkinum, undantikið tey viðurskifti, sum beinleiðis viðkoma tí privata partinum.

Uppskotið til lóg um djóralæknavirksemi er fyrsta stig til eina neyðuga nútímansgerð og dagføran av lóggávuni á veterinera økinum, sum skal verða grundarlag fyri, at privat virkandi djóralæknar kunnu taka ein virknan lut í almennari basan av sjúkum hjá dýrum. Annað stigið av hesi mannagongd verður ein nútímansgerð av lóggávuni um sjúkur hjá dýrum, sum við nøkrum undantøkum stavar frá 1908.

Endamál lógarinnar er at tryggja, at djóralæknar og onnur fólk, ið verða løggild ella góðkend sambært lógini, hava tann førleika, ið samfelagið væntar, at tey hava. Samstundis skal lógin tryggja, at djóralæknar medvirka til at verja vælferð og heilsustøðu hjá dýrum og soleiðis eisini verja fólkið í landinum móti sjúkum, ið kunnu berast til menniskju, annaðhvørt beinleiðis frá dýrum ella óbeinleiðis gjøgnum matvøru av dýrauppruna.

Fyri teir virkandi djóralæknarnar ber lógaruppskotið við sær, at greiðar reglur verða gjørdar fyri teirra fyriskipan og útflýggjan av forskriftaskyldigum heilivági til dýr og fyri teirra skyldur við atliti til neyðkomin dýr og smittandi sjúku hjá dýrum, ið eru fevnd av lóggávu.

Fyri dýraánarar ber lógaruppskotið við sær, at teimum verður tryggjað ta neyðugu djóralæknahjálp og tann neyðugi forskriftaskyldigi heilivágur, tá og nær tørvur er á hesum.

Lógaruppskotið hevur ongar beinleiðis búskaparligar avleiðingar fyri tað almenna, og hevur uppskotið verið til hoyringar hjá hesum :

Djóralæknatænastuni við Jústines Olsen og Bergur Hanusson, báðir djóralæknar
Fiskasjúkutænastuni við Ole Jurgens, djóralækna
Andras Strøm, djóralækna
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Bóndafelag Føroya
Havbúnaðarfelagnum
Landsapotekaranum

Sum longu nevnt, hevur arbeiðið við lógaruppskotinum verið drúgt, og innkomnu viðmerkingarnar eru nógvar, m.a. tí at uppskotið hevur verið til hoyringar fleri ferðir, og er uppskotið í mongum førum broytt, soleiðis at hædd er tikin fyri tí, ið víst hevur verið á. Viðmerkingarnar eru til skjals í sak nr. 1700-6/91 hjá Føroya Landstýri.

Verandi sáttmálar og lógargrundarlag

Eingin lóggáva er í Føroyum um djóralæknavirksemi, men landsstýrið hevur gjørt tveir sáttmálar við privat virkandi djóralæknar. Nevndu sáttmálar eita "Avtala millum Føroya Landsstýri og Djóralæknatænastuna frá 19.04.1994" og "Sáttmáli millum Føroya Landsstýri og Fiskasjúkutænastuna, um tænastuveitingar og gjald fyri hesar frá 31.01.1996 ".

Grannskoðanardeild Landskassans vísir í ársfrágreiðingini fyri 1997 á ymiskar fyrispurningar, sum grannskoðanardeildin hevur sett landsstýrinum í sambandi við nevndu sáttmálar millum landsstýrið og privatu djóralæknarnar. Millum annað "um Djóralæknatænastan/Fiskasjúkutænastan er/verður boðin út alment, so møguliga aðrir djóralæknar hava/fáa líknandi treytir/játtan?", ella "hvørjar reglur tænasturnar skulu fylgja ?" og "hvat endamálið við samsýningini er, og hvussu eftirlitið er við, at samsýningin verður nýtt til tað, hon er veitt ?".

Vinnumálastýrið metir, at fyriliggjandi lógaruppskot er eitt neyðugt amboð til at staðfesta, hvat endamálið er við útinning av djóralæknavirksemi, og hvørjar reglur verða at galda fyri veterinera økið frameftir.

Viðmerkingar til greinirnar í lógaruppskotinum

Lógaruppskotið regulerar tann partin av veterinerverksins virki, sum verður gjørt av privat virkandi djóralæknum og øðrum, annaðhvørt hetta er gjørt í privatari ella almennari tænastu.

Lógaruppskotið fevnir um tað virksemið, ið verður gjørt av løggildum djóralæknum, øðrum løggildum fólki, djóralæknastovum, og veterinerum starvsstovum. T.v.s. lógaruppskotið fevnir um allar teir verandi privatvirkandi djóralæknarnar.

Lógaruppskotið fer eisini at kunna nýtast til stovnan av góðkenningarskipanum fyri veterinersjúkrasystrar, vaksinatørar, ísáðarar og kleyvaskerarar, ið hava dýr hjá øðrum í viðgerð á ein ella annan hátt, og fyri laborantar, eftirlitsteknikarar og onnur, ið gera alment eftirlit og umsjón.

Lógaruppskotið fevnir ikki um dagliga røkt og ansing av egnum dýrum, ið verður gjørd av dýraánarum og teirra hjálparum í sambandi við vanliga húsdjóra- og fiskaaling.

Lógin fevnir um alt, sum djóralæknar vanliga arbeiða við, frá sjúkraavgerð, -viðgerð og til at hava eftirlit við dýrum og dýraúrdráttum, eitt nú veterinert slátur- og matvørueftirlit. Lógin fevnir um kanning og viðgerð djóralæknanna av øllum djórasløgum, ikki bert av vanligum húsdjórum (sum t.d. rossum, neytum, seyði, hundum og kettum) og alifiski, men eisini villini dýrum, ið ikki vanliga eru í fangilsi. Villini dýr kunnu virka sum goymslur fyri smittandi sjúkur, ið kunnu flytast til bæði húsdjór og menniskju (t.d. salmonellosa).

Eisini aðrir persónar enn djóralæknar koma undir ásetingar lógarinnar, eitt nú ísáðarar, kleyvarøktarar, dýrasjúkrasystrar v.m. Høvuðsgrundgevingin fyri tí er, at heimildir eiga at vera til at seta krøv um virksemi hjá hesum fólkum út frá dýraverndar- og sjúkufyribyrgjandi endamáli.

Lógin er ikki ein forðan fyri, at dýraeigari ella hjálparfólk hansara røkja ella viðgera dýr eftir ávísing frá djóralækna.

Til § 1. Her verður ásett, hvat djóralæknavirksemi er. Hetta skal skiljast soleiðis, at ein skal vera løggildur sum djóralækni eftir § 3 fyri at útinna tað virksemið, sum her er nevnt. Persónar við aðrari náttúruvísindaligari útbúgving ella persónar við aðrari útbúgving kunnu bert løggildast (smb. § 6) ella góðkennast (smb. § 7) til at útinna nærri avmarkaðar uppgávur, sum eru umfataðar av § 1.

Til §§ 2-5. Sum nú er, eru ongar reglur fyri løggilding av djóralæknum í Føroyum. Tær nevndu reglurnar fyri løggilding, sýtan fyri løggilding og møguleikin fyri góðkenning av serkønum, er tilevnað við fyrimynd í teim norsku og donsku reglunum. Bert løggildir djóralæknar hava rætt til at útinna øll tey størv, sum eru nevnd í § 1.

Til § 2. Bert tey, ið eru løggild av landsstýrismanninum, kunnu reka djóralæknavirksemi. Verður djóralæknavirksemi rikið sum felag (SpF, PF ella tílíkt) skal ánarin, ábyrgdarleiðarin og onnur við sjálvstøðugum funktiónum vera løggild eftir reglunum í §§ 3 ella 6. Djóralæknavirksemi kann soleiðis ikki rekast av einum felagi ella arvingum eftir djóralækna, uttan so at ánarin ella arvingarnir eru løggildir sum djóralæknar av landsstýrismanninum (jb. § 3). Endamálið við hesi ásetan er at tryggja, at tey rættindi og skyldur, ið eru tengd at løggilding sum djóralækni, eru tengd at einum fólki og ikki at einum felagi sum løgfrøðiligum persóni. Eitt felag kann ikki í sjálvum sær løggildast sum djóralækni.

Til § 3. Reglurnar í hesi grein skulu tryggja, at tey, ið verða løggild sum djóralækni, hava tann fakliga førleikan, sum samfelagið altíð kann vænta av einum djóralækna, uttan mun til hvar hesin hevur fingið sína útbúgving.

Landsstýrismaðurin kann løggilda fólk sum djóralækni, tá tey hava staðið veterinerpróvtøku við eitt veterinert fróðskaparsetur í einum av norðurlondunum (t.d. Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole ella Norges Veterinerhøgskole). Fólk, ið hava staðið veterinerpróvtøku á fróðskaparsetri uttan fyri norðurlond, kunnu eisini løggildast sum djóralækni, men løggilding kann treytast av, at avvarðandi hevur tikið eina ella fleiri ískoytisroyndir í ávísum greinum á einum norðurlendskum veterinerfróðskaparsetri, so útbúgvingin samsvarar við útbúgvingina, ið verður givin í norðurlondum. Í løggildingini av fólki við veterinerprógvi frá landi uttan fyri norðurlond kann ásetast avmarkingar við atliti til tær funktiónir og uppgávur, hesin kann útinna (jb. § 1), eins og løggildingin kann vera tíðaravmarkað.

Tey, ið verða løggild sum djóralækni, skulu duga føroyskt mál ella eitt av hesum norðurlendsku málunum: danskt, íslendskt, norskt ella svenskt, og geva djóralæknalyftið.

Bert tey, ið hava staðið veterinerpróvroynd, kunnu løggildast sum djóralækni og fáa rætt til at útinna allar tær funktiónir, sum nevndar eru í § 1.
Djóralæknar, ið eru fyltir 70 ár, skulu hvørt ár søkja um leingjan af løggildingini, um teir framhaldandi reka veterinervirksemi.

Til § 4. Reglurnar í hesi grein merkja, at landsstýrismaðurin kann nokta einum við veterinerprógvi sum djóralækni eftir somu reglum, sum eru galdandi við frátøku av løggilding og rættindum (jb. §§ 23 og 24), tá orsøk er at halda, at viðkomandi ikki fer at kunna reka veterinervirksemi á fullgóðan hátt vegna tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika í sambandi við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsandi evnum, sinnissjúku ella líknandi.

Til § 5. Í hesi grein verður ásett, at ein djóralækni ikki kann nýta heitið serfrøðingur uttan so, at landsstýrismaðurin hevur givið honum loyvi til tess. Loyvið kann verða givið eftir ummæli frá landsdjóralæknanum og eini norðurlendskari nevnd innan avvarðandi sergrein ella av einum norðurlendskum fróðskaparsetri. Reglan skal tryggja, at veterinerfakligt grundarlag er fyri at viðkomandi nýtir heitið serfrøðingur.

Akademisk heiti ella stig, ið djóralæknar hava vunnið sær á altjóða viðurkendum fróðskaparsetrum, kunnu nýtast, tá prógv fyri hesum eru løgd fyri landsdjóralæknan, og heitið og stigið ikki kunnu mistakast fyri serfrøðing (jb. stk. 1).

Til § 6. Hetta ger tað møguligt at geva eina nærri avmarkaða løggilding til fólk við einum øðrum náttúruvísindaligum kandidatprógvi. Tað kann t.d. vera talan um at løggilda fiskaheilsukandidatar til at taka sjúkuavgerð, fremja sjúkraverju og viðgerð innan fiskasjúkuøkið. Veterinerlaboratoriudiagnostikkur av sjúkum, ið stava frá parasittum, bakterium ella virus, verður í nógvum londum gjørdur í tøttum samstarvi millum djóralæknar og mikrobiologar við øðrum náttúruvísindaligum útbúgvingum. Innan veterinera matvøruøkið kann tað t.d. vera møguligt at løggilda agronomar, biologar, bromatologar, farmaseutar, kemiverkfrøðingar ella onnur við einum relevantum, náttúruvísindaligum kandidatprógvi til at gera eftirlitsuppgávur.

Reglurnar um løggilding av persónum við øðrum náttúruvísindaligum útbúgvingum kunnu ikki nýtast at løggilda viðkomandi at útinna allar tær í § 1 nevndu uppgávur, tvs. útinnan av djóralæknavirksemi. Løggildingin skal vera avmarkað til tað ella tey øki, sum viðkomandi vegna sína útbúgving hevur fakligan førleika á, og sum í minsta lagi svarar til tær kvalifikatiónir, sum djóralæknar við síni útbúgving hava á avvarðandi økjum.

Til § 7. Endamálið við reglunum er at gera tað møguligt hjá fólki við aðrari útbúgving at verða góðkend at gera eftirlits- og umsjónaruppgávur, ið hoyra undir landsdjóralæknan. Við serrøkt verður her ikki hugsað um vanliga røkt, sum eitt nú røktingarmenn útinna, men um serliga røkt, sum krevur serliga útbúgving, sum eitt nú kleyvarøkt og veterinera sjúkrarøkt, sum veterinersjúkrasystrar kunnu veita. Við slátur verður her ikki hugsað um vanliga heimafletting.

Tað er umráðandi, at krøv kunnu ásetast um, hvussu góðkend fólk útinna teirra virki. Ísáðarar og onnur, sum koma til fleiri skipanir hvønn dag, kunnu vera keldan at útbreiða smittandi sjúkur, um ikki grundleggjandi reinførisreglur verða hildnar.

Til § 8. Greinin inniheldur partvíst eina vanliga skyldu fyri løggildar djóralæknar um at vísa nærlagni og vera samvitskufullir í teirra virksemi, og partvíst eina serliga skyldu fyri djóralæknar um at halda viðlíka teirra fakliga førleika og kunnleika við t.d. regluliga at luttaka í fakligum skeiðum o.l.

Til § 9. Djóralæknar hava vanliga skyldu at vátta kliniska sjúkuavgerð við ískoytis starvsstovukanning, tá tað er faklig orsøk til hetta, fyri at kunna gera rætta diagnosu og veita rætta viðgerð av dýrum. Hetta er serliga galdandi, tá tað snýr seg um at vátta ella avvátta illgruna um smittandi sjúku, sum er fevnd av lóggávu um sjúkur. Virkandi djóralæknar eru ein týdningarmikil "oddur" við eftiransan og basan av sjúkum hjá dýrum, og tí er tað sera umráðandi, at teirra sjúkuavgerðir eru tiknar á einum haldgóðum náttúruvísindaligum grundarlagi. Tekur virkandi djóralækni skeivar avgerðir í sambandi við greining av sjúku og basan av illkvæmum, smittandi sjúkum hjá dýrum, kann hetta hava við sær stórar útreiðslur fyri tann einstaka dýraánaran, og stórar fíggjarligar útreiðslur fyri samfelagið. Nærri tilskilaði krøv um, hvørjar royndir, ið skulu takast, og hvørjar starvsstovukanningar, ið skulu gerast, tá illgruni er um smittandi sjúkur hjá dýrum, skulu ásetast í eini lóggávu um sjúkur hjá dýrum, um hetta ikki er í eini generellari lóg um djóralæknavirksemi.

Ískoytisstarvsstovukanningar eru eisini umráðandi fyri at kunna velja rætt antibiotikum í sambandi við viðgerð av bakteriuinfektiónum. Nýtsla av antibiotika, sum avvarðandi bakteriuslag í størri ella minni mun er resistent móti, medvirkar at fremja menning av resistensi, ið kann flytast við bakterium. Í londum, har leikfólk í størri ella minni mun kunnu fáa og nýta antibiotika til dýr uttan djóralækna- og starvsstovukanning (resistensavgerð), hevur hetta verið ein høvuðsorsøk til útbreiðslu av multiresistentum bakterium bæði innan veteriner- og mannaheilivág (t.d. Salmonella typhimyrium DT104). Nærri greinaði boð ella forboð um nýtslu av ávísum sløgum av antibiotika, gróðrarfremjandi evnum o.l. eiga ikki at vera í eini vanligari lóggávu um veterinervirksemi, men í heilivágslóggávuni og lóggávu um fóðurevni.

Greinin merkir ikki, at vanligar sjúkuavgerðir skulu grundast á umfatandi starvsstovukanningar, men at djóralæknin, tá veterinefaklig orsøk er til tað, skal leggja starvsstovukanningar aftrat egnum kliniskum diagnosum.

Greinin ásetir, at um illgruni er um smittandi sjúku hjá dýrum, sum eru fevnd af lóggávu, skal landsdjóralæknin hava fráboðan sum skjótast.

Til § 10. Endamálið við hesi grein er at tryggja, at løggildir djóralæknar veita dýraánarunum nóg góðar upplýsingar.

Til § 11. Endamálið við ásetingunum í hesi grein er at tryggja neyðstøddum dýrum og ánarum teirra neyðuga fakliga hjálp, tá ið neyðstøða tekur seg upp.

Ein djóralækni hevur skyldu til skjótast gjørligt at veita neyðstøddum dýrum neyðuga hjálp. Um djóralæknin metir, at eitt neyðstatt dýr kann flytast, uttan at støða tess versnar og uttan at bróta reglur um djóravernd, kann djóralæknin krevja, at dýrið verður flutt til viðgerð á djóralæknastovu. Um djóralæknin vegna serligar umstøður í Føroyum, m.a. tey ofta truplu samferðsluviðurskiftini, ikki fær veitt neyðuga hjálp á staðnum, inniber uppskotið ikki eina treytaleysa skyldu hjá djóralæknum at veita neyðkomnum dýri hjálp persónliga, men skal hetta tó gerast eftir førimuni, t.d. sum viðgerðarvegleiðing yvir telefon, faks ella internet.

Ein djóralækni skal tó altíð skjótast gjørligt, t.v.s. so skjótt veður og samferðsluviðurskifti eru til vildar, hava eftirlit við dýrum í teirri skipan, tey eru í, tá hann hevur fingið ella illgruni er um, at tey hava fingið hættisligar smittandi sjúkur, ið eru fevndar av hesi lóggávu. Tá tað snýr seg um at fáa váttað ella avsannað illgruna um hættisligar, smittandi sjúkur, er tað av týdningi, at djóralæknin sjálvur er til staðar at eygleiða skipanina fyri 1) at gera rætta kliniska diagnosu, 2) at fáa tikið relevantar vertir til váttan av diagnosuni, 3) at nema sær fyrstu honds fatan av sjúkuvavinum í skipanini, og 4) at fáa gjørt neyðug byrjanartiltøk til at byrgja fyri, at smittan breiðir seg til onnur dýr í skipanini og til dýr í øðrum skipanum. Hvørjir vertir, ið takast skulu, og hvørji tiltøk at byrgja fyri smittu skulu setast í verk, veldst um, hvør smittandi sjúkan er. Tær serstøku ásetingarnar hesum viðvíkjandi skulu ásetast í eini lóggávu um sjúkur hjá dýrum og ikki í eini lóg um djóralæknavirksemi.

Til § 12. Í hesi grein verður ásett, at djóralæknar hava skyldu til at upplýsa landsdjóralæknan um bústað teirra, fyri at landsdjóralæknin altíð kann fáa samband við teir, tá tað er neyðugt. Somuleiðis hava djóralæknar skyldu til, tá landsdjóralæknin biður um tað, at átaka sær veterinert arbeiði í sambandi við basan av sjúkum hjá dýrum, ið eru fevnd av lóggávu, og at lata frá sær upplýsingar og frágreiðingar grundaðar á neyva kanning og journalskriving.

Reglurnar í hesi grein skulu tryggja, at landsdjóralæknin kann nýta løggildar djóralæknar, sum "oddar" í eini aktivari verju móti smittandi sjúkum hjá dýrum. Bert djóralæknar hava rætt til at kanna og taka sjúkuavgerð um dýr (smb. § 1, pkt. 1) og viðgera dýr fyri sjúkur, ið eru umfataðar av lógini (smb. § 1, pkt. 5), ella fyri sjúkur, har veteriner vitan er ein fortreyt (smb. § 1, pkt. 6). Hetta merkir samstundis, at djóralæknar eru skyldugir at átaka sær tær uppgávur, landsdjóralæknin áleggur teimum eftir § 12, nr. 2-4 .

Um álvarsom sjúka fer at ganga millum dýr, ella í øðrum neyðstøðum, har stór samfelagslig virði eru hótt, hava djóralæknar skyldu til at átaka sær alt slag av veterinerum arbeiði, ið verður álagt teimum av landsdjóralæknanum (samb. § 12, nr. 3). Í neyðstøðu kann soleiðis verða álagt djóralæknum veterinert arbeiði, sum ikki hoyrir til teirra vanliga arbeiðs- og virkisøki.

Samsýningin til djóralæknar í samband við almenna basan av sjúkum hjá dýrum, bæði hvat viðvíkir illgruna um knappliga íkomandi sjúkur og heilsuætlanir, verður ásett eftir reglunum í § 28, stk. 1.

Til § 13. Greinin ásetir, at landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri, í hvønn mun og á hvønn hátt djóralæknar skulu gera upprit og fráboðanir til landsdjóralæknan við atliti til eftiransan av sjúkrastøðuni hjá dýrum í Føroyum.

Ásetingarnar geva eisini eina heimild at kunna banna ella krevja nýtslu av ávísum teknikkum, hættum, heilivági v.m. í sambandi við diagnosuásetan, fyribyrging og viðgerð av sjúkum hjá dýrum. Tað kann m.a. snúgva seg um bann av viðgerðarhættum, ið ikki eru ella kunna vísindaliga grundast (krotulæknavirksemi), ella um bann av viðgerðarhættum, ið geva dýrum óneyðuga líðing (djóravernd). Men tað kann eisini snúgva seg um boð at nýta ávís ‘test-kits’ í sambandi við diagnosuásetan av smittandi sjúkum, ið eru fevndar av lóggávu. At enda kann tað snúgva seg um bann fyri, at djóralæknar nýta ávís sløg av forskriftaskyldigum heilivági (t.d. antibiotika) til ávís djórasløg, um hetta kann hava við sær avlopskonsentratiónir av heiliváginum í matvøru av dýrauppruna. Tað kann eisini snúgva seg um bann fyri ávisum sløgum av antibiotika fyri at avmarka framvøkstur av multiresistentum bakterium. Nærri útgreinaðar reglur um t.d. test-kits ella nýtslu av heilivági skal ásetast í lóggávu um sjúkur hjá dýrum og lóggávu um heilivág.

Til § 14. Í verandi lóggávu eru ongar reglur um tagnarskyldu hjá djóralæknum. Endamálið við tagnarskylduni er at skapa eitt yrkisligt álit millum djóralækna og dýraánara við bæði at verja dýránaran ímóti, at óviðkomandi fáa innlit í "vinnulig loyndarmál" ella onnur búskaparlig/privat viðurskifti, og fyri at verja djóralæknan at verða "kroystan" av forvitni hjá óviðkomandi. Tagnarskyldan er ikki galdandi fyri lógarbrot á lóggávuna um forskriftaskyldigan heilivág, sjúkur og vælferð hjá dýrum. Tagnarskyldan er heldur ikki galdandi móti Landsdjóralæknanum, tá ið tað snýr seg um lógarøkir, ið verða fyrisitin av honum.

Til § 15. Ásetingarnar í hesi grein skulu tryggja habilitetin hjá djóralæknanum, so tað er álit á, at djóralæknin ikki er bundin fíggjarliga av óviðkomandi áhugamálum, men gevur dýraánarunum óvildug ráð og gevur optimala viðgerð av dýrum.

Til § 16. Greinin tilskilar, at privat praktiserandi djóralæknar, ið eru løggildir sambært lógaruppskotinum, og starvsfólk teirra skulu vera fevnd av eini ábyrgdartrygging móti tí ábyrgd, tey kunnu koma út fyri, annaðhvørt hetta hendir í privatari tænastu, ella meðan almennar uppgávur verða greiddar.
Um almennt settir djóralæknar útinna privat djóralæknavirksemi í frítiðini, eru teir eisini fevndir av stk. 1, hvat hesum virksemi viðvíkir.

Til § 17. Fólk við avmarkaðari løggilding eftir § 6 ella fólk, ið eru góðkend sambært § 7, hava innan teirra løggildingar- og góðkenningarøki somu skyldur sum djóralæknar. Hetta hevur m.a. við sær, at hesi fólk hava upplýsingarskyldu yvir fyri landsdjóralæknanum um teirra virksemi (jb. § 12, nr. 4 og 5), og at teimum er álagt tagnarskylda viðvíkjandi óviðkomandi privatum og vinnuviðurskiftum, tey fáa kunnleika um í sambandi við virki teirra (jb. § 14). Tá fólk við avmarkaðari løggilding ella aðrari góðkenning eru sett í starv hjá djóralækna, hevur hesin høvuðsábyrgdina við atliti til upplýsingarskyldu yvir fyri landsdjóralæknanum.

Til § 18. Viðgerð av dýrum við forskriftaskyldigum heilivági kann bert fara fram grundað á fyriskipan frá einum djóralækna. Útflýggjan av forskriftaskyldigum heilivági til dýr kann so fara fram antin hjá tí djóralæknanum ella frá apoteki, her íroknað heilivággoymslur, sum eru undir ábyrgd apotekverksins. Heilivágur er reguleraður av Ll nr. 104 frá 15.09 1988 um apotekverkið og heilivág við seinni broytingum.

Til § 19. Regluliga gevur nýtsla av forskriftakyldigum heilivági í landbúnaði og fiskaaling høvi til nógva umrøðu, serliga í útlendskum miðlum, har góðar og minni góðar grundir verða førdar fram um ovurnýtslu og vantandi eftirlit við fyriskipanum hjá djóralæknum og serliga útflýggjan av antibiotika. Tað er próvfast, at multiresistentar bakteriur (t.d. Salmonella typhimurium DTI04) eru ein størri bági í londum, har leikfólk uttan forskrift frá djóralækna kunnu fáa antibiotika til viðgerð av dýrum, enn í londum við meira tálmandi reglum um útflýggjan. Tí er tað rímiligt, at gjørdar verða greiðar reglur fyri fyriskipanum hjá djóralæknum og útflýggjan av heilivági, so eftirlit er við gongdini og nýtslan verður tálmað, uttan at tað hevur við sær óneyðugar forðingar fyri nýtslu, sum veterinerfakliga er væl grundgivin.

Høvuðstátturin er, at tað er djóralæknin, sum tekur avgerð um viðgerð. Avgerðin snýr seg ikki bert um sjúkraavgerð, men eisini um avgerð til at fyribyrgja sjúku, eitt nú at útskriva koppingarevni ella heilivág til viðgerð fyri iglum ella ormi ella at fyribyrgja, at ein tík ella ketta gongur á illum.

Fyri at fáa eitt fullgott veterinerfakligt grundarlag undir fyriskipan av forskriftakyldugum heilivági, skal djóralæknin sjálvur hava gjørt diagnosuna eftir einum ella fleiri av fylgjandi fýra hættum:

  1. við eini fullgóðari, kliniskari kanning av dýrum, antin í skipanini ella á djóralæknastovu ella við kanning í skipanini av heilsustøðuni hjá dýrunum, t.v.s. at djóralæknin skal hava høvi til er gera tær neyðugu kanningarnar av dýrum,
  2. við uppskurði av dýrum ella kanning av tilfari frá dýrum ella grundað á kanningarúrslit frá góðkendum starvsstovum,
  3. við kanning av sjúkueyðkenni og gongd saman við dýraánarunum ella honum, ið ábyrgdina av dýrinum hevur, ella aftaná at hava gjørt seg kunnugan við heilsustøðuna í skipanini og tørvin á forskriftakyldugum heilivági til akutta ella fyribyrgjandi viðgerð. Í hesum føri verður mest hugsað um telefonáheitanir frá dýraánarum, ið hava tørv á forskriftakyldugum heilivági til akutta ella fyribyrgjandi viðgerð, har djóralæknin ikki kann ella hevur fyri neyðini at vera til staðar (telefonforskrift), ella
  4. eftir at hava staðfest serligan tørv á forskriftakyldugum heilivági til bráðfeingis viðgerð móti ávísari sjúku hjá dýri. Hugsað hevur her verið um serligu viðurskiftini í seyðahaldinum. Mjólkarfepur hjá óm er sjúka, sum seyðahaldarar á hvørjum vári hava ampa av. Liggur ein ær við mjólkarfepuri, er neyðugt at viðgera ærina alt fyri eitt, og stundir eru hvørki at seta seg í samband við djóralækna, ella um ærin liggur í haga, so at fara til hús eftir heilivágnum. Neyðugt er hjá seyðahaldaranum at hava heilivágin hjá sær, og tí mugu heimildir vera hjá djóralækna at fyriskriva slíkan heilivág frammanundan.

Tá djóralæknin hevur gjørt diagnosuna, annaðhvørt á djóralæknastovu síni ella í skipanini (smb. omanfyri nevnda pkt. 1) kann hann útflýggja tann forskriftakylduga heilivágin, hann metir neyðugan, annaðhvørt til framhaldandi viðgerð av tí viðgerð, hann sjálvur hevur sett í verk, ella til viðgerð, ið hann metir, at tað seinni verður tørvur á.

Tá djóralæknin hevur gjørt diagnosuna á annan hátt (smb. omanfyri nevndu pkt. 2-4), kann hann útskriva tann heilivág, hann metir, tørvur er á, til viðgerð ella fyribyrgjan av sjúku hjá dýrum, men útflýggjan skal fara fram á apoteki ella tess neyðgoymslu fyri heilivági.

Sambært galdandi reglum fyri fyriskipan og útflýggjan av forskriftakyldugum heilivági fyri djóralæknar (Ll. nr. 104 frá 05.09.1988 um apoteksverkið og heilivág § 21, stk. 2), kunnu djóralæknar handla við heilivági í kommunum, har einki apotek er, t.v.s. uttan fyri Tórshavnar, Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunum. Fyri virkandi djóralæknar fara broytingarnar viðvíkjandi fyriskipan og útflýggjan av forskriftakyldugum heilivági at hava við sær, at somu reglur sum tær, ið nú galda í Tórshavnar, Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunum, fara at galda allastaðni í Føroyum.

Omanfyri standandi broytingar í fyriskipan og útflýggjan av forskriftakyldugum heilivági hjá djóralæknum skulu eisini skoðast í sambandi við ætlanir um at seta á stovn neyðgoymslur fyri ávísan forskriftakyldugan heilivág til dýr. Neyðgoymslurnar (tilsamans 10-12) verða stovnaðar av apoteksverkinum í sambandi við handkeypsútsølu ella tílíkt í teimum oyggjum, ið ikki hava fast vegasamband til eitt apotek. At enda skulu broytingarnar skoðast í sambandi við eina byrjaða endurskoðan av tí heilivági til dýr, har forskrift er neyðug, og har hann kann flytast til útflýggjan eftir serligum treytum (rekvisitión) uttan djóralæknafyriskipan.

Endamálið við at tátta reglurnar á økinum er at tryggja, at fyriskipan og útflýggjan av forskriftakyldugum heilivági verður gjørt á einum fakliga fullgóðum grundarlagi, sum heilsu- og umhvørvismyndugleikar ella almenningurin ongan iva kunnu hava um. Samstundis verða gjørdar heilt greiðar reglur ímillum, hvørjar eru uppgávur og ábyrgd djóralæknans í sambandi við forskriftakyldugan heilivág til dýr, og hvørjar eru apoteksins. Meginreglan verður nú, at tað er uppgáva og ábyrgd djóralæknans at fyriskipa forskriftakyldugan heilivág, og at tað er uppgáva og ábyrgd apoteksins at útflýggja/býta út forskriftaskyldigan heilivág eftir fyriskipan frá djóralæknum.

Samanumtikið skulu hesar broytingar gera tað lættari fyri dýraánarar at koma fram at tí neyðuga heilivági til sjúk dýr, uttan at hetta førir við sær vansar fyri øktari nýtslu ella avlopskonsentratiónum av heilivági í føroyskari matvøru. Viðvíkjandi djóralæknum innibera broytingarnar, at teir ikki kunnu ákærast av fjølmiðlum, almenningi og heilsumyndugleikum fyri at hava privatbúskaparligan áhuga í at handla við forskriftakyldugum heilivági.

Til § 20. Greinin ásetir, at djóralæknar í sambandi við fyriskipan og útflýggjan av heilivági, skulu geva dýraánarunum neyva frágreiðing um goymslu og nýtslu av heiliváginum, eisini um tað eru afturhaldstíðir fyri slátur av dýrum, latan av mjólk og eggum frá dýrum eftir viðgerð.

Til § 21. Ásetingarnar í hesi grein innibera, at djóralækni kann áleggjast at føra neyvt roknskap við sínum fyriskipanum, um hann verður fyri illgruna at misnýta rættin til at fyriskipa rúsandi evni til dýr. Álagt kann verða djóralæknanum at senda inn avrit av fyriskipanum til landsdjóralæknan við t.d. upplýsingum um 1) dagfesting á fyriskipanini, 2) slag og mongd av rúsandi heilivágnum, 3) tal og slag av dýrum, 4) navn og bústað dýraánarans, og 5) tilskilan av orsøk til fyriskipanina. Hvør heilivágur, ið er rúsandi, verður ásett í lóggávuni um heilivág. Ásetingarnar skulu forða, at djóralæknar av egna ella annan manna bundinskapi av rúsandi evnum misnýtir rættin til at skriva forskriftir uppá rúsandi evni til dýr. Samsvarandi ásetingar eru í donsku lógini um djóralæknavirksemi v.m. og í lóggávuni um læknavirksemi.

Til § 22. Í hesi grein verður gjørdur møguleiki fyri, at serligar reglur kunnu gerast fyri dýr, hagapartar og líknandi, herundir eisini smoltstøðir ella alistøðir, ið eru umfataðar av eini heilsuætlan sambært lóggávu um sjúkur hjá dýrum. Ein heilsuætlan er ein formskipaður sáttmáli millum ánara av skipan og landsdjóralækna eftir teimum reglum, sum ásettar verða í lóggávu um sjúku hjá dýrum. Heilsuætlanin inniber, at ein djóralækni regluliga hevur eftirlit við skipanini, og at hann eftirkannar heilsustøðuna í skipanini, nýtslu av heilivági o.a. Leiðreglur fyri gerð av heilsuætlanum verða gjørdar í sambandi við eini nútímansgerð av lóggávuni viðvíkjandi sjúkum hjá dýrum.

Til §§ 23-27. Frátøka, fráskriving og afturvinnan av løggilding sum djóralækni, samsvara reglum galdandi í Noregi og Danmark. Endamálið er at fáa greiðar reglur á økinum.

Til § 23. Reglurnar í hesi grein innibera, at landsstýrismaðurin kann afturtaka løggilding og rættindi frá einum djóralækna, tá orsøk er at halda, at hesin ikki er førur fyri at reka djóralæknavirksemi á fullgóðan hátt. Orsøkin kann vera tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleiki í sambandi við misnýtslu av rúsdrekka og rúsandi evnum, sinnissjúka ella onnur sjúka. Løggilding kann eisini takast frá djóralækna, um hesin hevur sýnt grovt dugnaloysi ella hevur gjørt seg sekan í revsiverdum atburði, har ampi er um, at djóralæknin fer at misnýta løggildingina (jb. § 78, stk. 2 í borgarligari revsilóg). Frátøka av løggilding kann vera støðug ella tíðaravmarkað.

Grovt dugnaloysi skal skiljast sum hættisligir skeivleikar ella misrøkt í sambandi við 1) sjúkuavgerð og viðgerð av dýrum, 2) fyriskipan og útflýggjan av forskriftsskyldugum heilivági til dýr ella 3) útinnan av øðrum av teimum í sambandi við løggildingina rættindum og skyldum. Tá løggilding verður frátikin av grovum dugnaloysi, skal djóralæknin fleiri ferðir hava borið seg soleiðis at og ikki sýnt nóg góðan vilja at broyta atburð, hóast átalu frá landsdjóralæknanum.

Um serligar umstøður mæla so til, kann frátøkan av løggilding avmarkast til frátøku av rætti til 1) at virka sum sjálvstøðugt virkandi djóralækni, 2) at útinna alment virksemi í sambandi við basan av sjúku hjá dýrum, 3) at fyriskriva og útflýggja forskriftsskyldugan heilivág ella rúsandi heilivág ella 4) at útinna aðrar funktiónir, ið bert kunnu útinnast av djóralæknum. (jb. § 1).

Til § 24. Um sýtan ella frátøka av løggilding kemst av, at djóralæknin varandi ella ella við millumbilum tvørrar sálarjavnvág ella andsførleika av t.d. misnýtslu av rúsdrekka ella rúsandi evnum ella av sinnissjúku ella aðrari sjúku, skal málið latast landslæknanum til ummælis, áðrenn avgerð verður tikin, fyri at tryggja at grundarlagið fyri avgerðini er haldgott læknaliga sæð.

Avgerðir tiknar av umsitingini, kunnu vanliga leggjast fyri rættin at royna. Tá talan er um afturtøku av løggilding ella rættindum, er neyðugt, at møguleikin fyri at leggja málið fyri rættin verður tíðaravmarkaður soleiðis, at avgerðin aftaná hesa freist verður endalig.

Um djóralæknin vil hava eina rættarniðurstøðu í málinum, leggur landsstýrismaðurin sak móti djóralæknanum eftir borgarligum rættargangsreglunum. Í málum um frátøku av løggilding hevur ynski djóralæknans um rættarniðurstøðu steðgandi ávirkan, men dómarin kann gera av, at rættarviðgerð ikki skal hava steðgandi ávirkan á avgerð landsstýrismansins.

Til § 25. Ein djóralækni kann til landsstýrismannin fráskriva sær sína løggilding ella rættin til at fyriskipa rúsandi heilivág til dýr. Tá ein djóralækni fráskrivar sær løggilding sína, missir hann rættin til at útinna djóralæknavirksemi (jb. § 1, og § 2). Um ein djóralækni bert fráskrivar sær rættin til at fyriskipa rúsandi heilivág til dýr, kann avvarðandi framhaldandi virka sum djóralækni, men annar djóralækni má viðgera dýr, har nýtsla av rúsandi heilivági er kravd.

Reglurnar miða ímóti, at ein djóralækni við at fráskriva sær sína løggilding kann fáa sær fyribils ella støðugt starv, ið ikki er sambærligt við djóralæknavirksemi (jb. § 15), t.d. í eini heilivágsfyritøku. Reglurnar um fráskriving av rætti til at fyriskriva rúsandi heilivág til dýr kunnu nýtast av einum djóralækna, sum er ella stúrir fyri at verða bundin av rúsandi heilivági.

Í greinini er ikki sett nakað lægsta mark fyri tíðarskeiðið, ið skal galda, tá ein djóralækni fráskrivar sær løggilding sína ella rætt sín at fyriskriva rúsandi heilivág til dýr. Men reglurnar kunnu ikki nýtast sum ein "sveiggjhurð", sum djóralæknar kunnu ganga ígjøgnum sum teimum lystir. Hóskandi hevði verið við eini fyrisitingarligari siðvenju, sum setir lægsta markið til ½ ár.

Reglurnar um fráskrivan av løggilding kunnu ikki nýtast av djóralækna til at fráskriva sær síni rættindi og skyldur innan eitt avmarkað øki og soleiðis sleppa sær undan skyldum, sum liggja við djóralæknum sambært løggildingina, t.d. rættindini og skylduna at medvirka við basan av sjúku hjá dýrum, sum eru fevnd av lóggávu (jb. § 1, nr. 5; § 11, stk. 2, nr. 3 og stk. 5; § 12 nr.. 2 og 3).

Til § 26. Ein djóralækni, sum er frátikin ella frádømdur sína løggilding ella onnur rættindi í einum staðfestum tíðarskeiði (jb. §§ 23 og 24), kann eftir umsókn aftur verða løggildur, tá tað ásetta tíðarskeiðið er runnið. Í hesum føri verður umsóknin viðgjørd sum ein nýggj umsókn eftir reglunum í § 3. Hevur ein djóralækni sjálvboðin fráskrivað sær løggilding sína ella rættin til at fyriskriva rúsandi heilivág til dýr í einum óásettum tíðarskeiði (jb. § 25), kann hann fáa løggilding sína ella rættindi síni aftur við at venda sær til landsstýrismannin. Er tann sjálvbodna fráskrivingin av løggilding fyri eitt ávíst tíðarskeið, verður løggildingin afturgivin, tá tíðarskeiðið er runnið, uttan umbøn.

Til § 27. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding (jb. § 6) ella góðkenning (jb. § 7) eru somu reglur galdandi fyri frátøku og fráskriving av løggilding og góðkenning sum fyri djóralæknar.

Til § 28. Í greinini verður ásett, at djóralæknar ikki mugu rokna sær størri samsýning ella ferðaflutning enn, hvat rímiligt er, havandi í huga slagið av veiting. Hetta inniber, at djóralæknar ikki mugu nýta sín "einkarrætt" at fáa vinning, sum er munandi størri enn virðið av veitingum teirra eru fyri dýraánaran. Fyri dýraánaran skal virðið av veiting fra einum djóralækna setast í samband við 1) búskaparliga virðið av dýrinum ella dýrunum, 2) støddina av tí framleiðslumissi, hann hevði havt uttan djóralæknaveitingina, og 3) kensluvirðið av dýrinum, tá tað snýr seg um kelidýr. Tá dýraánari verður vegleiddur í sambandi við viðgerð av dýrum eiga djóralæknar at upplýsa dýraánaran um tær fíggjarligu útreiðslurnar av alternativum kanningum ella viðgerðum, áðrenn hesar verða settar í verk, so dýraánarin hevur eitt ítøkiligt val. Samsvarandi reglur eru galdandi fyri fólk við avmarkaðari løggilding (jb. § 6) ella aðrari góðkenning (jb. § 7).

Til § 29. Greinin gevur landsstýrismanninum heimild til eftir samráð við virkandi djóralæknar at áseta samsýning fyri veitingar, sum verða álagdar djóralæknanum av landsdjóralæknaembætinum í sambandi við sjúkuásetan og basan o.a. av sjúkum, ið eru fevnd av lóggávu. Veitingarnar kunnu eisini vera tøkutænasta ella annað veterinert arbeiði, ið verður útint fyri landsdjóralæknaembætið.

Stk. 2. gevur landsstýrismanninum heimild til, at gera sáttmála við privatpraktiserandi djóralæknar soleiðis, at hesir veita djóralæknahjálp kring landið við fíggjarligum stuðli frá tí almenna fyri at tryggja djóralæknahjálp fyri ein rímiligan prís.

Til § 30. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning og rakstur av djóralæknastovum og veterinerum starvsstovum. Greinin kann nýtast til at áseta reglur, sum tryggja ta veterinerfakliga dygdarstøðið, tá djóralæknastovur, og veterinerar starvsstovur verða innrættaðar og riknar. Tær neyvariureglurnar skulu orðast soleiðis, at tær eru í samsvar við samsvarandi reglur í øðrum norðurlondum.

Til § 31. Við heimild í hesi grein kann landsstýrismaðurin leggja sínar heimildir eftir lógini til annan myndugleika at fyrisita, sjálvt um hesin myndugleiki ikki vísir til landstýrismannin.

Til § 32. Í hesi grein verður gjørdur møguleiki fyri, at landsstýrismaðurin stovnar eitt djóralæknafrøðiligt ráð. Ein samsvarandi stovnur finst bæði í Danmark, Noregi og Svøríki. Vísandi til, at landsstýrið hevur sett sær fyri at endurskoða lógarverkið í Føroyum, so at tað fyrisitingarliga verður einfaldari og lagað til tørvin í tí føroyska samfelagnum, verður hildið, at slíkt ráð ikki skal vera lógarfest, men at landsstýrismaðurin ístaðin fær heimild til at seta eitt slíkt ráð, um tørvur verður á tí.

Til § 34. Skiftisáseting loyvir djóralæknum, ið virka í Føroyum, tá lógin fær gildi, framhaldandi at virka í 6 mánaðir uttan løggilding. Um hesi ikki eru løggild, aftaná at freistin er úti, missa tey rættin til at virka sum djóralæknar.

Allir djóralæknarnir, sum í løtuni búgva í Føroyum, hava tikið prógv við Den Kongelige Veterinær- og Landbohøjskole í Keypmannahavn, og tí er kravið um løggilding ein formalitetur, sum tó er neyðugur fyri at tryggja, at "hol" ikki er í lógini hesum viðvíkjandi.

1. viðgerð 23.02.1999. Málið beint í vinnunevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 18. februar 1999 og eftir 1. viðgerð tann 23. februar 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22., 24. og 30. mars 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum saman við umsitingini á økinum, herímillum landsdjóralæknan, umframt við umboð fyri sjálvstøðugt vinnurekandi djóralæknarnar, umboð fyri fiskasjúkutænastuna og umboð fyri Bóndafelag Føroya.

Nevndin hevur fingið skriv við viðmerkingum til lógaruppskotið frá sjálvstøðugt vinnurekandi djóralæknunum og frá Páll Nielsen, adv. umboðandi fiskasjúkutænastuna. Nevndin hevur eisini, frá landsstýrismanninum fingið avrit av skrivi, sum vinnumálastýrið hevur fingið frá landsdjóralæknanum við viðmerkingum til spurningin um genteknologi/genmanipulatión og við viðmerkingum til viðmerkingarnar til lógaruppskotið frá sjálvstøðugt vinnurekandi djóralæknunum og frá fiskasjúkutænastuni. Harumframt hevur nevndin frá Bóndafelagnum fingið avrit av skrivi, sum teir hava sent vinnumálastýrinum við viðmerkingum til uppskotið.

Landsstýrismaðurin hevur greitt frá, at uppskotið bert viðvíkir privatum djóralæknavirksemi og ikki nemur við tann almanna partin. Økið er ikki lógarregulerað í dag. Landsstýrið hevur í dag tveir sáttmálar á økinum, ein við fiskasjúkutænastuna og ein við privatu djóralæknarnar. Hóast hendan skipan hevur verið nøktandi, metir landsstýrið tó nú, at neyðugt er at lóggeva. Sambært teimum ábendingum, sum koma uttaneftir, er spurningurin um, hvussu veterinera støðan er í landinum alt meira avgerandi. Skulu vit samskifta og samstarva við onnur lond, er lóggáva neyðug.

Viðvíkjandi genteknologi/genmanipulatión greiddi landsdjóralæknin frá, at ávísar ásetingar eru gjørdar hesum viðvíkjandi, tí at uttan ásetingarnar er øllum loyvt at gera hetta arbeiðið. Hetta merkir tó ikki, at djóralæknar í morgin fara í holt við hetta virksemið. Tørvur verður eisini á eini serligari lóggávu um genteknologi/-manipulatión. Í lógaruppskotinum verður bert ásett ein avmarking fyri, hvør kann gera hetta virksemið.

Spurningurin varð umrøddur, um møguleiki er fyri, at meiri heilivágur kundi verið keyptur í hondkeypi. Landsdjóralæknin var ikki ímóti hesum, men metti tó ikki, at hetta vóru viðurskifti, sum skuldu regulerast í djóralæknalógini.

Djóralæknarnir vístu til tað skrivliga tilfarið, sum var sent frá djóralæknunum og fiskasjúkutænastuni, og segði, at teir burtursæð frá hesum annars eru samdir við landsstýrismanninum um uppskotið. Djóralæknarnir vístu m.a. á, at trupulleikar serliga hava verið orsakað av landfrøðiligum viðurskiftum og av tí serliga føroyska seyðahaldinum. Teir vístu eisini á, at trupulleikar hava verið at fáa fatur á heilivági, tá apotekið ikki er opið, við tað at djóraeigarin tá skal til Havnar til djóralæknan fyri at fáa heilivágin. Hetta verður tó møguliga loyst við, at man fær goymslur hjá apoteksverkinum kring landið. Nevnt varð, at hetta tó ikki er heimilað í apotekaralógini, við tað at apotekari skal vera at útflýggja heilivágin. Eisini vístu djóralæknarnir á, at teir hildu tað vera óheppið, at heimildin hjá teimum at útflýggja heilivág verður skerd. T.d. varð víst á, at tá heilivágur verður fyriskrivaður um apotekini, so verður ofta ov nógv latið út. Djóralæknarnir upplýstu, at í dag verður trupulleikin fyri ein part loystur við munnligum avtalum, soleiðis at bóndin t.d. fær størri mongdir av heilivági, sum hann kann nýta í sambandi við sjúkur, sum ofta koma fyri, í samráð við djóralæknan.

Umboðið fyri Bóndafelagið vísti á tær skrivligu viðmerkingar til lógaruppskotið, sum teir hava sent vinnumálastýrinum.

Tað, sum bóndafelagið leggur størsta dentin á, er týdningin av, at skipanin viðvíkjandi útflýgging av heilivági verður betri, og at tað verður tryggjað, at peningurin, sum settur verður av á fíggjarlógini í sambandi við almennar uppgávur, kemur øllum djóralæknum til góðar.

Nevndin hevur undir viðgerðini sett fyrispurning til vinnumálastýrið og hevur fingið lyfti um, at apoteksverkið, tá lógin fær gildi, vil hava sett á stovn neyðgoymslur kring landið fyri ávísan forskriftaskyldugan heilivág til dýr. Skipanin viðvíkjandi útflýgging av heilivági skuldi hervið blivið betri og ikki verri, hóast tað at heimildirnar hjá djóralæknunum at útflýggja heilivág verða skerdar. Ætlanin er, at tað frá øllum støðum í landinum í minsta lagi skal verða fast vegasamband til eitt apotek ella eina neyðgoymslu. Nevndin hevur eisini fingið upplýst, at ásetingarnar í apotekaralógini ikki eru til hindurs fyri hesum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men skjýtur upp, at uppskot landsstýrisins verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins

  1. Í § 11, stk. 5 verður orðið "skipan" broytt til "dýrahaldinum".
  2. Í § 14, stk. 2 verða orðini "mótvegis avvarðandi almenna myndugleika" sett inn aftaná orðið "galdandi".
  3. Í yvirskriftini til §§ 18 til 22 verða orðini "fyriskipan og útflýggjan av" broytt til "fyriskriving og útflýgging av forskriftaskyldugum".
  4. Í § 18, stk. 1 verður orðið "fyriskipan" broytt til "forskrift", orðið "løggildir" verður strikað og orðið "forskriftaskyldugur" sett inn aftaná orðið "útflýggja".
  5. Í § 18, stk. 2 verður orðið "forskriftaskyldugur" sett inn frammanfyri orðið "heilivágur".
  6. Í § 19, stk. 1 verður orðið "fyriskipa" broytt til "fyriskriva forskriftaskyldugan".
  7. Í § 19, stk. 2, nr. 1 verður orðið "skipanini" broytt til "dýrahaldinum".
  8. Í § 19, stk. 2, nr. 2 verður orðið "ella" strikað.
  9. § 19, stk. 2, nr. 3 og 4 verða strikað.
  10. Í § 19, stk. 3 verður orðið "fyriskipa" broytt til "fyriskriva".
  11. Í § 19, stk. 4, verða orðini "stk. 2, nr. 2-4" broytt til "stk. 2, nr. 2", orðið "fyriskipa" broytt til "fyriskriva" orðið "útflýggjanin" broytt til "útflýggingin" og 2. pkt. verður strikað.
  12. § 20 verður orðað soleiðis:
    "Hóast ásetingarnar í § 19 kann ein djóralækni fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág:
    1) eftir at hava kanna sjúkueyðkenni og -gongd hjá dýrunum, saman við eigaranum, ella tí sum hevur dýrini í hondum, ella 2) eftir at hava kannað tørvin á forskriftaskyldugum heilivági til fyribyrgjandi viðgerð av dýrum saman við eigaranum ella tí, sum hevur dýrini í hondum, ella
    3) eftir at hava kannað tørvin fyri, at dýraeigarin ella tann, sum hevur dýrini í hondum, hevur tøkan forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av dýrum.
    Stk. 2. Heilivágur, ið verður fyriskrivaður eftir stk. 1, skal vera útflýggjaður frá apoteki ella frá apoteksins neyðgoymslu av heilivági. Tað er ein fortreyt, at djóralæknin hevur slíkan kunnleika til heilsustøðuna í dýrahaldinum og til dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrini í hondum, ella til heilsustøðuna sum heild hjá ávísum dýraslagi í ávísum øki, at tað er ráðiligt at taka avgerðina á hesum grundarlagi."
  13. §§ 20 til 35 verða hereftir §§ 21 til 36.
  14. Í § 20, sum hereftir verður § 21, verður orðið "fyriskipar" broytt til "fyriskrivar" og orðið "forskriftaskyldugan" verður sett inn aftaná orðið "útflýggjar".
  15. Í § 21, sum hereftir verður § 22, verður orðið "djóralæknafyriskipan" broytt til "djóralæknafyriskriving", orðið "fyriskipanir" verður broytt til "fyriskrivingar" og orðið "fyriskipanini" verður broytt til "fyriskrivingini".
  16. Í § 22, sum hereftir verður § 23, verða orðini "fyriskipan og útflýggjan av" broytt til "fyriskriving og útflýgging av forskriftaskyldugum".
  17. Í § 23, stk. 2, nr. 3 og 4, sum hereftir verða § 24, stk. 2, nr. 3 og 4, verður orðið " fyriskipa" broytt til "fyriskriva".
  18. Í § 25, sum hereftir verður § 26, verður orðið " fyriskipa" broytt til "fyriskriva".
  19. Í § 26, sum hereftir verður § 27, verður "§§ 23-24" broytt til "§§ 24-25" og "§ 25" verður broytt til "§ 26".
  20. Í § 31, sum hereftir verður § 32, verða orðini "§§ 2-6, 7, 13, 16, 22, og §§ 23-30" broytt til "§§ 2-7, 13, 16, 23 og §§ 24-31".
  21. Í § 33, sum hereftir verður § 34, verða orðini "§ 19 og § 20" broytt til "§ 19, § 20 og § 21" og "§ 21" verður broytt til "§ 22".

Viðmerkingar:

Ad. 1) "Skipan" og "dýrahald" eru tvey orð, sum bæði verða nýtt, har ið danska orðið er "besætning". Bæði orðini verða nýtt í lógaruppskotinum. Hildið verður, at tað er rættast at nýta eitt og sama heiti í øllum førum, og skjýtur nevndin upp, at orðið "dýrahald" verður nýtt, við tað at hetta orðið hevur eina breiðari merking og betur lýsir, hvat talan er um.

Ad. 2) Av misgávum er ásetingin í uppskotinum frá landsstýrinum orðað soleiðis, at tagnarskyldan heilt dettur burtur í sambandi við brot á lóggávuna um heilivág, sjúkur og vælferð hjá dýrum, eins og matvørulóggávuna. Við broytingini, verður tað bert mótvegis avvarðandi almenna myndugleika, at tagnarskyldan í teimum nevndu førunum ikki skal verða galdandi.

Ad. 3 og 4) Nevndin hevur fingið upplýst, at vanligt hevur verið at nýta orðingina "fyriskriving", har ið danska orðið er "ordinatión", og "forskrift", har ið danska orðið er "recept". Orðingin "útflýggan" verður nýtt, har ið danska orðið er "distributión". Henda mannagongd verður eisini nýtt í løgtingslógini um apoteksverk og heilivág. Við broytingini verður frøðimálið í hesi lógini samsvarandi hesum. Eisini verður dentur lagdur á, at ásetingarnar bara eru um forskriftaskyldugan heilivág. Við tað at bara løggildir djóralæknar kunna nýta heitið djóralækni smb. § 2, stk. 1, er óneyðugt her at skriva, at djóralæknarnir skulu vera løggildir.

Ad. 5) Sí viðmerkingarnar til ad. 3 og 4.

Ad. 6) Sí viðmerkingarnar til ad. 3 og 4.

Ad. 7) Sí viðmerkingarnar til ad. 1.

Ad. 8 og 9) Sí viðmerkingarnar til ad. 12.

Ad. 10) Sí viðmerkingarnar til ad. 3 og 4.

Ad. 11) Sí viðmerkingarnar til ad. 3 og 4 og til ad. 12.

Ad. 12) Ásetingarnar, sum landsstýrið hevur skotið upp í § 19, stk. 2, nr. 3 og 4, eru ætlaðar at vera undantøk til stk. 1. Stk. 2 er uppsett sum ein presisering av stk. 1, og nr. 3 og 4 kunnu tí ikki, sum ætlað, tulkast sum undantøk til stk. 1. Við broytingini verða ásetingarnar klárt settar upp sum undantøk til § 19 í eini sjálvstøðugari grein. Treytirnar, sum landsstýrið í sínum uppskoti hevur sett fyri, at ein djóralækni kann fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág, uttan sjálvur at hava tikið avgerð um viðgerðina, eru ikki allar tiknar við í broyttu orðingini frá nevndini. Sum broytingaruppskotið er orðað, kunnu djóralæknar fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág til dýraeigaran at hava tøkan, uttan at tað verður sett sum ein treyt, at tað skal vera til bráðfeingis viðgerð móti ávísari sjúku. Skipanin viðvíkjandi útflýgging av heilivági skuldi hervið ikki blivið verri, hóast tað at heimildirnar hjá djóralæknunum at útflýggja heilivág verða skerdar.

Ad. 13) Við tað at ein nýggj grein verður sett inn sum § 20, fáa verðandi § 20 og fylgjandi greinirnar nýtt nummar.

Ad. 14-18) Sí viðmerkingarnar til ad. 3 og 4 og til ad. 13.

Ad. 19-21) Broytingarnar eru konsekvensbroytingar til broytingarnar undir ad. 12 og 13.

 

 

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til § 1 fall 13-1-13. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 11, 14, 18, 19, 20, 21, 22, 23, 25, 26, 31 og 33 saamtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-2-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 13. apríl 1999 løgdu tingmenninir Álvur Kirke, Henrik Old, Alfred Olsen, Joan Ziskason og Hans Pauli Strøm fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð 

  1. Í § 1, nr. 4 verður nýtt 2. pkt. sett inn, sum verður soljóðandi: Loyvi til at gera ílegubroytingar ella til at gera royndir við ílegubroytingum kann ikki gevast, fyrrenn serstøk lóggáva fyri hetta økið er sett í gildi.

Viðmerkingar:

Í dag eru eingir lógarkarmar fyri ger av ílegubroytingum her á landi. Hetta er eitt sera viðkvæmt øki. Serkunnleikin um allan heim er í stórum iva um rættleikan av slíkum inntrivum í arvaeiginleikar, og víða um verða kanningar gjørdar fyri um gjørligt at klárleggja møgulig árin, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, á mannalikamið.

Uppskotsstillararnir meta, at rættast er fyrst at gera serstøku lógina, sum er neyðug fyri alt økið, áðrenn møgulig loyvi verða givin. Hetta vil eisini geva møguleika fyri einum avgjørt neyðugum orðaskifti á løgtingi um hesi viðkvomu viðurskifti.

 

3. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá Álvi Kirke, Henrik Old, Alfred Olsen, Joan Ziskason og Hans Paula Strøm samtykt 17-6-3. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.J.nr. 691-3/98.

J.nr. 691-3/98
L.l. nr. 40/1999 frá 23.04.1999