Kommunulæknaskipan

 

75 Uppskot til  løgtingslóg um kommunulæknaskipan
 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999,  9. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um kommunulæknaskipan

 

Kapittul 1
Almennar reglur

§ 1. Henda lóg um kommunulæknaskipanina er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 "om sundhedsvæsenet på Færøerne".

Kapittul 2
Setanar- og lønarviðurskifti

§ 2. Landsstýrismaðurin setir kommunulæknan í starv eftir tilmæli frá ráðnum, sbr. kapittul 4.
Stk. 2. Ein setanarsáttmáli verður undirskrivaður av kommunulæknanum og landsstýrismanninum.

§ 3. Landsstýrismaðurin setir frítíðar- og langtíðaravloysara í starv.

§ 4. Onnur starvsfólk hjá kommunulæknanum verða sett í starv av kommunulæknanum.
Stk. 2. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin í eitt avmarkað tíðarskeið seta starvsfólk í starv í læknaviðtaluhølinum.

§ 5. Landskassin rindar eina grundupphædd um mánaðin til kommunulæknan og til frítíðar- og langtíðaravloysaran.

Kapittul 3
Viðtaluhølir v.m.

§ 6. Kommunan útvegar frían bústað til frítíðar- og langtíðaravloysarar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjar útreiðslur frítíðar- og langtíðaravloysari kann fáa endurgoldnar frá landskassanum.

§ 7. Kommunurnar útvega og rinda viðtaluhølir við neyðugum innbúgvi, tólum og amboðum til kommunulæknan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um støðið á viðtaluhølunum og hvørji tól, innbúgv og amboð eru neyðug, eftir tilmæli frá ráðnum, sbr. kapittul 4.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at viðtaluhølini eru í tí standi, sum ásett er sbrt. stk. 2.
Stk. 4. Í teimum førum, har eitt læknadømi hevur fleiri viðtaluhølir, áliggur tað kommununum at gjalda tær meirútreiðslur, ið standast av hesum.

§ 8. Kommunurnar bera útreiðslurnar av rakstri og viðlíkahaldi av viðtaluhølum, innbúgvi, tólum og amboðum.
Stk. 2.
Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um rakstur og viðlíkahald av viðtaluhølum, innbúgvi, tólum og amboðum eftir tilmæli frá ráðnum, sbr. kapittul 4.

Kapittul 4
Ráðsskipanin

§ 9. Landsstýrismaðurin setir eitt ráð.
Stk. 2. Ráðið hevur 6 limir. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár í senn. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ráðslimirnar. Tríggir umboða kommunulæknarnar, tveir umboða kommunurnar og ein umboðar Almanna- og heilsumálastýrið.
Stk. 4. Umboðið frá Almanna- og heilsumálastýrinum er formaður í ráðnum.
Stk. 5. Landskassin rindar kommunulæknunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

§ 10. Ráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um:

  1. setan av kommunulækna, sbrt. § 2, stk. 1.
  2. reglur um støðið á viðtaluhølunum, sbrt. § 7, stk. 2.
  3. reglur um, hvørji tól, innbúgv og amboð skulu verða í viðtaluhølunum, sbrt. § 7, stk. 2.
  4. reglur um, hvat fyri rakstur og viðlíkahald av viðtaluhølunum, innbúgvi, tólum og amboðum talan er um, sbrt. § 8, stk. 2.
  5. menning og broytingar av kommunulæknaskipanini.

Stk. 2. Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sítt, sum landsstýrismaðurin góðkennir.
Stk. 3. Ráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áleggja ráðnum aðrar uppgávur. 

Kapittul 5
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 11. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó soleiðis, at §§ 1-8 fáa gildi 1. juli 1999.
Stk. 2. "Lovbekendtgørelsen nr. 239 af 29. august 1927 af lov nr. 88 af 21. apríl 1914 om kommunal Lægehjælp" fer úr gildi 1. juli 1999. 

I. ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. INNGANGUR

Sambært lóg nr. 137 frá 23 mars 1948 "om Færøernes Hjemmestyre" er kommunulæknaskipanin/heilsuverkið, tó ikki Apoteksverkið, felagsmál. Sambært § 9 í hesi lóg kunnu, eftir samráðing, gerast avtalur um, í hvørjum føri og í hvønn mun tað er møguligt innan fyri øki, sum eru felagsmál, at geva heimastýrinum heimild til at áseta nærri reglur viðvíkjandi serligum føroyskum viðurskiftum og yvirtaka umsitingina á hesum øki.

Eftir umbøn frá landsstýrinum, varð ein ráðgevingarbólkur settur, sum varð mannaður við  fólki frá donsku og føroysku heilsumyndugleikunum.

Ráðgevingarbólkurin kom við tilmæli um at gera eina rammulóg fyri heilsuøkið.

Lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 "om sundhedsvæsenet på Færøerne"- rammulógin- heimilar heimastýrinum at gera løgtingslógir innan heilsuøkið og soleiðis viðvíkjandi uppgávum, veitingum og umsiting tess av kommunulæknaskipanini.

Endamálið við rammulógini er, at geva heimastýrinum møguleikar at betra samskipanina av rakstrinum og veitingunum frá heilsuverkinum og at laga heilsuverkið eftir teimum serligu føroysku viðurskiftunum.

Rammulógin hevur við sær, at so hvørt sum heimastýrið útfyllir rammulógina, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum eisini ta ábyrgd, sum áður lá hjá Heilsumálaráðnum. Hetta er at hava eftirlit við teimum reglum, sum løgtingið ásetir, bæði innihaldsliga og viðvíkjandi umsitingini av teimum.

 

2. GALDANDI LÓGGÁVA OG NÝSKAPANIN VIÐ LÓGARUPPSKOTINUM

Lógin, sum er í gildi í Føroyum í dag, er "Lb. nr. 239 af 29. august 1927 af lov nr. 88 af 21. apríl 1914 om kommunal Lægehjælp". Viðurskiftini eru nógv broytt síðan tá, tí er lógin ikki tíðarhóskandi og hevur ikki verið tað í nógv ár.

Sum er, verður kommunulækni settur í starv av landsstýrismanninum í heilsumálum eftir tilráðing frá bý- ella bygdarráðunum, eftir at landslæknin hevur veitt trygd fyri/tilmælt, at umsøkjarin lýkur tey fakligu krøvini til kommunulæknastarvið.

Kommunulæknin og kommunurnar í læknadøminum skriva undir eina "Standardkontrakt for Kommunulæger på Færøerne". Hetta er setanargrundarlagið hjá kommunulæknunum í dag saman við setanarskrivinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum. Uppgávur og skyldur kommunulæknans verða lýstar í "Kommunelægeinstruks for Færøerne" og "Standardkontrakt for kommunelæger på Færøerne".

Í dag eru 26 kommunulæknastørv og 11 læknadømir, Suðurstreymoyar, Norðstreymoyar, Skála, Nes sóknar, Fuglafjarðar, Eiðis, Norðoya, Vága, Sandoyar, Suðuroyar norðara og Suðuroyar sunnara læknadømir.

Næstan allir kommunulæknar hava ein avloysara í feriutíðarskeiðnum. Hesir verða settir í starv av landsstýrismanninum.

Tað hevur í longri tíð verið torført at fáa avloysarar. Umsitingin hevur tí verið noydd at prioritera útjaðaraøkini. Kommunulæknarnir í miðstaðarøkinum hava lættari við at avloysa hvønn annan, tí teir eru fleiri. Avloysararnir verða løntir soleiðis, at teir fáa eina fasta grundupphædd og fría ferð goldna av landsstýrinum, og restina fáa teir frá sjúkrakassanum.

Kommunurnar hava í dag skyldu at útvega viðtaluhøli og fría íbúð. Í Føroyum er tó rættiliga ymist, í hvørjum standi viðtaluhølini eru. Eisini er støðan ymisk viðvíkjandi kommunulækna íbúðunum. Einstakir kommunulæknar fáa ískoyti fyri at búgva í egnum húsum, ímóti at kommunan sleppur frá at gjalda hita, ravmagn og vasking av viðtaluhøli. Hetta ískoyti er eisini ymist, alt eftir hvar tú býr í landinum. Rættiliga nógvir kommunulæknar eiga egnan bústað har, teir eru settir í starv.

Flestu kommunur hava ynski um, at læknin býr, har hann er settur í starv. Hetta ynski frá kommununum er oftani tilskilað í lýsingini eftir læknanum. Orsøkirnar til, at kommuna ynskir bústaðarskyldu, kunnu t.d. vera bráfeingishjálp, trivnaður læknans á staðnum og skattainntøkan til kommununa.

Teir kommunulæknar, sum eru í føstum starvi, skipa sjálvir fyri tryggingar- og pensiónsviðurskiftum sínum.

Hetta fyriliggjandi lógaruppskot hevur ikki so nógva nýskapan við sær. Í lógaruppskotinum stendur í mestan mun tað, sum er galdandi í dag. Vónandi fáa vit eina betri og meira nútíðarhóskandi lóg, sum samsvarar við tað, sum verður praktiserað á økinum. Best hevði verið at fingið viðurskiftini hjá kommunulæknunum enn greiðari, enn vit gera í hesi lóg. Almanna- og heilsumálastýrið ætlar at arbeiða víðari við kommunulæknaviðurskiftunum. Almanna- og heilsumálastýrið og kommunulæknafelagið halda, at best hevði verið, um bert ein arbeiðsgevari var, antin landið ella kommunurnar. Bíðað verður eisini eftir kommunuloysnini.

Nakrar broytingar eru tó gjørdar, t.d. skulu kommunurnar ikki útvega ella gjalda fyri fastan bústað til kommunulæknan. Hetta hevur givið praktiskar trupulleikar, og tann upphæddin, sum kommunulæknarnir hava fingið fyri at búgva í egnum bústaði, hevur ikki verið serliga stór eftir skatt. Flestu kommunulæknar búgva í egnum bústaði. Kommunurnar skulu tó frameftir hjálpa kommunulæknunum at fáa ein bústað á staðnum, um tað er neyðugt. Kommunulæknarnir ætla á ein ella annan hátt at fáa hesa upphædd aftur í setanarsáttmálanum.

Tó er ætlanin, at kommunurnar skulu útvega og gjalda fyri bústað til teir avloysarar, sum koma, t.v.s. teir, sum ikki hava fingið fast starv.

Ein onnur broyting í lógaruppskotinum er, at landsstýrismaðurin setir eitt ráð. Ráðið skal, fyri ein part, taka sær av teimum uppgávum, sum áður lógu í landsumsitingini, ella sum ikki vórðu gjørdar. Eisini skal ráðið samskipa partarnar. Kommunulæknarnir hava í galdandi lóg tveir arbeiðsgevarar, landsstýrismannin og kommunurnar. Tá ið kommunulæknarnir hava ymiskar trupulleikar, veit eingin, hvør ið skal loysa teir. Oftast er bert neyðugt, at partarnir tosa saman, og í summum førum býta uppgávurnar ímillum sín. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya er so at siga eisini arbeiðsgevari, men viðurskiftini millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og kommunulæknarnar eru ikki regulerað í hesum lógaruppskoti. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevur tí einki umboð í ráðnum. Kommunulæknafelagið hevur skrivað undir ein annan sáttmála við Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

 

3. FÍGGJARLIGAR OG UMSITINGARLIGAR AVLEIÐINGAR

Nýskipanin við hesum lógaruppskotinum, sum hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landi, er, at sett verður eitt ráð. Meirkostnaðurin fyri landskassan av hesum lógaruppskotinum verður tí mettur at verða umleið kr. 100.000.

Nógv av tí, sum Almanna- og heilsumálastýrið ger í dag viðvíkjandi kommunulæknaskipani, er at tulka galdandi lóg og galdandi siðvenju. Siðvenjan er ógvuliga ymisk frá kommunu til kommunu. Hetta hevur ført við sær nógvar umsitingarligar trupulleikar. Við hesum lógaruppskoti vónar Almanna- og heilsumálastýrið, at nógv viðurskifti gerast meira greið fyri allar partar. Mett verður eisini, at ráðið vil taka støðu til nógvar av teimum spurningum, sum eru í dag.

 

4. VIÐMERKINGAR FRÁ UMMÆLANDI STOVNUM, FELØGUM OG RÁÐUM

Landslæknin, Kommunulæknafelag Føroya allar kommunurnar og kommunulæknarnir í læknadømunum, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og lønardeildin undir fíggjarmálastýrinum, hava havt lógaruppskotið til ummælis. Lønardeildin fekk uppskotið til ummælis, áðrenn tað varð sent út til hini. Tí eru nøkur ting longu sett inn í lógaruppskotið, áðrenn tað varð sent út til hoyringar.

Lønardeildin
Lønardeildin heldur, at setanar-, lønarviðurskifti og setanarsáttmálin eiga at verða gjørd í samráð við fíggjarmálaráðharran.

Í lógaruppskotinum, sum er sent út til hoyringar, hava vit ikki viðmerkt, hvussu kommunulæknagjaldið skal javnast. Lønardeildin heldur, at upphæddin átti at verðið javnað eftir lønarlagnum í samfelagnum sum heild, og at tað soleiðis verður ein samráðingarspurningur við felagið.

Lønardeildin metir, at tá ringt er at meta um arbeiðsbyrðuna hjá einum tíllíkum ráði, ið enn ikki er farið at virka, eiga reglurnar at skipast sambært reglunum um fundarsamsýning. Hervið fæst eitt tættari samband ímillum avrik og løn.

Landslæknin
Landslæknin heldur, at í sambandi við setan av frítíðaravloysara eigur at vera tilskilað, at slíkur frítíðaravloysari skal hava lóggilding sum serlækni í almennum medisini.

Endaliga mælir landslæknin til, at tað kemur at standa nakað viðvíkjandi vaktarskipanini t.d. í sáttmálanum.

Kommunulæknafelag Føroya
Kommunulæknafelag Føroya er komið við einum lógaruppskoti. Partar av uppskotinum eru koyrdir inn í hetta fyriliggjandi lógaruppskot.

Tá ið lógaruppskotið varð sent út til hoyringar, varð ein setanarsáttmáli eisini sendur við. Tær flestu viðmerkingarnar, sum komu, vóru til setanarsáttmálan. Hesin setanarsáttmáli verður ikki settur í gildi av landsstýrismanninum í heilsumálum nú. Samráðingar skulu fyrst verða millum partarnar.

Svínoyar kommuna
Svínoyar kommuna heldur, at læknin hevur skyldu at hava viðtalu á plássum, har fólk hava trupult við at koma til nærmastu viðtalu. Samstundis skulu kommunurnar í einum læknadømi vera felags um at gjalda tey rúm, sum læknin skal hava á teimum plássum, har ið kommunulæknin hevur skyldu at hava viðtalu.

Kommunubólkurin, Føroya Býarfelag
Kommunubólkurin heldur, at tað er gott, at kommunurnar ikki frameftir hava skyldu at rinda føstu kommunulæknunum endurgjald fyri húsaútreiðslur.

Tað stendur í lógini, at ráðið ger reglugerð, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Reglugerðin skal lýsa virksemi ráðsins. Kommunurnar halda, at tá tað framhaldandi skulu verða kommunurnar, sum gjalda og valda viðvíkjandi hølum og útgerð til kommunulæknarnar, so kemur ráðið at verða eitt yvirornað eftirlit og "kærustovnur".

Kommunurnar halda, at tær mugu fáa tilmæli um støði í viðtaluhølunum, sum ráðið ger til landsstýrismannin, til ummælis, áðrenn landsstýrismaðurin setir reglurnar í gildi.

Í viðmerkingunum til lógina verður sagt, at Føroya Kommunufelag velur báðar limirnar, sum skulu umboða kommunurnar. Hetta kann Kommunubólkurin ikki góðtaka. Tey umboða umleið 28.000 av landsins íbúgvum. Skotið verður upp, at 3 kommunuumboð verða í ráðnum, harav tilmælir Tórshavnar kommuna 1 umboð, hinar fimm kommunurnar í kommunubólkinum tilmæla 1 umboð og Føroya Kommunufelag tilmælir 1 umboð.

Endaliga mæla kommunurnar til, at bíðað verður við týðandi broytingum í verandi skipan, til kommununevndin er liðug við arbeiði sítt.

Finn Hasselbalch, kommunulækni í Vági
FH ger vart við, at tað, at frí íbúð verður tikin av í lógaruppskotinum, vil gera tað ómøguligt fyri læknar at flyta til Føroyar.

Føroya Kommunufelag
FKF heldur, at tað er løgið, at hesin spurningur um at gera eina lóg verður tikin upp, nú ætlanin er at broyta kommunubygnaðin og helst eisini læknadømini.

FKF skrivar, at landsstýrismaðurin hevur alt at siga, meðan kommunurnar eru statistar, sum gjalda ein ávísan part av útreiðslunum eftir avgerðum, sum landsstýrismaðurin tekur. Hetta bendir ikki á eina skipan, har størri ábyrgd verður løgd á kommunurnar.

Við einum møguligum broyttum kommunubygnaði og ábyrgdarbýti og somuleiðis eisini møguligum umskipaðum læknadømum, so er greitt, at meira má gerast við tey umsitingarligu organini við útreiðslubýtinum. Greitt er, at hetta lógaruppskotið nøktar als ikki tann tørvin.

Tann stóri trupulleikin hjá fleiri læknadømum er eitt hóttandi læknatrot millum annað tí, at læknar ikki fáa sær fastan bústað í hesum læknadømum. Hesi somu læknadømi mugu tí hava góð læknahús tøk og sambært lógaruppskotinum eisini til avloysara. Hesar kommunur eru fíggjarliga veikar, og tí vil felagið koma á fund við landsstýrið um hetta vandamál.

FKF heldur, at læknin skal hava bústað innan fyri tað økið, sum verður avgjørt í tilnevningini, og at hann altíð skal vera at hitta í læknadøminum.

FKF heldur, at tað eigur í lógini at vera ásett, hvussu útreiðslurnar skulu býtast, t.d. helvtin eftir fólkatalinum og helvtin eftir skattainntøkuni.

Endaliga skrivar FKF, at tey kanna ymist í sambandi við læknaútbúnað við tí í hyggju at fáa hesi viðurskifti javnari frá einari kommunu til aðra.

Felagskommunala nevndin í Sundalagnum
Felagskommunala nevndin heldur, at læknin skal búgva har, hann sjálvur velur at búgva í læknadøminum.

 

II. SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Ad § 2.
Kommunulæknin verður settur í starv av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá ráðnum, sbr. kapittul 4. Landslæknin fær tær innkomnu umsóknirnar til ummælis og kannar, um umsøkjarin lýkur tey fakligu krøvini til kommunulæknastarvið. Kommunulæknin skal hava lóggilding sum serlækni í almennum medisini.

Tey krøv, sum bæði ráðið og landsstýrismaðurin eiga at leggja dent á, tá ið ein kommunulækni verður settur í starv, eru m.a.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum ger setanarsáttmálan í samráð við landsstýrismannin í fíggjarmálum (lønardeildina) og Kommunulæknafelag Føroya. Hesin sáttmáli verður undirskrivaður av kommunulæknanum og landsstýrismanninum í heilsumálum.

Uppsagnarfreistin fyri báðar partar er 3 mánaðir. Uppsagnarfreistin fyri langtíðaravloysarar, t.v.s. teir sum eru í starv yvir 6 mánaðar, er eisini 3 mánaðir.

Ad § 3.
Næstan allir kommunulæknarnir í útjaðaraøkjunum hava ein avloysara í feriutíðarskeiðnum. Trupult hevur verið at fingið avloysarar, tí má umsitingin prioritera útjaðaraøkini. Avloysararnir verða settir í starv av Almanna- og heilsumálastýrinum. Allar tær praktisku uppgávurnar liggja tó úti í læknadøminum, t.v.s. hjá kommununum og kommunulæknunum á staðnum. Miðað verður ímóti, at avloysarin kemur umleið 2 dagar, áðrenn kommunulæknin fer í feriu, so kommunulæknin kann seta avloysaran inn í viðurskiftini. Hetta er best fyri allar partar.

Avloysarin skal helst hava lóggilding sum serlækni í almennum medisini.

Ad § 4.
Mest sum allir kommunulæknarnir hava hjálparfólk í viðtaluni. Oftast er talan um skrivara og/ella sjúkrasystir. Hesi hjálparfólk verða sett í starv av kommunulæknanum. Í serligum føri kann landsstýrismaðurin í eitt avmarkað tíðarskeið seta onnur starvsfólk í starv í læknaviðtaluhølinum. Hetta er í teimum førum, t.d. har ringt er at fáa kommunulækna/avloysara.

Ad § 5.
Tann fasti kommunulæknin og avloysararnir fáa eina fasta grundupphædd um mánaðin frá landskassanum.

Harumframt fáa teir fyri fyribyrgjandi kanningar av ymiskum slagi lógarbundnar útreiðslur og sambært sáttmála millum Kommunulæknafelag Føroya og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

Sambært løgtingslóg nr. 56 frá 17. desember 1952 um býti av Føroya parti av løn kommunulæknanna var tann føroyski parturin av almennu løn kommunulækna býtt í helvt millum landskassan og viðkomandi kommunu. Tann danski statskassin rindaði 50% .

"Aftalen av 9. marts 1987 mellem regeringen og Færøernes landsstyre vedrørende Tilskudsreformen" blokkstuðulin, førdi við sær, at refusionskipanin varð tikin av. Nú fáa føroyingar ein blokk, tí rindar landið nú 75% og kommunan 25%.

Ad § 6.
Kommunurnar útvega frían bústað til avloysararnar. Her er talan um allar kommunulæknar, sum ikki hava fast starv, t.v.s bæði frítíðaravloysarar og teir, sum eru í eitt longri tíðarskeið.

Tað er eisini ein skylda hjá kommununum at hjálpa teimum kommunulæknum, sum koma í fast starv, at finna eina íbúð ella hús, um tað gerst neyðugt.

Landskassin rindar eisini avloysaranum fyri ferðina til og frá Føroyum. Henda upphædd verður endurgoldin til avloysaran. Upphæddin, sum endurgoldin verður fyri ferðina til og frá Føroyum, skal helst ikki vera meir enn kr. 6.400 um árið. Henda upphædd er roknað út í 1998 soleiðis:  Ein persónur við skipi til og frá Føroyum í kamari fyri tvey við bili.

Teir flestu feriuavloysarar hava bil við til Føroyar, men nakrir, serliga teir, sum avloysa um veturin, hava ikki bilin við. Tá verður bilur leigaður til avloysaran, og landskassin rindar hesar útreiðslur. Landskassin rindar eisini fyri fragt av bilinum, um avloysarin hevur henda við til Føroyar.

Ad § 7.
Kommunurnar hava skyldu at útvega og rinda fyri viðtaluhølini. Í Føroyum er tó rættiliga ymist, í hvørjum standi viðtaluhølini eru. Ráðið, sbrt. kapittul 4, ger tilmæli til landsstýrismannin um reglur um støði í viðtaluhølunum.

Kommunurnar skulu skipað fyri, at tey størru amboðini eru til taks í viðtaluhølinum hjá læknanum. Útreiðslurnar til hesa íløgu verða goldnar av kommununum í læknadøminum.

Tey leysu amboðini eigur læknin sjálvur at gjalda. Ein "tummilfingurregla" fyri hvat leys amboð er, eru tey, sum kunnu vera í eini læknatasku.

Landsstýrismaðurin ella tey, sum landsstýrismaðurin gevur heimild til hetta, hava eftirlit við, at hølini eru í tí standi, sum ásett er í reglunum, og at tað/tey innbúgv, tól og amboð, sum ásett er í reglunum, eru í viðtaluhølunum.

Í nógvum læknadømum eru fleiri viðtaluhølir, t.v.s. í fleiri bygdum. Tað eru nógvar kommunur, fleiri enn tað eru í dag, sum ynskja at fáa kommunulæknan á staðið, serliga úti á teimum smáu oyggjunum. Aðrar útreiðslur, sum t.d. koyripengar, verða avtalaðar millum kommunurnar og kommunulæknarnar.

Ad § 8.
Kommunurnar í læknadøminum skulu eisini bera útreiðslurnar av rakstrinum av viðtaluhølunum. Ráðið, sbrt. kapittul 4, ger tilmæli til landsstýrismannin um reglur, um hvat fyri rakstur talan er um. Rakstur er m. a. el, olja, reingerð og telefon.

Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi viðlíkahaldinum av viðtaluhølunum og tað, sum hoyrir til hetta.

Ad §§ 9 - 10.
Landsstýrismaðurin setir eitt ráð. Limirnir skulu umboða kommunurnar, kommunulæknarnar og Almanna- og heilsumálastýrið. Limirnir skulu hava serligt innlit í kommunulæknaskipanina og viðurskifti tess.

Føroya kommunufelag velur eitt umboð, Kommunubólkurin (tær stóru kommunurnar) velur eitt umboð, Kommunulæknafelag Føroya velur trý umboð, og eitt umboð verður frá Almanna- og heilsumálastýrinum.

Ráðsskipanin hevur til endamáls at geva hesum persónum ávirkan á kommunulæknaskipanina, so hon í mest møguligan mun samsvarar við tørvin og ynskini hjá øllum pørtum.

Ráðið ger tilmæli til landsstýrismannin sambært teimum heimildum, tí eru givnar sambært hesi lóg. Gjøllari reglur viðvíkjandi ráðnum verða gjørdar av ráðnum og góðkendar av landsstýrismanninum.

Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár í senn, og somu limir kunnu veljast aftur. Ráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta, og um atkvøðujavnleiki kemur fyri, er atkvøða formansins avgerandi. Umboðið frá Almanna- og heilsumálastýrinum er formaður. Umsitingin hjá ráðnum skal verða á Almanna- og heilsumálastýrinum.

Ad § 11.
Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó soleiðis, at §§ 1-8 fáa gildi 1. juli 1999.

Í galdandi lóg hava teir kommunulæknar, sum settir eru í fast starv, skrivað undir ein setanarsáttmála, "Standardkontrakt for kommunelæger på Færøerne", saman við øllum kommununum í læknadøminum. Tá ið bæði galdandi instruksir og tann galdandi standardkontraktin við hesum lógaruppskoti verða samanskrivað í ein nýggjan setanarsáttmála, og setanarmyndugleikin eftir hesum lógaruppskoti bert liggur hjá landsstýrismanninum, mugu allar setanir takast upp av nýggjum. Um hetta ikki verður gjørt, verða allir kommunulæknarnir ikki settir undir somu treytum.

Tann gamli setanarsáttmálin verður tó í gildi, til nýggjur setanarsáttmáli er skrivaður undir millum landsstýrismannin og kommunulæknan í tann mun, hesin ikki stríður móti hesum lógaruppskoti.

Tann gamla "Kommunelægeinstruks for Færøerne" verður eisini í gildi, til nýggjur setanarsáttmáli er skrivaður undir millum landsstýrismannin og kommunulæknan í tann mun, hesin ikki stríður ímóti hesum lógaruppskoti.

1. viðgerð 19. februar 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum 25. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 1999 og eftir 1. viðgerð 19. februar 1999 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3. mars, 9. mars, 16. mars og 24. mars1999, og hevur nevndin havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, umboð fyri Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, umboð fyri kommunulæknafelagið, umboð fyri býafelagið og umboð fyri kommunufelagið.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins. Nevndin ásannar, at uppskotið ikki leggur upp til eina nýskipan innan kommunulæknaskipanina sum heild, men heldur staðfestir verðandi viðurskifti kommunulækna, sum ikki hava nøktandi dagførdar lógir at virka eftir. Høvuðsnýskipanin í uppskotinum er ráðsskipanin, sum ger, at eitt felags forum verður sett á stovn, sum fær ábyrgd av, at vit hava eina vælvirkandi kommunulæknaskipan. Nevndin heldur tó, at sjúkrakassarnir eiga at verða umboðaðir í ráðnum sbr. § 9, bæði tí, at sjúkrakassarnir rinda ein munandi part av kostnaðinum av skipanini og tí, at teir kunnu sigast at umboða brúkaran. Eisini heldur nevndin, at allir ráðslimirnir eiga at fáa fundarpening eftir almennum reglum.

Út frá hesum setur samd nevnd fram

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

uppskot landsstýrisins

  1. Í § 9 stk. 2 verður "6" broytt til "7".
  2. § 9 stk. 3 verður orðað soleiðis: "Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ráðslimirnar. Tríggir umboða kommunulæknarnar, tveir umboða kommunurnar, ein umboðar Almanna- og heilsumálastýrið og ein umboðar Meginfelag Føroysku Sjúkrakassa".
  3. Í § 9 stk. 5 gongur orðið "kommunulæknunum" út og á sama stað verður sett " limunum".

2. viðgerð 8. apríl 1999. Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 687-6/98
L.l. nr. 28/1999
frá 23.04.1999