Stuðul fiskaflutning

 

51  Uppskot til  løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit  I
D. 2. viðgerð
E. Álit  II
F Framhaldandi 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið,  fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður somuleiðis heimilað at útgjalda útróðrarbátum stuðul til flutning av fiski frá økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu.

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av virkaðum, veiddum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja.

§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð flutningsstuðulin og treytir fyri útgjaldan av stuðlinum.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer løgtingslóg nr. 67 frá 13. juni 1995, sum broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 13. Juni 1997 um stuðul til flutning av fiski, úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Galdandi løgtingslóg frá 1995 er broytt fyrr, og nú verður uppskot gjørt til nýggja, í staðin fyi at broyta hana einaferð enn. Innihaldið í hesum uppskoti er stórt sæð tað sama sum í verandi lóg

Endamálið við studninginum er í rímiligan mun at javnstilla fiskaframleiðarar í útjaðaraøkjunum við meginøkið. Hetta er galdandi bæði fyri at flyta fiskin frá uppboðssølu/landingarmiðstøð til fiskavirki og virkaðan fisk frá fiskavirkjum til avskipingarhavn.

Landsstýrið arbeiðir eisini við at finna aðrar loysnir í flutningsvinnuni, sum í størri høpi kunnu lúka sama endamál.

Harafturat verða útróðrarmenn stuðlaðir at flyta fiskin á uppboðssølu.

Fíggjarligar avleiðingar
Broytingin í § 1 verður mett at føra til eina minni øking í útgoldnum studningi. Tann nýggja heimildin í § 2 verður mett at føra til eina øking í studningi uppá uml. 1,5 mió. kr. Í 1998 eru avsettar 3 mió. kr. á fíggjarlógini, og sama upphædd er sett á fíggjarlógaruppskotið fyri 1999.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar
Viðv. § 1, stk. 1.
Nú verður heimild at stuðla flutning av fiski frá bæði uppboðssølu og landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja.

Viðv. § 1, stk. 2. Nú verður heimild at útgjalda útróðrarførum stuðul til flutning av fiski frá økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu. Áður varð stuðul veittur til flutning frá økjum, har eingin fiskakeypari er, til nærmasta avreiðingarstað. Treytin um, at bátar skulu vera heimahoyrandi á staðnum, verður strikað.

Viðv. § 2. Henda grein er nýggj, og verður her heimild at útgjalda stuðul til flutning av virkaðum, veiddum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja. Fiskavirkir í útoyggjum, har ikki er koyrandi um firðir og sund, hava í dag dýrari flutningskostnað enn virkir í meginøkinum, um avskipingin ikki er á staðnum. Við hesi broyting verður flutningsstuðul veittur hesum virkjum til flutning av viðgjørdum fiski. Stuðulin fevnir bara um veiddan fisk, og tí fær alifiskur ikki stuðul sambært hesi áseting.

Viðv. § 3. Flutningsstuðulin og treytir fyri útgjaldi verður ásett í kunngerð.

1. viðgerð 20. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 22. januar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t I

Landstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 1998, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 1998 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. november, 16. desember, 17. desember 1998, 5. januar, 8. januar og 21. januar 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og umboð fyri flutningsfeløgini Smyril Line, Skipafelagið og Eimskip.

Frá Eimskip hevur nevndin fingið eitt bræv, ið viðger málið.

Umboðini fyri flutningsfelagið Smyril Line upplýstu, at Norrøna einans siglir av Havnini. Tað, sum tað kostar at flyta fiskin til Havnar í sambandi við avskiping av fiski við Norrønu, kemur afturat flutningsprísinum.

Umboðini fyri Skipafelagið upplýstu, at Skipafelagið hevur ein fyrimun av, at teir fara til fleiri innskipingarhavnir, hetta er Klaksvík, Runavík, Tvøroyri og Havnin. Harumframt fer Skipafelagið stundum eisini á Miðvág eftir fiski.

Á Skipafelagnum ivast tey í, um tað er rætt, at studningur nú møguliga verður latin til hendan flutningin, soleiðis at Skipafelagið missir hendan kappingarfyrimun. Ein spurningur hjá Skipafelagnum er tí, hví teir skulu fara út á plássini, um stuðul verður givin til hendan flutning.

Upplýst varð, at Skipafelagið vanliga rindar helvtina av kostnaðinum av at flyta fisk til Havnar, tá hann ikki lukkast við fartinum hjá Skipafelagnum av tí ávísa plássinum. Hildið verður eftir við at rinda alt, fyri at eggja fiskaútflytaranum til at koyra fiskin um borð á teimum plássunum, har Skipafelagið leggur at, í staðin fyri at bíða til so seint sum møguligt fyri so at senda fiskin til Havnar.

Umboðini fyri Skipafelagið vístu á, at tað, sum avgerandi er fyri, hvussu kappingaravlagandi stuðulsskipanin fer at verða, er, hvat slag av framleiðslu talan er um. Um § 2 bert fevnir um fesk fløk, so er trupulleikin ikki so stórur. Tá kann Skipafelagið eisini nýta stuðulsskipanina. Verri er, um talan eisini er um t.d. saltfløk og fryst flak.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði, at endamálið við uppskotinum var at javnstilla øll virkir í landinum. Sum er, sigla flutningsfeløgini bert inn á 3 støð uttan fyri Havnina.

Jørgen Niclasen førdi fram, at tað er ikki ætlanin, at studningur skal latast fyri alt, tað kostar at flyta til útskipingarhavn, og at vinnunevndin hevði møguleikar í álitinum at skjóta upp, hvussu studningurin átti at verðið skipaður og avmarkaður.

Umboðini fyri Eimskip greiddu frá, at teir hava somu skipan í Føroyum sum í Íslandi, og hon er, at felagið hevur eins prísir allar staðir í Føroyum.

Eimskip byrjaði at sigla til Klaksvíkar í januar 98, men annars brúka teir tey føroysku flutningsfeløgini til at flyta plattar og bingjur v.m. Teir vístu á, at ein vansi við at lata nevnda studning er, at tað kann verða kappingaravlagandi, og at skipafeløgini kundu koma at velja sær ta fyri teir høgligastu havnina, men sum koma at krevja mest studning t.d. eina havn í Suðuroy. Teir loyvdu sær eisini at seta spurnartekin við, um studningurin, tá tað kom til stykkis, kom framleiðaranum til góða, sum meiningin er, tí møguleiki er fyri, at studningurin kann koma at falla á eitt ikki ætlað stað.

Ein samd nevnd ásannar at uppskot landsstýrissins § 2 kann verða kappingaravlagandi fyri flutningsfeløgini. Vísandi til tað sum flutningsfeløgini hava ført fram á fundi í nevndini, skuldi trupuleikin ikki verið so stórur, um § 2 bert fevnir um feskan virkaðan fisk.

Nevndin hevur gjørt av at taka undir við tí, sum varð ført fram undir 1. viðgerð um at broyta §§ 1 og 2 í uppskotinum soleiðis, at stuðul smb. § 1 verður veittur til flutning ikki bara av fiski, men eisini livur og rogni, og at hetta skal verða frá uppboðssølu ella landingarstaði í staðin fyri frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð, og soleiðis at stuðul smb. § 2 verður veittur til flutning ikki bara av virkaðum, veiddum fiski, men eisini livur og rogni.

Við hesum grundgevingum mælir ein samd nevnd løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstýrisins

1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarstaði til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja. Treytin fyri hesum stuðli er at fiskurin er seldur um uppboðssølu."

2) Sum nýggj § 1, stk. 3 verður sett inn soljóðandi áseting: "Stuðulin umfatar eisini livur og rogn."

3) Í § 2 verða orðini "virkaðum, veiddum" broytt til "feskum virkaðum".

4) Sum nýggj § 2, stk. 2 verður sett inn soljóðandi áseting: "Stuðulin umfatar eisini virkað livur og rogn".

5) Sum nýggj § 2, stk. 3 verður sett inn soljóðandi áseting: "Stuðul verður ikki latin til flutning av alifiski."

6) Sum nýggj § 4, stk. 2 verður sett inn soljóðandi áseting: "§ 2 fer úr gildi 31. desember 1999."

Viðmerkingar:
Ad. 1) § 1, stk. 1 er broytt soleiðis, at krav verður sett inn um, at fiskurin skal verða seldur um uppboðssølu. Harumframt verður ásett, at stuðul eisini verður veittur til flutning av fiski frá landingarstaði, og merkir hetta, at avmarkingin til landingarmiðstøð sostatt verður slept. So fær t.d. fiskur landaður í Vágunum, seldur um telefonuppboðssøluna til Vestmannar, stuðul til flutning um Vestmannasund. Hetta verður umsitið soleiðis í dag, men var ikki nágreiniliga ásett í lógini.

Ad. 2) Í § 1, stk. 3 verður heimildin til at útgjalda stuðul víðkað til eisini at fevna um livur og rogn. Hugtakið "fiskur" í stk. 1 verður sostatt mett bert at fevna um heilan fisk.

Ad. 3) Undantakið fyri alifisk, sum liggur í kravinum um, at fiskurin skal vera veiddur, verður strikað í stk. 1, og verður í staðin sett inn greiðari áseting hesum viðvíkjandi í stk. 3. Heimildin til at veita stuðul verður avmarkað til feskan fisk. Víst verður annars til almennu viðmerkingarnar omanfyri.

Ad. 4) Sí viðmerkingarnar til pkt. 2.

Ad. 5) Sí viðmerkingarnar til pkt. 3.

Ad. 6) § 2 skal bert vera galdandi i eini royndartíð, og verður tá tikin støða til spurningin, um stuðulin skal halda fram.

2. viðgerð 26. januar 1999. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd samtykt 22-2-6. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 12. februar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t  II

Landstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 1998, og eftir 2. viðgerð tann 26. januar 1999 er tað aftur beint vinnunevndini.

Nevndin hevur aftur viðgjørt málið á fundum tann 28. januar, 8. og 11. februar 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, umboð fyri fiskakeyparar í Vági, umboð fyri ráfiskakeyparafelagið og umboð fyri P/f Beta.

Umboðini fyri fiskakeypararnar í Vági vóru ímóti, at krav verður sett um, at fiskurin skal um uppboðssølu, fyri at flutningsstuðul kann verða veittur. Sum grundgeving vístu teir á trupulleikar við, at fiskurin verður tikin aftur av uppboðssøluni og kostnað fyri uppboðssølu, at krav verður sett um kontant gjald, tá fiskur verður seldur um uppboðssølu, og aðrar treytir, ið uppboðssølan setir. Eisini hildu teir vanda verða fyri, at uppboðssølan fekk ov stórt vald. Teir førdu fram, at kravið um, at fiskurin skal um uppboðssølu, vil geva Fiskavirking ein fyrimun.

Umboðið fyri ráfiskakeyparafelagið upplýsti, at semja er ikki í ráfiskakeyparafelagnum, um krav skal verða sett um, at fiskurin skal um uppboðssølu, fyri at flutningsstuðul kann verða veittur, og at spurningurin ikki er viðgjørdur í felagnum. Hann upplýsti, at tey stóru fiskavirkini helst vilja sleppa at keypa heilar lastir, meðan teir smáu hava spesialisera seg og hava tí bara brúk fyri einum ávísum fiskaslagi. Hann segði, at um landsstýrismaðurin sambært lógini um vinnuligan fiskiskap krevur fiskin ella ein part av fiskinum um uppboðssølu, so er trupulleikin hjá suðringunum loystur. Hann segði eisini, at grundin til, at so nógvur fiskur er á uppboðssøluni, er kravið um, at fiskur skal um uppboðssølu, um hann skal rundur av landinum.

Umboðið fyri P/f Beta helt, at eitt krav um, at fiskurin skal um uppboðssølu, fyri at flutningsstuðul kann verða veittur, bara vildi merkja, at fiskaseljarar fara at selja meira til Fiskavirking fyri at sleppa av við alla lastina, og segði hann, at tá verður beint tað øvugta av ætlanini rokkið. Hann førdi fram, at fiskaseljarar ynskja at selja til tey smáu virkini, tí um hesi ikki hóra undan, so hevur hetta við sær, at kappingin minkar ella dettur burtur og hevur við sær, at prísurin fellur. Hann helt, at tað, sum átti at verðið gjørt, var, at krav aftur verður sett um, at 1/3 av fiskinum skal um uppboðssølu, men at ikki serligt krav verður sett um, at fiskur, sum skal rundur av landinum, allur skal um uppboðssølu.

Landsstýrismaðurin vísti á, at partvísa nøgdin av fiski, sum fer yvir uppboðssølu, er minkandi fyri seinasta ársfjórðing, hóast samlaða nøgdin tó er á leið tað sama sum fyri ársfjórðingin frammanundan. Hann vísti á, at sjálvt um ein keypir beinleiðis frá fiskaseljaranum, so kemur tað fyri, at man kann fáa ein bíligari prís fyri fiskin við at sleppa undan sølukostnaðinum við at selja fiskin um uppboðssølu og ístaðin rinda flutningskostnaðin. Verður flutningsstuðul so veittir aftrat hesum, uttan at treyt verður sett um, at fiskurin skal um uppboðssølu, so verður kostnaðurin enn minni, um man velur ikki at koyra fiskin um uppboðssølu. Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at játtanin á fíggjarlógini ikki strekkir til at geva stuðul til allar.

Ein samd nevnd heldur, at landsstýrismaðurin átti at nýtt sína heimild í lóginu um vinnuligan fiskiskap til at seta krav um, at 1/3 av fiskinum skal verða seldur um uppboðssølu.

Ein meiriluti í nevndin (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Eyðun Hansen, Dan R. Petersen, Jógvan á Lakjuni og Jákup Sverri Kass) heldur seg til broytingaruppskot sítt í fyrra álitinum frá nevndini.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old) hevur í málinum somu støðu sum higartil. Hann stendur við broytingaruppskoti sínum frá 26. januar 1999.

Framhaldandi 2. viðgerð 19. februar 1999. Uppskot frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 5-2-20. Broytingaruppskot frá Henrik Old til § 1 afturtikið av uppskotsstillaranum. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1, stk. 1, fall 11-4-13. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1, stk. 3, § 2 og § 4 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-7-1. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. februar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-2.

J.nr. 1500-13/91
Ll. nr. 14/1999
frá 03.03.1999