Happadráttur

 

54  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 49 frá 15. juni 1950 um føroyskan happadrátt við seinni broytingum verður § 1, litra e strikað.

§ 2.

Henda lóg fær gildi 1. juli 1999.

Stk. 2. Samstundis sum henda lóg fær gildi fer danski teksturin í í løgtingslóg nr. 49 frá 15. juni 1950 við seinni broytingum úr gildi.

 Viðmerkingar
Av vinningum av spølum, verður til landskassan, í staðin fyri vanligan inntøkuskatt, latið eitt gjald, sum er ein ávisur prosentpartur av vinninginum. Prosentparturin, sum latin verður, er ásettur bæði í burturlutingarlógini, sum alment ásetir gjald av vinningum av spølum til landskassan, og í serlóggávuni, sum regulerar økið annars. Hetta er óheppið, tí tað ger, at ivi kann vera um, hvør lóg, ið nýtast skal, og tí, at hetta ger, at prosentparturin, ið latast skal landskassanum sum gjald av vinningum av spølum verður ymiskur, alt eftir hvør lóg regulerar økið annars. Tí verða ásetingarnar í verandi serlóggávu um gjald av vinningum til landskassan tiknar av soleiðis, at hereftir verða ásetingarnar um gjøld av vinningum av spølum í einari lóg, burturlutingarlógini, sum samstundis við hesum verður løgd fyri tingið.

Til § 1. Í uppskotinum til nýggja burturlutingarlóg er skotið upp, at gjaldið til landskassan av vinningum av øllum spølum verður tað sama fyri øll spøl, 15%. Eftir verandi happadráttarlóg er gjaldið 10%.

Til § 2. Av teknisk fyrisitingarligum grundum verða reglurnar um gjald til landskassan í verandi lóg um føroyskan happadrátt verandi í gildi til 1. juli 1999.

1. viðgerð 17. november 1998. Løgtingsmálini nr. 30, 54, 55 og 56/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í rættarnevndina, sum tann 3. december legði fram soljóðandi 

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 1998, og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 er tað beint rættarnevndini.

Uppskotið er ein avleiðing av uppskoti landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., har nýggjar og felags reglur verða skotnar upp fyri avgjald av ymiskum vinningum

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20.11.1998, 25.11.1998 og 03.12.1998. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, stjóra á løgdeildini,og Sørin Pram Sørensen, fulltrúa.

Við teirri fyritreyt, at fíggjarnevndin tilmælir uppskoti landsstýrisins í áður nevnda løgtingsmáli nr. 30/1998, mælir ein samd nevnd tinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 15. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 664-1/98
Ll. nr. 91/1998 frá 29.12.1998