Dómarasetanir v.m.

61 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og lov for Færøerne om retsafgifter"

Viðgerðin av málinum á fólkatingi


A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 1. desember legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna   landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til

ríkislógartilmæli um at at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og lov for Færøerne om retsafgifter".


Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og lov for Færøerne om retsafgifter".

Viðmerkingar
Ríkisumboðið hevur spurt, um heimastýrið ynskir setta í gildi fyri Føroyar "Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov for Færøerne om retsafgifter, lov om rettens pleje i Grønland og lov om statens tjenestemænd i Grønland".

Við lógini skulu koma í gildi í Føroyum tær broytingar, sum settar eru í gildi í Danmark við lóg nr. 402 frá 26. juni 1998 "om ændring af retsplejeloven, tjenestemandsloven og forskellige andre love. (Rekruttering af dommere, dommerfuldmægtiges ansættelsesvilkår, dommeres bierhverv og ændringer som følge af oprettelse af en domstolsstyrelse m.v.)".

Lógin er ein liður í tí at gera dómstólarnar óheftar. Við lógini verða m.a. broyttar reglurnar um útvegan av dómarum, um framferðarháttin tá dómarastørv verða sett, um setanarvernd hjá dómarafulltrúum og um eykaarbeiði hjá dómarum.

Við tí fyri eyga at fáa eina breiðari samanseting av dómarum verða soleiðis ásett nøkur eyðkenni, sum dentur skal verða lagdur á, tá dómarastørv skulu verða sett.

Harumframt verður gjørt eitt breitt samansett dómaratilnevningarráð, sum skal geva tilráðing til løgmálaráðharran um setan av dómarastørvum.

Henda regla er í § 43 b, stk. 5, og ljóðar upprunaliga uppskotið frá Løgmálaráðnum uppá, at tá fyrisitingardómarin ella sorinskrivarin við Føroya rætt skulu tilnevnast, skulu í tilnevningarráðnum saman við einum hægstarættardómara, einum landsrættardómara, einum býrættardómara og einum advokti, sita tvey umboð fyri almenningin, og skuldu hesi upprunaliga verða tilnevnd av løgmálaráðharranum eftir innstilling frá Føroya Kommunufelag og Føroya Løgtingi.

Við skrivi, dagfest 7. september 1998, frá Ríkisumboðnum er hjálagt skriv, dagfest 1. september 1998, frá Løgmálaráðnum og skriv, dagfest 20. august 1998, frá Den Danske Dommerforening til Løgmálaráðið, har vart verður gjørt við, at danska dómarafelagið mælir frá, at umboð fyri Løgtingið sita í ráðnum, tá teir meta, at hetta kann verða óheppið, tí tað lættliga kann merkja eina politisering av virksemi Dómaratilnevningarráðsins til skaða fyri álitið hjá fólki á, at dómstólarnir eru partapolitiskt uttanveltaðir stovnar.

Tá lógin var fyri í Danmark, varð mett, at fólkatingslimir soleiðis ikki áttu at sita í ráðnum, og verða umboðini fyri almenningin ikki vald av Fólkatinginum, men eftir innstilling frá ávikavist Amtsrådsforeningen í Danmark, kommunernes Landsforening og Københavns og Frederiksberg Kommuner í felag og Dansk Folkeoplysnings Samråd.

Hetta er tikið til eftirtektar, og verður mælt til, at í staðin fyri, at løgtingið velur eitt umboð, so velja Føroya Kommunufelag og Tórshavnar kommuna í felag 2 umboð í ráðið.

Eisini verður við lógini gjørd ein vernd móti óviljaðari uppsøgn og flyting av dómarafulltrúum og hjálpardómarum, og setanarøkið hjá dómarafulltrúum og hjálpardómarum verður broytt frá at vera "Løgmálaráðið við tilhoyrandi stovnum" til einans at vera "Dómstólarnir".

At enda skulu dómarar á hvørjum ári geva frágreiðing til viðkomandi rættarforseta um tey eykastørv, viðkomandi hevur havt. Rættarforsetin kann áleggja einum dómara at geva fleiri upplýsingar um eykastørv og kann eftir samráðing við Forsetaráðið gera av, at dómarin ikki kann átaka sær eykastarv uttan loyvi frá rættarforsetanum ella Forsetaráðnum.

Annars hevur Løgmálaráðið mett, at tað hevði verið hent, um heimild fæst til, fyribils at tilnevna ein sorinskrivara afturat við Føroya rætt, um viðurskiftini tala fyri hesum, t.d. um rætturin verður tyngdur av eini ella fleiri sera stórum málum, og er ein regla sett um hetta í § 45.

Við lógini verður eisini gjørd broyting í lóg fyri Føroyar um rættargjøld, og svarar henda broyting til § 6 í uppskotinum um broyting í donsku rættargangslógini. Ásetingin verður broytt soleiðis, at spurningurin um rættargjøld ikki longur av dómaranum kunnu leggjast fyri Løgmálaráðharran, og er hetta ein fylgja av ynskinum um staðfesting av sjálvræði dómstólanna.

Løgmansskrivstovan hevur mett, at tað er meira ruddiligt at hava broytingar í reglum galdandi fyri Føroyar í einari lóg fyri seg, og hevur tí gjørt nýggja orðing av lógini, har reglurnar, sum skulu galda fyri Grønland ikki verða tiknar við.

Hjálagt er:

Skjal 1: Uppskot Løgmansskrivstovunnar til "Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, og lov for Færøerne om retsafgifter. (Rekruttering og udnævnelse af dommere, dommerfuldmægtiges ansættelsesvilkår, dommeres bierhverv og ændringer som følge af oprettelsen af Domstolsstyrelsen m.v.)".

Skjal 2: Uppskot Løgmálaráðsins til "Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje, lov for Færøerne om retsafgifter, Lov om rettens pleje i Grønland og lov om statens tjenestemænd i Grønland" við viðmerkingum, og skjali , ið vísir galdandi orðing av teimum reglum, ið lógaruppskotið nemur við.

Skjal 3: Lóg nr. 402 frá 26. juni 1998 "om ændring af retsplejeloven, tjenestemandsloven og forskellige andre love".

Skjal 4: Uppskot til lóg um broyting í "retsplejeloven, tjenestemandsloven og forskellige andre love. - Hetta eru viðmerkingarnar til donsku lógina.

Skjal 5: Skriv dagfest 7. september 1998 frá Ríkisumboðnum við skjølum, og skriv dagfest 14. oktober 1998 frá Løgmálaráðnum viðvíkjandi spurninginum um, hvør skal velja umboðini fyri almenningin í nevndina, ið skal geva tilmæli um setan av sorinskrivara.

Skjal 6: Álit við skjølum frá donsku rættarnevndini um
I Forslag til lov om Domstolsstyrelsen og
II Forslag til lov om ændring af retsplejeloven, tjenestemandsloven og forskellige andre love.

1. viðgerð 4. december 1998. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 22. januar 1999 legði fram soljóðandi

 Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1998, og eftir 1. viðgerð tann 4. desember 1998 er tað beint rættarnevndini.

Eftir uppskotinum verður rættargangslógin broytt soleiðis, at mál dómstólunum viðvíkjandi ikki longur verða viðgjørd av løgmálaráðnum, men av einum serligum dómstólsstýri, sum sett er sbr. serligari ríkislóg (løgtingsmál nr. 62/1998). Tilnevning av dómarum skal hereftir ikki longur fara fram eftir tilmæli frá løgmálaráðnum, men eftir tilmæli frá serligari dómaratilnevningarnevnd. Uppskotið er øðrvísi sett upp, enn broytingaruppskot vanliga eru. Vanligt er, at broytingaruppskot verða gjørd til upprunalógina og ikki til broytingarlóg, so sum gjørt er í hesum førinum. Hetta ger, at uppskotið gerst fløkjasligt at fáa greiði á. Nevndin hevur tó eftir umstøðunum gjørt av ikki at mæla til broytingar hesum viðvíkjandi í uppskotinum.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 10.12.1998, 18.12.1998 og 08.01.1999, og hevur undir viðgerðini av málinum havt fund við umboð fyri Advokatfelag Føroya.

Nevndin tekur undir við uppskotinum. Nevndin heldur, at týdningarmikið er, at dómsvaldið er politiskt púra óheft og tí leyst av løgtingi, landsstýri og kommunum. Tí mælir nevndin til, at í staðin fyri, at tveir limir av dómaratilnevningarnevndini verða valdir av kommunuumboðum, verða 2 limir valdir av og millum tey 70 fólkini, sum standa á nevningalistanum. Nevningalistin er úttikin við lutakasti av sorinskrivararanum millum tey fólk, sum standa á nevningagrundlistanum. Á nevningagrundlistanum stendur 1 persónur fyri hvørjar 100 íbúgvar í Føroyum ella um gott 400 fólk. Persónarnir á nevningagrundlistanum verða valdir av eini av løgtinginum settari nevnd fyri hvørja sýslu. Nevndin heldur, at advokaturin, sum virkar í dómaratilnevningarnevndini, eigur at vera ein føroyskur advokatur.

Av tí at fultrúarnir í dagliga starvi sorinskrivaraembætisins útinna ein rættiliga stóran part av arbeiðinum, verður hildið, at fyri Føroya viðkomandi eigur dómaratilnevningarnevndin ikki bara at geva tilmæli í spurningum um setan av sorinskrivarum, men eisini í spurningum um tilnevning av fulltrúum (ella flyting av fultrúum, settir við dómstólar í ríkinum, til Føroya).

Mælt verður til, at dómaratilnevningarnevdin, umframt tey atlit, sum nevnd eru í uppskotinum, eisini skal hava atlit til, at tann, sum settur verður, dugir føroyskt og hevur innlit í føroyska lóggávu, samfelagsviðurskifti og mentan. Hetta er ikki ein treyt fyri setan, men gongur inn í samlaðu metingina av, hvør setast skal, saman við øllum hinum førleikadygdunum, sum nevndar verða í lógini, har høvuðsdenturin eftir uppskotinum eigur at verða lagdur á, at persónligi og løgfrøðiligi førleikin er góður.

Nevndin skjýtur eisini upp, at løgmálaráðið í útbúgvingarskipan síni skal ansa eftir, at dómaraevni verða útbúgvin, sum duga føroyskt og hava innlit í føroyska lóggávu, samfelagsviðurskifti og mentan.

Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Í skjali 1 verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1 nr. 6 verður § 17 a stk. 2 orðað soleiðis:
»Stk. 2. Domstolsstyrelsen fastsætter regler for fuldmægtiges uddannelse ved byretterne og i Sø- og Handelsretten. For Færøernes vedkommende skal reglerne tilsikre, at det nødvendige antal fuldmægtige uddannes i færøsk lovgivning, samfundsforhold, kultur og tillige i færøsk sprog i skrift og tale"

2) Í § 1 nr. 8 verður § 43 orðað soleiðis:
"§ 43. Besættelse af dommerstillinger og dommerfuldmægtigstillinger skal ske ud fra en samlet vurdering af ansøgernes kvalifikationer til den pågældende stilling. Der skal herved lægges afgørende vægt på ansøgernes juridiske og personlige kvalifikationer. Også bredden i ansøgernes juridiske erfaringsgrundlag skal tillægges vægt, ligesom det skal indgå i vurderingen, at der ved domstolene bør være dommere med forskellig juridisk erhvervsbaggrund. For Færøernes vedkommende skal der tillige lægges vægt på at ansøgerne behersker det færøske sprog i skrift og tale og har indsigt i færøsk lovgivning, samfundsforhold og kultur."

3) Í § 1 nr. 9 verða punktini 4) og 5) í § 43 a strikað, og inn verða sett sum nýggj pkt. 4)-6):
"4) byretspræsident, administrerende byretsdommer og byretsdommer,
5) midlertidigt beskikket dommer i henhold til § 44 b og
6) administrerende sorenskriver (dommer) eller sorenskriver (dommer) ved retten på Færøerne samt ved udstationering eller ansættelse af fuldmægtige samme sted."

4) Í § 1 nr. 9 verður § 43 b stk. 5 orðað soleiðis:
" Stk. 5. Ved behandling af sager vedrørende besættelse af stillinger som administrerende sorenskriver (dommer) eller sorenskriver (dommer) ved retten på Færøerne samt ved ansættelse og udstationering af fuldmægtige samme sted medvirker i stedet for den i stk. 3 nævnte advokat en advokat på Færøerne, udpeget af justitsministeren efter indstilling af advokatrådet, og i stedet for de i stk. 4 nævnte offentlighedsrepræsentanter to repræsentanter for den færøske offentlighed. Repræsentanterne for den færøske offentlighed beskikkes af justitsministeren efter indstilling fra, og blandt de personer, der er opført på nævningelisten jfr. § 74. Justitsministeren fastsætter nærmere regler for fremgangsmåden ved indstilling af offentlighedsrepræsentanter."

 

2. viðgerð 26. januar 1999. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd samtykt 27-0-0. Uppskot til ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 2. februar 1999 býtti formaðurin út til tingmenninar brævaskifti við Ríkisumboðsmanninin um málið.

3. viðgerð 5. februar 1999. Uppskot frá Jóannesi Eidesgaard, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fallið 13-0-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-10. Málið avgreitt.

Á tingfundi 17. mai 1999 var útbýtt tingmonnum hjálagda skriv frá løgmansskrivstovuni.

J.nr. 500-3/92