Minstuløn og dagstudningur

 

57  Uppskot til  løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,   13. november legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

§ 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda minstuløn og dagstudning til persónar, heimahoyrandi í Føroyum, um tað ikki er í stríð við aðrar avtalur, og sum búgva í Føroyum og vinna á føroyskum fiskiførum, sum í minsta lagi eru 30 tons, og sum hava veiðiloyvi og ikki egna í landi.

Stk. 2. Minstaløn og dagstudningur kann verða útgoldin manning á fiskiførum minni enn 30 tons, sum reka fiskiskap uttanfyri føroysku landleiðirnar, um treytirnar í stk. 1 annars eru loknar

Stk. 3. Forvinningur sambært hesi lóg er avrokningin, sum maður fær fyri hvørja veiðiferð sær. Frítíðarløn verður ikki íroknað forvinningi.

Stk. 4. Inntøka sambært hesi lóg er forvinningur íroknað minstuløn. Frítíðarløn verður ikki íroknað inntøkuni.

Stk. 5. Tons sambært hesi lóg merkir tonsatal brutto (BT) ella skrásett brutto tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi.

§ 2. Minstaløn er munurin millum forvinning og ásettu minstulønina. Minstalønin verður ikki skerd av manningarstudningum.

§ 3. Treytin fyri, at fiskimanni er tryggjað minstaløn, er:

  1. At hann er mynstraður eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og viðkomandi yrkisfeløg. Er eingin tílíkur sáttmáli, er treytin fyri minstuløn, at mynstrað er eftir sáttmála í millum viðkomandi reiðara ella skipaeigara og viðkomandi yrkisfelag.

  2. Fiskimenn á fiskiskipi á føroysku landleiðunum kunnu í einum fiskiári ikki fáa minstuløn fyri fleiri dagar enn avvarðandi skip hevur fingið tillutað av fiskidøgum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap íroknað umsettum og umbýttum fiskidøgum.

  3. Eitt fiskiár verður roknað frá 1. september til 31. august árið eftir.

§ 4. Minstalønin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella kr. 424,17 um dagin, hvør túrur roknaður sær. Hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt.

§ 5. Manning, sum mynstrar við føroyskum fiskiskipum, verður veitt dagstudning fyri tað tal av døgum, sum manningin er tryggjað minstuløn.

Stk. 2. Dagstudningurin er í mesta lagi munurin millum 8 vanligar tímalønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og 1/30 av mánaðarminstulønini. Dagstudningurin verður lækkaður eftir hesum reglum hvørja veiðiferð sær:

  1. Fær fiskimaður minni enn 1,5 fiskipart, verður dagstudningurin lækkaður við 55 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin fer upp um 1/30 av galdandi mánaðarminstuløn.

  2. Fær fiskimaður 1,5 fiskipart ella meira, verður dagstudningurin lækkaður við 55 oyrum av hvørjari krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin, frádrigin 50% av einum dagligum fiskiparti, fer upp um 1/30 av mánaðarminstulønini.

§ 6. Tá fiskimenn sambært sáttmála eiga frítíðarløn av fiskiparti, minstuløn, dagstudningi og manningarstudningi, rindar Lønjavningarstovan frítíðarløn av minstulønini, dagstudninginum og manningarstudninginum sambært løgtingslóg um frítíð við løn.

§ 7. Lønjavningarstovan umsitur skipanina við minstuløn, dagstudningi og manningarstudningi.

Stk. 2. Lønjavningarstovan kann í sambandi við útgjald av inntøkutrygd mótrokna mótvegis fiskimanni í ágóða fyri útgoldið forskot og onnur gjøld, sum Forskotsgrunnurin hevur móti viðkomandi fiskimanni.

Stk. 3. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna hesa lóg

§ 8. Um ikki harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, ið fremur brot á ásetingarnar í hesi lóg.

Stk. 2. Fyri brot á hesa lóg, ið verður framt av partafelagi ella øðrum løgfrøðiligum persóni, kann bótábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.

Stk. 3. Í forskriftum, sum eru gjørdar við heimild í hesi lóg, kunnu gerast reglur um revsing við bót fyri brot á hesar forskriftir.

§ 9. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. lóg nr. 32 frá 27. mars 1992 við seinni broytingum. § 1, stk. 2 fær tó gildi 1. januar 1998.

Almennar viðmerkingar
Galdandi løgtingslóg um minstuløn og dagstudning er løgtingslóg nr. 32 frá 27. mars 1992 við seinni broytingum. Átta lógarbroytingar eru framdar tey seks árini, lógin hevur havt gildi. Skotið verður tí upp, at lógin verður samanskrivað í sama viðfangi, sum skotið verður upp, at aðrar neyðugar broytingar verða gjørdar í lógini.

Mest átrokandi broytingin í galdandi lóg er úrslit av broytingini, sum gjørd var við løgtingslóg nr. 165 frá 29. desember 1997, ið hevði við sær, at fiskifør undir 30 tons á fiskiveiðu uttanfyri føroysku landleiðirnar ikki kunnu koma undir inntøkutrygd. Broytingin í § 1, stk. 2 ger, at fiskifør minni enn 30 tons kunnu koma undir minstuløn og dagstudning, tá fiskað verður uttanfyri føroysku landleiðirnar.

Fíggjarligar avleiðingar
Kostnaðurin av skipanini við minstuløn og dagstudningi var í 1997 umleið 44 mió. kr. og mett verður, at kostnaðurin í 1998 verður umleið 21 mió. kr. Tað er serliga tann góði fiskiskapurin og góðu fiskaprísirnir hjá feskfiskaflotanum, sum eru atvoldin til stóru minkingina í útgjaldingini av inntøkutrygd. Fíggjarligu avleiðingarnar av broytingini í § 1, stk. 1 verða ikki mettar at verða tað stóra. Tað Fiskimálastýrið veit um, er ein snellubátur minni enn 30 tons, sum var undir Íslandi í summar.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Ad. § 1, stk. 1. Stykkið lýsir endamálið við lógini og hvør kann fáa minstuløn og dagstudning útgoldnan. Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg undantikið "BRT", sum verður skotið upp at broyta til "tons". Við skráseting av bátum og skipum verður mátið BRT ikki nýtt longur. BRT eigur tí at verða broytt til tons.

Ad. § 1, stk. 2. Stykkið er ikki í galdandi lóg. Úrslitið av broytingini, sum gjørd var við løgtingslóg nr. 165 frá 29. desember 1997, var, at fiskifør undir 30 tons á fiskiveiðu uttanfyri føroysku landleiðirnar ikki komu undir inntøkutrygd yvirhøvur. Broytingin í § 1, stk. 2 ger, at fiskifør minni enn 30 tons kunnu koma undir minstuløn og dagstudning, tá fiskað verður uttanfyri føroysku landleiðirnar.

Ad. § 1, stk. 3 og 4. Stykkini lýsa hugtøkini "forvinningur" og "inntøka". Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 2. Greinin lýsir hugtakið minstaløn. Orðingin "Minstalønin verður ikki skerd av manningarstudningum" stavar frá tíðini, tá aðrir manningarstudningar t.d. kilostudningur og prísískoyti til manning vóru galdandi. Hesir manningarstudningar skuldu ikki leggjast afturat fiskipartinum, tá minstaløn varð avroknað. Tílíkir manningarstudningar eru ikki galdandi, og hevur orðingin tí ongan týdning, sum er. Oðringin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 3. Greinin lýsir treytinar fyri, at fiskimanni er tryggjað minstuløn. Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 4. Greinin lýsir, hvør upphædd minstalønin er, og hvat verður roknað sum "túrur". Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 5. Greinin lýsur, hvør upphædd dagstudningurin er, hvør treytin er fyri at dagstudningur verður veittur, og hvussu dagtudningurin verður lækkaður. Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 6. Greinin gevur heimild til, at frítíðarløn kann útgjaldast av stuðlinum sambært løgtingslóg um frítíð við løn, og er innihaldsliga tann sama, sum í galdandi lóg. Vísandi til uppskot til broyting av løgtingslógini um Lønjavningargrunn, har skotið verður upp at broyta heitið til Lønjavningarstovan, verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til "Lønjavningarstovan".

Ad. § 7, stk. 1. Stykkið lýsir hvør umsitur skipanina. Vísandi til uppskot til broyting av løgtingslógini um Lønjavningargrunn, har skotið verður upp at broyta heitið til Lønjavningarstovan, verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til "Lønjavningarstovan". Orðingin er annars hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 7, stk. 2. Stykkið gevur heimild til at mótrokna í ágóða fyri forskot sum Forskotsgrunnurin hevur útgoldið viðkomandi fiskimanni. Vísandi til uppskot til broyting av løgtingslógini um Lønjavningargrunn, har skotið verður upp at broyta heitið til Lønjavningarstovan, verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til "Lønjavningarstovan". Orðingin er annars hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 7, stk. 3. Vísandi til stýriskipanarlógina og lóg um ábyrgd landsstýrismanna verður skotið upp at heimilað landsstýrismanninum at áseta í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna lógina. Galdandi lóg sigur, at "Lønjavningargrunnurin setir í reglugerð tær gjøllaru reglurnar fyri minstulønini og hinum stuðlunum. Reglugerðin verður at senda landsstýrinum til góðkenningar."

Ad. § 8. Greinin lýsir, at reglur um revsing kunnu gerast fyri brot á forskriftir, sum gjørdar eru við heimild í lógini. Orðingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Ad. § 9. Greinin lýsir, nær lógin fær gildi, og at galdandi lóg fer úr gildi.

1. viðgerð 20. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 16. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landstýrinum tann 13. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 20. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. november 1998 og 16. desember 1998.

Galdandi lóg um minstuløn og dagstudning, sum landsstýrið nú hevur uppskot um at lýsa av nýggjum, hevur gjøgnum tíðirnar verið fyri nógvum broytingum.

Nú samanskrivað lógaruppskot er lagt fyri tingið av upprunalógini, sum seinast varð lýst av nýggjum í 1992, og teimum nógvu broytingum, sum eru gjørdar síðani 1992, sæst, at lógin kundi verið orðað einfaldari og greiðari.

Ein samd nevnd mælir tí til, at meginparturin av lógini verður orðaður av nýggjum. Broytingar verða tó ikki gjørdar í veruliga innihaldinum í lógini.

Landsstýrið tekur undir við uppskotnu broytingunum.

Nevndin mælir við hesi grundgeving løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstýrisins

1) § 1 verður orðað soleiðis: "§ 1. Inntøkutrygd, sambært hesi lóg, verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum:

  1. eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er 30 tons ella størri og skrásett í Føroyum,
  2. eru mynstraðir við fiskiskipi, minni enn 30 tons og skrásett í Føroyum, um skipið rekur fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Stk. 2. Fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum fáa engdar línur av landi, koma ikki undir inntøkutrygdarskipanina, sambært hesi lóg.

Stk. 3. Fiskimenn skulu, fyri at koma undir inntøkutrygdarskipanina, sambært hesi lóg, verða løntir samsvarandi galdandi sáttmálum á økinum.

Stk. 4. Tons sambært hesi lóg merkir tonsatal brutto (BT) ella skrásett brutto tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi."

2) § 2 verður orðað soleiðis: "§ 2. Minstalønin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella kr. 424,17 um dagin. Minstaløn verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima. Hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt.

Stk. 2. Minstalønin verður skerd við avrokningini, sum maður fær fyri tann ávísa túrin. Frítíðarløn verður ikki íroknað avrokningina.

Stk. 3. Minstaløn verður ikki veitt fyri fleiri dagar enn avvarðandi skip hevur fingið tillutað av fiskidøgum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap íroknað umsettum og umbýttum fiskidøgum."

3) § 3 verður orðað soleiðis: "§ 3. Fiskimenn, sum mynstra við føroyskum fiskiskipum, fáa dagstudning fyri teir dagar, sum teimum er tryggjað minstuløn.

Stk. 2. Dagstudningurin er munurin millum 8 vanligar tímalønir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og dagminstulønina.

Stk. 3. Dagstudningurin fyri hvønn túrin, sum ásettur í § 2, stk. 1, verður skerdur við:

1) 55 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin fer upp um dagminstulønina, um fiskimaður fær minni enn 1,5 fiskipart,

2) 55 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin, frádrigin 50% av einum dagligum fiskiparti, fer upp um dagminstulønina, um fiskimaður fær 1,5 fiskipart ella meira.

Stk. 4. Inntøka sambært hesi lóg er avrokningin, sum maður fær fyri tann ávísa túrin, umframt útgoldna minstulønin. Frítíðarløn verður ikki íroknað inntøkuni."

4) § 4 verður orðað soleiðis: "§ 4. Tá fiskimaður sambært sáttmála eigur frítíðarløn av fiskiparti, rindar Lønjavningarstovan frítíðarløn av minstuløn og dagstudningi eftir reglunum í løgtingslóg um frítíð við løn."

5) § 5 verður orðað soleiðis: "§ 5. Lønjavningarstovan umsitur lógina um minstuløn og dagstudning.

Stk. 2. Lønjavningarstovan verður heimilað í sambandi við útgjald av inntøkutrygd, eftir hesi lóg, at mótrokna krøv, sum Forskotsgrunnurin hevur móti viðkomandi fiskimanni fyri útgoldið forskot og onnur gjøld.

Stk. 3. Landstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna hesa lóg."

6) §§ 8 og 9 verða hereftir §§ 6 og 7.

7) § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Lógin er ikki galdandi í tann mun, hon kemur í stríð við millumlanda avtalur, sum landsstýrið hevur bundið seg til."

Viðmerkingar:
Ad. 1)
Endamálsorðingar hava vanliga verið settar í viðmerkingarnar til eina lóg og ikki í sjálvan lógartekstin, endamálsorðingarnar eru tí eisini í hesum føri strikaðar.

§ 1 verður harumframt broytt soleiðis, at tað ikki longur er talan um at geva landsstýrismanninum eina heimild, nú er talan um eina absolutta áseting um ávísa inntøkutrygd. Hetta samsvarar betur veruleikanum, við tað at landsstýrismaðurin neyvan kann loyva sær at lata vera við at veita inntøkutrygd.

Smb. heimastýrislógini er ikki loyvt at seta krav um, at rættindi bert eru fyri tey, sum eru heimahoyrandi í Føroyum. Hetta kravið er tí strikað.

Tilvísingin til "aðrar avtalur", sum haldast skulu, verður flutt til ígildisreglurnar í § 7, har slíkar reglur vanliga verða settar.

Kravið um, at persónar, sum fáa inntøkutrygd, skulu vinna á føroyskum fiskiførum, verður broytt soleiðis, at krav heldur verður sett um, at fiskimenn, fyri at fáa inntøkutrygd, skulu vera mynstraðir við fiskiskipi, sum er skrásett í Føroyum.

Mett verður ikki, at neyðugt er at seta krav um, at fiskifarið hevur veiðiloyvi, við tað at fiskifør, sum ikki hava veiðiloyvi, heldur ikki fáa tillutað fiskidagar.

Ásetingin í stk. 3 er ætlað at røkka sama endamáli, sum ásetingin í § 3, nr. 1 í uppskotinum frá landsstýrinum.

Ásetingin í § 1, stk. 3 í uppskotinum frá landsstýrinum er flutt og samanskrivað við ásetingarnar í § 2, stk. 2.

Ásetingin í § 1, stk. 4 í uppskotinum frá landsstýrinum er flutt til § 3, stk. 4 og umskrivað.

Greinin er annars orðað ørðvísi,við tí endamáli at gera hana greiðari og einfaldari.

Ad. 2) § 2 er ein samanskriving av §§ 2, 3 og 4 í uppskotinum frá landsstýrinum.

Ásetingingarnar í stk. 1 svara til ásetingarnar í § 4 í uppskotinum frá landsstýrinum. Hetta eru høvuðsásetingarnar um dagstudning, so tær eru tiknar fram um hinar. Einasta broytingin í ásetingunum er, at orðini "hvør túrur roknaður sær" eru strikaði, og í staðin er ásett, at "minstaløn verður ikki veitt fyri teir dagar fiskimaður er heima".

Ásetingin í stk. 2 er ein umskriving av ásetingunum í § 2, sum er samanskrivað við § 1, stk. 3 í uppskotinum frá landsstýrinum. Ásetingin um at minstalønin ikki verður skerd av manningarstudningum, er strikað, við tað at manningarstudningur ikki longur verður veittur.

Ásetingin í stk. 3 er ein umskriving av ásetingini í § 3, nr. 2 í uppskotinum frá landsstýrinum. § 3, nr. 1 í uppskotinum frá landsstýrinum er flutt til § 1, stk. 3 og § 3, nr. 3 er strikað, við tað at hendan áseting er samsvarandi áseting í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Ad. 3) § 3 svarar til § 5 í uppskotinum frá landsstýrinum.

Í stk. 1 er hugtakið "manning" broytt til "fiskimenn" fyri ikki at fáa ov nógv ymisk hugtøk í lógini, sum hava sama týdning. Orðingin, men ikki innihaldið, er eisini eitt sindur broytt.

Stk. 2 svarar til stk. 2, 1. pkt. í uppskotinum frá landsstýrinum. Tó er orðingin einfaldari.

Stk. 3 er ein umskriving av stk. 2, 2. pkt. í uppskotinum frá landsstýrinum, sum hevur til endamáls at gera ásetingina einfaldari.

Ásetingin í stk. 4 svarar til ásetingina í § 1, stk. 4 í uppskotinum frá landsstýrinum, tó umskrivað.

Ad. 4) § 4 svarar til § 6 í uppskotinum frá landsstýrinum. Fiskimaður kann tó ikki sambært sáttmála eiga frítíðarløn av minstuløn, dagstudningi og manningarstudningi, so hettar er strikað.

Manningarstudningur er ikki nevndur yvirhøvur, við tað at manningarstudningur ikki longur verður veittur.

Ad. 5) § 5 svarar til § 7 í uppskotinum frá landsstýrinum, tó eitt sindur umskrivað.

Ad. 6) Við uppskotnu broytingunum fær lógin 2 greinar minni og §§ 8 og 9 verða tí §§ 6 og 7.

Ad. 7) Ásetingin í § 7, stk. 2 er flutt frá § 1, stk. 1 í uppskotinum frá landsstýrinum.

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd samtykt 21-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 29. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 1500-17/91
Ll.nr. 112/1998 frá 29.12.1998