Stuðul til lemmatrolarar

 

58  Uppskot til  løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1998, 13. november, legði Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar

§ 1. Eigarar av lemmatrolarum yvir 1000 HK, sum hava fingið veiðiloyvi til botnfiskaveiði við Føroyar, fáa árliga hesar upphæddir í stuðli:

  1. fyri skip bygd í 1977 ella seinni, kr. 900.000,- pr. skip,
  2. fyri skip bygd í 1976 ella fyrr, kr. 650.000,- pr. skip.

Stk. 2. Stuðulin verður útgoldin av lønjavningargrunninum eina ferð um mánaðin við 1/12 av ársstuðlinum. Fyri 1998 verður tó hálvur árstuðul goldin innan árslok 1998.

§ 2. Treytirnar fyri stuðli eftir hesi lóg eru:

  1. at veiðan verður avreidd í Føroyum,
  2. at minst 30% av veiðuni hjá fiskifarinum verður seld yvir eina uppboðssølu, góðkend av landstýrinum
  3. at eigarin letur lønjavningargrunninum útskrift úr dagbókini hjá fiskifarinum fyri mánaðin frammanundan.

Stk. 2. Eru treytirnar í 1. stk. ikki til staðar fyri ein veiðitúr, verður drigið frá í stuðlinum í mun til teir dagar, sum hesin veiðitúrur hevur vart.

Stk. 3. Ein veiðitúrur, sambært stk. 2, verður roknaður frá tí degi, fiskiskapur byrjar, og til fiskiskapurin byrjar aftur næsta túr, ella til skipið er aftur í føroyskari havn.

Stk. 4. Upphæddin, sum verður drigin frá stuðlinum sambært stk. 2, verður roknað sum árstuðulin býttur við 360 og faldaður við talinum á døgum, sum veiðitúrurin vardi.

§ 3. Stuðulin, sum ikki longu er útgoldin fyri árini 1998 til 2001, kann verða útgoldin í einum, um fiskifarið verður býtt um við annað yngri fiskifar, sum ikki er eldri enn 10 ár og annars lúkar treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 4. Undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í § 3, steðgar útgjaldingin av stuðli, tá fiskifar skiftir eigara ella ikki er í vinnu.

§ 5. Árligi stuðulin eftir § 1 verður frá 1. juli 1999 lækkaður við kr. 50.000,- pr. skip og 1. juli 2000 lækkaður við kr. 100.000,- pr. skip afturat.

§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 30. juni ár 2001.

Almennar viðmerkingar:
Sum øllum kunnugt, fór lógin um íløgustuðul úr gildi í mars mánaði í ár, og hevur fiskiflotin við Føroyar stórt sæð ongan stuðul fingið síðani. Tíbetur hevur fiskiskapurin hjá flestu skipabólkum seinastu árini verið góður, men hjá djúpvatnstrolarunum hevur fiskiskapurin verið lækari enn vanligt seinastu árini. Fyri flestu fiskasløg, sum djúpvatnstrolarar fiska, er tað galdandi, at tey ikki verða fiskað av øðrum skipum, og sostatt hevði hesin fiskur stórt sæð ikki verðið fiskaður, um hesir bátarnir ikki vóru. Tó hava garnaskip seinastu árini roynt eftir svartkalva á somu leið sum trolararnir, og sostatt er minni í part, tá ið talan er um svartkalva.

Tað ið djúpvatnstrolararnir fiska við Føroyar, verður alt avreitt her og gevur væl av arbeiði. Hesi skip royna mangan í ringum líkindum um veturin og geva sostatt arbeiði uppi á landi, tá annars lítil fiskur verður avreiddur. Tað krevjast stór skip fyri at kunna royna um veturin á djúpum vatni við Føroyar. Hetta førir eisini við sær stórar útreiðslur til fiskireiðskap og viðlíkahald. Flestu av djúpvatnstrolarunum fara nú at eldast, og neyðugt verður at endurnýggja ella gera stórar íløgur í hendan flotan í næstu framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni.

Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum og ikki verður tvungin inn á innaru leiðirnar at royna, har restin av flotanum við Føroyar frammanundan roynir. Tí verður skotið upp, at íløgustuðulin heldur fram 3 ár afturat.

Veiðiloyvini til lemmatrolarar yvir 1000 HK, sum hava fingið veiðiloyvi til botnfiskaveiði við Føroyar, eru 8 í tali fyri skip bygd í 1977 ella seinni, og 5 í tali fyri skip bygd í 1976 ella fyrr.

Metti fíggjarligi kostnaðurin av hesum lógaruppskotið verður sostatt í mesta lagi kr. 5.225.000,- í 1998, kr. 10.125.000,- í 1999, kr. 9.150.000,- í 2000, og kr. 4.250.000,- í 2001.

Á fíggjarlógini, § 5, 34.4.34. ("Nýggj lóggáva") eru settar av kr. 40 mió. til stuðul til vinnu.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:
Ad § 1. Talan er um stuðul til djúpvatnstrolarar. Fyri skip undir punkt 1 er talan um 8 veiðiloyvir, og fyri skip undir punkt 2 er talan um 5 veiðiloyvir.

Ad § 2. Hóast djúpvatnstrolararnir landa alla veiðina av Føroyaleiðini her heima, er helst rættast at hava treytirnar undir punkt 1 og 2 við.

Ad § 3. Av tí at fleiri av skipunum fara at eldast, verður hildið, at møguleikin skal vera fyri at fáa sær nýtt ellla nýggjari skip uttan at missa stuðulin.

Ad § 4. Rættast er at steðga útgjaldingini av stuðlinum, tá skipið verður selt, ella fer um eina tvingsilssølu. Hettar fyri at stuðulin ikki kann innroknast í søluprísin.

Ad § 5. Eingin viðmerking

1.  viðgerð 18. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 17. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 13. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 18. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. november 1998, 16. desember 1998 og 17. desember 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri skipini og við landsstýrismannin.

Umboðini fyri skipini førdu m.a. fram, at fiskidagaskipanin er komin teimum skipunum, sum eru í hesi skipan, til góðar og hevur givið hesum nógvar inntøkur. Djúpvatnstrolararnir vóru ikki við í hesi skipan. Teir hava gjørt vart við hetta, men tað er ikki tikið til eftirtektar. Umboðini fyri skipini meina tí, at teir eiga eina kompensasjón fyri ikki at fáa part í hesum. Skipini eru væl rikin, tað eru aðrar umstøður, sum hava gjørt, at teir hava klárað seg illa. Djúpvatnstrolararnir umboða ein flota, sum fór um tvingsilssølur fyrst í 90’unum, hetta eru nýggjir trolarar, og teir eru keyptir dýrt, orsakað av útlendskum keyparaáhuga, skipaeigararnir trúðu tó, at tað fór at ganga við uppgangi í fiskiskapinum. Tilgongdin í toskinum er tó ikki komin teimum til góðar, og teir hava ikki fingið ágóða í økta fiskiskapinum. Av tí sama hava teir ikki fingið tær væntaðu inntøkurnar. Talan er um teir trolararnar, sum eru ringast fyri, m.a. eru teir lítið niðurskrivaðir. Tó eru tað tey nýggjastu skipini í flotanum. Tað, sum teir dagliga síggja, er, at teir stevna móti álvarsligum trupulleikum. Umboðini fyri skipini halda, at um fyriliggjandi uppskot hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt, so skuldu teir aftaná 3 ár verið komnir yvir tey ringastu skerini.

Landsstýrismaðurin ásannaði, at okkurt mátti gerast fyri at betra um støðuna hjá djúpvatnstrolarunum. Hann metir tó, at aðrir møguleikar skulu kannast fyrst, áðrenn farið verður undir at veita rakstrarstuðul til hendan skipabólk. Hann upplýsti, at tankar vóru frammi um at seta ein bólk við umboðum fyri tey skip, sum veiða á somu økjum sum djúpvatnstrolararnir, og skal uppgávan hjá hesum bólki vera at finna eina skipan, har hesir skipabólkar órógva hvønn annan sum minst.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at peningur er settur av á fíggjarlógini til varðveiting av einum fjølbroyttum flota. Av hesum metti landsstýrismaðurin, at einar 6 mió. eiga av verða nýttar til djúpvatnstrolararnar. Spurningurin um at fáa djúpvatnstrolararnar undir fiskidagaskipanina verður eisini viðgjørdur. Landsstýrismaðurin helt, at tað er rættari at skapa nakrar møguleikar, sum kunnu vara, heldur enn at geva stuðul í eina avmarkaða tíð.

Landsstýrismaðurin segði, at fiskimálastýrið arbeiðir við eini loysn, sum væntandi skjótt kann leggjast fram.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin vísir til viðmerkingarnar frá landsstýrismanninum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old, Dan Petersen og Alfred Olsen) harmast um, at samgongan ikki kann taka undir við fyriliggandi uppskotið. Uppskotið fekk lítla og onga viðgerð í vinnunevndini. Sjálvt um umboð fyri vinnuna vóru innkallað, so var týðiligt, at meirilutin frammanundan hevði tikið støðu. Minnilutin vísir til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum og hevur trupult at síggja broytingarnar í møguleikunum hjá djúpvatnstrolarunum til tað betra frá í vár, tá líknandi uppskot var lagt fram. Millum aðrar varð núverandi landsstýrismaður við til at leggja tað uppskotið fram. Ein av mununum millum hetta uppskotið og uppskotið frá í vár er, at fyriliggjandi uppskot ber við sær nakað minni kostnað. Í seinasta vælstríði søgdu so at siga allir flokkar, at teir tóku undir við, at íløgustuðulin til djúpvatnstrolarar helt á eina tíð enn. Millum aðrar forðingar, sum djúpvatnstrolararnir hava fyri at útinna vanligan fiskiskap, er avmarkingin við hjáveiðiprosenti fyri tosk og hýsu. Tí ætlar minnilutin at leggja fram uppskot fyri tingið hesum viðvíkjandi.

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 22. december 1998. §§ 1 til og við 6 fullu 13-0-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.