Forskotsgrunnur Fiskiflotans

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 um Forskotsgrunn Fiskiflotans verður gjørd henda broyting:

Í § 4, stk. 2 verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til: "Lønjavningarstovan".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Lønjavningargrunnurin er fyrisitingarliga skipaður í Fiskimálastýrinum undir ábyrgd landsstýrismanna. Endamálið við hesi lógarbroyting er soleiðis at broyta heitið Lønjavningargrunnur til Lønjavningarstovu, sum er ein partur av Fiskimálastýrinum undir fyrisiting landsstýrismanna.

Fiskivinnustarvsnevndin hevur havt uppskotið til ummælis.

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar.

Viðmerkingar til einstøku broytingina
Ad. § 1. Broytingin fevnir bert um orðið "Lønjavningargrunn" til "Lønjavningarstovu".

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 47 og 48/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í vinnunevndina,  sum tann 26. november 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 1998.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old, Dan Petersen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum. Minnilutin vísir til sínar viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 47/1998.

2. viðgerð 1. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 19-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu

3. viðgerð 4. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 13-0-10. Málið avgreitt.

J.nr. 1500-28/97
Ll. nr. 84/1998