Lønjavningargrunnur

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Broytingaruppskot til 3. viðg.
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið, fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997 um lønjavningargrunn verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1 verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til: "Lønjavningarstovuna".

2) Í § 2 verður orðið "Lønjavningargrunnurin" broytt til: "Lønjavningarstovan" og orðið "Lønjavningargrunninum" broytt til: "Lønjavningarstovuni".

3) § 3 og § 4 verða strikaðar.

4) Í § 5 verður orðið "Lønjavningargrunninum" broytt til: "Lønjavningarstovuni".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Lønjavningargrunnurin er fyrisitingarliga skipaður í Fiskimálastýrinum undir ábyrgd landsstýrismanna. Endamálið við hesi lógarbroyting er soleiðis at tillaga lógina um Lønjavningargrunn, sum varð endurskoðað á vári 1997, og Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna varð tikin av, til galdandi reglur um ábyrgd landsstýrismanna. Skotið verður upp at broyta heitið Lønjavningargrunnur til Lønjavningarstovu, og at fyrisitingin av lønjavningarstovuni sum ein partur av Fiskimálastýrinum kemur undir fyrisiting landsstýrismanna.

Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin er skipað sambært løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997. Yrkisráðið er mannað við 5 limum og 5 varalimum. Fiskimanafelagið velur 1 lim og 1 varalim, Meginfelag Útróðrarmanna velur 1 lim og 1 varalim, Skipara- & Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið velja í felag 1 lim og 1 varalim, Reiðarafelagið velur 1 lim og 1 varalim, og landsstýrismaðurin velur formann og varaformann.

Endamálið við Yrkisráðnum fyri Lønjavningargrunnin er "at ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spurningum viðvíkjandi fyrisitingini hjá Lønjavningargrunninum."

Limir og varalimir í Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin eru valdir fyri fýra ár í senn. Limir og varalimir vórðu valdir í 1997, næsta val av limum verður tí í 2001. Yrkisráðið hevur ikki havt nakran fund, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer við hesum at skjóta upp fyri løgtinginum at avtaka yrkisráðið, tí Lønjavningargrunnurin er fyrisitingarliga skipaður í Fiskimálastýrinum.

Í § 1 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya er lógávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtinginum og løgmanni í felag, og útinnandi valdið er hjá landsstýrinum.

Samsvarandi § 2 í løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 við seinni broytingum um ábyrgd landsstýrisins, er fyrisitingin av málsøkinum undir ábyrgd løgmans og landsstýrismanna.

Viðvíkjandi yrkisráðnum fyri Lønjavningargrunnin er ikki talan um fyrisitingarligar avgerðir, men um ráðgeving. Uppgávan hjá yrkisráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spurningum viðvíkjandi fyrisitingini hjá Lønjavningargrunninum.

Vinnan er tryggjað ávikavist ummælisrætt og møguleika fyri at ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, men eftirsum tað eru fleiri funktiónir sum ráðgeva, eigur hetta at verða tikið upp til nýggja viðgerð.

Øll uppskot til lógir, kunngerðir og reglugerðir skulu leggjast fyri Fiskivinnu Starvsnevndina til ummælis.

Fiskivinnustarvsnevndin hevur havt uppskotið til ummælis.

Mett verður, at uppskotið fer at minka kostnaðin av felagsútreiðslunum, og at ein samskipan av Fiskimálastýrinum ger, at fyrisitingarligu uppgávurnar verða lættari at umsita og til fyrimuns fyri borgaran.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad. 1, 2 og 4. Broytingin fevnir bert um orðið "Lønjavningargrunn" til "Lønjavningarstovu"

Ad. 3. Mælt verður til at strika § 3 í lógini, tí tað eigur ikki at verða lóggivið serstakt fyri ein part av fyrisiting landsstýrismanna, tá málsøkið er skipað undir hansara ábyrgd.

Mælt verður til at strika § 4 í lógini. Víst verður til almennu viðmerkingarnar, og at mælt verður til at avtaka yrkisráðið.

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 47 og 48/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í vinnunevndina,  sum tann 26. november 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 1998.

Nevndin hevur fingið til vega ummæli frá Fiskivinnu Starvsnevndini, sum víst verður til í uppskotinum frá landsstýrinum. Sambært ummælinum hevur Fiskivinnu Starvsnevndin viðmælt uppskotinum.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old, Dan Petersen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum. Minnilutin góðtekur ikki grundgevingina hjá landsstýrismanninum fyri ikki at fáa Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin at virka. Minnilutin heldur, tað er neyðugt, at løgtingið við hesum máli vísir, hvør ræður, løgtingið ella landsstýrismaðurin við sínari umsiting. Tá løgtingið við lóg hevur ásett, at Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin skal skipast, so skal hetta gerast. Løgtingið eigur ikki at góðtaka, at landsstýrismaðurin 1½ ár seinni, sambært landsstýrismansins egnu viðmerkingum ikki góðtekur eina samtykt hjá løgtinginum.

Tað er óskiljandi, at teir somu løgtingsmenn, sum til dagliga harðliga átala, at løgtingið letur ov nógv av sínum valdi til landsstýrismannin at ráða yvir, góðtaka, at landsstýrismaðurin ikki vil fylgja eini løgtingslóg. Her verður serliga hugsað um tær einkisigandi grundgevingarnar, sum nevndar eru i viðmerkingunum til hetta løgtingslógaruppskot.

2. viðgerð 1. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 18-0-14. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 4. december løgdu tingmenninir Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen og Marjus Dam fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: "§ 3 verður orðað soleiðis: "§ 3. Landstýrið velur eitt fimm mannað ráð, sum skal hava møguleika at viðgera øll mál Lønjavningargrunninum viðvíkjandi. Stk. 2. Nærri reglur viðvíkjandi ráðnum, bygnaðinum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða ásettar av landsstýrinum.""

  2. Í § 1, verður sett inn nýtt nr. 4, sum verður orðað soleiðis: "§ 4 verður strikað."

  3. § 1, nr. 4 verður hereftir § 1, nr. 5.

Viðmerkingar
Undir viðgerðini av hesum løgtingsmáli hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ført fram, at ikki ber til at hava verandi yrkisráð, eftir at nýggja stýrisskipanarlógin er sett í gildi. Tí verður skotið upp at geva ráðnum heimildir samsvarandi teimum, sjúkrahúsráðini hava fingið við Løgtingslóg nr. 89, frá 4. juni 1996, um Sjúkrahúsverk Føroya, § 3. Heimildirnar, sum sjúkrahúsráðini hava fingið, eru ikki í stríð við tær reglur, sum ásettar eru í stýrisskipanarlógini.

3. viðgerð 4. december 1998. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen og Marjus Dam, løgtingsmonnum fall 10-0-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-10.  Málið avgreitt.

J.nr. 1585-9/97
Ll. nr. 83/1998