Samsýning løgtingsmanna

 

73  Uppskot til  løgtingslóg um samsýning løgtingsmanna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit I
D. 2. viðgerð
E. Álit frá serligu undirnevndini
F. Álit II
G. Framhaldandi 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 1998, 15. december, legði Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, fram soljóðandi

 Uppskot

til

løgtingslóg um samsýning løgtingsmanna

§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í tænastumannalógini íroknað vanliga viðbót.
2. Stk. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt kostnaðarískoyti, sum er endurgjald fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum løgtingsmaður. Kostnaðarendurgjaldið, sum er skattafrítt, verður veitt eftir bústaðnum hjá løgtingsmanninum soleiðis:

Tórshavn, Argir og Hoyvík kr.   6.000
Suðurstreymoy annars kr. 25.000
Norðurstreymoy kr. 45.000
Eysturoy kr. 55.000
Vágar, Sandoy kr. 80.000
Aðrastaðni kr. 90.000

3. Stk. Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum sambært §§ 24 og 25 í tingskipanini verður veitt samsýning, sum er kr. 30.000,- árliga. Um tingmaður røkir fleiri størv eftir 1. pkt., fær hann bert eina samsýning.
4. Stk. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

§ 2. Samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið eftir § 1 verða goldnar við 1/12 mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til endan á tí mánaði, løgtingsmaður leggur tingsessin frá sær.
2. Stk. Verður løgtingsmaður ikki afturvaldur ella má leggja tingsessin frá sær vegna sjúku, fær hann samsýning sambært § 1, stk. 1 í 1 mánað fyri hvørt árið, hann hevur havt sess á tingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir og í mesta lagi 6 mánaðir. Doyr løgtingsmaður, fáa hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir § 1, stk. 1 í 6 mánaðir.
3. Stk. Løgtingsmaður, sum fær farloyvi úr tinginum vegna sjúku, ella tí hann hevur fingið farloyvi at fara uttanlands í løgtings- ella fólkatingsørindum, varðveitir rættin til samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur.
4. Stk. Løgtingsmenn hava rætt til farloyvi uttan frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1 og eftirlønaraldri í sambandi við barnsburð ella ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
5. Stk Løgtingsmenn, sum fáa farloyvi, í sambandi við at teir gerast landsstýrismenn ella av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 3-4, missa rættin til samsýning og forvinning av eftirlønaraldri frá tí degi, teir fáa farloyvi úr tinginum, til tann dagin, teir taka við aftur løgtingssessinum.
6. Stk. Varalimur fyri løgtingsmann fær samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning, ella um hann tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá. Fyri tíðarskeið, sum eru minni enn 30 dagar, verður samsýningin roknað sum 1/30 av samsýningini fyri hvønn dagin, hann hevur sæti á tingi. Varamaður, sum hevur tikið sæti á tingi av aðrari orsøk enn fyri løgtingsmann, sum er vorðin landsstýrismaður og fær farloyvi úr tinginum, hevur ikki rætt til samsýning og forvinnur sær ikki eftirlønaraldur í farloyvistíðarskeiðnum.

§ 3. Løgtingsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Løgtingsmaður, sum hevur starv hjá einum stovni eftir 1. pkt ella hjá ríkinum, kann í mesta lagi starvast 50% av tíðini í hesum starvi, meðan hann er løgtingsmaður ella varamaður fyri løgtingsmann.

§ 4. Løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn, tá hann í einum ella fleiri tíðarskeiðum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi í 1 ár tilsamans. Eftirlønin verður útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at tingmaðurin er fyltur 67 ár, og útgjalding eftir § 1 er steðgað, jvb. tó 2. stk.
2. Stk. Um aldurin á tingmanni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær tingmaðurin eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Formansskapur løgtingsins kann veita tingmanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. 1. stk., um heilsu-, fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.
3.Stk. Hægsta egineftirlønin, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í 34. lønarflokki, verður veitt, tá løgtingsmaður hevur havt sæti á tingi í 16 ár ella meira. Hvørt árið verður talt við í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 8. árið telja 4,5% point og frá 9. árið og upp til meira enn 16 ár telja við 3% point.
4. Stk. Til eftirløntar tingmenn, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt árið, tingmaðurin hevur havt sæti á tingi, er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.
5. Stk. Eftirløntur tingmaður, sum aftur tekur sæti á tingi, fær ikki eftirløn í tí tíðarskeiði, hann fær samsýning eftir § 1.

§ 5. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann, sum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi 1 ár, hevur, uttan mun til um løgtingsmaðurin hevði rætt til egineftirløn, tá hann doyði, og uttan mun til um hann var limur í løgtinginum, tá hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:

  1. áðrenn løgtingsmaðurin var fyltur 60 ár
  2. meðan løgtingsmaðurin enn hevði sæti á tingi
  3. ella vóru gift meira enn 3 mánaðir innan løgtingsmaðurin doyði.

Stk. 1 nr. 3 er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði í røking av løgtingsstarvinum.

2. Stk. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 4, 3. stk.
3. Stk. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.
4. Stk. Um so er, at aldurin á deyða hjúnafelagnum við frádrátti av teimum árum, hjúnabandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum við meira enn 10 árum, verður hjúnafelagaeftirlønin lækkað eftir stk. 2 við 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.
5. Stk. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, um hjúnini eru skild, eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.
6. Stk. Um hjúnafelagi eftir løgtingsmann eftir omanfyristandandi reglum hevur rætt til fleiri eftirlønir frá tinginum, verður bert tann hægsta eftirlønin útgoldin.

§ 6. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, jvb. § 2 og § 12, 4. stk. er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.

§ 7 Reglur í lóggávu ella viðtøku um, at ein tænastumaður ikki má hava annað starv, sum gevur rætt til eftirløn, er ikki til hindurs fyri, at tænastumaður kan varðveita tænastumannastarv sítt og forvinna eftirlønarrætt sum løgtingsmaður.
2. Stk. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teim avmarkingum, sum eru ásettar í 3. og 4. stk., uttan mun til um viðkomandi annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um viðkomandi fær løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, landsstýrismaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.
3. Stk. Um so er, at løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn sum løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, frá statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og egineftirlønin frá løgtinginum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Um eftirløntur løgtingsmaður hevur lønarinntøku í einum starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í 1. pkt., kann samlaða lønin og eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin frá løgtinginum verður í tí føri sett niður, sum ásett í 1. pkt.
4. Stk.Um eftirlivandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann hevur rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgtingsmaðurin hevur verið landsstýrismaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kan samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður eftirlønin frá tinginum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn hendan.

§ 8. Løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann.

§ 9. Tá løgtingsformaðurin fer frá, fær hann ta skattskyldugu samsýningina eftir § 8 í 6 mánaðir. Um fráfarni løgtingsformaðurin framvegis er tingmaður, fær hann bert ta hægru samsýningina.
2. Stk.. Doyr løgtingsformaðurin, meðan hann er í starvi, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir stk.1 í 6 mánaðir.
3. Stk. Reglurnar í § 2, 1., 3. og 4. stk. og § 3, 1. pkt. eru eisini galdandi fyri samsýningina hjá løgtingsformanninum.

§ 10. Hægsta egineftirlønin hjá løgtings-formanninum, sum er 60% av eftirlønargevandi løninini í lønarflokkinum, hann er samsýntur í, verður veitt, tá løgtingsformaðurin hevur verið formaður í 8 ár ella meira. Hvørt árið verður talt í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 4. árið telja 9% point og frá 5. til og við 8. árið 6% point.
2. Stk. Reglurnar í § 4, stk. 1, stk. 2, stk. 4 og stk. 5, § 6 og § 7 eru eisini galdandi fyri eftirløn hjá løgtingsformanninum.

§ 11. Hevur løgtingsformaðurin, tá hann tekur við, størv í almennari tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum, skal hann vanliga siga tey frá sær. Tó kann hann í hendinga førum við samtykki frá floksformonnunum á tingi halda tílíkum størvum, um formaðurin ikki heldur, at tey kunnu hava við sær trupulleikar í røkjanini av embætisskyldu hansara. Floksformenninir á tingi skulu í seinasta lagi 14 dagar eftir, teir hava fingið umsókn formansins, svara honum, og boðar formaðurin síðan tinginum frá, hvørji størv hann hevur fingið loyvi at hava.
2. Stk. Løgtingsformaðurin má ikki taka móti nøkrum av teim í stk. 1 nevndu størvum, meðan hann situr sum løgtingsformaður.

§ 12. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, um hesar verða goldnar eftir tænastumannalógini v.m., lógini um samsýning landsstýrismanna ella fólktingsvallógini.

§ 13. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um tænastumannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg. Samsýningin eftir § 1., 3. stk. verður javnað við somu viðbótum sum tænastumenn fáa.

§ 14. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum fingu sæti á tingi 12. mai 1998 ella fáa sæti á tingi eftir henda dag. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 11 frá 8. januar 1993.
2. stk. Løgtingslóg nr. 11 frá 8. januar 1993 er framvegis galdandi fyri eftirløntar tingmenn og fyri fyrrverandi tingmenn, sum hava krav uppá eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi. Reglurnar í tænastumannalógini § 37 eru galdandi fyri hesar eftirlønir.

Almennar viðmerkingar
Økt arbeiði hjá løgtinginum og broyting í viðurskiftunum millum løgting og landsstýri gera tað neyðugt at gera nýggja skipan fyri lønir og eftirlønir løgtingsmanna.

Við árunum eru fleiri og fleiri málsøki í heimastýrislógini yvirtikin sum sermál. Lóggávan er flutt frá fólkatinginum til løgtingið, og umsitingin er flutt frá donskum ráðharrastovum og ríkisumboðnum til landsstýrið.

Hetta hevur ført við sær, at lóggávuarbeiðið hjá løgtinginum er munandi økt. Samstundis verður her eins og í grannalondunum kravt, at lóggávuarbeiðið verður betrað, at málini eru væl gjøgnumarbeidd, og at helst ongar villur skula vera í einari lýstari løgtingslóg. Fyri at náa hetta seinasta er løgtingsskrivstovan ment, men tann politiska viðgerðin í tinginum og serliga nevndunum hevur ikki ment seg tilsvarandi.

Við nýggju stýrisskipanini er greiður skilnaður gjørdur millum umsitingina (landsstýrið) og lóggávuvaldið (løgtingið). Áður lá ein partur av umsitingini bæði hjá landsstýrinum og løgtinginum við tað, at ávísar umsitingarligar avgerðir skuldu takast bæði í landsstýrinum og í einari løgtingsnevnd.

Løgtingsnevndirnar hava einki umsitingarvald longur, og tað hevur við sær, at løgtingið ikki fær tað innlit í umsitingarlig mál, sum tað hevði frammanundan. Skal nakar javni vera millum umsitingarvaldið og lóggávuvaldið, er tí neyðugt, at Løgtingið ger sær størri ómak við lóggávuarbeiðinum, tí tað er her, løgtingið hevur beinleiðis vald.

Umframt gjøgnum greiniligari lóggávu hevur løgtingið møguleika at hava eftirlit við landsstýrinum gjøgnum fyrispurningar. Munnligir og skrivligir fyrispurningar kunna útvega greiðar upplýsingar frá landsstýrinum um ávís mál. Orðaskifti um fyrispurningar kunna geva landsstýrinum eina ábending um, hvat løgtingið heldur.

Tíverri fáa fyrispurningar sjáldan ta umrøðu, teir hava uppiborið. Orsøk er at halda, at tingmenn hava ikki stundir at seta seg nóg væl inn í spurningar og svar, og at teir tí ikki kunna luttaka nóg nógv í orðaskiftinum.

Út frá tí, sum nevnt er omanfyri, kann gerast tann niðurstøða, at løgtingsarbeiðið er so nógv økt, broytt og krevjandi, at løgtingsmenn muga hava løgtingsarbeiðið sum fulltíðarstarv ella í minsta lagi sum høvuðsstarv.

Sum er, verða løgtingsmenn løntir sambært 1. stigi í 17. lønarflokki í tænastumannalógini. Skotið verður upp, at teir frá 1. januar 1999 verða løntir sambært 34. lønarflokki. Tølini niðanfyri eru fyri lønina 1. januar 1999.

Verandi løn                          Uppskot
Kr. pr. mánað                      Kr. pr. mánað
16.067                                 24.981

Aftrat hesum kemur gjald fyri nevndarfundir teir dagar, tá tingdagur ikki er. Í 1997 vórðu goldnar stívliga 900.000 kr. í nevndarsamsýning. Verður hetta býtt javnt millum 31 tingmenn, gevur tað uml. 30.000 kr. pr. tingmann árliga ella 2.500 kr. mánaðarliga. Tilsamans hevði tingmannalønin sostatt verið 18.500 kr. um mánaðin í miðal, og tað merkir, at hækkingin er 6.500 kr.

Men nevndarsamsýningarnar eru sera ójavnt býttar millum tingmenn. T.d. fekk ein tingmaður stívliga 1.000 kr. í nevndarsamsýning í 1997, meðan ein annar fekk 65.000 kr.

Princippið í hesum uppskoti er, sum nevnt omanfyri, at løgtingsarbeiðið verður mett sum eitt starv, og verður eftir hesum uppskotinum - eins og í hinum grannalondunum - eingin fundarpeningur goldin, tí nevndararbeiði er ein partur av løgtingsarbeiðinum. Nevndarformenninir, sum hava eykaarbeiði av at fyrireika og leiða fundirnar, varðveita sína føstu samsýning, sum er 2.500 kr. um mánaðin.

Tingmenn í almennum starvi fáa eftir hesum uppskoti loyvi at røkja helvtina av møguligum borgarligum starvi. Ongar avmarkingar eru fyri tingmenn í privatari vinnu.

Løgtingsformaðurin hevur eftir nýggju stýrisskipanarlógini fingið heilt aðra støðu, enn hann hevði frammanundan. Formaðurin verður valdur fyri alt løgtingsskeiðið, og er tað hann, sum útnevnir løgmann. Lønarviðurskifti formansins vórðu av hesi grund broytt í 1996. Tó var einki sett í lógina, um løgtingsformaðurin kann hava annað starv við síðuna av formansstarvinum, og eru eftirlønarviðurskiftini ógreið. Eftir hesum uppskotinum verður formaðurin samsýntur á sama hátt sum løgmaður, og skal hann - eins og løgmaður og landsstýrismenn - leggja onnur størv frá sær. Serligar reglur eru gjørdar fyri eftirlønarviðurskifti hansara.

Tingmenn verða eftirløntir eftir prinsippunum í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn. Eftir verandi skipan fáa tingmenn, roknað eftir starvstíð, eftirløn eftir hægstu eftirløn í tí lønarflokki, teir verða løntir eftir (17. lønarflokkur). Hetta prinsipp verður varðveitt, men eftirlønin verður nú roknað eftir 34. lønarflokki. Tingmenn fáa eftirløn frá 67 ára aldri, men kunna í ávísum førum fáa eftirløn frá 60 ára aldri. Her eru nøkur dømi (í verandi eftirløn er samskipanarfrádrátturin drigin frá eftirlønini. Samskipanarfrádrátturin fellur burtur eftir nøkrum árum og hvørvur heilt ár 2004):

Ár á tingi    Verandi skipan Nýggj skipan
Kr. pr. mánað   Kr. pr. mánað
4 ár 5.287   3.308
8 ár 7.804 7.718
12 ár   9.629 11.025
16 ár 11.959 14.700

Fyri ferðing, kost, uppihald og aðrar útreiðslur, sum løgtingsarbeiðið hevur við sær, verður latið kostnaðarendurgjald.

Samlaði kostnaðurin av nýskipanini verður mettur til uml. 2,5 mió.kr.

Formansskapur løgtingsins hevur á fundi 9. desember 1998 viðgjørt uppskotið til nýggja lóg um samsýning løgtingsmanna og hevur samtykt at leggja uppskotið fyri tingið, hvat hervið verður gjørt.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
ad § 1.
Í stk. 1 verður ásett, hvat lønin hjá einum tingmanni er. Lønin verður eins og í galdandi lóg sambært tænastumannalógini, men verður frameftir í 34. lønarflokki móti 17. lønarflokki í løtuni.

Kostnaðarendurgjaldið í 2. stk., sum verður veitt tingmonnum eftir bústaðnum, er so at siga óbroytt. Tó er tann broyting gjørd, at kostnaðarendurgjaldið umframt endurgjald fyri ferðing, kost og uppihald, nú eisini fevnir um útreiðslur, sum standast av sjálvum tingarbeiðnum t.e. til telefon, brúk av egnari teldu v.m, og fáa sostatt tingmenn búsitandi í Tórshavn, Argjum og Hoyvík eitt kostnaðarendurgjald uppá kr. 6.000,-. Kostnaðarendurgjaldið verður veitt eftir, hvar tingmaðurin býr, og ikki hvar hann er valdur, og avger formansskapurin við grundarlagi í eini meting av, hvar tingmaður býr, hvussu stórt kostnaðarendurgjald hann hevur rætt til. Kostnaðarendurgjaldið er skattafrítt. Sum er, fáa nevndarformenn í nevndum eftir §§ 24 og 25 í tingskipanini og næstformenn tingsins eykasamsýning uppá kr. 30.000,- árliga. Henda skipan verður varðveitt, jvb 3. stk., tó við teirri broyting, at um tingmaður røkir fleiri av hesum størvum, fær hann bert eina eykasamsýning.

Í stk. 4 verður ásett, at tingmenn, ið fara uttanlands í sambandi við tingarbeiði, fáa dag- og tímapening og ferðaendurgjald eftir somu reglum sum tænastumenn landsins. Hetta er ein staðfesting av galdandi praksis.

ad § 2 Stk. 1 er samsvarandi reglunum í verandi lóg. Í 2. stk. verður staðfest, at tingmaður fær samsýning eftir § 1, 1. stk. í 4 mánaðir eftir, at hann hevur lagt tingsessin frá sær. Kostnaðar-endurgjaldið eftir stk. 2. og eykasamsýningin eftir 3. stk. falla burtur, tí hetta er endurgjald fyri útreiðslur og samsýning fyri arbeiði, sum standast av tingarbeiðnum, sum nú er hildið uppat. Haraftrat verður í mun til galdandi lóg ásett nágreiniliga, nær tingmaður hevur rætt til hesa samsýning, t.e tá hann ikki verður afturvaldur, ella hann má leggja tingsessin frá sær vegna sjúku. Leggur tingmaður sessin frá sær av øðrum grundum, fær hann onga samsýning. Stk. 3 er endurtøka av galdandi lóg við tí ískoyti, at tingmenn, sum samstundis eru fólkatingsmenn, kunnu fáa farloyvi við løn í sambandi við arbeiðið í fólkatinginum. Reglan er ein spegling av regluni í fólkatings-vallógini, sum gevur føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum rætt til farloyvi við løn til fundir og nevndarfundir í løgtingi ávikavist landstingi. Í sambandi við sjúku er ikki nevnt í lógartekstinum, at hon skal prógvast við læknaváttan, men verður hetta frameftir kravt umsitingarliga.

4. stk. er nýtt. Her verður ásett, at tingmenn hava rætt til barnsburðarfarloyvi eftir somu reglum sum tænastumenn landsins í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta merkir, at kvinnuligur løgtingsmaður fær farloyvi við løn í 24 vikur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Mannligir tingmenn kunnu fáa farloyvi í upp til 14 dagar uttan løn og uttan miss í eftirlønaraldri. Í 5. stk. er ásett, at tingmenn, sum fáa farloyvi annars, ikki fáa løn í farloyvistíðini, og somuleiðis forvinna teir sær heldur ikki eftirlønarrætt. Í stk. 6 er ásett, hvussu varamenn verða samsýntir og forvinna sær eftirlønaraldur. Reglan er lík teirri í galdandi lóggávu, men er her nágreiniliga ásett, at varamaður bæði hevur rætt til samsýning og aðrar viðbøtur, sum tingmenn fáa, eins og teir forvinna sær eftirlønaraldur. Varamaður hevur sambært uppskotinum ikki rætt til samsýning v.m., um hann fær farloyvi, og er hetta uttan mun til, hvør orsøkin er. Hetta er ikki galdandi fyri varamenn hjá landsstýrismonnum, hesir sita undir vanligum umstøðum á tingi í 4 ár, og mugu tískil hava somu rættindi sum aðrir tingmenn.

ad § 3. Her verður ásett, at tingmaður hevur krav um farloyvi úr borgarliga starvi sínum, meðan hann er tingmaður og í starvi hjá tí almenna. Slíkt farloyvi eigur at verða viðgjørt eins og onnur farloyvi t.e., at tingmaðurin hevur rætt at koma aftur í starv, men hevur hann ikki krav at fáa júst tað sama starvið aftur, sum hann hevði frammanundan. Í 2. pkt. er ásett, at tingmaður í mesta lagi kann arbeiða 50% av tíðini í almennum starvi ella í starvi hjá ríkinum, meðan hann er tingmaður. Orsøkin til, at ríkið bert verður nevnt her, er, at tað neyvan ber til í løgtingslóg at áleggja statinum at veita tingmonnum farloyvi, meðan tað hinvegin væl kann verða álagt tingmanninum at fara niður í ½ tíð. Hetta inniber eisini, at hann í mesta lagi kann fáa 50% í løn. Reglan er bert galdandi fyri tingmenn í almennum starvi. Mett verður, at tað ikki ber til at lóggeva fyri tingmenn, sum arbeiða hjá privatum vinnuvirkjum ella í fríari vinnu. At tingmenn hava aðra inntøku frá politiskum arbeiði, t.d. í fólkatinginum ella í kommunustýri, er ikki fevnt av ásetingini í hesi grein.

ad § 4. Henda greinin snýr seg um eftirlønarrætt hjá tingmonnum. Eftirlønarskipanin er gjørd við grundarlagi í tænastumannaeftirlønini. Høvðusreglan er tann, at tingmaður skal hava havt sess á tingið í minst 1 ár tilsamans, og at eftirlønin kemur til útgjaldingar, tá fyrrverandi tingmaður fyllir 67 ár. Í 2. stk. verða gjørd tvey undantøk frá høvuðsregluni um 67 ár. Tað fyrsta er, at tingmaður kann fáa eftirløn frá 60 ára aldri, um so er, at aldur hansara + tað dupulta áramálið, hann hevur havt sess á tingi, gevur 95 ár ella meira. Sum dømi um hetta kann nevnast, at tingmaður er 53 ár, tá hann fer úr tinginum. Hann hevur havt sæti á tingi í 22 ár. Aldur + 22*2= 97 ár, og hevur hesin tingmaður so rætt til eftirløn, tá hann verður 60 ár. Hitt undantakið er, at formansskapurin kann veita tingmanni eftirløn, tá hann er 60 ár, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Í 3. stk verður ásett, hvussu tingmaður forvinnur eftirlønaraldur. Eftirlønin er í mesta lagi 60% av eftirlønargevandi lønini í 34. lønarflokki og er í løtuni 60% av kr. 24.424,60 = kr. 14.564,60. 60% av lønini fær tingmaður, sum hevur verið tingmaður í 16 ár ella meira, og verður eftirlønin fyri hvørt árið roknað sum %partur av lønini í 34. lønarflokki 4,5% fyri hvørt árið tey fyrstu 8 árini og síðan 3% fyri hvørt árið. Princippið er tað sama sum í tænastumannalógini, tó tekur tað bert 16 ár hjá einum tingmanni at koma uppá 60%, meðan tað tekur 37 hjá einum tænastumanni. Í 4. stk. er ásett, at løgtingsmaður, sum er undir 67 ár og fær eftirløn, fær eitt ávíst ískoyti, sum er 1/16 av grundupphæddini av fólkapensiónini. Hetta er orsakað av broytingini, sum nýliga er gjørd í tænastumannalógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensiónir var tikin av fyri tænastumannapensiónir. Tænastumannapensiónir vóru m.a. lækkaðar, tí samskipanarfrádrátturin var burtur, men førdi hetta við sær, at tænastumenn undir 67 ár fingu munandi minni í eftirløn enn áðrenn broytingina, tí hetta ískoyti. Í stk. 5. verður ásett, at eftirløntur tingmaður, sum aftur fær sæti á tingi, missir eftirlønina, meðan hann er tingmaður.

ad § 5. Í hesi grein verður ásett, hvussu hjúnafelagi eftir løgtingmann fær eftirløn, og er støði her eins og í sjálvari eftirlønini í tænastumannaeftirlønarlógini. Sum sæst, er fyrsta treytin at fáa hesa eftirløn, at talan er um eitt hjúnalag, og hetta hjúnalag er komið í lag innan ávísa tíð. Tað er ikki treyt, fyri at hjúnafelagi fær eftirløn, at løgtingsmaðurin fær eftirløn. Treytin er, at løgtingsmaðurin hevur forvunnið sær rætt til eftirløn, t.e. verið løgtingsmaður í minst eitt ár og er deyður. Eftirlønin er 74 % av tí eftirløn, sum deyði løgtingsmaðurin hevði havt fingið, um hann náddi tann eftir hesi lóg ásetta eftirlønaraldur eftir § 4. Fær løgtingsmaður eftirløn, tá hann doyr, fær hjúnafelagin somuleiðis 74% av eftirlønini. Í stk. 3 fáa hjúnafelagar undir 67 ár somu viðbót sum fyrrverandi tingmenn, sí viðmerking til § 4, stk. 4. Stk. 4 er ein rættiliga teknisk grein, sum tryggjar, at um tingmaður giftir seg ungari konu ella ungum manni, so verður eftirlønin hjá hesum hjúnafelag skerd nakað, um aldursmunirin er sera stórur. Sama regla er galdandi fyri tænastumenn. Í stk. 6 er ásett, at hjúnafelagi, sum hevur verið einkja ella einkjumaður eftir tingmann tvær reisur, bert fær ta hægstu eftirlønina.

ad § 6. Í hesi grein verður givin heimild til, at tingmaður, sum í útinnanini av løgtingsarbeiðinum kemur so álvarsliga til skaða, at hann verður óarbeiðsførur í ein slíkan mun, at tað gevur rætt til endurgjald eftir lóg um vanlukkutrygging, fær eftirløn, sum um hann hevði havt sæti á tingi í meira enn 16 ár. Hetta er ikki galdandi, um hann av ósketni ella í fyllskapi hevur verið sær úti eftir løstinum. Hjúnafelagi hevur eisini rætt til hægstu hjúnafelagaeftirløn, um so er, at løgtingsmaðurin doyr av skaðanum, hann fekk.

ad § 7. Henda greinin er ein rættiliga teknisk grein um, hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti ávirka og hvørji ikki ávirka rættin til egineftirløn og hjúnafelageftirløn.

Tingmenn kunnu, eins og nú er galdandi, fáa løn fyri starv við síðuna av løgtingsstarvinum. Eisini kunnu tingmenn forvinna sær rætt til eftirløn í fleiri størvum, sum geva rætt til tænastumannaeftirløn, tænastumannalíknandi eftirløn og eftirløn eftir hesi lóg. Reglurnar um hetta eru ásettar í 1. og 2. stk. Í 3. og 4. stk. eru settar avmarkingar fyri støddini á hesum lønum og eftirlønum. Løgtingsmaður, sum hevur vunnið sær rætt til eftirløn sum løgtingsmaður og eisini hevur vunnið sær rætt til eftirløn í einum ella fleiri av teimum í stk. 2 nevndu størvum, hevur rætt til eftirløn úr øllum størvunum. Ein avmarking av samlaðu eftirlønarupphæddini er tó ásett, so samlaða eftirlønin í mesta lagi kann vera hægsta eftirlønin, sum fáast kann eftir tænastumannalógini. Hægsti flokkur í tænastumannalógini er 40. lønarflokkur, og hægsta eftirlønin sambært hesum flokki er í løtuni góðar 21.000,- kr. Fer samlaða eftirlønin upp um hesa upphædd, verður eftirlønin úr løgtinginum lækkað. Um eftirløntur tingmaður fær løn úr einum av teimum í stk. 2 nevndu størvum, verður eftirlønin eisini lækkað, um løn + eftirløn fara upp um hægstu eftirlønargevandi løn í 40. lønarflokki í tænastumannalógini, sum í løtuni er góðar 36.000,- kr. um mánaðin.

Í § 8 verður skotið upp, at formaðurin verður løntur eins og løgmaður t.e. í 40. lønarflokki, og at hann harumframt fær borðfæ, sum í løtuni er kr. 60.000,- árliga. Í § 9 er ásett, at formaðurin eins og tingmenn fær samsýning í ávíst tíðarskeið eftir, at hann fer frá. Er hann framvegis løgtingsmaður, fær hann tó bert ta hægru samsýniningina í 6 mánaðir og síðan vanliga tingmannaløn. Í § 10 eru ásettar reglur fyri, hvussu formaðurin forvinnur sær eftirløn. Reglurnar eru tær somu sum hjá løgtingsmonnum, tó er grundarlagið 40. lønarflokkur og % fyri hvørt árið 2 ferðir tað, tað er hjá løgtingsmonnum. Løgtingsformaður, sum situr í 4 ár sum formaður, fær eftir hesum uppskoti 4*9% ella 36% í eftirløn í 40. lønarflokki. Henda eftirløn kann so eins og aðrar eftirlønir verða tald saman við eftirløn sum tingmaður, landsstýrismaður o.s.fr. og kann í mesta lagi verða eftirlønin í 40. lønarflokki. Í § 11 er ásett, at formaðurin skal leggja øll størv frá sær, eins og landsstýrismenn gera, men kann hann søkja um undantak frá hesum. Tó er tað ikki fíggjarnevndin, sum skal taka støðu til, um hann kann varðveita ávís størv, men floksformenninir á tingi. Størv sum fólkatingsmaður og kommunal politikkari eru eisini fevnd av hesi reglu. Formaðurin hevur eins og aðrir tingmenn rætt til farloyvi úr borgarliga starvi sínum, sí § 9, 2. stk.

ad § 12. Í hesi grein er ásett, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti eru eftir somu reglum sum hjá tænastumonnum. Hetta merkir, at um tingmaður, sum doyr ella fer frá, hevur børn undir 21 ár, fáa hesi barnaeftirløn ávikavist barnaeftirlønarískoyti, sum er knappar kr. 2.000,- um mánaðin.

ad § 13. Í hesi grein verður ásett, hvussu eftirlønir herundir eftirlønarískoyti og viðbótin til eftirløntar løgtingsmenn og hjúnafelagaeftirlønir verða javnaðar. Viðmerkjast skal, at kostnaðarendurgjaldið ikki verður javnað, og má tí hækking ella lækking av hesum ásetast við lóg. Hetta er ein broyting í mun til galdandi lóg, men tá hugsað verður um, hvat kostnaðarendurgjaldið er endurgjald fyri, so er einki beinleiðis samband millum hetta og lønarhækkingar. Viðbótin til nætformenn tingsins og nevndarformenn verður javnað eins og tænstumannalønir.

ad 14. Lógin kemur í gildi 1. januar 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum vórðu valdir á ting 30. apríl 1998, og teir, sum koma at hava sæti á tingi frameftir.

Lógin er ikki galdandi fyri tingmenn, sum eru farnir úr tinginum. Bæði teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, og teir, sum hava eitt útsett krav uppá eftirløn. Tænastumanneftirlønarlógin var broytt við gildi frá 1. januar 1997. Eftirlønarútrokningin verður nú gjørd á ein heilt annan hátt enn í lógini, sum var galdandi, tá lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna var gjørd í 1993, og førir hetta við sær, at eftirlønirnar til tingmenn, sum verða eftirløntir frameftir, koma at minka munandi sum frálíður, sí niðanfyri.

Ár í tinginum Verandi eftirløn Komandi eftirløn
2 - 4 ár 2.770,- 1.934,-
4 - 8 ár 5.540,- 3.868,-
8 -12 ár 8.310,- 5.802,-
12 - 16 ár  10.388,- 7.253,-
yvir 16 ár 12.465,- 8.703,-

Tænstumannaeftirlønirnar minka eisini, men eru gjørdar skiftisreglur hesum viðvíkjandi. Skotið verður tí upp, at skiftisreglan í § 37 í tænastumannalógini verður galdandi fyri eftirlønir hjá fyrrverandi tingmonnum, og merkir hetta, at eftirlønin verður tann sama, sum hon er í dag.

1. viðgerð 17. december 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t  I

Málið varð lagt fram av Finnboga Ísakson, løgtingsformanni, tann 15. desember 1998 og eftir 1. viðgerð 17. desember 1998 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna" staðfest, at uppskotið er ein heild, og at tað tí ikki er rætt at gera broytingar, men at løgtingið eigur at taka støðu til uppskotið soleiðis, sum tað er framlagt.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini býtt seg í fýra minnilutar.

Minnilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus og Vilhelm Johannesen) førir fram: Undir 1. viðgerð av uppskotinum kom til sjóndar, at summir tingmenn halda tað vera skeivt at hækka mánaðarløn tingmanna so nógv, sum skotið er upp, - frá í meðal 18.500 kr./mðr. til smáar 25.000 kr./mðr. ella um 26%.

Samtykkir løgtingið uppskotið, heldur minnilutin (Jógvan Durhuus, Vilhelm Johannesen, og Bjarni Djurholm), at tað tí skal standa tingmonnum frítt at gera av, um teir í verandi valskeiði velja at verða løntir sambært galdandi lønarskipan, sum ásetir,

a. at tingmenn umframt mánaðarløn fáa fundarpening fyri nevndararbeiði,
b. at tingmenn kunnu røkja onnur almenn fulltíðarstørv,
c. at tingmenn kunnu fáa fleiri formanssamsýningar,

ella verða løntir sambært lógaruppskotinum. Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 14 verður nýtt 2. stk. orðað soleiðis: " Løgtingsmaður kann í verandi valskeiði í staðin fyri at fáa samsýning eftir § 1, 1., 2. og 3. stk., í hesi lóg velja framhaldandi at fáa samsýning eftir § 1, stk. 1, 2, 5 og 6, í lóg nr. 8. frá 11. januar 1993. Tingmaður skal skrivliga boða Løgtingsskrivstovuni frá hesum í seinasta lagi 1 mánað eftir, at henda lóg er komin í gildi. Fyri teir tingmenn, sum velja at verða samsýntir eftir 1. pkt., er reglan í § 3, 2. pkt. ikki galdandi, og verður eftirlønin sambært § 4, 3. stk., roknað við grundarlagi í 17. lønarflokki á 1. stigi"

2. stk. verður hereftir 3. stk.

Vísandi til lógaruppskotið kann minnilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus og Vilhelm Johannesen) annars staðfesta

  1. at eingin fundarpeningur hereftir verður goldin fyri nevndararbeiði

  2. at nevndarformenn nú bert kunnu fáa eina formanssamsýning

  3. at løgtingsmenn framyvir skulu hava løgtingsarbeiðið sum høvuðsstarv,

  4. at tingmenn í almennum starvi hereftir í mesta lagi kunnu røkja helvtina av borgarliga starvinum

  5. at borgarliga løn teirra sostatt nú verður skorin í minsta lagi 50%

  6. at tingmenn, sum starvast í privatari vinnu, eitt nú handverkarar, sjómenn o.a., framyvir hava møguleika at velja at røkja politiska arbeiðið burturav

  7. at ásetingarnar í tænastumannalógini um t.d. barnsburð nú fara at galda

  8. at samsýningin til løgtingsmenn verður einfaldari, samstundis sum almenningurin framyvir fær betri innlit í lønarviðurskifti løgtingsmanna

Verður uppskotið samtykt, verður meirkostnaðurin av reguleringini av samsýning løgtingsmanna treytað av, um løgtingsmenn í skiftistíðini velja verandi skipan ella fylgja teirri nýggju.

Velja allir løgtingsmenn nýggju skipanina, fara samlaðu útreiðslurnar til løgtingið í mesta lagi at hækka góð 10%.

Møguligar lønarumflokkingar/sparingar orsakað av, at tingmenn siga frá sær í minsta lagi helvtina av almenna starvinum, eru ikki roknaðar við.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) heldur, at tað er ikki rætt at loyva uppskotinum ígjøgnum, nú vit hava grundleggjandi samfelagsbroytingar fyri framman, og tekur ikki undir við uppskotinum, sum umstøðurnar eru.

Minnilutin (Heini O. Heinesen) førir fram: Tað kann tykjast løgið, at formansskapurin skal leggja hetta uppskot fram nú. Tað hava ongar lønarhækkingar verið á arbeiðsmarknaðinum seinastu 10 árini. Heldur ikki eru pensjónirnar broyttar nevnivert. Arbeiðsmarknaðurin hevur spælt út við stórnum krøvum, sum ikki eru uttan grund, tá hugsað verður um tey lægstløntu í okkara samfelag.

Minnilutin (Heini O. Heinesen) heitir á løgtingið um at fella uppskotið, um tað ikki verður afturtikið. Lat okkum heldur seta eina nevnd at áseta lønina til løgtingsfólk í mun til ta broyttu arbeiðsuppgávuna. Eisini eigur at verða gingið eftir lønarlagnum í okkara samfelag annars.

Minnilitin (Jákup Sverri Kass) metir, at arbeiðs- og lønarviðurskifti løgtingsmanna eiga at verða dagførd. Tó metir minnilutin ikki, at uppskotið frá formansskapinum er tað rætta. Fyri tað fyrsta er lønarhækkingin ov stór, fyri tað næsta kann tað ikki metast at vera rætt, at løgtingsmenn sjálvir áseta sær sína egnu løn. Harumframt má tað átalast, at í einari tíð, har tað framvegis er sera trupult at veita teimum veikastu bólkunum rímilig inntøkuviðurskifti, at hækka løgtingsmannlønirnar so nógv.

Tað má eisini metast at vera sera óheppið at hækka tingmannalønirnar so nógv samstundis, sum man heitir á partarnar á arbeiðsmarknaðinum ikki at hækka lønarlagið yvirhøvur. Hesum kann minnilutin als ikki taka undir við.

Til tess at geva málinum eina virðiliga viðgerð, er tað hugsan minnilutans, at tað hevði verið rættast at sett eina óhefta nevnd at gera tilmæli til lønar- og eftirlønarviðurskifti løgtingmanna umframt arbeiðsumstøðurnar yvirhøvur. Somuleiðis metir minnilutin, at tað er rætt beinanvegin at seta í verk regluna um, at løgtingsmonnum bert er loyvt at hava hálvt alment starv umframt løgtingsmannastarvið. Hetta til tess, at arbeiðsbólkurin kennir fortreytirnar.

At enda metir minnilutin, at tað er rætt, at løgtingsmenn eru í løgtinginum, tá ið tingfundir eru. Aðrastaðni veit man um, at ein klokku- ella persónsleitaraskipan er í parlamentinum ella í tinginum. Høvdu vit eina slíka skipan, kundu tingmennn møtt og verið í tinginum ella á skrivstovu sínari, meðan tingfundir eru. Arbeiðsbólkurin, sum verður settur at gera tilmæli um lønarviðurskiftini, kann síðani eisini meta um, hvørt tingmenn eiga at verða trektir í løn, um so er, at teir ikki møta á tingfundi.

Vísandi til viðmerkingarnar tekur minnilutin (Jákup Sverri Kass) støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 23. december 1998. Viðgerðin niðurløgd. 2. viðgerð uppafturtikin 7. januar 1999.Uppskot frá løgtingsformanninum, um at beina málið í serliga nevnd, sambært § 25 í tingskipanina, har formansskapurin og floksformenninir á tingi eru limir. Fyri Sambandsflokkin var Alfred Olsen tó valdur, tí formaður Sambandsfloksins er limur í formansskapinum. Samtykt 31-0-0.  Serliga tingnevndin setti eina undirnevnd sum læt serligu nevndini álit.

Á tingfundi 12. februar 1999 legði serliga nevndin fram soljóðandi

Á l i t II

Tá umrøðan við 2. viðgerð av hesum máli endaði 7. januar 1999, valdi tingið eina serliga nevnd at viðgera uppskotið eina ferð aftrat. Í nevndina komu eitt umboð fyri hvønn flokk umframt formansskapin. Nevndin skipaði seg sama dag við løgtingsformanninum sum formanni.

Á fundi 8. januar samtykti nevndin at seta ein serfrøðingabólk at eftirkanna uppskotið og gera tilmæli. Bólkurin varð settur út frá hesum kriterium:

  1. Bólkurin skal verða lítil
  2. Javnstøða millum kynini
  3. Bólkurin skal arbeiða skjótt
  4. Bólkurin skal gera eina frágreiðing
  5. Bólkurin skal vera óheftur av løgtingi, umsiting og fakrørsluni
  6. Tey, sum sita í bólkinum, skula hava kunnleika til arbeiðsmarknaðin og
  7. Tríggir fakbólkar verða umboðaðir í bólkinum, t.e. løgfrøði, grannskoðan og búskaparfrøði.

Samtykt varð at seta hesi trý í bólkin:

Juliannu Klett, løgfrøðing, sum hevur verið semingsmaður
Jógvan Amonsson, grannskoðara, sum hevur verið semingsmaður
Allan Skaalum, búskaparfrøðing, sum er stjóri á ALS.

Arbeiðsbólkurin fekk henda arbeiðssetning:

"Arbeiðsbólkurin skal:

Endamálið við upprunauppskotinum, sum løgtingsformaðurin vegna formansskapin legði fram 15. desember 1998, var at menna tingarbeiðið við at skapa møguleikar fyri, at tingmenn kunnu brúka meginpartin av sínari tíð til politiskt arbeiði (hava løgtingsarbeiði sum fulltíðar- ella høvuðsstarv). Eitt annað endamál var at gera skipanina við samsýning og eftirløn einfaldari og at javna tingmannalønirnar.

Í mun til verandi skipan vóru høvuðsbroytingarnar sambært uppskotinum:

  1. Tann fasta lønin hjá tingmonnum skuldi vera um 25.000 kr. um mánaðin.
  2. Ongin fundarpeningur skuldi latast fyri nevndararbeiði.
  3. Tingmenn í almennum starvi, sum kundu røkja fulltíðarstarv umframt løgtingsarbeiði, skuldu hava loyvi til í mesta lagi at røkja hálvt starv við síðuna av, tvs. at í summum førum verður tann borgarliga lønin lækkað 50%.
  4. Nevndarformenn skuldu bert kunna fáa eina formanssamsýning.
  5. Ein skipan fyri barnsburðarfarloyvi skuldi gerast.
  6. Eftirlønarskipanin skuldi dagførast og gerast nágreiniligari.

25. januar læt undirnevndin løgtingsnevndini álit, sum við fylgiskjølum telur 34 síður. Tilmælini frá nevndini vóru hesi:

"Møguleiki I:

  1. Serstøk lóg fyri tinglimir, ið ikki vísir til tænastumannalógina og tænastumannaeftirlønarlógina, men hevur í sær tær reglur, sum nú standa í hesum báðum lógum.
  2. Lønaruppskot: umleið kr. 25.000 um mánaðin.
  3. Kostnaðarendurgjald:
    a) Eftir almennum ásetingum, ella
    b) stuðul sambært kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult
    húsarhald
  4. Skattafrítt árligt kostnaðarískoyti uppá kr. 25.000

Møguleiki II:

Punktini 2) til 4) saman við løgtingsmáli nr. 73/1998."

Løgtingsnevndin hevur viðgjørt álit, tilmæli og lógaruppskotið. Nevndin hevur býtt seg í 5 minnilutar.

Minniluti 1 (Finnbogi Ísakson, Eyðun Viderø, Jóannes Ejdesgaard, Vilhelm Johannesen og Sámal P. Í Grund) tekur í høvuðsheitum undir við "Møguleika II" hjá undirnevndini. Skotið verður upp at nýta skipanina um kostnaðarendurgjald hjá tænastu- og starvsfólkum, tó soleiðis at tingmenn fáa ferðaendurgjald fyri 100 ferðir aftur og fram árliga millum bústað og Tórshavn, og at dagpeningur verður latin fyri 10 tímar um dagin í 100 dagar.Hjálagt er skjal við útrokning av hvat kostnaðarendurgjaldið verður fyri verandi tingmanning.

Við hesum liggur skipanin heilt tætt upp at teirri skipan, sum undirnevndin mælir til undir pkt. a. Ein høvuðsmunur sammett við verandi skipan er, at tingmenn fáa ikki eitt fast gjald eftir, hvørjum valdømi teir búgva í, men at gjaldið lagar seg nágreiniliga eftir, hvar í valdøminum tingmaðurin býr.

Minniluti 1 setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn, soleiðis:

  1. Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga.
  2. Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga.
  3. Tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar.
  4. Tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi fáa ikki kostnaðarendurgjald".

2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Tingmaður, sum er valdur í øðrum valdømi enn Suðurstreymoy, men býr ella kann haldast at hava fast tilhald í Tórshavnar Kommunu, fær sum endurgjald fyri eykaútreiðslur í hesum sambandi samsýning smb. § 1, stk. 2, pkt. a, b og c 50 ferðir árliga, roknað eftir miðaltalinum millum Tórshavn og stytstu og longstu farleið til pláss í valdøminum, har hann er valdur. Løgtingsins formansskapur tekur avgerð í ivamálum".

3) § 1, stk. 4 verður orðað soleiðis:
Sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum løgtingsmaður, verður veitt hvørjum tingmanni eitt kostnaðarískoyti uppá 2.000 kr. um mánaðin. Gjøldini samb. stk. 2-4 eru skattafrí.
Stk. 3 verður stk. 5, og stk. 4 verður stk. 6.

4) Í § 4, stk. 2 1. pkt. verður aftaná orðið "tinginum" sett "og í landsstýrinum"

5) § 14, stk. 1 verður soljóðandi: "Henda lóg kemur í gildi 1. mars 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum fingu sæti á tingi 12. mai 1998 ella fáa sæti á tingi eftir henda dag. Reglan í § 3 kemur tó í gildi 1. august 1999. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 11. frá 8. januar 1993".

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

ad 1) At kostnaðarendurgjaldið verður grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn merkir, at grundarlagið fyri útrokningini av upphæddunum eru "Semja millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins" um dagpening og "Reglur um samsýning fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum", ásettar av Føroya Landsstýri. Skotið verður upp, at suðuroyartingmenn fáa fullan dagpening, tí ferðaviðurskiftini hava við sær, at hvørja ferð teir skulu á fund, noyðast teir at vera heimanífrá allan dagin, frá tíðliga á morgni og út á kvøldið.

ad 2) Hetta er ein heimild til Løgtingsins Formansskap at gera av, at tingmenn, sum búgva ella kunna haldast at hava fast tilhald í Tórshavn, hóast teir eru skrásettir í fólkayvirlitinum í einum valdømi, har teir eru valdir, fáa sum endurgjald fyri eykaútreiðslur ferða- og dagpening í 50 dagar árliga.

ad 3) Undirnevndin mælir til at geva eitt slíkt ískoyti og skrivar um hetta í áliti sínum: "Umframt ferða- og livikostnaðin, hava tinglimir ein ávísan kostnað, sum er beinleiðis tengdur at hesum serliga starvinum. Tað er fyrst og fremst samskiftiskostnaðir (telefon, telefax, postgjald og internet), harafturat skal valdømið røkjast, neyðugt er at fylgja sera væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og eisini í londunum rundan um okkum umframt

møguliga eisini í meiri fjarskotnum londum. Eisini eru meiri individuellir kostnaðir, sum eru tengdir at, hvussu tinglimurin ynskir at føra seg sjálvan fram. Hesir meirkostnaðirnir eru truplir at staðfesta, tí teir eru sera ymiskir frá persóni til persón. Her vilja vit mæla til, at allir tinglimir fáa eitt ávíst skattafrítt kostnaðarískoyti til hesar kostnaðirnar, sum eru serligir fyri júst hetta starvið. Ein upphædd uppá umleið kr. 25.000 árliga, meina vit, er á leið tað, sum hetta kann kosta."

ad 4) Tingmenn skulu leggja tingsessin frá sær, tá teir gerast landsstýrismenn, og vanligt hevur eisini verið fyrr at gera hetta. Tað kann fáa avleiðingar fyri starvsaldurin, tá tað snýr seg um at náa tey árini, sum krevjast fyri at fáa eftirløn, áðrenn tingmaður verður 67 ár. Skotið verður tí upp, at tíðin sum landsstýrismaður telur við í hesum høpi. Hetta fær onga avleiðing fyri støddina av eftirlønini.

ad 5) Ætlanin var at avgreiða málið innan 1. januar 1999, men av tí at tað nú er so langt útliðið, verður skotið upp, at lógin fær gildi frá 1. mars 1999. Tingmenn, sum hava starv við síðuna av tingstarvinum, skulu niður í ½ tíð, men er skábráið til 1. mars ov stutt til hetta, og verður tí skotið upp, at henda reglan ikki kemur í gildi fyrrenn 1. august í ár.

Jóannes Ejdesgaard og Vilhelm Johannesen halda tó, at tá kostnaðarendurgjaldið er grundað á reglurnar hjá tænastu- og starvsmonnum fyri endurgjald fyri ferðing í tænastuørindum, og at tænastu- og starvsmenn bert fáa endurgjald fyri skjalprógvaðar útreiðslur, eigur frádráttur at verða gjørdur í endurgjaldinum hjá tingmonnum fyri dagar, teir ikki møta á tingfundi, og setir minnilutin tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í § 1 verður sum nýtt seinasta stk. sett:
"Fyri hvønn tingdag, tingmaður ikki møtir á løgtingsfundi, verður gjørdur frádráttur í kostnaðarendurgjaldinum, sum er 1/100 av kostnaðarendurgjaldinum. Løgtingsskrivstovan ger frádráttin upp á hvørjum ári í juni mánaði"

Minniluti 2 (Edmund Joensen og Alfred Olsen) vísir til tað, umboð Sambandsfloksins í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, hava ført fram í áliti 1, og setir einki uppskot fram.

Minniluti 3 (Heini O. Heinesen) setir einki uppskot fram.

Minniluti 4 (Óli Breckmann) setir einki uppskot fram.

Minniluti 5 (Jenis av Rana) tekur støðu í tingsalinum.

Framhaldandi 2. viðgerð 12. februar 1999. Broytingaruppskot í Áliti I varð tikið aftur av uppskotsstillarunum, og eingin tók uppskotið uppaftur. Síðani varð atkvøtt um broytingaruppskotini í Áliti II:  Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard og Vilhelm Johannesen til § 1 samtykt 20-11-0. Broytingaruppskot frá Finnboga Ísakson, Eyðun Viderø, Jóannew Eidesgaard, Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund til § 1 samtykt 23-8-0. Broytingaruppskot frá somu til § 4 samtykt 25-6-0, og   broytingaruppskot til § 14 samtykt 24-7-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-7-6. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 16. februar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-7-7.
Málið avgreitt.

Ll. nr. 12/1999 frá 18.02.1999