Heildarveitingin 1999-2001

64 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001"


A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,  1. desember legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001"

Viðmerkingar
Sambært avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina frá 10. juni 1998 verður ríkisstuðulin 932 mió.kr. í 1999. Ríkisstuðulin verður hækkaður við meðal prís- og lønarhækkingini á rakstrarútreiðslunum á danska fíggjarlógaruppskotinum.

Spurningurin um blokkstuðulin verður tikin uppaftur til endurskoðan í sambandi við samráðingarnar um broytt viðurskifti millum Danmark og Føroyar.

Hjálagt er "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001" við viðmerkingum, og sáttmálin millum landsstýrið og donsku stjórnina frá 10. juni 1998.

1. viðgerð 3. december 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 10. december 1998 legði fram soljóðandi

Álit

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 1. desember 1998 og eftir 1. viðgerð tann 3. desember 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevdin hevur viðgjørt málið og ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 15. december 1998. Uppskotið til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 18. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 688-13/98