Rættargonguloyvisnevnd

63 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.


A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,  1. desember legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet)".


Viðmerkingar
Ríkisumboðið hevur spurt, um heimastýrið ynskir setta í gildi fyri Føroyar lóg nr. 1082 um broyting í "Lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet)."

Við lógini verður heimildin í rættargangslógini at veita 2. og 3. instansloyvir í revsimálum og borgarligum rættarmálum flutt frá løgmálaráðharranum til eina óhefta nevnd, "Procesbevillingsnævnet".

Somuleiðis verða treytirnar fyri at veita 3. instansloyvi broyttar soleiðis, at tað í øllum førum verður eitt krav, at málið er prinsipielt.

Eisini verður rætturin í borgarligum málum at veita loyvi at appellera, eftir at apellfreistin er farin, fluttur frá Løgmálaráðnum til appellinstansin. Samsvarandi loyvini vera í revsimálum longu í dag givin av appellinstansinum.

Við skrivi dagfest 16. juli 1998 til Ríkisumboðið hevur Løgmálaráðið mett, at reglurnar um Prosessbevillingsnevndina eiga at koma í gildi fyri Føroyar í seinasta lagi samstundis sum broytingarnar, ið fylgja av ígildissetan av dómstólabroytingini, har dómstólarnir verða gjørdir meira óheftir av ríkisumsitingini.

Sambært lógarinnar § 14, setir Løgmálaráðharrin lógina í gildi fyri Føroyar við kunngerð, og tær greinar sum talan er um, eru § 1, § 4 og § 9.

  1. § 1 er broytingin í rættargangslógini, sum er umrødd omanfyri.

  2. Í § 3 eru broytingar í konkurslógini. Broytingarnar hava við sær, at heimildin at veita loyvi til kæru, eftir at kærufreistin er farin, í konkursmálum, eins og í øðrum málum, fer frá Løgmálaráðharranum til viðkomandi landsrætt, og at heimildin at veita loyvi til at leggja konkursmál fyri Hægstarætt sum 3. instansur verður flutt frá Løgmálaráðharranum til Prosessbevillingsnevndina.
    Broytingin í konkurslógini verður sambært § 15, stk. 2 sett í gildi við kongligari fyriskipan.

  3. § 4 er um broyting í lóg um "mortifikation av værdipapirer".
    Lóg um mortifikatión av virðisbrøvum hevur tvær serreglur, ið avmarka høvið at veita prosessbevilling. Ásetingarnar hava við sær, at Løgmálaráðharrin ikki kann veita loyvi at kæra til Hægstarætt sum 3. instans í teimum førum, har tað ikki innan Landsrætturin hevur tikið avgerð í málinum, er mælt í móti mortifikatión. Løgmálaráðharrin er somuleiðis í mortifikatiónsmálum avskorin frá at veita loyvi til kæru, eftir at vanliga kærufreistin er úti. Skotið verður upp, at heldur ikki Prosessbevillingsnevndin ella rættirnir skulu kunna loyva kæru í hesum førum.

  4. 4. Lógarinnar § 9 er um broyting í lóg um "værdipapircentral". Av tí at tann greinin í lógini, sum broyting verður gjørd í, ikki er galdandi í Føroyum, fer Løgmansdeildin at biðja ríkismyndugleikarnar um at broyta lógina samsvarandi hesum.

 

Hjálagt er:

  1. 1. Lóg nr. 1082 frá 20. desember 1995 "om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet).

  2. Uppskot til lóg "om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet.) Her eru viðmerkingar til lógina og skjal, ið vísir higartil galdandi orðingar av teimum ásetingum, sum lógaruppskotið viðvíkir.(Burturúrlagt, víst verður til folketingstidende   1995-96 A spalte 2213)

  3. 3. Notitsur frá Løgmálaráðnum dagfestur 14. august 1995 um uppskot til lóg um broyting av lóg "for Færøerne om rettens pleje".

  4. 4. Skriv frá Løgmálaráðnum dagfest 16. juli 1998 til Ríkisumboðið, har m.a. verður sagt, at lógarbroytingin eigur at koma í gildi í seinasta lagi samstundis sum tær broytingar, ið fylgja av dómstólaumskipanini.

  5. 5. Uppskot Løgmálaráðsins til kunngerð um ígildissetan av lóg nr. 1082 frá 20. desember 1995.

  6. 6. Uppskot til fyriskipan um broyting í fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av konkurslógini.

  7. 7. Ummæli Sorinskrivarans dagfest 12. september 1995 til Løgmálaráðið.

1. viðgerð 4. december 1998. Løgtingsmálini nr. 62 og 63/1998 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði vóru beind í rættarnevndina, sum tann 22. januar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1998, og eftir 1. viðgerð tann 4. desember 1998 er tað beint rættarnevndini.

Eftir uppskotinum verður mælt til, at lov nr. 1082 af 20. desember 1995 om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger verður kunngjørd í Føroyum eisini og harvið eisini fær gildi her á landi. Lógin er longu endaliga samtykt av fólkatinginum og staðfest og kunngjørd av drotningini í lógtíðindum.

Sbr. lógini verða hesar broytingar gjørdar:

  1. broytingar verða gjørdar í rættargangslógini fyri Føroyar soleiðis, at rættargongunevnd fær heimildir løgmálaráðharrans at geva triðjainstansloyvi.
  2. broytingar verða gjørdar í mortikfikatiónslógini fyri Føroyar soleiðis, at rættargongunevnd fær heimildir løgmálaráðharrans at geva triðjainstansloyvi
  3. broytingar verða gjørdar í virðisbrævamiðstaðarlógini fyri Føroyar soleiðis, at rættargongunevnd fær heimildir løgmálaráðharrans at geva triðjainstansloyvi
  4. Lógaheimild fæst fyri at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg um at gera broytingar í konkurslógini viðvíkjandi rættargongunevnd. Málið umrøður bert heimildarspurningin, ikki sjálva gildissetingina. Í málinum er hjálagt sum skjal 6 eitt uppskot til kgl. fyriskipan um gildiskomu fyri Føroyar av broytingunum í konkurslógini, men einki uppskot um ríkislógartilmæli er um hetta frá landsstýrinum.
  5. Lógaheimild fæst fyri, at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg um at gera broytingar í lógini í skráseting av flogførum, sum ikki hevur gildi í Føroyum, men sum heimild er at seta í gildi við kgl. fyriskipan. Málið umrøður bert heimildarspurningin, ikki sjálva gildissetingina.

Lógin er sera fløkjasliga uppsett, og skuldi verið sett greiðari upp, so lættari fekst yvirlit yvir innihaldið.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 10.12.1998, 18.12.1998 og 08.01.1999, og hevur undir viðgerðini av málinum havt fund við umboð fyri Advokatfelag Føroya.

Viðvíkjandi 1) viðmerkir nevndin: Í § 7 í heimastýrislógini er ásett, at "Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar, skulu stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkisdagin."

Ríkismyndugleikarnir hava 22. august 1995 sent heimastýrinum málið til ummælis, men heimastýrið hevur ikki latið ríkismyndugleikunum nakað tilmæli. Hóast hetta, so hevur fólkatingið samtykt og drotningin staðfest lóg Føroyum viðvíkjandi, uttan at ummæli fyriliggur í málinum úr Føroyum. Hetta er brot á rættiliga fasta siðvenju, at lóg verður ikki samtykt á fólkatingi Føroyum viðvíkjandi, uttan so er, at heimastýrið mælir til hetta, og hetta kann nevndin ikki annað enn harmast um.

Innihaldsliga til greinina er at siga, at so sum orðingin er av greinini, so fær eitt sokallað "processbevillingsnævn" heimildir í føroyskum rættargangsmálum. Hvussu henda nevnd virkar, og hvussu hon er sett saman, sæst ikki í føroysku rættargangslógini. Hetta er ásett í donsku rættargangslógini kap. 1a í greinunum 22-27, sum ikki eru settar í gildi í Føroyum. Hesar reglur verða sbr. broytingarlógini ikki settar í gildi í Føroyum. Grundreglan annars í rættargangslógini fyri Føroyar er, at setan og skipan av myndugleikum í Føroyum annars er lýst í rættargangslógini, sjálvt um myndugleikin ikki er her, t.d. skipan av hægstarætti, landsrætti, serliga klagurættinum, ríkisákæranum osfr.

Nevndin er samd við sorinskrivaranum í skjali 7, har hann ikki heldur tann valda formin av orðingini av § 1021 verða hepnan, broytingarnar skuldu heldur verið til, hvørja einstaka grein tað snúði seg um í lógini.

Viðvíkjandi 2). Til hesa broyting er einki at viðmerkja annað enn tað, at hon hongur saman við teirri fyrstu nevndu broytingini.

Viðvíkjandi 3) viðmerkir nevndin: Umrødda lógargrein, § 25 stk. 3, er ikki longur í gildi í Føroyum. Hon er tikin av við kgl. fyriskipan nr. 552 frá 28. juni 1997 § 3 stk. 2. Tí fer illa at bera til at gera eina broyting í Føroyum nú til eina grein í hesi lóg, sum ikki longur hevur gildi.

Viðvíkjandi 4) og 5) viðmerkir nevndin: Ikki er vanligt at kunngera í Føroyum lóg, har heimild verður givin at seta lóg í gildi í Føroyum við kgl. fyriskipan. Tað er ikki fyrr enn at kgl. fyriskipanin er tilmæld av heimastýrinum, og at drotningin hevur undirskrivað hana, at hon verður kunngjørd í lógtíðindum og eftirfylgjandi í Kunngerðablaðnum B.

Landsstýrið hevur sum skjal 6 til uppskotið lagt við eitt uppskot til Anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af konkursloven, sum hevur heimild í § 15 stk. 2 í lógini sum í hesum løgtingsmáli verður tilmæld kunngjørd í Føroyum. Men í uppskotinum til ríkislógartilmæli verður ikki skotið upp at seta hesa kgl. fyriskipan í gildi fyri Føroyar. Rættarnevndin hevur tí undir viðgerðini av málinum ikki tikið støðu til uppskotið til kgl. fyriskipan sbr. skjali 6 og gongur út frá, at landsstýrið seinni leggur fyri løgtingið uppskot til ríkislógartilmæli hesum viðvíkjandi.

Annars er at siga til lógina, at tað er heldur rangvørt at kunngera í Føroyum broytingar til lógir, sum ikki hava gildi her. Verður lógin, øll sum hon er, kunngjørd her, so verða lýstar broytingar í lógini fyri Grønland um rettens pleje, lógum, sum bert galda fyri Danmark um innheinting av skatti, býarendurnýggjan, bústaðarviðurskifti, skipaskráseting, um mark- og vejfred, um biavl og um social bistand.

Nevndin ger annars vart við, at um skipanin við rættargonguloyvisnevnd verður sett í verk, er neyðugt, at landsstýrið leggur fyri løgtingið uppskot til broytingar í ymsari lóggávu, sum er yvirtikin av heimastýrinum, og ger broytingar í ymsum kunngerðum. Her verður hugsað um:

 Ein samd nevnd setir samsvarandi hesum fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Orðini "seta í gildi fyri Føroyar "Lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet)"" verða strikað. Á sama stað verður sett: "kunngera at galda í Føroyum § 1, § 4 og § 14 stk. 2 í lóg nr. 1082 frá 20. desember 1995 "om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov om rettens pleje i Grønland og forskellige andre lovbestemmelser om procesbevillinger. (Ændringer som følge af oprettelsen af Procesbevillingsnævnet)".

2. viðgerð 26. januar 1999. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd samtykt 32-0-0. Uppskot til ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 32-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 29. januar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.

Málið avgreitt.

J.nr. 500-3/92