Aling av fiski v.m.

 

50  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61. frá 14. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 2, stk. 5 verður litra b orðað soleiðis:

"b) Eigararnir av í minsta lagi 51% av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 51% av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 4."

2) Í § 4 verður sett sum stk. 4:

"Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 4 og 5, litra b, ikki eru loknar."

3) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Brot á § 2, stk. 1, 2, 3 og 5, litra a og c og §§ 6 og 7 verða revsað við bót."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Tá hugsað verður um samfelagsliga týdningin, føroyska alivinnan í dag hevur, má ásannast, at tað kann vera óheppið, um meirilutin av avgerðarrættinum í alivinnuni, ið sum kunnugt byggir á tilfeingið á staðnum, ikki verður varðveittur á føroyskum hondum. Hetta hóast tað eisini kunnu liggja nógvir fyrimunir í at fáa útlendskar íløgur til Føroya.

Fyri at tryggja, at ræðið yvir hesum tilfeinginum at ala fisk v.m. verður verandi á føroyskum hondum, varð í mai 1997 gjørd broyting í løgtingslóg nr. 70 frá. 9. juni 1988 um aling av fiski v.m.

Broytingin hevði til endamáls at tryggja, at avgerðarrætturin í alivinnuni skuldi vera varðveittur í Føroyum. Hetta varð gjørt soleiðis, at eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis hava í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu hava fast tilknýti og fulla skattskyldu í Føroyum. T.v.s. at eigararnir av 33% av ognarpeninginum ikki nýttust at hava fast tilknýti og fulla skattskyldu í Føroyum.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad. 1)
Uppskotið til broyting í § 2, stk. 5, litra b, veitir møguleika fyri, at upp til 49% av eigarunum ikki nýtast at hava fast tilknýti til Føroyar. Avgerðarrætturin verður sostatt framhaldandi í Føroyum.

Ætlanin við broytingini er at geva tekin um, at útlendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar.

Ad. 2) Av tí at ásetingin um eigaraviðurskiftini verður mett sum grundleggjandi fyri at varðveita avgerðarrættin í føroysku alivinnuni á føroyskum hondum, verður tað mett neyðugt, at landsstýrið hevur møguleika at seta tiltøk í verk, sum muna, um ásetingin ikki verður fylgd.

Mett verður ikki, at lógarbroytingarnar fara at hava búskaparligar avleiðingar fyri landskassan.

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Havbúnaðarfelagnum, hjá Felagnum fyri løggildar grannskoðarar og hjá Advokatfelag Føroya. Nevndu feløg høvdu ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.

Mælt verður løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

1. viðgerð 26. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. januar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 26. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. desember 1998, 8., 21., 22. og 26. januar 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann, umboð fyri Havbúnaðarfelagi, umboð fyri Havsbrún og Hera Hjelm.

Frá Havsbrún hevur nevndin fingið eitt notat, ið viðger málið.

Havbúnaðarfelagið hevði ikki nakra avgjørda meining um uppskotið um at broyta prosenttalið fyri ognarpening og atkvøðurætt hjá útlendingum og vísti í hesum sambandi á, at avmarkingar ikki eru fyri, hvussu nógvur lánskapitalur kann koma frá útlandinum. Víst varð tó á, at nakrir vandar eru, sum ein skal vera varugur við. Vandi er fyri, at tað verða útlendingar, sum koma at gera av søluprísin og eisini onnur viðurskifti alingini viðvíkjandi. Vandi er eisini fyri, at serkunnleikin kann fara av landinum, og at útgerðin til alivinnuna ikki longur verður keypt lokalt. Ført varð fram, at høvuðsáhugamálið hjá útlendingunum, sum seta pening í alibrúk, er at fáa fatur á rávøruni. Havbúnaðarfelagið metti ikki, at tørvur í løtuni er á at fáa kapital tilførdan alivinnuni.

Umboðini fyri Havsbrún sóu ikki nakra grund til nú at koma við uppskoti um at broyta prosenttalið fyri ognarpening og atkvøðurætt hjá útlendingum. Víst varð á, at alibrúkini hava ikki trupulleikar við at fáa fígging. Vandi er eisini fyri, at í staðin fyri at hækka partapeningin í einum felag, verða partabrøv hjá føroyskum partaeigarum bara seld útlendingum, og hetta ger ikki felagið betur fyri. Sagt varð, at trupulleikin kanska heldur var fíggingarpolitikkurin hjá peningastovnunum í Føroyum. Víst varð á, at uppskotið eisini kann fáa ta avleiðing, at útgerðin til alivinnuna ikki longur verður keypt lokalt, og hetta fer at hava við sær, at búskaparligi týdningurin í Føroyum av alivinnuni fer at minka munandi. Eisini varð víst á vandan fyri, at serkunnleikin kann fara av landinum.

Heri Hjelm upplýsti, at teir ikki merkja, at teir hava útlendingar sum partaeigarar í felagnum. Harafturímóti fáa teir bæði vitan og hjálp frá útlendsku partaeigarunum. Hóast útlendska partaeigaraskapin er felagið hjá teimum eitt føroyskt felag uttan útlendska stýring. Heri Hjelm førdi fram, at møguleikarnir fyri kapitaltilførslu ikki eru góðir í Føroyum, og at tørvur tí er á, at møguleiki er til staðar fyri at fáa tilførdan útlendskan kapital. Hann vísti í hesum sambandi á, at útlendingar eru áhugaðir bæði í at veita fígging og at skjóta partapening inn í feløgini. Hann upplýsti, at uttan møguleikan fyri útlendskum kapitali í alibrúkunum so høvdu teir ikki verið til í dag. Í sambandi við tey fyrivarni, sum hava verið førd fram, um at broytingin fer at hava við sær, at fiskurin fer at fara óvirkaður av landinum, vísti Heri Hjelm á, at longu nú fer ein stórur partur óvirkaður av landinum, við tað at vit ikki hava orkuna at góðska allan henda fiskin.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, greiddi frá, at í løtuni er íløguhugurin í føroyska marknaðin, og er tað serliga risikokapitalinum, vit hava brúk fyri. Hann segði, at royndir vísa, at møguleiki skal vera fyri útlendskum íløgum, meðan tað gongur væl, gongur tað verri, minkar íløguhugurin beinanvegin. Hann vísti eisini á, at fóðurframleiðararnir við teimum innskotum, teir higartil eru komnir við, hava skapt tann stóra vøksturin, sum hevur verið í alingini.

Landsstýrismaðurin segði, at eftir uppskotinum hava føroyingar framhaldandi dispositiónsrættin í 51%, og har afturat eru aliloyvi avmarkað í tíð, og eftir nýggja uppskotinum kunnu aliloyvini verða tikin, um reglurnar í lógini ikki verða hildnar. Hann segði, at fyri at tryggja hesum kundi parturin hjá útlendingum verið settur niður í 45%, tí allir partaeigarar, sum eiga 5% ella meiri, eru skrásettir alment í partafelagsskránni.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at ein møguligur limaskapur í ES ella EBS kemur at føra við sær, at avmarkingar fyri útlendskum kapitali mugu takast av.

Undir viðgerðini er nevndin komin fram á, at "ognarpeningur" er eitt óheppið orð at nýta í § 1, nr. 1, við tað at hugtakið "ognarpeningur" kann tulkast soleiðis, at tað eisini fevnir um lánspening. Nevndin er samd um at koma við broytingaruppskoti hesum viðvíkjandi.

Nevndin hevur annars býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Dan Petersen, Alfred Olsen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við at broyta prosenttalið fyri ognarpening og atkvøðurætt hjá útlendingum og mælir tí løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: "Í § 2, stk. 5 verður litra b orðað soleiðis:

"b) Eigararnir, sum eiga í minsta lagi 2/3 av felagnum, og sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum,
     skulu lúka treytirnar í stk. 4."

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinesen og Jákup Suni Joensen) tekur ikki undir við tí partinum av uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum letur útlendingar fáa møguleika at keypa upp til 49% av partapeninginum í føroyskum alibrúkum.

Minnilutin metir, at tað við 49% parti verður ov lætt hjá útlendingum at gera atkvøðuavtalu við smáeigara ella strámann, soleiðis at avgerðarrætturin fer úr føroyskum hondum.

Hinvegin ásannar minnilutin, at altjóða rákið gongur tann vegin, at kapitalur, vørur, tænastur, vitan og fólk fáa alsamt fríari ræsur at virka uttan forðingar millum lond, og at ein nýggj marknaðaravtala hjá føroyingum kann hava við sær, at føroyska vinnan má laga seg til hesi viðurskifti.

Útlendskir eigarar luttaka í dag í nøkrum alibrúkum. Útlendsk fígging er eisini væl umboðað í vinnuni. Sostatt er útlendskur kapitalur longu nú við til at skapa føroysk arbeiðspláss og bøta um handilslutfallið við útlandið.

Útflutningurin av alifiski var í 1997 knappa hálva milliard, og útlit eru fyri sera stórum vøkstri. Fyri tey alibrúk, har sum kapitalur er ein knapheitsfaktorur, kann økt úrlendsk luttøka verða við til at fremja vøksturin.

Grundað á omanfyristandandi heldur minnilutin, at ein varin hækking av útlendska ognarpartinum kann verða loyvd, men tó íkki í so stóran mun, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp. Minnilutin heldur, at ein hóskandi útlendskur ognarpartur hevði verið 40% og setir sostatt fram broytingaruppskot um, at útlendski parturin kann økjast við 7 prosentum í mun til galdandi lóg.

Við hesum grundgevingum mælir minnilutin løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins

§ 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: "Í § 2, stk. 5 verður litra b orðað soleiðis.

"b) Eigararnir, sum eiga í minsta lagi 60% av felagnum, og sum somuleiðis eiga í minsta lagi 60% av atkvøðurættinum í felagnum,
     skulu lúka treytirnar í stk. 4."

Minnilutin (Jógvan á Lakjuni) tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 5. februar 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í nevndini til § 1 fall 8-1-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í nevndini til § 1 samtykt 21-4-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-3-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 9. februar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 13/1999 frá 18.02.1999
J.nr. 2600-1/90