Dómstólsstýri v.m.

62 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri fyri Føroyar "lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven"


A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,  1. desember legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven"

 Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til fyriskipan um at at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".

Viðmerkingar
Ríkisumboðið hevur spurt, um heimastýrið ynskir setta í gildi fyri Føroyar fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar og Grønland av lóg um Dómstólastýrið og broyting í konkurslógini.

Við fyriskipan um ígildissetan av lóg um Dómstólastýrið verður lóg nr. 401 frá 26. juni 1998 "om Domstolsstyrelsen" sett í gildi.

Endamálið við lógini er at seta á stovn eitt sjálvstøðugt dómstólastýri, sum skal hava til uppgávu at røkja tær játtanarligu og fyrisitingarligu uppgávurnar, sum eru knýttar at virksemi dómstólanna. Endamálið er serstakliga at gera vart við sjálvstøðugu og óheftu støðu teirra.

Umsitingin av dómstólunum skal sambært uppskotinum framhaldandi sum málsøki vera ein partur av málsøki løgmálaráðsins, men fyri at gera vart við óheftu støðu og sjálvræði dómstólanna, verður skotið upp, at løgmálaráðharrin ikki skal hava boðsheimildir mótvegis Dómstólastýrinum, og sum fylgja av hesum, heldur ikki hava nakra rættarliga ábyrgd fyri, hvussu Dómstólastýrið fremur virksemi sítt. Ábyrgdin fyri hesum hevur nevndin fyri Dómstólastýrið einsamøll, og skal hon standa fyri leiðsluni av stýrinum.

Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne og Grønland af lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".

Løgmansskrivstovan hevur gjørt eitt nýtt uppskot, soleiðis at uppskotið einans fevnir um ígildissetan fyri Føroyar (tvs. ikki Grønland), og soleiðis at lógin um Dómstólastýrið verður sett upp við fullum orðaljóði.

Hjáløgd eru hesi skjøl:

Skjal 1. Uppskot Løgmansskrivstovunnar til "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".

Skjal 2. Uppskot Løgmálaráðsins til "anordning om ikrafttræden for Færøerne og Grønland af lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".

Skjal 3. Lov om Domstolsstyrelsen.

Skjal 4. Forslag til lov om Domstolsstyrelsen

Skjal 5. Álit við skjølum frá donsku rættarnevndini um I. Forslag til lov om Domstolsstyrelsen og II. Forslag til lov om ændring af retsplejeloven, tjenestemandsloven og forskellige andre love.

1. viðgerð 4. december 1998. Løgtingsmálini nr. 62 og 63/1998 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði vóru beind í rættarnevndina, sum tann 22. januar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1998, og eftir 1. viðgerð tann 4. desember 1998 er tað beint rættarnevndini.

Endamálið við lógini er at seta á stovn eitt sjálvstøðugt dómstólastýri, sum skal hava til uppgávu at røkja tær játtanarligu og fyrisitingarligu uppgávurnar, sum eru knýttar at virksemi dómstólanna. Endamálið er serstakliga at gera vart við sjálvstøðugu og óheftu støðu teirra.Umsitingin av dómstólunum skal sambært uppskotinum framhaldandi sum málsøki vera ein partur av málsøki løgmálaráðsins, men fyri at gera vart við óheftu støðu og sjálvræði dómstólanna, verður skotið upp, at løgmálaráðharrin ikki skal hava boðsheimildir mótvegis Dómstólastýrinum, og sum fylgja av hesum, heldur ikki hava nakra rættarliga ábyrgd fyri, hvussu Dómstólastýrið fremur virksemi sítt. Ábyrgdina fyri hesum hevur nevndin fyri Dómstólastýrið einsamøll, og skal hon standa fyri leiðsluni av stýrinum.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 10.12.1998, 18.12.1998 og 06.01.1999, og hevur undir viðgerðini av málinum havt fund við umboð fyri Advokatfelag Føroya.

Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 26. januar 1999. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 29. januar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.

Málið avgreitt.

J.nr. 500-3/92