Handilssáttmáli við Pólland

 

70  Handilssáttmáli við Pólland

A. Upprunauppskot
B. Sáttmálin
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1998, 10. december, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
samtyktar

Løgtingið góðkennir hjálagda fríhandilssáttmála millum Kongaríki Danmarkar og Føroya øðrumegin og lýðveldi Póllands hinumegin.

Viðmerkingar
Fríhandilssáttmáli millum Kongaríki Danmarkar og Føroya øðrumegin og lýðveldi Póllands hinumegin varð undirskrivaður av løgmanni í samband við vitjan í Póllandi 2. - 3. november 1998. Ætlan landsstýrisins er skjótast gjørligt at fáa í lag sínámillum handilssáttmálar við øll lond í Mið- og Eystureuropa.

Stigið er tikið til tess at tryggja vinnuni betri kappingarføri og nýggjar marknaðir og ikki minst til tess at tryggja Føroyar í framtíðar europeiska handilssamskiftinum.

Samráðingar við Pólland byrjaðu formliga í Føroyum í oktober í fjør.

Endamálið við sáttmálanum er at veita fríhandil fyri allar vørur báðar vegir, tó so, at báðir partar hava eitt ávíst fyrivarni viðvíkjandi landbúnaðar- og fiskavørum. Innan fiskivinnupartin er tað soleiðis skipað, at tær avmarkingar, ið galda fyri Føroyar frá tí, at sáttmálin kemur í gildi, verða skerdar soleiðis, at tær gjøgnum eina tillagingarskipan fella heilt burtur 1 januar 2003.

Sáttmálin er ein standardsáttmáli og samsvarar væl við altjóða reglur (WTO-GATT 1994). Umframt sáttmálatekstin eru fýra frumskjøl. Frumskjøl 1 og 2, ið leggja avmarkingar á ávísar landbúnaðarvørur sáttmálapartanna ímillum, frumskjal 3, har tillagingarskipanin fyri fisk er umrødd, og frumskjal 4, ið er eitt dagført frumskjal um upprunareglur, ið eru tær somu, sum vit kenna frá øðrum sáttmálum, eitt nú okkara sáttmála við EF.

Samanumtikið er sáttmálin, eins og sáttmálin vit hava við Estland, ein veruligur fríhandilssáttmáli - eisini fyri fiskavørur - sum kann nýtast sum fyrimynd í komandi samráðingum.

Sáttmálin krevur ikki lógabroytingar til tess at verða útintur. Tað stendst heldur ikki figgjarligur kostnaður av sáttmálanum.

1. viðgerð 16. december 1998. Uppskotið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 18. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 10. desember 1998 og eftir 1. viðgerð tann 16. desember 1998 beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. desember 1998.

Nevndin hevur roynt at fáa málið avgreitt úr nevndini so skjótt sum gjørligt, við tað at hon fekk upplýst, at tað var av avgerandi týdningi, at løgtingið samtykti uppskotið í so góðari tíð, at landsstýrið innan 1. januar 1999 kundi geva Póllandi fráboðan, ið váttar, at innlendis lógakrøv sáttmálapartanna um at seta sáttmálan í gildi eru lokin.

Nevndin hevur tó seinni frá uttanlandsdeildini í landsstýrinum fingið upplýst, at hóast tað hevði verið ein fyrimunur, at sáttmálin bleiv samtyktur so skjótt sum gjørligt, so stendst eingin trupulleiki av, at omanfyrinevnda fráboðan til Pólland ikki verður send fyrrenn í januar.

 Fyrispurningur er eisini settur landsstýrinum viðvíkjandi orðingini av sjálvum uppskotinum, har tað stendur at "Kongaríkið Danmarkar og Føroya" er annar parturin í sáttmálanum. Víst hevur m.a. verið á, at hetta ikki er ein vanlig formulering. Landsstýrið hevur greitt frá, at orðingin er íkomin eftir einum ófrávíkiligum kravi frá Póllandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 22. december 1998. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 36-2/98