Eydnuspæl

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6.   november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 6, stk. 1 verður orðingin "2 mánaðir" broytt til: "1 mánað".
  2. í § 6, stk. 3 verður orðið "gjaldstovuni" broytt til: " Toll- og Skattstovu Føroya".
  3. Sum nýggj § 7A verður sett:

"§ 7A. Landsstýrismaðurin kann áseta ómaksgjald fyri veiting av loyvi til eydnuspæl v.m.".

§2.

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m. úr gildi.

Viðmerkingar
Skotnar verða upp nakrar tekniskt fyrsitingarligar broytingar, eisini sum fylgja av samstundis framlagda uppskotinum um nýggja burturlutingarlóg.

Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av uppskotinum verður víst til viðmerkingarnar til uppskotið um burturlutingarlóg.

Til § 1, nr. 1. Freistin fyri at senda inn roknskap ella uppgerð verður broytt til 1 mánað, so samsvar er við reglurnar í uppskotinum til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

Til § 1, nr. 2. Umsiting og eftirlit við loyvum og avgjøldum verður flutt til Toll- og Skattstovu Føroya, so samsvar er við reglurnar í uppskotinum til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

Til § 1, nr. 3. Við hesum kann eitt ómaksgjald verða ásett fyri veiting av loyvi til eydnuspæl v.m., sum nøkulunda nøktar kostnaðin av umsitingini av loyvunum.

Màlið hevur verið lagt fram í vár, men fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.

1. viðgerð 17. november 1998. Løgtingsmálini nr. 30, 54, 55 og 56/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í rættarnevndina, sum tann 3. december 1998 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 1998, og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 er tað beint rættarnevndini.

Uppskotið er ein avleiðing av uppskoti landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., har nýggjar og felags reglur verða skotnar upp fyri avgjald av ymiskum vinningum

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20.11.1998, 25.11.1998 og 03.12.1998. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, stjóra á løgdeildini og Sørin Pram Sørensen, fulltrúa.

Við teirri fyritreyt, at fíggjarnevndin tilmælir uppskoti landsstýrisins í áður nevnda løgtingsmáli nr. 30/1998, mælir ein samd nevnd tinginum til at samtykkja uppskotið. 

2. viðgerð 8. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 15. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 660-7/91
Ll. nr. 90/1998 frá 29.12.1998